· 2019. 10. 30. · økjunum verður enn betri,tí tey skulu nú í enn størri mun sjálv taka...

24
Bla› Nr. 3 - 2004 www.pedagogfelag.fo www.pedagogfelag.fo

Upload: others

Post on 28-Jan-2021

3 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Bla

    › Nr. 3

    - 2

    004

    www.pedagogfelag.fowww.pedagogfelag.fo

  • 2 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Tað pedagogiska økið hevur rættiliga verið í andglettinumta síðstu tíðina.Vit kunnu fegnast um, at tað hava verið tværstórar ráðstevnur fyriskipaðar, har evnini hava verið frítíðar-skúlar og trivnaðurin hjá børnunum á stovnum.Tvey tiltøk,sum eydnaðust avbera væl.Tað er sera umráðandi, at slíkarráðstevnur verða hildnar. At vit kunnu hittast um nakað,sum vit eru felags um, og fáast við - og at vit fáa sett orð átað pedagogiska arbeiði.

    Tað er av stórum týdningi, at kunna fylgja við teimumsamfelagsligu rembingunum, sum vit standa yvir fyri. Kann-ingar uttan úr heimi vísa, at meira og meira verður álagtstarvsfólkunum, sum starvast á dagstovnunum - og hettamerkir so, at størri krøv verða sett til teirra, sum eru umbørnini, meðan tey eru á stovni. Foreldur seta eisini ávístkrav til innihaldið á stovninum, og starvsfólki á stovnunumhava nógv foreldur at "fyrihalda" seg til.

    Í kjalarvørrinum av hesum, hevur Tórshavnar Kommunasett barnagarðsaldurin niður, soleiðis at skilja, at børnini núeru yngri, tá tey byrja í barnagarði.Vit kunnu staðfesta, athetta krevur alt meira orku til tey, sum eru um børnini ádagstovninum, og hava starvsfólk eisini gjørt vart við hesiviðurskifti á røttum stað, men tað vísir seg at vera tvørrandivilji til at skilja hesi starvsfólkini.

    Færri tímar og økt krøv til leiðslu og starvsfólk hongur alsikki saman. Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum er, at

    kunna geva børnunum eina dygdargóða menning og eininnihaldsríkan gerandisdag, men hetta gerst sera torført viðteimum broytingum, sum eru hendar innan dagstovnaøkið íTórshavnar Kommunu.Tað er sera umráðandi, at vit sumfakbólkur rópa varskó, tá slíkar broytingar henda - og ikkibara sita hendur í favn.

    Eitt annað mál, sum hevur verið nógv frammi, eru setun-arviðurskiftini á einum Frítíðarskúla - hetta mál hevur eisiniverið nógv umrøtt í fjølmiðlunum. Landsstýrismaðurin íAlmanna- og heilsumálum hevur júst tikið avgerð í hesummálið. Eina avgerð, sum Føroya Pedagogfelag er alt annaðenn nøgt við.

    Vit hava eisini, sum felag, fleiri ferðir víst Mentamálaráð-num á tann vantandi tørvin á pedagogum.Tí var tað enneinaferð hugstoytt at hoyra landsstýrismannin í mentamál-um, Jógvan á Lakjuni siga, at tað ikki er ráðiligt at taka fleiriflokkar inn, tí búskaparligu útlitini eru so vánalig. Spurn-ingurin er heldur, um man hevur ráð at lata vera.Tað er jústí niðurgangstíðum tað er umráðandi at útbúgva fólk - oghavast skal í huga, at hvørt ár eru umleið 150 umsóknir atsleppa inn á pedagogútbúgvingina í Føroyum. Nógvir avhesum umsøkjarunum leita sær tískil til Danmarkar at út-búgva seg - og skuldi hetta ikki verið neyðugt.Tørvurin ápedagogum í Føroyum er stórur - og talan kann bert veraum politiskan illvilja við ikki at raðfesta hetta hægri.

    Bla›i› ver›ur prenta› í1900 eintøkum, kemur útf‡ra fer›ir um ári›, ogver›ur sent limunum íFøroya Pedagogfelagókeypis.Onnur áhuga›i kunnugerast haldarar fyri 100 kr.árliga, vi› at seta seg ísamband vi› felagi›.Loyvt er at endurgevatilfar úr bla›num (myndirundantiknar) treyta› av atkeldan ver›ur uppl‡st.

    Ábyrgdarbla›stjóri: Nevnd:

    Fyrisiting:

    Útgevari: Lagt til rættis:

    Seinasta freistUppseting og prent:

    Jarvin Feilberg Hansen,Tlf. 31 75 76t-post:[email protected]

    Jarvin Feilberg Hansen,forma›urKatrin H. Thomsen,fyrisitingarlei›ari

    Jarvin Feilberg Hansen, forma›ur.Ann-Elisabeth Joensen,næstform.Bjørghild í Geil,kassameistari.Laila Petersen, skrivariGitta av Kák, nevndarlimur.

    Føroya PedagogfelagPostboks 318110 TórshavnTlf. 31 75 76Fax 31 75 73e-mail:[email protected]

    Sp/f Rit&Rá›

    Føroyaprent at senda bla›num tilfar til næsta bla›:25. august 2004

    Oddagrein

  • Hotell – tilboð í KeypmannahavnPedagogfelagið hevur júst gjørt avtalu við “Hotel Guldsmeden í Keypmannahavn, soleiðis at allir limir felagsins nú havamøguleika at gista væl og fyri ein sámuligan kostnað í danska høvuðsstaðnum.

    Einkultkamar kostar 700,- kr. dupultkamar 1095,- kr.

    og eyka uppreiðing 200,- kr.

    Oddagrein [sí›a 2

    Úr innihaldinum [sí›a 3

    Álitisfólk skipa› í landspartabólkar [sí›a 4

    Fakfestivalur umfrítí›arskúlarnar [sí›a 5

    Pallbor›i› [sí›a 6

    Brúkarin fær betritænastu [sí›a 8

    Úr heimi hugans [sí›a 10

    Ein mennandi og spennandi námsfer› í Aberdeen [sí›a 12

    Læra at virka í einum sosialum felagsskapi [sí›a 14

    “Supervisión var einpartur av arbei›inum” [sí›a 15

    “Supervisión er alney›ug [sí›a 16

    Sirkus á dagstovni [sí›a 17

    Alt ov fáir pedagogar [sí›a 18

    Størri krøv til innihald [sí›a 18

    Sjónarmi› og vi›merking [sí›a 19

    N‡ggjar barnabøkur [sí›a 20

    Ikki eiti á pedagogar [sí›a 21

    innihaldinumÚr innihaldinumÚr Á heimasíðuni finnur tú m.a.:…stovnar…álitisfólk…sáttmálar…lønartalvur…tryggingaviðurskifti…kunningartilfar…tíðindi…blaðið…slóðir til aðrar heimasíður

    Nýtið heimasíðuna!!!www.pedagogfelag.fo

    Felagið ynskir, at heimasíðan eisini gerst virkin og viðkomandi ídagsins kjaki. Tí heitir felagið á limirnar um at lata sítt íkast tildagsins spurningar. Sig tína hugsan – skrivið til heimasíðuna!

    Felagið fer at minna stovnarnará, at smb nýggju semjuni, skulustarvsfólk hava fingiðsetanarskriv í seinasta lagi 14dagar aftaná setan – felagið skal

    smb.semjuna samstundis havasendandi avrit av setanarskriv-inum. – Minnist samstundis tilinnmeldingarseðilin

    Setanarskriv

    Vit vilja minna limirnar á, at umtit fara í farloyvi uttan løn, kemureinki inngjald fyri felagslívstrygg-ingina, ið er kr. 125.- mán.

    Tit detta automatiskt burtur úrtryggingini um tit ikki gjalda innsjálvi, og eru tá ikki tryggjaði.Titfáa konto nr. við at venda tykkumtil felagið.

    Felagslívstrygging

  • Álitisfólk skipa› í landspartabólkar

    4 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Álitisfólk skipa› í landspartabólkar

    Teir ymisku bólkarnirhava nógv hugskot um,hvørji evni skulu takastupp á fundum ogskei›um

    Við teimum alt fleiri dagstovnunumkring landið legst eisini til við álitis-fólkum, og tí hevur Pedagogfelagiðhildið tað vera bæði skilagott og neyð-ugt at broyta álitisfólkaskipanina so-leiðis, at álitisfólkini í størri mun sam-starva í hvør sínum øki í landinum.Taðer bæði kostnaðarmikið, tíðarkrevjandiog trupult at savna øll álitisfólkfelagsins á einum stað.Við nýggju skip-anini er eisini hugsandi, at samskiftimillum álitisfólk í teimum ymiskuøkjunum verður enn betri, tí tey skulunú í enn størri mun sjálv taka stig tilfundir og tiltøk annars.

    Hugskotini tróta ikkiAt tosa um nýggju skipanina hittust øllálitisfólkini í Havn í summar, og teyhava síðani, hvør í sínum landsparta-bólki, gjørt sínar hugsanir um, hvørj-um evnum tey serliga skulu arbeiðavið, og hvørjum skeiðsevnum mesturtørvur er á. Millum spurningarnar og

    evnini, álitisfólkini vilja hava beturlýst, eru:

    · um ein stovnur skal hava fleiriálitisfólk, tá hann er í fleirideildum,

    · um feriur og normeringar,· um gerandistrupulleikar í

    arbeiðinum,· tagnarskyldan í arbeiðinum og í

    álitisfólkabólkinum,· arbeiðstíðarreglur og at skipa

    arbeiðið betur,· avspáking,· trivnaður á arbeiðsplássinum og

    uppgávan hjá álitisfólkunum í tísambandi,

    · arbeiðsuppgávur hjáálitisfólkunum úti á stovninum,

    · hvussu ávirka meir-inskrivingar avbørnum viðurskiftini hjá starvs-fólkunum,

    · privat ørindi í arbeiðstíð,· normeringar,· avloysarar,· samstarvið millum álitisfólk og

    leiðaran,· hvussu gera vit álitisfólkaarbeiðið

    meira spennandi,· bygnaðarbroytingar innan

    barnaansingina í TórshavnarKommunu,

    · leikluturin hjá varaálitisfólkunum,

    · at gera álitisfólkaarbeiðið meirasjónligt,

    · álitisfólkainnlit í sambandi viðstarvssetanir,

    · og hvussu er, har fleiri fakbólkareru á sama arbeiðsplássi.

    Sum skilst, so tróta hugskotini ikki.

    Tørvur á ymiskum skei›umÁlitisfólkini vísa eisini á, hvørji evnitey halda eiga at verða tikin upp ákomandi skeiðum. Millum evnini eru:Fyrisitingarlógin, og annars lógir ogsáttmálar sum heild. Hvat er gottálitisfólkaarbeiði.Teldukunnleiki hjáálitisfólkum, og harvið samskifti umnetið. Álitisfólk og leiðarar á samaskeið um samskifti teirra millum, ogskeið fyri hjálparfólk. Meira enn einbólkur segði frá, at flestu teirra íbólkinum vóru nývald, og tí hildu teytørv vera á onkrum byrjanarskeiði ígrundleggjandi reglum fyri álitisfólk.Onkur bólkur helst eisini, at gotthugskot hevði verið, at skipað var fyrionkrum temadegi av og á. Í hesumsambandi hava økisumboðini havt einfund saman í hølum felagsins.

    Álitisfólkini eru til reiðar at fara tilverka, og mong eru evnini at viðgera.

  • Fakfestivalur umfrítí›arskúlarnar

    Offur fyri tí›arfordómum

    Fakfestivalur umfrítí›arskúlarnar

    Í heyst var skipað fyri sokallaðum fak-festivali fyri starvsfólk í frítíðarskúlumog dagstovnum. Høvuðsevnið var frí-tíðarskúlar og frítíðarpedagogikkur. Í

    hesum sambandi nema vit við nakaðav tí, Stig G. Lund, konsulentur í BUPL,og Rógvi Thomsen, sum undirvísir ípedagogikki á Føroya Læraraskúla,

    bóru fram. Harafturat verður tikiðsamanum tað, pallborðsluttakararnirhøvdu at borðreiða við.

    -Tað, sum børn og ung nú á døgum fá-ast við, er á avgerandi økjum heilt øðr-vísi enn tað, børn og ung tókust viðfyri bert einum ella tveimum ættarlið-um síðani.Tað vil siga, at barndómurog ungdómur í Føroyum verður livdurá ein heilt annan hátt, enn tá ið flestuástøðini um menningina av børnumog ungum vórðu gjørd. Og hóast taðverða hesi ástøði í stóran mun ennbrúkt til at skilja børn og ung, oghvussu vit eru um tey.

    Tað segði Rógvi Thomsen, lærari ípedagogikki á Føroya Læraraskúla, í

    hugleiðingum sínum um broytingar ísamfelagnum seinastu hálvu øldina,serliga við atliti til samskifti millumbørn og vaksin. Hann førdi fram, at tiltey eirindarleysu vilkorini hjá barn-dóminum hoyrir, at lívið hjá børnu-num skal livast í framtíðini, men sam-stundis liva tey undir teimumvilkorum, at tey alla tíðina eru í vandafyri at gerast offur fyri tíðarfordómum,sum altíð eru ógvuliga ráðandi í sam-tíðini.Vit fáa ikki gjørt so nógv við tíð-arinnar gongd, men okkara fatan avbarndóminum, vilkorum og

    møguleikum fáa vit gjørt nakað við,segði Rógvi Thomsen.

    Familjumynstri› nógv broyttRógvi segði, at ein hin størsta broyt-ingin seinastu fjórðingsøldina er í um-hvørvinum, barnið kemur úr. Stórabroytingin er í familjumynstrinum ogsostatt eisini í uppalingini, og hannvísti á familjustøðuna hjá børnunum íeinum tilvildarligum sjeynda flokki íHavn.Tað vísti seg, at av 21 børnumbúgva 9 ikki saman við báðum for-eldrunum.Av hesum 9 er bert eitt,

    Í frítí›iniver›urframtí›infyrireika›Tað var serliga við atliti til frítíðina hjábørnum - og serliga teimum í frítíðar-skúlaaldri, at Stig G. Lund, konsulenturí BUPL, røddi. Hann er íðin talsmaðurfyri frítíðarskúlaskipanini. Eini skipan,sum ikki bert skal hava børnini í varð-veitslu og ansa teimum, meðan foreldr-ini eru til arbeiðis, men geva teimumeitt veruligt innihald og menna tey. Tífrítíðin er dýrabar. Hon er fyrireikingintil framtíðina, segði Stig G. Lund, sumikki ivaðist í, at samfelagið eigur atgeva øllum børnum møguleika atkoma í frítíðarskúla.

    Men í Danmark eru ikki øll, sumskilja týdningin av at geva børnunumeitt innihaldsríkt frítíðarskúlatilboð.Manga staðni halda frítíðarskúlar til ítilvildarligum hølum, sum als ikki eruegnað til endamálið, og innihaldið ermangan so sum so, segði Stig G. Lund,sum helt eina orsøk til tørvandi áhug-an vera, at hvørki foreldur, politikararella umsiting vita rættiliga, hvat kannfara fram í einum frítíðarskúla, oghvønn týdning tað kann hava.Taðkann vera torført at seta orð á virk-semið, men tað hevur við góðum úrslitum borið til í fleiri førum. Hettavar m.a. gjørt við at gera samrøður viðstarvsfólk - bæði pedagogar og lærarar,børn, politikarar og umsiting, um, hvattey halda um frítíðarskúlan. Á hendahátt bar til at seta orð á innihaldið, ogtað hevði í fleiri førum við sær, at fólkfingu ein annan hugburð til frítíðar-skúlan.

    Tey eru mong sum halda, at tað ræð-ur um at fáa børn í skúla á so ungum

    aldri sum gjørligt - at fáa veruligaundirvísing. Men hesum er Stig G.Lund ikki samdur í. Hann heldur, atbørn í hesum aldri læra mest, umlæran kennist sum eitt spæl. Og tað erher, frítíðarskúlin kann hava sín stóratýdning.At geva børnunum ein ger-andisdag við góðum innihaldi og læratey at kenna menniskjanslig virði ogsosialan hugburð.

    Stig G. Lund - Konsulentur í BUPL

  • Pallbor›i›Pallbor›i›ta› søgdu tey vi› pallbor›i›…

    Tað vóru visiónir um frítíðarskúlan,aldursbólkin 0-18 ár, og visiónir umsamstarv millum lærarar og pedagogar,sum vóru høvuðsevnini, teir sekspallborðsluttakararnir skuldu hugleiðaog leggja upp til kjak um.

    Við pallborðið vóru:Ann-ElisabethJoensen, leiðari á Frítíðarskúlanum íHornabø og næstformaður í FøroyaPedagogfelag, Jógvan Philbrow, leiðariá frítíðarskúlanum í Fuglafirði, JarvinFeilberg Hansen, formaður í FøroyaPedagogfelag, Johannes Eli Iversen,formaður í Føroya Lærarafelag, ElinLindenskov, býráðslimur í TórshavnarKommunu, Mia Pedersen, varaborgar-stjóri í Vestmanna og forkvinna íFøroya Kommunufelag og HeðinMortensen, formaður í Mentamála-nevndini í Tórshavnar Kommunu.

    Grei›ari reglur fyri frítí›arskúlarAnn-Elisabeth Joensen segði, at hóastútvið átta ár eru liðin, síðani skipaninvið frítíðarskúlum byrjaði í Havn, verð-ur enn húsast í fyribilsloysnum, sum íflestu førum als ikki eru nøktandi.Hon minti á, at hon og onnur, sumstarvast í frítíðarskúlunum, kennatørvin bæði hjá børnum og foreldrum,og hon vísti somuleiðis á, at í frítíðar-skúlunum eru bæði børn við serligumtørvi, børn, sum ikki eru skúlabúgvin,og børn, sum ikki hava eitt sosialtnetverk, sum hon tók til.

    Ann-Elisabeth Joensen segði, at frítíðar-skúlatilboð eiga í minsta lagi at vera tilbørn í 1. og 2. flokki, og eftir hettaeiga tilboð um eitt nú frítíðarklubbarat standa børnunum í boði. Honspurdi, hví politikararnir bert tosa umtørvin hjá børnum upp til sjey áraaldur - tey í dagstovnaaldri. Hon vildifegin hava at vita, hvørjar hugsjónirkommunalpolitikarar hava viðvíkjandifrítíðarskúlum, hvørjar ætlanir Tórs-havnar Kommuna hevur, og hví frítíð-

    arskúlarnir ikki verða raðfestir hægri,enn teir í dag verða. Hon undraðist á,at vit ikki hava greiðari reglur fyri frí-tíðarskúlar.

    Barnaparkering Hóast frítíðarskúli hevur verið í Fugla-firði í fýra ár, lat Jógvan Philbrow illaat.Talan hevur alla tíðina bert veriðum lappaloysnir, sum hann tók til. Núheldur frítíðarskúlin til í einum sethús-um við so at siga ongum innbúgvi - jú,tvær sofur eru, og pláss skal vera fyri52 børnum á frítíðarskúlanum.Verandileigusáttmáli gongur skjótt út, og vitspyrja, hvat so. Her er meira talan umbarnaparkering heldur enn at gevabørnunum eitt innihald, meðan teyeru á frítíðarskúlanum, segði Jógvan,og spurdi, hvussu tað kann bera til athava ein frítíðarskúla, um vilji ikki ertil at brúka nakað av pengum til eintílíkan.

    Hugsa ov líti› um innihaldi›Mia Pedersen segði, at tað er rættiligaymiskt, hvussu er við visiónunum hjáteimum ymisku kommununum, tá taðsnýr seg um barnaansing og harviðeisini frítíðarskúlar, men ein sann-roynd er, at sera mong ansingarplásseru komin seinastu árini í fleirikommunum, hóast allar hesar ymiskuloysnirnar ikki eru líka góðar. Mangantykist tað, sum eitt hús verður funniðmeira ella minni í skundi, uttan athugsað verður nóg mikið um innihald-ið, sum gevast skal børnunum.Taðeigur framyvir at hava fremri raðfest-ing, ikki minst, tá ein hugsar um og ervitni til teir mongu trupulleikar ogsosialan tørv, mong børn hava í dag,segði Mia Pedersen.

    Frítí›arskúlatilbo› ein sjálvfylgjaHóast vit neyvan kunnu siga, at vit í øll-um førum hava nøktandi ansingartil-boð til børn í dag, kunnu vit hóast altfegnast um tað broytta og nú munandi

    6 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    sum ikki hevði fingið ein nýggjanpapp-pápa at búgva saman við. Øllbørnini búgva hjá mammuni. Seksteirra hava fingið nýggj systkin.Avteimum, sum búgva saman við báðumforeldrunum, eru tvey, sum hava eldrihálvsystkin, t.v.s., at tey eisini eru einpartur av tí nýggja familjumynstrinum.

    Í dag velja vit- Í mun til støðubundna samfelagið, viteru komin úr, velja vit í dag alla tíðina,- bæðu sum yngri og eldri. Hesi støð-ugu val ávirka okkara identitet. Børninivelja t.d. leiku, video, mat og klæði, ogsum vaksin velja vit vinir, parforhold,seksualitet, rúsevni, kappingar, ítrótt,arbeiði o.m.a. Hesi valini krevja, at vitfrá barnsbeini læra at velja, meta umog velja millum valmøguleikar, segðiRógvi og legði dent á, at tað krevur avokkum vaksnu, at vit í smáum lærabørnini at velja, velja í mun til sín og ímun til felagsskapin, at vit læra tey atknýta innilig bond, so tey eru klár atfara út at velja uttan at missa seg burt-ur, og somuleiðis at vit vísa á, hvat vithalda er rangt og rætt, uttan at forðabørnunum í at velja øðrvísi.

    Geva barninum førleikarTað, sum ræður um er, at vit gevabarninum sosialar førleikar at duga atliva í og við umstøðunum, tað er í, atvera sosialt tilbúgvin og geva barni-num málsligar og aðrar samskiftisfør-leikar, segði Rógvi, sum gav hetta boðupp á tað kompetenta barnið:At taðdugir at handfara og fara inn í nýggjarstøður, dugir at vera sosialt smidligt,dugir at velja, dugir at bera fram sínaregnu hugsanir, dugir at brúka nýggjarroyndir, fær ment tolsemi, javnvirði ogandsfrælsi, og harvið dugir at liva íeinum broytiligum heimi.

    Rógvi Thomsen

  • PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 7

    meira jaliga hugburðin, flestu hava tilbarnaansing, segði Elin Lindenskov. ÍHavn er barnaansingartørvurin hjáteimum 0-7 ára gomlu loystur, men fyritey eldru restar enn nógv í. Frítíðar-skúlatilboð eru til tey, sum ganga í 1.flokki, men vit eiga at virka fyri, athetta tilboð eisini verður galdandi fyritey í 2. og 3. flokki. Harafturat skuluhølisviðurskiftini loysast við at byggjanýggj høli, soleiðis at allur frítíðarskúl-in fær tryggar og góðar karmar at virkaundir, segði Elin Lindenskov, sum sam-stundis nýtti høvi til at vísa á tørvin átilboðum fyri eldri børn og ungdómar.Eitt nú við ungdómshúsum, og honlegði afturat, at treytin fyri góðum ogmennandi tilboðum til børn og ung er,at vit hava útbúgvið fólk at skipa fyri.

    Fleiri frítí›arskúlatilbo›Í dag ganga 330 børn í frítíðarskula íTórshavnar Kommunu, og er hettanógv fleiri enn roknað varð við, tákommunan fór undir frítíðarskúlan,segði Heðin Mortensen, sum kundisiga frá, at kommunan hevur ætlanirum at útvega munandi fleiri frítíðar-skúlapláss framyvir. M.a. í sambandivið at Hoyvíkar Skúli verður útbygdur,og somuleiðis í sambandi við nýggjaskúlan í Hoyvík. Hetta er alneyðugt, tíkommunan fær alsamt fleiri áheitanirfrá foreldrum um at útvega fleiri pláss.Somuleiðis er ætlanin at víðka frítíðar-skúlatilboðið, fyribils til 2. flokk. Umfrítíðarskúlin skal halda til á skúlunumella í sjálvstøðugum húsum eru ymisk-

    ar meiningar um, men skal frítíðar-skúlin halda til innan skúlans gátt erneyðugt, at hann fær hølir burturav,segði Heðin Mortensen, sum mælti tilat seta ein arbeiðsbólk við umboðumfyri leiðarar á frítíðarskúlunum, skúlarog umsitingina hjá býráðnum.

    Kunnu ivaleyst samstarva meiraAnnað av evnunum, sum tey við pall-borðið skuldu røða um, var samstarviðmillum lærarar og pedagogar - ein gys-ari, sum tikið varð til í fundarskránni.Men tað hildu teir báðir, Jarvin Feil-berg Hansen og Johannes Eli Iversen,vera nakað nógv sagt. Jarvin segði, atPedagogfelagið og Lærarafelagið havasamstarv á ávísum økjum, men hettasamstarv kundi ivaleyst verið størri.Uppvøksturin hjá barninum skal fatastsum ein heild, annaðhvørt tað er ádagstovni ella í skúla, og so mugupedagogar og lærarar samstarva soleið-is, at tað tænir barninum best. Men tátalan er um tveir ymiskar fakbólkar, erein fyritreyt fyri samstarvi, at taðverður á jøvnum føti, og tað eigur atbera til, segði formaðurin í Pedagog-felagnum.

    Johannes Eli Iversen helt góðarmøguleikar vera fyri einum neyvarisamstarvi millum lærarar og pedagog-ar, men so mugu eisini greiðar reglurvera um arbeiðsøkið hjá báðum pørt-um. Hann vísti á, at frítíðarskúlar erunýtt hugtak hjá okkum, og enn havavit onga lóg á økinum. Hinvegin erfólkaskúlin aldargamal, við heilt greið-

    um lógum og reglum, sum áseta, hvørkann undirvísa í fólkaskúlanum,hvussu undirvísast skal, og hvat næm-ingarnir skulu læra í lærugreinunumteir ymsu árgangirnar, segði JohannesEli og helt, at lógirnar fyri frítíðarskúl-ar eiga at áseta bygnað, so at eitt sam-starv millum lærarar og pedagogarkann vera so, at tað gagnar barninumog harvið samfelagnum sum best. Mentað merkir ikki neyðturviliga, at lærar-ar og pedagogar eru um barnið sam-stundis. Lyklaorðið fyri samstarvi erugreiðar reglur og virðing hvør fyri øðr-um, segði formaðurin í Lærarafelag-num.

    Jarvin Feilberg Hansen,formaður í Pedagogfelagnum og

    Johannes Eli Iversen, formaðurLærarafelagsins vóru samdir

    um, at tað eigur at bera til hjáfeløgunum á fleiri økjum.

    Pallborðsluttakarnir vóru: Ann-Elisabeth Joensen, leiðari á Frítíðarskúlanum í Hornabø og næstformaður í Føroya Pedagogfelag,Jógvan Philbrow, leiðari á frítíðarskúlanum í Fuglafirði, Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Føroya Pedagogfelag, Johannes Eli

    Iversen, formaður í Føroya Lærarafelag, Elin Lindenskov, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, Mia Pedersen, varaborgarstjóri íVestmanna og forkvinna í Føroya Kommunufelag og Heðin Mortensen, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu

  • 8 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin var ífjør umskipað og flutt frá Almannastov-uni til Heimarøktina og Serforsorginaat umsita.Almannastovan hevur veriðjáttandi og umsitingarligi myndugleik-in. Mannagongdin at fáa stuðul fráskipanini hevur verið hon, at søkthevur verið um at játta løn til eittstuðulsfólk til ein ávísan persón í eittávíst tímatal í eitt ávíst tíðarskeið tileina ávísa uppgávu.Almannastovanhevur so mett um umsókninina oggjørt av, um hjálp frá skipanini hevurverið hóskandi sum loysn á trupul-leikanum. Hevur Almannastovan hildið,at stuðul skal latast, var søkt eftir fólkitil ávísa brúkaran.Talan hevur veriðum ein persónligan stuðul, og hevurtað merkt, at ein stuðul hevur verið tilhvønn einstakan brúkara.

    Almannastovan skal eftir broyttuskipanini framvegis viðgera umsóknirog koma við tilmæli um stuðul. Hin-vegin skal leiðarin av stuðulsfólka-skipanini hava fíggjarliga, fyrisitingar-liga og pedagogiska ábyrgd avskipanini.

    Fakligt umhvørvi

    Í viðmerkingunum til lógaruppskotiðat broyta stuðulsfólkaskipanina varm.a. sagt, at umstøðurnar hjá starvs-fólkunum ivaleyst verða betri í nýggjuskipanini, m.a. tí skipanin fær ein leið-ara, sum kann menna tað fakliga støðiðvið at skipa fyri fakligari vegleiðing oghóskandi karmum um skipanina. Áhendan hátt fær starvsfólkið eitt fakligtumhvørvi at virka í, ein møguleiki, sumikki hevur verið í gomlu skipanini.Sambært somu viðmerkingum vareisini roknað við, at nýggju umstøður-nar kunnu hava eina hepna ávirkan átann fakliga førleikan hjá teimum, sumvelja at søkja starv í stuðulsfólka-skipanini fyri vaksin. Í viðmerking-unum til lógina varð eisini nomið viðfíggjarliga spurningin. Har verðurroknað við, at meira kann fást fyripengarnar, nú lættari verður at sam-skipa virksemið m.a. soleiðis, atstuðulsfólkini verða stuðlar hjá fleirienn einum persóni, tá tað er ráðiligt.Um skipað verður fyri felags tiltøkum,sum t.d. svimjing, kan ein stuðul veratil fleiri brúkarar. M.a. hetta verður sagt

    í viðmerkingunum til lógaruppskotiðat broyta stuðulsfólkaskipanina, menhvat sigur nýggi leiðarin av stuðuls-fólkaskipanini, Regin Johansen?

    Fegin um broytinginaRegin byrjaði sum konsulentur fyristuðulsfólkaskipanina og somuleiðisfyri bústaðar- og virkisdeildina í august2002. Frá 1. apríl í fjør var hann setturleiðari av stuðulsfólkadeildini fyrivaksin, og frá 1. november í fjør leiðariav hesi deild.

    Hann er fegin um broytingina, sumfer at bøta um viðurskiftini, bæði hjábrúkarunum og stuðulsfólkunum.

    Við gomlu skipanini, at eitt ávíststuðulsfólk var um ein ávísan brúkara,var sjálvandi stórur vandi fyri, at tannservitan, viðkomandi stuðul hevðiognað sær, fór fyri bakka, tá hesin fór ífarloyvi ella segði seg úr starvi.

    Hinvegin ber nú til at virka í toymi.Fleiri stuðulsfólk kunnu nú vera umein brúkara, og við tí fer eisini at beratil at gera eina neyva verkætlan fyrihvønn brúkaran, har orðað verðurendamálið við stuðlinum og hvussu

    Hetta er í høvuðsheitum tað, sum miðað verður eftir í broytingunum íStuðulsfólkaskipanini, og leiðarin hevur góðar vónir, at tað fer at eydnast

    Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksinheldur til í ovaru hæddini hjá AUTO.Har hevur skipanin 60 fermatrar at

    húsast í, men tað er ov lítið, sigurRegin Johansen. Trongligt er hjá

    starvsfólknum, og mangan komabæði stuðulsfólk, brúkarar og av-varandi á gátt, so ynskiligt hevði

    verið við frægari húsarúmd.

    Brúkarin fær betri tænastu - og stu›ulsfólki› er tryggari

    í sínum starvi

    Brúkarin fær betri tænastu - og stu›ulsfólki› er tryggari

    í sínum starvi

  • PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 9

    leingi stuðulin skal halda á, og ikkiminst verður møguleiki at endurskoðahesa. Regin roknar við, at hetta fer atbøta munandi um viðurskiftini hjábrúkarunum.

    Tryggari í starviFyri stuðulsfólkini eru eisini batar athóma við nýggju skipanini. Framman-undan kundi eitt stuðulsfólk bert setastí starv fyri eitt ár, men nú í eitt longritíðarskeið. Hetta gevur størri tryggleikaí starvinum.Tað, sum eisini hevur veriðat funnist at skipanini, er, at stuðuls-fólkini hava kent seg rættiliga einsa-møll í sínum virksemi, men nú erætlanin at skipa eitt fakligt toymi íteimum ymisku landspørtunum. Áhenda hátt fer at bera til hjá stuðuls-fólkunum at fáa íblástur hvør fráøðrum, og tað hevur sjálvandi eisinivið sær eina munabetri hjálp tilbrúkaran.

    Fleiri fakfólk í skipaniniBrúkarans tørvur ger sjálvandi av,hvørji fakfólk stuðulsfólkaskipaninsetur í starv, men ótryggu starvsfólka-umstøðurnar hava verið ein forðingfyri, at tað altíð hevur borið til. Broyt-ingin í skipanini hevur tó ført við sær,at nú eru munandi fleiri fakfólk í skip-anini enn áður. Regin Johansen heldur,at arbeiðið í stuðulsfólkaskipaninihevur ikki havt serliga gott orð á sær,men hann heldur, at hesin hugburðurer um at verða broyttur. Men tørvuriná fólki við pedagogiskari grundútbúgv-ing er stórur, og sum skilst, so verðurhann enn størri.

    -Tað er serliga fólkum við pedagog-iskari útbúgving, vit hava tørv á. Egivist ikki í, at hesi fólk fegin vilja havagóðar og tryggar karmar at arbeiða í,og ikki minst fakligar avbjóðingar.Hesum royna vit eisini at eftirlíka, eittnú við fleiri skeiðum.Tað, at vit núeisini fara at skipa okkara arbeiði ífakligum bólkum, fer eisini at stimbra

    starvsfólkini og harvið eisini geraarbeiðið meira áhugavert, sigur ReginJohansen, sum sigur seg vera sann-førdan um, at henda skipan fer at virkamunandi betur, enn hon áður hevurgjørt.

    Fleiri brúkararTalið á teimum, sum venda sær tilstuðulsfólkaskipanina og fáa játtaðanstuðul, økist alsamt. Í fjør vár vóru 45brúkarar í skipanini, við árslok vóruteir 65, og nú eru 83 aktivir brúkarar ístuðulsfólkaskipanini fyri vaksin. ReginJohansen sigur, at fíggjarliga játtanin eravmarkað, og at onkuntíð er ein ávísirbíðilisti, men hann roknar kortini við atfáa øllum umsøkjarum hjálp í ár.Attalið á brúkarum økist so nógv, er tí, atnú er ikki longur treyt, at ein skal verapensionistur fyri at koma undir skipan-ina.Tað, sum nú er avgerandi, er, at um-søkjarin er millum 18 og 66 ár oghevur ein ítøkiligan tørv, sum stuðuls-fólkaskipanin kann nøkta.

  • Vit standa eina gó›a løtu vi›rei›ri›, og út kemur ungin úregginum, har brosti› var fyri nev.Bæ›i vaksin og børn undra›uststórliga; vit vóru hjástødd, me›anta› mest lívsjáttandi hendir. Eittn‡tt lív. Hesa hending ver›i egenn mint á av børnunum, sumvóru vi›; tey eru ikki júst børnlongur.

    Ja, so fekk eg í boði at skriva nakrartankar frá farnari tíð niður til Pedagog-blaðið, og vil eg gera mítt til, at hesinteigur verður við á hesum sinni.

    Fyri at hetta kann lata seg gera, erneyðugt, at gott fólk og góð tøkni erutøk sum ein hjálpandi hond; eg sitisjálv suðuri í Sandvík í skrivandi løtu,og eg má fáa hetta rættlisið av góðumfólki, so at lesarin fær ein kjans til atskilja, hvat eg skrivi, og so er eisini eindeadline fyri durum. Nú, tá ið eg skrivium tøkni og góð vinfólk, kann eg líkaso væl byrja mínar hugleiðingar her.

    Tá ið eg fyri mongum árum síðaniskuldi til tað, sum vit kalla at skriva"spesiali" - ja, ein las á flatlondum - sovar evnið "computermagt", og hvathetta fór at gera við barnamentanina.Hetta helt eg vera sera spennandievni, og tá ið eg kom til Føroyar, so varhetta fyribrigdið ikki komið heim hig-ar, helt eg. Eg minnist, at niðurstøðanvar, at tað var av størsta týdningi, at vitfingu nøktað allar teir "grundleggjandi"tørvirnar hjá børnunum, og at ongan-tíð áður hevði tað verið meira neyðugtat leiða børnini út í náttúruna.Við hes-um í ryggsekkinum fór eg so heim -við tí í huga, at eg skuldi syrgja fyri atgerast ein so góður pedagogur, sumtað yvirhøvur læt seg gera, og egskuldi eisini syrgja fyri, at børnini, iðeg kom at vera um, skuldu fáa náttúruso tað stóð eftir í. Og ikki at gloymateir "grundleggjandi" tørvirnar.

    Men tað kom at fylla so nógv í tístarvinum, sum eg fekk, tá ið eg komheim, at tað var ringt, fyri ikki at sigaógjørligt, at ganga í náttúruni.

    Eftir at hava roynt meg av í gott ár áMiðstovninum, var longsulin eftir nátt-úruni so stórur, at eg slepti mær niðaní Hoyvíkshagan at arbeiða.

    Vit vóru nærri haganum, og lætt varat sleppa sær út í náttúruna. Men taðvar okkurt við, at børn eisini skuldihava umsorgan og nøktað "grundleggj-andi" tørv. Illa gekst at samskipa haganog umsorganina ("grundleggjandi"tørv); og omaná fóru fólk at tosa umupplivingar og mentan - tað skuldubørnini eisini hava. Og so var tað, at egbleiv heilt í ørviti; nú var eingin saman-hangur millum tað, sum eg vildi gevabørnunum, og tað, ið eg helt, bleivvæntað av mær.

    Tá var tað, at eg á fyrsta sinnimerkti, hvussu neyðugt tað er at havagóð vinfólk, góðar starvsfelagar, gottforeldrasamstarv, at arbeiða undir góð-ari leiðslu og at duga at lurta væl eftir,hvat børnini vilja hava.

    Ráðini komu úr øllum heimsins ætt-um um, at eg skuldi ganga í megsjálva, minnast til, hvar eg hevði hafttað best sum barn, og hvat eg treivstbest við. Og at eg skuldi gerast góð tileitt ella tvey ting. Ja, so var tað einfalthjá mær at fáa gjørt meg góða til tveyting.Tað eina bleiv út í hagan, og hittbleiv at siga frá søgum.

    Tað at ganga í náttúruni er tað mesttýðandi fyri meg at geva børnunum lutí. Eitt gamalt orð er, at tað, tú ungurnemur, tú gamal fremur. Og hvat kannvera betri enn at kunna ganga í náttúr-uni! Nú er tað enntá "in" at ganga ínáttúruni fyri at lætna og fyri at fáafrið í sálina.

    Fyri meg er tað neyðugt, at barniðfær eina kenslu av bara at vera, atbarnið kann kenna friðin, at barniðkann læra, at tað kann liva uttanstrongd, og at barnið fatar, hvussunáttúran hongur saman, frá lívi tildeyða og aftur til lív o.s.fr.

    Tá ið eg arbeiddi uppi í Hoyvíks-haganum, fylgdu vit á hvørjum várivið, hvussu hagafuglurin reiðrast. Einmorgun gjørdi eg av, at um ungin ikki

    var útkomin, ja so breyt eg tað einaeggið, tí at eggið kundi neyvan verðatroðið, um ungin ikki var útkomin.Starvsfólk og foreldur vóru skjót atrokna eftir, um tað var, sum eg segði.Jú, eftir tíðini var tað so. Hendanmorgunin regnaði rættiliga illa, menskjótt vóru øll børnini og øll starvs-fólkini í regnklæðum, og so til gongu.Eg var eitt sindur bangin fyri, at umikki ungin var útkomin, so skuldi eggera nakað, sum eg als ikki brýggi megum.Tá vit so koma til reiðrið, er annarungin er útkomin, og á hinum eggi-num er brostið fyri nev. Og so kunnutit ímynda tykkum, at frøin var stór.Vitstanda eina góða løtu við reiðrið, og útkemur ungin úr egginum, har brostiðvar fyri nev. Bæði vaksin og børnundraðust stórliga; vit vóru hjástødd,meðan tað mest lívsjáttandi hendir. Eittnýtt lív. Hesa hending verði eg ennmint á av børnunum, sum vóru við;tey eru ikki júst børn longur.

    Tað at siga frá søgum fellur mær eis-ini lætt, men tað, ið eg haldi verðafantastiskt í hesum er, at børnini lurta,og at tey taka søgurnar til sín, sum umtað veruliga var so. Eg havi ikki tal á,hvussu oftani eg eri spurd, um nútrøll, risar, jólamenn ella vættrar eru til;og eyguni á børnunum bara vísa, at egmá fyri ein hvønn prís halda tey tilbarnatrúnna, ið er, at tað er so.

    Ein morgunin, eg møtti til arbeiðisfyri sløkum 3 árum síðani, kemur einmamma flennandi í kíki til mín ogsigur: "Veitst tú, hvussu pínligt taðkann vera við søgunum hjá tær!"

    Eg hugsaði - ja, kanska er tað í sonógv, men fekk í mínum ovfarni spurt,hví hon segði so. Jú, hon hevði samanvið dóttrini verði uppi í svimjihylinumein morgun, og tá ið tær koma inn ímatsalin har uppi, og nógv fólk varinni, sigur gentan hart og týðiliga, athon kendi eina konu, ið bert átti tveypør av undirbuksum. Mamman rodn-aði og helt, at dóttirin fór at tosa umseg, og fyri at bjarga sær sjálvari í landspyr hon: "Hvat tosar tú um?" "Jú,"

    Úr heimi hugansÚr heimi hugansÚr heimi hugans

  • svarar dóttirin, "Asta, hon átti eitt trøll,og ein morgun fann Asta ikki hinarundirbuksurnar, tí at trøllið hevði latiðseg í tær upp á høvdið sum húgvu."Og so hevði gentan í sínum einfaldniroknað út, at eg var í einum, og sovóru tað hinar; tað gav tvinnar undir-buksur. Læt tað vera ósagt, hvussunógvar undirbuksur vóru.

    Tað kann blíva nakað ógvusligt fyrinøkur børn at hoyra um, at høvdinirulla, og at eitt skeldarí kann gera, attvey vaksin skulu skiljast.Tað kannverða í so hart sjálvt fyri tann skrapp-asta drongin.

    Einaferð beint eftir, at vit vóru byrjaðvið hagabarnagarðinum í Havnardali,so kemur ein mamma til mín og sigur,at hon skilir einki av, at sonur hennaranærum ikki tordi inn í kamarið at sovaum kvøldið. Hon tosar um, at sonuriner bangin fyri, at hon og pápin skuluskiljast. Eg undrist eisini eitt sindur,men so sigur eitt av starvsfólkunum:"Ja, men Asta, fyri sløkum mánaði síð-ani fortaldi tú søguna um Jólastjørn-una." Ups, nú visti eg beinanvegin;drongurin hevði sitið við opnum tyggj-andi munni og lurta. Eg mintist, athann var so upptikin, at hann fekk ikkisvølgt millummálan, tí hann gloyptihvørjum orði, ið eg segði.

    Fyri at fáa mammuna og sonin róligaftur, so gjørdi eg av at fortelja einalíknandi søgu, hvar mamma og pápinals ikki skiltust. Síðani hesa hendinghavi eg fortalt jólastjørnuna soleiðis, atalt endar væl.

    Fyri meg er tað av størsta týdningi atkunna geva børnum góðar uppliving-ar, góðar læru- møguleikar og tryggarumstøður, so at tey kunnu fáa so góðarvakstrartreytir, sum til ber. "Tað er ikkinóg gott bara at tíma at ganga í náttúr-uni," segði mín kæri starvsfelagi ásinni. Eg undraðist á hetta, og eftirnærri boðum fekk eg at vita, at tað varneyðugt at duga at læra hetta frá sær;og tað hevði eg ikki júst hugsað um.Tað eru treytir, ið fylgja við, tá ið vitganga í náttúruni. Sumt er friðað,

    annað er innigyrt, vandar eru á vegn-um, vøkstur o.s.fr. Einaferð var egsaman við einum starvsfelaga í viðar-lundini, og dunnurnar reiðraðust. Fyriat vísa børnunum, hvat tað var fyrinakað, fóru vit út á hólmin. Nógv áreftir hetta bar tað so á, at eg var samanvið einum starvsfelaga, ið var uppvaks-in í Havn, og dunnurnar reiðrast aftur.Eg ætlaði, at vit skuldu vísa børnunumhetta.Tá sær hon skelkað út og sigurmær, at hólmurin er friðaður. Og eglovi tykkum, at hólmurin hevur fingiðfrið fyri mær síðani.

    Ja, so skjótt kann tað vera at brótatær treytir, ið sjálvandi skulu vera, umein ikki hugsar seg um.

    Hóast eg ikki haldi, at tað altíð hevurverið so gott í teimum gomlu tíðun-um, so var nógv gott, og tað haldi eg,at vit skulu halda fast við.

    Menningin útihýsir ikki fortíðina. Ífarnari tíð gjørdu vit royndir okkara;summar vóru super góðar, og aðrarvóru minni góðar. Eg vildi so fegin, atvit halda fast við tær góðu royndirnarog brúka tær minnu góðu til at stígameira vitandi inn í framtíðina við. Ogtí vil eg gera orðini hjá starvsfelagamínum til míni: "Tað er ikki nokk bertat tíma".

    Fyri einum 15 árum síðani las ellahoyrdi eg eina gamla konu í sjónvarpi-num - eg minnist ikki, hvaðani eg havihetta - og tað, ið var sagt frá hesi

    gomlu konu, ið búði í einum menning-arlandi, var, at um tú ætlar tær at livalívið, also veruliga vera í útviklingi ogmerkja, hvat ríkidømi lívið hevur, soskalt tú vera saman við børnum meiraenn helvtina av degnum. Hetta hevurnokk sett spor í minni mítt, tí hvørjaferð, eg havi havt ein dag, har eg ikkihavi verið saman við børnum, so kenn-ist dagurin so nógv øðrvísi.

    So eg haldi fram sum leiðari á Mið-stovninum,Túgvuni og á útistovuni áHvítanesi.

    Áðrenn eg fari at senda henda drunnvíðari, fari eg at nýta høvi til at takkafyri, at Hannebeth sendi hann til mín,so eg fái takka øllum teimum starvs-feløgum, ið eg havi verið saman viðígjøgnum árini.Tit skulu vita, at tithava verið til stóran stuðul og ríkanlærdóm. Og tit, sum eg havi verið leið-ari hjá, tit hava øll verið ein fantastiskarbeiðskraft; uttan tykkum fekk eg ikkihugsjónir mínar við útibarnagarðinumsettar í verk, og eg hevði als ikki kunn-að gjøgnumført tað arbeiðið, ið egveruliga brenni fyri sum leiðari.

    Eg sendi drunnin víðari til NicolinuSkaalum

    Takk fyri at tú tekur henda drunnNicolina.

    Vinarliga Asta Hjelm

    PEDAGOGBLAÐIÐ | MAI 11

  • 12 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Starvsfólk á Verkstaðnum Vón fórutann 20. mai 2004 ein túr til Aberdeen.

    Áðrenn fráferðina lá eitt stórt arbeiðií at fyriskipa ferðina sum eina náms-ferð.Tað, vit løgdu okkum eftir, var atvitja støð, har fólk við menningartarnivóru, antin á skúlum ella arbeiðs-plássum.

    Vit høvdu hoyrt um eitt stað nær-hendis Aberdeen, har tey løgdu síttvirksemi tilrættis samsvarandi hugsan-unum hjá Rudolf Steiner. Hetta staðiðhevur fyrr verið vitjað av fólkið frá Ser-stovnadeildini.

    Gjøgnum samskifti við SofusPoulsen, fyrrverandi umboðsmann,fingu vit gjørt eina skrá fyri, hvørji støðvit kundu vitja.

    Sofus var sera hjálpsamur og fekkskjótt samband við fólk, sum feginvildu vísa okkum runt á sínum arbeiðs-plássum.Vit vitjaðu trý ymisk støð, iðøll arbeiddu út frá grundarlagnum hjáRudolf Steiner.

    Okkara ynski var at fáa íblástur tilnýggja framleiðslu, umframt at síggjaaðrar arbeiðshættir.

    Vit fingu sendandi tilfar frá teimumymisku støðunum um teirra virksemiog um teirra ástøðiliga grundarlag fyriarbeiðnum við mennigartarnaðum.

    Vit hugdu at video og lósu ymiskttilfar á enskum og royndu at seta okk-um gjølla inn í hetta fyri at vera so vælfyrireikað sum gjørligt, áðrenn vitkomu at vitja.

    Um ein hevur hug at seta seg inn í,hvat Rudolf Steiner stendur fyri, so erumøguleikar fyri hesum gjøgnum bóka-søvnini.

    Komin til Aberdeen gistu vit á Skeen-house Rosemount, eitt hotel við íbúð-um. Har vóru fleiri aðrir føroyingar eis-ini, so vit kendu okkum ikki heiltfremmand.Vit vóru sera væl móttikin,og fyri okkum stóð Sofus Poulsen;hann sá út sum ein rættur skoti.

    Skúli og arbei›splássTann fyrsta vitjanin var á einum stað,Beannachar, har ung vaksin búðu ogarbeiddu. Hetta var bæði ein skúli ogeitt arbeiðspláss, har tey ungu kundufyrireika seg til vaksnamannlívið oglæra ymiskt handverk umframt at dyrkajørðina og brúka ymisku grøðina tilframleiðslu og sølu.Alt gekk fyri seg ávistfrøðiligan/biodynamiskan hátt ogvið virðing fyri náttúruni ogmenniskjuni.

    Har var veviverkstaður, har tríggir -fýra næmingar lærdu at veva ymiskarlutir.Tógvið, tey nýttu, var plantulitað,og næmingarnir lærdu sum fráleiðsjálvir at gera mynstur og at avgera,hvat teir vildu veva.Tað var sera áhuga-vert at hoyra pedagogin/læraran/hjálparan greiða frá, hvussu hon lærdifrá sær, og hvussu hon fyriskipaði lær-ingina/arbeiðið.Alt var lagt til rættissum eitt slag av terapi, har kroppurin,allir sansirnir og sálarliga støðan hjápersóninum var tikin við.

    Staðið var bygt upp eftir einariholistiskari menniskjaáskoðan, har taðheila menniskja, umhvørvið og univers-ið eru miðdepil í arbeiðnum.

    Á Beannachar var eisini ein timbur-verkstaður. Ein pedagoglesandi hevðisaman við næmingunum bygt eina

    Ein mennandi og spennandi námsfer›

    í Aberdeen-sum vit ivaleyst hava nakað at læra av, skrivar Maud Wang Hansen í ferðafrásøgn sí

    Ein mennandi og spennandi námsfer›

    í Aberdeen-sum vit ivaleyst hava nakað at læra av, skrivar Maud Wang Hansen í ferðafrásøgn síni

    � Tær veva

    Tey nýtanógvar litir ívevnaðinum

    Beannachar�

  • PEDAGOGBLAÐIÐ | MAI 13

    kano úr límtræ, hetta var hansara verk-ætlan í sambandi við próvtøkuna áuniversitetinum.

    Uttanfyri høvdu tey sett ein trædreyi-bonk upp; hann var gjørdur við hondog var rikin við beinkraft; tað var stutt-ligt at sleppa at royna seg á hesum tóli-num.Vit vóru nokk sannførd um, atjúst hesin arbeiðshátturin ikki hevðigivið Vón nakra serliga inntøku. Menvit hava ymisk endamál fyri okkaravirksemi, og á Beannachar var enda-málið, at næmingurin skuldi sleppa atroyna seg á ymiskan hátt, meira ennbara at framleiða eina ávísa vøru.

    Tey høvdu ein stóran urtagarð ognøkur drívhús, har tey framleiddugrønmeti og ymiskar urtir, sum teyturkaðu og brúktu í framleiðsluni avte, oljum og kremi.

    Staðið var sera áhugavert at vitja, ogøll vóru blíð og týð.Vit fingu eindrekkamunn av urtatei og heimabakaðbreyð afturvið.

    Camphill School, Murtle EstateTað næsta staðið, vit vitjaðu, var ein avThe Camphill Schools, á Murtle Estate.Hetta er ein skúli fyri børn við serlig-um tørvi. Nógv teirra hava autismu ogeru eisini menningartarnað, og fleirieru har vegna stórar sosialar trupulleik-ar ella brek.

    Susie vísti okkum runt á staðnum oggreiddi okkum frá arbeiðnum har ogfrá ástøðiligu bakgrundini hjá RudolfSteiner. Hon greiddi m.a. frá, at skúlinbyggir á eitt kristið grundarlag. Flestubørnini vóru upptikin, tá vit komu áskúlan, tey vóru til gudstænastu í kirkj-uni á staðnum. Bygningarnir og litirnirí rúmunum vóru serligir, og arkitektur-urin livdi upp til tey sjónarmið, sumlógu aftan fyri tað terapeutiska arbeið-ið, sum bleiv framt á Camphill School.

    Vit vóru inni og vitjaðu eitt flokshøli,har ein næmingur var inni saman viðeinum lærara. Næmingarnir vóru býttirupp eftir aldri, tí man meinti, at uttanmun til, hvussu barnið er fyri í menn-ing, kann tað læra okkurt.Tey, sumhøvdu serliga nógvan tørv á hjálp,fingu hesa hjálpina, t.v.s. at man nor-meraði eftir tørvi, so undirvísinginhóskaði til menningina hjá barninum,

    heldur enn at barnið skuldi laga segeftir einum ávísum normi ella bygnaði.

    Á skúlanum fór ein partur av undir-vísingini fram á einum verkstaði, hartey framleiddu ymiskar lutir, sumvórðu seldir. M.a. stoyptu tey ljós í ávís-um litum, tey litaðu pappír, sum bleivgjørt til brævpappír og mappur, og teytøvdu ymiskar smálutir, alt í ælaboga-litum.

    Terapiin lá í, at tey arbeiddu við tón-leiki, orðum, litum og planetum, meðantey framleiddu ymisku smálutirnar. Harvar ein ávísur religiøsur dámur yvir ar-beiðnum, og man kundi keypa særymiskar lutir at samla positivar tankarog energiir við.

    Vit vitjaðu eitt av heimunum, sumbørnini búðu í. Har var hugnaligt innivið eini felagsstovu við brenniovni ogeinum køki. Uppiá høvdu børnini hvørsítt kamar og búðu sostatt á skúlanum.Har var hvørki sjónvarp ella radio íhúsinum og eingir skreytlutir. Borðreittvar til døgurða, og ein vegetariskurrættur var í gerð í køkinum.Aftur hervar menniskjan í miðdeplinum, ogpedagogarnir/lærararnir/hjálpararnirløgdu stóran dent á tað sosiala, á sam-taluna og á at veita umsorgan fyribørnunum.

    Vit møttu einum gomlum donskumjøda, sum hevði búð í Camphill síðanseinast í 30´num. Hann var flýddurundan krígnum og hevði arbeitt áCamphill Schools í øll árini. Nú varhann gamal og búði í einum lítlum,hugnaligum húsi á økinum rundan umskúlan.

    Newton Dee VillageTriðja staðið, vit vitjaðu, var tað størstaog seinasta staðið, vit náddu á hesumsinni.

    Newton Dee Village er ein heil bygd,sum liggur úti í einum stórum skógi.Har búgva umleið 200 fólk, 120 av

    � Framhald á sí›u 21 �

    Ein pedagoglesandi hevði saman viðnæmingunum bygt eina kano úr límtræ

    � Newton Dee Village

    Urtirverða

    turkaðar�

    � Vakstrarhúsið

  • Læra at virka í einumsosialum felagsskapi

    14 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Norðurlond siga seg, og vilja fegin,byggja á fólkaræðisliga grund. Ikkibert tá ræður um val til ting ellakommunur, men eisini at fremjafólkaræði í verki út í odd og egg. Har-afturat vilja hesi lond eisini setamenniskjansligu eginleikarnar høgt.Men er hetta so í gerandisdegnum,millum annað í uppalingar- og undir-vísingarhøpi?

    Júst hesir spurningar vórðu tiknirupp á einum skeiði, sum NLS - norður-lendskur felagsskapur fyri lærarar ogpedagogar - tók upp á eini ráðstevnuherfyri, har eisini umboð fyri peda-gogar og lærarar úr Føroyum luttóku.Høvuðsevnið var Etikkur í fakfelags-arbeiðinum , og nomið var við mangarspurningar í tí sambandi. M.a. umvirðisgrundarlagið hjá pedagogum oglærarum, um rasismu og um happing.

    Eitt sera viðkomandi evni, halda tærbáður,Ann Elisabeth Joensen og Gittaav Kák, sum bera ótta fyri rákinum, atpedagogiska arbeiðið gerst alt meiratekniskt.

    Menniskjanslig virði fyri vanbýti-Alt verður nú meira reglubundið.Børn og ung skulu læra tað og tað, og

    lítið og einki pláss er fyri sonnumgrundleggjandi fólkaræðisligum ogmenniskjansligum virðum.Alt snýr segum eitt pensum, innlæring.Vit gerastalt meira skúlafokuserað heldur enn athugsa um heildina í barninum, sigatær báðar og spyrja, um alt skalsnúgva seg um at vera við í einum fak-ligum dugnaskapsmeldri, heldur enneisini at venja uppvaksandi ættarliðiðat liva og virka saman við øðrum ífólkaræðisligum høpi.

    Og tað er júst her tær halda, at peda-gogarnir eiga at koma meira inn ímyndina. Ikki fyri at troka seg inn ávirkisøkið hjá lærarunum, men heldurat virka saman við teimum eftir greittavtalaðum arbeiðsuppgávum.

    -Sjálvandi eiga lærararnir at taka særav undirvísingarliga partinum, og sokundu pedagogarnir tikið sær av teim-um meira bleytu virðunum, felags-skapinum.Teimum kreativu læru-greinunum, ikki minst gjøgnum spæl.Viðhvørt hava vit lyndi at vevja altsaman, so tað gerst stríðsmál, hvatuppgáva lærarans er, og hvat pedagog-arnir skulu taka sær av. Men tað er ikkineyðugt. Greiður skilnaður kann og

    skal gerast, viðvíkjandi hvørja uppgávuhvør hevur, siga Ann Elisabeth ogGitta. Í Danmark eru tey komin somikið langt í so máta, at har havapedagogar ávísar uppgávur upp ítriðja flokk í fólkaskúlanum.Tærhalda, at tað hevur stóran týdning, atumboð fyri bæði lærarar og pedagogareru saman á einum tílíkum skeiði.Taðger sítt til, at hesir báðir fakbólkarbetur skilja hvønn annan, og tað kannaftur stimbra undir eitt tættari sam-starv.Tær halda eisini, at tað hevurstóran týdning, at fakfeløgini eru viðat orða virðirgrundarlagið fyri hesumarbeiði, og at gera limirnar sannførdarum tey grundleggjandi virðini, sumher er talan um.

    Bert tá trupulleikar eru-Sum er, koma pedagogar ikki inn ímyndina, fyrr enn veruligir trupulleik-ar stinga seg upp.Tá søkt verður eftireinum stuðli, er boð eftir okkum.Tá erokkara uppgáva at hjálpa tí einstakabarninum sum hevur einhvørjartrupulleikar. Umframt tað, halda vit taðhevði verið skilagott, at pedagogarvóru ein natúrligur partur av

    Læra at virka í einumsosialum felagsskapi

    Umboð fyri lærarar og pedagogar. Frá vinstru: Martin Eidesgaard, Páll Poulsen, Gitta av Kák, Johannes Eli

    Iversen, Tórfinn Højgaard, Esmar Berg, Elsa Birgitta Petersen

    og Ann Elisabeth Joensen.

    At børnini fáa eina góða undirvísing í grundleggjandi lærugreinum er ein sjálv-fylgja, men tað hevur ikki minni at siga, at børn og ung eisini læra at virka í einumsosialum felagsskapi, har tær kreativu lærugreinirnar verða raðfestar høgt, siga AnnElisabeth Joensen og Gitta av Kák, pedagogar og nevndarlimir í Pedagogfelagnum

  • ”Supervisión var ein partur av

    arbei›inum, ta› var lagt inn í skemai›..”

    sigur Ingilín Berg

    ”Supervisión

    PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 15

    skúlanum - undirvísingini -soleiðis at vit kundu gjørtokkara til at læra børnini atsamvirka sosialt í einum samlað-um høpi. Her halda við, at vithava nakað at læra av okkaranorðurlendsku grannatjóðum,siga Ann Elisabeth og Gitta.

    Vit kunnu eisini siga ø›rum naka›Hvør at læra av øðrum er eitt avhøvuðsendamálunum viðfleirtjóða felagsskapum, og so ereisini við NLS, sum eisini hevursamband við líknandifelagsskapir uttan fyriNorðurlond. Í NLS eru tey núfarin undir at fyrireika einbókling, sum er ætlaður tílíkumfelagsskapum í EF-londunum.Bóklingurin skal m.a. snúgva segum teir karmar, barnaansing ogskúli virka í. Í fleiri londum íEvropa hava tey skipað tilverunahjá børnum og ungum, líka frávøggustovu og langt upp í skúla-aldur, í somu fysisku karmar viðeini ógvuliga neyvt settaridagsskrá.At børnini ikki upplivaannað enn hetta sama umhvørvií so mong ár, halda mong verasera óheppið, og tey royna tí atfinna aðrar loysnir.Ann Elisabethog Gitta skulu eisini gevabóklinginum sítt íkast, sum tærhalda, at onnur kunnu taka tilsín og læra nakað av.Tær vísa á,hvussu grundleggjandi tað er ígerandisdegnum, at børnini eruúti í nattúruni, og tað gera flestustovnar í Føroyum nógv av.AnnElisabeth og Gitta halda, at hóastnáttúrugivnu møguleikarnir ikkieru eins góðir nógva aðrastaðni,so kunnu onnur ivaleyst takanakað til sín av tí, sum føroyskirstovnar hava at bjóða sínumbørnum.

    Ingilín Berg starvast sum pedagogur íbarnagarðinum á stovninum við Velba-staðvegin í Tórshavn. Har hevur honverið síðani 1999.

    Ingilín hevur tikið sína útbúgving íDanmark. Áðrenn hon kom til Føroya,arbeiddi hon 4 ár í eini verkætlan fyrimammur og børn, sum vóru flóttafólkella innflytarar, og sum ikki dugdudanskt. Mammurnar gingu í skúla, ogímeðan vóru børnini ansað á dagstovni-num, har Ingilín arbeiddi. Ein av upp-gávunum hjá Ingilín og starvsfeløgumhennara var at læra mammurnar, hvussuman í Danmark ansar børnum, og hvørjarmøguleikar børn í Danmark hava.

    StarvsfólkasupervisiónÁrið fyri, sum Ingilín flutti til Føroya,gjørdi leiðslan á stovninum av, at stovnur-in skuldi fara í holt við starvsfólkasuper-visión. Øll starvsfólkini vóru á skeið, og áskeiðnum fingu øll eina upplæring í atsupervisera og at verða superviserað.Teyfingu eisini eina uppskrift .

    Starvsfólkini vóru býtt í tveir bólkar, 6starvsfólk í hvørjum bólki. Í bólkunumvóru bæði pedagogar og hjálparfólk, ogøll vóru javnstillað.

    Royndirnar hjá Ingilín hava veri› sera positivarIngilín greiðir frá, at tey høvdu super-visión fast triðju hvørja viku, í 2 tímar.Tey seks í bólkinum skiftust um at super-visera, og hvørja ferð vóru tvey, sumskuldu superviserast (supervisantar), ein

    tíma hvør. Hesi tvey skuldu skriva eittsindur um, hvat tey ætlaðu at tosa um oggeva tí, sum skuldi supervisera.Uppgávan hjá supervisor var at lurtaaktivt og at seta spurningar.Tvs. spyrjainn til tað, hon/hann hevði hoyrt ogeygleitt.

    Stovufundir ella starvsfólkafundirkunnu ikki samanberast vi›supervisiónÁ stovninum, har Ingilín í dag arbeiðir,hava tey ikki supervisión.Tey hava tómøguleika at biðja um supervisión, mentá er tað gjarna nøkur størri mál sumverða tikin upp.Tey hava ikki tosað um,hvørt tey skulu innføra supervisión. Sumá øðrum stovnum hava tey tó stovu- ogstarvsfólkafundir, men hetta kann ikkisamanberast við supervisión, heldurIngilín. Supervisiónin hevur ein serliganframferðarhátt, sum vanligir stovu- ogstarvsfólkafundir ikki hava. Á teimumfundunum hevur tú eisini so nógv mál áskránni, at sjáldan er møguleiki at fara ídýpdina við einum einstøkum máli.

    Ingilín sigur, at supervisión er ein vælvirkandi framferðarháttur at skilja mill-um, hvør tín uppgáva er í einum máli, oghvat onnur eiga at taka sær av.

    At enda slær Ingilín fast, at orsøkin til,at hennara royndir við supervisión eruso góðar, er helst, at leiðslan á stovninumraðfesti hetta høgt, og harafturat vóru taðstarvsfelagar í bólkinum, sum eisiniraðfestu tað og løgdu lag á.

    Ingilín saman við børnunum Brandi og Sissa

  • 16 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Helle er útbúgvin sosialráðgevi, út-búgvingarkonsulentur og supervisor.Hon hevur arbeitt sum supervisor í 15ár í amtum og kommunum í Danmark.Ikki óvæntað heldur hon, at super-visión er ein sera týdningarmikil parturav arbeiðinum hjá eitt nú pedagogum,sjúkrarøktarfrøðingum og sosialráðgev-um - ja, øllum, sum arbeiða viðmenniskjum.

    Hetta eru størv, sum krevja nógv avstarvsfólkunum.Vit geva alla tíðinanógv av okkum sjálvum og havakanska lyndi til at súgva tær torførusakirnar at okkum og blanda okkaraprivatlív við arbeiðslívið. Júst hesi lagverða skild sundur í supervisión,soleiðis at tú kanst greina sundurprivatlív og arbeiðslív, sigur HelleFehmerling.

    Hvat er supervisión?Supervisión er ein framferðarháttur,sum verður brúktur á teimum peda-gogisku og sosialu økjunum. Harafturateisini á heilsuøkinum. Gjøgnum super-visión fær tann, sum hevur ein fakligantrupulleika, møguleika at koma inn íkjarnuna í trupulleikanum. Nýggj per-spektiv og sjónarmið verða inndrigin,og ein menning/broyting av arbeiðs-innsatsinum kann byrja.

    Í supervisión arbeiða vit út frá einumskipaðum leisti, har vit fyrst lýsatrupulleikan, avmarka hann og geraeina nágreiniliga lýsing og meting,áðrenn vit seta tiltøk í verk, sigur HelleFehmerling.Tað er somuleiðis eisinitýdningarmikið at eftirmeta.

    Framferðarhátturin er í veruleikanumgrundleggjandi fyri alt pedagogiskt,

    sosialt og heilsufrøðiligt arbeiði.Arbeiðspress, skerjingar og bygnaðar-viðurskifti á arbeiðsplássinum kunnugera, at tað kann verða torført at var-veita ta fakligu heildarmyndina og yvir-litið. Supervisión er vorðið viðurkent,supervisión tryggjar, at tann fakligi ogpersónligi førleikin kann útviklast.

    Hví er supervisión ikki algongd?Ein tann størsta forðingin fyri, at eittnú stovnar ikki seta supervisión í verk,er kanska vantandi útbúgving ogroyndir á økinum. Men eisini vantandiorka er ein trupulleiki.Vit hava spurtHelle Fehmerling, hvussu nógva tíð einleiðari skal rokna við at brúka ummánaðin, um hon/hann ynskir at seta íverk supervisión á arbeiðsplássinum.Hon heldur, at undir vanligum umstøð-um eru 2 tímar um mánaðin nógmikið.

    Tað, sum er týdningarmikið, er, atleiðarin ger eina avtalu við starvsfólkium, nær og hvar supervisiónin ferfram.Tað er sostatt týdningarmikið, atsupervisión fer fram eftir einum skip-aðum leisti. Starvsfólk, ið hava ymiskarupplivingar, sum tey ynskja at tosa um,kunnu tá skúgva hesar til viks, væl vit-andi, at á komandi supervisiónsfundikann evnið verða tikið upp.

    Supervisión í bólkum fært tú meiraburturúr, heldur Helle FehmerlingHelle velur supervisión í bólkum ellastarvsfelagasupervisión framum. Hon

    heldur, at tú fært meira burturúr, m.a. tíat tú kennir trupulleikarnar hjá hinumaftur og kanst identifisera teg við teir.Hetta heldur hon hava sera stóran

    týdning. Undir vanligum umstøðum ernóg mikið við 2 tímum um mánaðin -eisini til bólkasupervisión.

    Lei›slusupervisión - ein serligurproblematikkurSupervisión kann gevast av leiðara,starvsfelaga ella einum eksternumsupervisori. Helle greiðir frá, at leiðslu-supervisión hevur ein serligan proble-matikk, sum saman við hinum formu-num verður gjøgnumgingin áútbúgvingini. Um ein starvsfelagi hevurfingið undirvísing í supervisión, kannsupervisión setast í verk á einari deildinnan fyri eitt ár. Hon mælir tó til, atein eksternur supervisor fylgir gongd-ini í fyrstuni, t.d. eina ferð hvørt fjóðr-ingsár. Eisini metir hon, at starvsfelagar,sum skulu taka ímóti supervisión, eigaat fáa eitt sindur av undirvísing íhesum hátti at arbeiða.

    Ein kanning átti at veri› sett í verkVit vita ikki, hvussu vanlig supervisióner í Føroyum, men vit hava varhuganav, at tað ikki er nógv brúkt. Áhugaverthevði verið at gjørt eina kanning. Hellegreiðir frá, at í Danmark verður eksternsupervisión nógva staðni løgd inn ífíggjarætlanina, umframt ta vanliguskeiðsfíggjarætlanina. Supervisiónverður flestu staðni roknað sum einfastur og neyðugur partur av m.a. fak-ligu og persónligu menningini.

    - sigur Helle Fehmerling

    Helle Fehmerling er onnur av tveimum undirvísarum í grund-útbúgvingini í Supervisión, sum fer av bakkastokki í november2004, um nóg nógv hava tekna› seg innan 14. oktober 2004. Ta› er Synergi, sum skipar fyri grundútbúgvingini saman vi› DenSociale Højskole (DSH) í Keypmannahavn. Ta› er sama útbúgving,sum DSH skipar fyri, og luttakararnir fáa sostatt prógv frá DSH.

    ”Supervisión er alney›ug…”

  • Eftir dúgliga at hava vant megin-partin av vetrinum, kundu børn-ini á einari stova á Býlíngshúsi-num á Norðasta Horni, beintundan summarfrítíðini, sýnafram síni sirkus-kynstir fyri vin-fólkum sínum á hinum stovu-num. Og tað var ikki eiti á. Hug-flogið væntaði ikki.Við sonnumsirkustónleiki afturvið, trinufram á pallin klovnar, línudans-arar, gandakallar, akrobatar, onk-ur sterkur maður, sum kundi

    lyfta tað mest ótrúliga, onkurbleiv sagaður sundur, men komtó heilskaptur frá tí kortini, ogmong onnur. Og sum tað sjálv-andi eisini eigur at vera í einumveruligum sirkus, komu eisinidýrini fram á pallin. Ei undur í,at har var bæði fagnaður oglógvabrestur av teirri fjøld avbørnum, sum vóru komin ísirkus-Norðasta Horn hendandagin.

    Verkætlanin fyri tey 6-7 ára gomlubørnini í Tórshavnar Kommunu, sumvarð fyriskipað í vár, eydnaðist seravæl. Helena Fríðheim, sum stóð fyrifyrireikingunum, letur væl at.

    -Tiltakið, ella rættari sagt tiltøkini,eydnaðust til fullnar, og var hettasjálvandi takkað verið øllum teimum,sum vóru við í tiltakinum og stuðlaðutí, sigur Helena.

    Verkætlanin fevndi um øll tey 320børnini í seks og sjey ára aldrinum,sum eru í Tórshavnar Kommunu.Ar-beiðsheitið varð var Hagin og várið ,og sum heitið bar boð um, var eisini

    ætlanin, at børnini skuldu fáa eina upp-living í náttúruni, fyri síðani at fáamøguleika at royna síni skapandi evniá ymiskum verkstøðum í Havn, - í Sjón-leikarhúsinum, Skansastovu, Listaskála-num, Hornahúsunum og í Losjuni. Ogtað fingu tey so sanniliga eisini høvi til.

    Undan tiltakinum segði fyriskiparinvið Pedagogblaðið, at tiltakið skuldigera sítt til at staðfesta, um grundarlager fyri at fáa eitt smábarnamentanar-hús sett á stovn í Havn.

    Tað er Helena Fríðheim í dag ikki íiva um, at grundarlag er fyri.

    -At grundarlag var fyri einum tílíkumsmábarnamentanarhúsi í Havn høvduvit avgjørt varhugan av, men eftir hettatiltakið ivast vit als ikki.Tað hevði rættog slætt verið eitt sera gott hugskot.Vit ímynda okkum eitt hús sum einkarm um eina smábarnamentan, sumkann kveikjast og mennast á einhavnar-føroyskan hátt, sum Helenatekur til, og har børnini sjálvi kennaseg aftur, stuðlað av yrkislærdum fólk-um. Helena heldur, at eitt tílíkt húseigur at verða sett á stovn í Havn.

    Tiltakið endaði við, at børnini savnaðust á Vaglinum, har tey sungu og trinu føroyskan dans.

    �S I R K U SS I R K U S

    á dagstovni�

  • Størri krøv til innihaldTær fýra, Poula Eidesgaard,Turið Horn,Maibritt Simonsen og Jórun Niclasen,sum herfyri skipaðu fyri ráðstevnu umtrivnaðin hjá børnum á dagstovni, vón-aðu og roknaðu við 200 luttakarunum,men tá avtornaði, gjørdist ráðstevnanfullteknað við 400 luttakarum, og fleirienn 200 sluppu ikki inn vegna pláss-trot.

    At dagstovnarnir standa fyri stórumbroytingum og avbjóðingum er lítið ativast í, nú fysisku karmarnir eru um atverða nøktaðir. Foreldur seta nú størrikrøv til innihaldið á stovninum, og taðhalda fyrireikararnir av ráðstevnuniikki vera annað enn rætt og rímiligt.

    Tær halda, at samstarvið og samskiftiðmillum foreldur og stovn hava serastóran týdning fyri, at børnini fáa sogóðar upplivingar og trívast so væl ástovninum sum gjørligt. Millum fyri-lestrahaldararnar vóru Erik Sigsgaardog Margrethe Brun Hansen, sum erubarnaserfrøðingar, rithøvundar ognógv bílagdir fyrilestrahaldarar, sumviðgjørdu mangt og hvat, sum hendir ígerandisdegnum á einum stovni. Fyri-reikararnir fegnast um stóra áhugan ogikki minni um, at luttakararnir siga seghava fingið nogv burtur úr hesum báð-um døgunum, ráðstevnan var.

    Størri krøv til innihald

    18 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Margrethe Brun Hansen og Hans PauliStrøm, landsstýrismaður í almanna-

    málum, høvdu nógv at práta saman um. Mynd: Jens Kr. Vang

    Dagstovnarnir økjast alsamt í tali, bæðií høvuðsstaðarøkinum og uttanfyri, ogvið hesum veksur ikki minni tørvuriná pedagogum, sum í dag eru alt ov fáirí mun til tað, lógin setur sum minsta-mark. Bert eftir teimum seinastu trim-um árunum eru ikki færri enn sjeynýggir stovnar komnir innan fyrikommunumarkið hjá høvuðsstaðar-kommununi, og harafturat eru nakrirkomnir kring landið.Aðrir stovnarstanda í gerð. Hetta ger sjálvandi tað,at bíðirøðirnar eftir einum dagstovna-plássi eru tódnaðar munandi, og onku-staðni eru heilt burturi, men medaljanhevur eisini eina rangu. Á ranguni á

    hesi somu medalju stendur spurning-urin: Hvør skal vera um børnini ástovninum. Lógin sigur eitt, meðanveruleikin er ein heilt annar.

    Lógin ásetur, at stovnarnir skulu íminsta lagi verða mannaðir við tveim-um triðingum av pedagogum, og ímesta lagi einum triðingi av hjálpar-fólkum. Ikki er nóg mikið av pedagog-um í landinum, og tí er býtið millumpedagogar og hjálparfólk øðrvísi enntað, sum ynskiligt og lógligt er.

    Í Havn var støðan í vár, at samanlagtvirkaðu 318 ársverk innan dagstovna-økið.Av røttum skuldu har verið 212pedagogar, men har vóru bert 141.Við

    øðrum orðum var tørvur á 71 peda-gogum tá, og støðan er ikki vorðinfrægari síðani.

    Men hetta er ikki allur tørvurin.Uttan fyri Havnini er eisini tørvur ápedagogum. Harafturat ger hesintørvur seg ikki bert galdandi á dag-stovnaøkinum.

    Regin Johansen, leiðari á stuðuls-fólkaskipanini fyri vaksin, fegnast ísamrøðu aðrastaðni í blaðnum um, atáhugin hjá fakfólki at søkja starv innanstuðulsfólkaskipanina er øktur, menhann má hinvegin ásanna, at seratrupult er at fáa nóg mikið av fólki viðpedagogiskari útbúgving.

    Alt ov fáir pedagogarAlt ov fáir pedagogar

    Dagstovnuriní Hósvík

    � Dagstovnurin á Oyrabakka

  • PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 19

    Las í seinasta Pedagogblað, at ráð-stevna skal vera um trivnaðin hjá børnum á stovnum, og einkier at ivast í, at tørvur er á tílíkari ráð-stevnu. Okkum tørvar meira vitan umtrivnað hjá føroyskum børnum á før-oyskum stovnum.

    Tað eru áhugaverdir fyrilestrarhald-arar, ið eru bodnir higar. Erik Sigsgaardhevur skrivað spennandi bøkur oggranskað børn og trivnað. MargretheBruun er uttan iva ein, ið eg kundihugsað mær at hoyrt, men so kemurmítt men… Hvar eru pedagogarnir?Okkara egnu royndir? Og egnu hug-sjónir? Hví lata vit ikki ein føroyskanpedagog koma til orða? Eru vit noyddat søkja uttan fyri okkara egna fakøkiðfyri at læra, hvussu vit skulu skipa eingóðan stovn við trivnaði fyri børn? Ja,eg spyrji bara…

    Eg havi arbeitt í barnagarði í Føroy-um í hálvtfimta ár.Arbeitt í barnagarði,frítíðarskúla og næmingaheimi fyrideyv og tunghoyrd í Danmark. Eg havialdri møtt einum heilsufrøðingi innan

    hesi øki.Tað kann væl hugsast, at teyhava sínar hugsanir um, hvussu trivn-aðurin hjá børnum er, men hava teyroyndirnar? Síggja tey, nær børn trívastella mistrívast í gerandisdegnum? Hvører tað sum sær hetta? Eru tað ikki vit,sum arbeiða á hesum økjum? Eru vit sobangin fyri at líta á okkara egnu eygu?

    Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at vitsum fakbólkur taka í egnan barm.Taðer gott at fáa nýggja kunning uttan-lands, møguliga úr Danmark, har teyhava nógvar og drúgvar royndir innangransking. Men tað eru donsk børn,sum eru kannað undir donskum viður-skiftum. Eg meini ikki, at alt úr Dan-mark ella aðrastaðni uttanlands skalkastast burtur, men eg haldi, at vitskulu vera meira kritisk.Vit hava lynditil at taka alt til okkum, tí ein ella annarserkønur uttanlands sigur tað, uttan atgeva okkum far um, hvørt hetta hóskarinn í okkara egnu viðurskifti.

    Hvussu kunnu vit sum fakbólkurvænta, at nakar skal virða okkara fak-økið, tá vit ikki hava virðing fyri okk-

    um sjálvum. Hví skulu pedagogar fáameira í løn tá heilsufrøðingar o.o.mugu til fyri at læra okkum at ansaeftir børnum og skapa trivnað fyri tey?

    Hetta sigi eg ikki fyri at seta niður áráðstevnuna, sum júst hevur verið. Eghaldi, at ráðstevnan kann vera byrjanintil nakað, sum møguliga fer at seta eittkjak í gongd her heima. Men eg meini,at tað er upp á tíðina, at vit bretta uppum armar og lata hoyra frá okkum.Taðnyttar einki at ganga av einari ráðstev-nu til aðra, uttan at hava eitt kjak…

    Í sambandi við, at grein var at lesa um nýggja pedagogútbúgving í Pedagogblaðnum frá mai2004, ynskja undirritaðu atgera niðanfyristandandi við-merking/ískoyti:

    Setningurin í nevndu greinNevndarumboðini fyri peda-

    gogútbúgvingina halda, at sjálvtíðin, sum næmingarnir eru ístarvsvenjing, er rímilig, mentørvur er við neyvari málsetn-ingi kann geva fatan av, atverandi starvsvenjing ikki ervæl skipað. Í hesum sambandimá vísast á, at viðmerkingingongur uppá, at tað er týdning-armikið við neyvum saman-

    spæli millum starvsvenjinginaog hinar partarnar av útbúgv-ingini.Víðari stendur í greinini:…tey sakna neyva eftirmeting

    av starvsvenjingarskeiðnum .Hetta var meira meint uppá

    ein tørv á neyvari eftirmetingav útbúgvingini sum heild.

    VinarligaPetur Zachariassen

    Kristianna Sjóvará Jacobsen

    Majbritt Jacobsen, pedagogur ádagstovninum á Argjum

    Viðmerking

    til grein í Pedagogbla›num frá mai 2004

    Güettler, Helmsdal, Jónsdóttir:

    NEI! seg›i lítla skrímsl

    Ein bók um at tora at siga nei.

    Væl egna› til upplesingog prát.

    Bókadeild Føroya LærarafelagsPedda vi› Steingøta 9100 TórshavnTel. 317644 Fax 319644www.bfl.fo/[email protected]

    Føro

    yapr

    ent

    3145

    55

    Eittsjónarmið

  • 20 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

    Torfinn Hentze - Nevndarlimur í Javna

    Tað var ikki akkurát tað svarið, vithøvdu væntað, tá vit spurdu unga,glaða og skilagóða menningartarnaðamannin frá TV Glad úr Esbjerg: Hvadsynes du så om Færøerne? Hann varsaman við øðrum og vitjaði Javna ogsat og hugnaði sær við borðið í javna-hølunum.Vit høvdu væntað, at hann,sum vanligt var, at danir og aðrir út-lendingar við gjørdu, fór at siga okk-um, hvussu hugtikin hann var av fjøllu-num, tí skiftandi landslagnum, ja, stuttsagt teirri stórbæru føroysku náttúr-uni.Alt var so nógv øðrvísi, enn hannvar vanur við á flatlondum.

    Men tað var nakað heilt annað, sumlá fremst í huga hansara. Hann hevðibeint áðrenn vitjanina hjá Javna verið ísambandi við føroyskar pedagogar. Ogtað hevði so fingið hann at koma við tíimpulsiva svarinum: Jo, I har noglepragtfulde pædagoger heroppe. Vitundraðust eina løtu á knappa, menáhugaverda svarið.

    Tá vit høvdu summað okkum eittsindur, máttu vit sjálvandi fáa hann atútgreina nærri, hvat hann meinti við.Jú hann hevði kent á sær, at føroyskupedagogarnir, umframt at vera fakligadugnaligir, veruliga høvdu hjartað við ísínum arbeiði, og tað metta hann verasera virðismikið. Hannvar ikki so vanur viðslíkt hjartalag á teimumpedagogunum, hannhevði verið vanur atvera saman við.

    Mundu ikki fleiri avJavnafólkunum, sumvóru til staðar, merkjaein fjálgandi yl av góð-um kenslum og nøgd-semi fara ígjøgnum segav umrøðu hansara avføroysku pedagog-

    unum og tí góða skoðsmáli, hann gavteimum.

    Løgið, hvussu væl menningartarnaðfólk duga at meta um, hvussu ektaðfólk eru við tey, og um, hvussu hjarta-lagið er fyri teimum. Á hesum øki eruringt at lumpa tey. Hetta verður ásann-að ferð eftir ferð.

    TV-Glad í Esbjerg er eitt lokalsjón-varp, har fólk við menningartarni gerasendingarnar, sjálvandi stuðlað avfólki, sum hava skil fyri slíkum.

    At byrja við vóru tað nakrar eldsálir,sum høvdu tikið seg saman at hjálpamenningartarnaðum fólki at gera sjón-varpssendingar, tó uttan fíggjarliganstuðul av nøkrum slag. Eingin trúði, athetta kundi bera til. Men tá tað seinnivarð prógvað, at fólk við slíkum brekivæl dugdu at gera áhugaverdar ogdygdargóðar sendingar - sjálvandi viðrøttu stuðlunum, eydnaðist at fáaalmennu myndugleikarnar at stuðlafíggjarliga.

    Hesi fólk vitjaðu í Føroyum í ar-beiðsørindum. Ætlaðu at gera onkrarsendingar hiðani. Stuttligt hevði verið,um vit kundu fingið høvi at sæð, hvatkom burturúr hjá teimum.

    Ikki eiti á pedagogarHvad synes du så om Færøerne ?

    Jo, I har nogle pragtfulde pædagoger heroppe .

    N‡ggjarbarnabøkur

    Stóra bókin um Bibba

    er savn vi› trimum søgum um ribbaldin Bibba.

    Søgurnar eru: Ribbaldurin Bibbi og mamman.

    Ævint‡rfer›in hjá Bibba og Ribbaldurin Bibbi fær

    ein hund. Søgurnar um Bibba eru sera stuttligar,

    tær bera upp á rím, og Alexandur Kristiansen

    hevur hegnisliga t‡tt tær til føroyskt. Bókin, i›

    er væl egna› til tey 3-7 ára gomlu, er 86 sí›ur

    vi› litmyndum, er innbundin og kostar 120

    krónur í bókabú›unum. Føroyaprent hevur

    sta›i› fyri prentger›ini.

    Spæl og mal

    er ein stuttlig putli- og spælibók, har nógvir

    møguleikar eru at gnísta og lurta, mala og

    spæla. Bókin er 12 sí›ur, vi› litføgrum myndum

    og stívari permu. Ey›na Magnussen t‡ddi úr

    enskum. Bókin, i› er til tey heilt smáu, kostar

    140 kr. í bókabú›unum. Føroyaprent hevur

    sta›i› fyri prentger›ini.

    Tvær av bókunum, sum Bókadeild Føroya

    Lærarafelags gav út herfyri, eru smábarnabókin

    Spæl og mal eftir Emmu Dodd, og barnabókin

    Stóra bókin um Bibba eftir Barbro Lindgren og

    Evu Eriksson.

  • PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 21

    teimum eru vaksin menningartarnað,og 80 teirra eru starvsfólk við familju.Starvsfólk búgva í sama húsi sum teymenningartarnaðu, tvs. umleið seksmenningartarnað og eitt starvsfólk viðfamilju búgva í sama húsið.

    Í Newton Dee vóru fleiri verkstaðir,sum vit vitjaðu; har framleiddu teyymiskar lutir, sum tey seldu ella sumtey brúktu í dagliga húsarhaldinum.Teyframleiddu m.a. heimskend træleiku.Tey høvdu ein jarnverkstað, ein timbur-verkstað, har tey gjørdu innbúgv, einleikuverkstað, ein leirverkstað, eindukkuverkstað, eitt bakarí og nógvannað. Man kundi eisini koma uttanífráog keypa sær vistfrøðiligar vørur. Frábakarínum keyptu fólk í økinumrundanum sítt breyð.

    Í Newton Dee var stórt jarðarbrúkog djórahald, alt á vistfrøðiligum/bio-dynamiskum støði. Umframt alt hettavar ein matstova, har menningartarnaðarbeiddu; tey gjørdu og seldu mat tilfólk, sum komu framvið. Kondittara-køkurnar fingu tey frá bakarínum.Við

    síðuna av matstovuni vóru tveirhandlar, ein við lutum, sum vóru fram-leiddir á ymisku verkstøðunum, og einvið matvørum, sum eisini vóru fram-leiddar í Newton Dee Village.

    Tey vóru so at siga sjálvbjargin viðøllum til húsarhaldið, og umframt hettaútfluttu tey vøru til handlar í Skotlandiog eisini úti í heiminum.

    Tey menningartarnaðu, sum vitmøttu í Newton Dee, vóru øll vaksinog mintu á mangan hátt um tey, vitkenna frá Verkstaðnum Vón. Ein munurvar tó, at har búðu eisini folk við sosial-um og sálarligum brekum. Hetta varsmb.Vibeke Sunndal úr Danmark ikkiheilt uttan trupulleikar.Vibeke greiddifrá, at har vóru fleiri starvsfólk úrNorðurlondum; tey arbeiddu har í fleiriár og høvdu familjuna við sær. Børnteirra gingu á einum Rudolf Steinerskúla uttan fyri økið og vóru annarsein partur av Newton Dee.

    Felags fyri øll støðini, sum vit vitjaðu,var, at fólk arbeiddu ikki fyri løn; teyfingu tað, teimum tørvaði av klæðum,

    mati og brúkslutum. Hvørt húskið ellahvør eind sær fekk eina pulju av peng-um, sum tey so sínámillum samdustum, hvat skuldi brúkast til. Man kannsøkja um loyvi at sleppa at arbeiða íNewton Dee; har er ein upptøku-nevnd, sum viðger innkomnar umsókn-ir. Man verður settur í starv í einariroyndartíð upp á 3 mánaðir, og um altriggar væl, kann man so velja hettasum sítt starv í longri ella styttri tíð.

    Hetta var so bert eitt brot úr øllumtí, vit upplivdu í Skotlandi á hesumsinni.Tankar, sum hvørt møguleikikundi verið fyri, at onkur vaksin viðmenningartarni kundi farið til NewtonDee at arbeitt í eina stutta tíð, havastreyfað meg. Hetta kundi veriðgjørligt, um ein hjálpari fór við. Á tannhátt kundi man sloppið undan málslig-um trupulleikum og verið eina stórauppliving ríkari.

    � Framhald av sí›u 13 �

  • 22 OKTOBER | PEDAGOGBLAÐIÐ

  • BørneArtikler

    RengøringsPakke

    Bambolina Air Plus

    giver barnet en hidtil ukendt frihed ogbevægelighed, og sikrer at huden kan ånde.Bleen er fremstillet med en tekstillignende overflade, der føles både blød og behagelig.

    Variant Indhold pr. krt.Mini 3-6 kg 180 stk.Midi 6-11 kg 168 stk.Maxi 9-18 kg 150 stk.Junior 12-25 kg 126 stk.XL-plus 15-30 kg 120 stk.

    1 tørmopsætbestående af 1 velcrofremfører, 1 teleskopskaft og 5 tørmopper.1 Rengøringspakke m/duft (5 ltr. Universal rengørings-middel med duft, 5 ltr. sanitet rengøringsmiddel m/ duft, 5 ltr.

    gulvpleje m/ duft. 2 l Bio opvaskemiddel, 9 stk. microfiberklude.

    2 stk. Rensesvamp, stål. 2 stk. Opvaskebørste.)

    Vileda Quick Mop, komplet.10 ltr. Flydende håndsæbe.1 sæbedispenser, plast

    Håndsæbe

    Varenr. 6661Indhold 500 ml. 6 stk. pr. karton

    1 krt. kr. 171,50

    Skumvaskeklude

    Varenr. 49841 krt. = 40 pk. á 100 stk.

    1 krt. kr. 488,-

    Håndcreme

    Varenr. 6656Indhold 500 ml.4 stk. pr. krt.

    1 krt. kr. 192,50,-

    Zinksalve

    Varenr. 6660Indhold 100 ml.6 stk. pr. krt.

    1 krt. kr. 186,50,-

    Kampagnetilbud

    Kr. 179,-

    Kr. 980,-

    Arctic Import Føroyar Arctic Import A/SKontor Færøerne kl. 10.00 - 14.00 Tagholm 12 - Box 120

    Annika Jacobsen DK-9400 Nørresundby

    Tlf. 42 28 50 Tlf. 96 32 19 00

    Kontor Danmark Fax 96 32 19 10

    Tlf. +45 96 32 19 00 [email protected]

    www.arcticimport.dk

    Priserne er gældende til 30.11.04 og er

    eksl. fragt, forsikring og mvg. samt evt.

    told/afgifter.

    Fragtomk. for en palle Bambolina m/20

    krt. er kr. 830,-. Leveret DDU

    Pr. krt.

    For hele pakken:

    PEDAGOGBLAÐIÐ | OKTOBER 23