pisan 2010

35
1 Lesandi frá Háskúla Íslands, frá Háskúlanum á Akureyri, og frá Háskúlanum á Bifrost NapoleoN í Suðurfraklandi : Málvísund í aix-en-provence BACHELOR OF PHOTOGR APHY : Tað eru absolut “ups and downs” við at lesa so langt burturi, men dekan fari, hea er ei upplivilsi. at leSa til l ækNa í póllandi: Sum nú er, eru vit 10 føroyingar í Stein og ein í Lublin Liðug útbúgvin - men nakað arbeiði? LandsLa gsarkitektur á KU-LIFE og skiſtisnæmingur í Milano FiSki viNNuútbúgviNg ” Tromsø er ei ræur lestrarbýur, og tað er tæ ímillum tey lesandi” Læs tiL piLot í spania: “Eg eri ógvuliga glað fyri mína útbúgving og kann við vissu siga, at eg havi heimsins besta útsýni á mínum arbeiðsplássi” At lesA í lo nd o n : “Eg lærdi líka nógv umframt tað á skúlanum, við at taka av øllum teimum listarligu tilboðunum, London hevur at bjóða.” tema: í sland sum lestrarland >> Næsta blaðsíða

Upload: mfs

Post on 09-Mar-2016

312 views

Category:

Documents


16 download

DESCRIPTION

Pisan 2010

TRANSCRIPT

Page 1: Pisan 2010

1

Lesandi frá Háskúla Íslands, frá Háskúlanum á Akureyri, og frá Háskúlanum á Bifrost

NapoleoN í Suðurfraklandi: Málvísund í aix-en-provence

Bachelor of PhotograPhy :

Tað eru absolut “ups and downs” við at lesa so langt burturi, men dekan fari, hetta er eitt upplivilsi.

at leSa til lækNa í póllandi:Sum nú er, eru vit 10 føroyingar í Stettin og ein í Lublin

Liðug útbúgvin - men nakað arbeiði?

LandsLagsarkitektur á KU-LIFE og skiftisnæmingur í Milano

FiSkiviNNuútbúgviNg ” Tromsø er eitt rættur lestrarbýur, og tað er tætt ímillum tey lesandi”

Læs tiL piLot í spania:“Eg eri ógvuliga glað fyri mína

útbúgving og kann við vissu siga, at eg havi heimsins besta útsýni á

mínum arbeiðsplássi”

At lesA í london:“Eg lærdi líka nógv umframt tað á skúlanum, við at taka av øllum

teimum listarligu tilboðunum, London hevur at bjóða.”

tema: ísland sum lestrarland

>>

sta

blað

síða

Page 2: Pisan 2010

2 3

>> LEIÐARI

Pisan er fyrst og fremst ætlað til tykkum, sum eru ella verða liðug

við eina miðnámsútbúgving í summar, og nú leita eftir íblástri til at velja, hvat og hvar tit ynskja at lesa víðari. Men stuttligt er hjá øllum, lesandi sum forel-drum, at hoyra frá teimum, ið eru í gongd við eina útbúgving og síggja, hvussu útheimurin hevur latið seg upp fyri okkum. Føroyingar lesa kring allan heimin, og ofta í fleiri londum yvir nógv ár. Ein kann hugsa sær, at tá hesi pisu-ættarlið venda heimaftur við teimum royndum og tí vitan, tey hava fingið á ferðini, fer hetta at hava jaliga ávirkan á land ok-kara, við tað at hetta ættarlið er broytt á ferðini. Tey lesandi hava ein sterkan, globa-lan samleika, og eru eitt spennandi fólk við sera ymiskum upplivingum, men við tí til felags, at tey eru flytifuglar, sum á sínum ferðum broyta hugsunarhátt og skapa sær eina breiða og frílynta heimsmynd. Tey flestu knýta seg at fólki frá øðrum menntanum og merkja, hvussu tingini kunnu gerast uppá ymsar mátar, og tað sum var sjálvsagt áður, er kanska ikki so sjálvsagt longur. Hesar upplivingar og royndir skapa eitt sera hugsandi fólk - eitt fólk vit kunnu verða stolt av, og vænta nógv spennandi frá. Eitt fólk, ið setur sær sjálvum nýggjar avbjóðingar og mennist alt lívið. Heimurin bjóðar óteljandi útbúgvingar-møguleikar, og fyri tey flestu er trupult at gera av, í hvørja ætt tey skulu fara. Til pisuna, sum ikki veit, hvat hon vil verða, tá hon verður stór, vil eg siga: Finn útav, hvat tú elskar og verð so góð til tað.

Sólja KlargaardForkvinna MFS Í[email protected]

PISAN2010

Blaðstjóri: Sólja Klargaard Blaðfólk: Sølvi Símonarson, Biretha Vitalis Joensen, Yrsa Hauksdóttir Frýdal, Vivian Tausen, Sólja Klargaard Lysingarfólk: Sølvi Símonarson, Yrsa Hauksdóttir Frýdal Rættlesing og Umseting: Biretha Vitalis Joensen Útlit: Sólja Klargaard Prent: Oddi prent

Forsíðan

lesandi á Háskóla Íslands

Fimm Føroyingar lesa á Háskúla Íslands - sum er stórsti og elsti háskúlin í landinum við uml. 14.000 lesandi.

6 Greinar

6 Napoleon í Fraklandi12 Malan í Milano15 Jóan Karl í Noregi17 Sanna: Lund og Turkaland18 Beinta í Australia20 Kristina í Australia22 Kára í Spania24 Kristina í London26 Beinta í Brighton27 Marjun í Edinburgh28 Bára í Luton, Onglandi30 Heidi í Glasgow, Skotlandi32 Jana í Elgin, Skotlandi34 Hans Arni í Póllandi36 Hildur í Danmark

38 Úr Føroyum

38 Birita og Simona á læraraskúla40 Fróskaðarsetur Føroya42 Súsanna á Setrinum og í KBH44 Stuðulsstovnurin46 Altjóða skrivistovan48 Góðu høvdini koma ikki aftur49 Hvar lesa Føroyingar?50 SU- skipanin54 Ólavsøkutekning

56 Tema: Ísland sum lestrarland

56 Háskúli Íslands58 Yrsa í Háskúla Íslands60 Sølvi í Háskúla Íslands62 Háskúlin í Reykjavík 63 Torleif í Háskúlanum á Bifrost64 Biretha í Háskúlanum á Akureyri

66 Vel tína framtíð

24

54

LívfrøðiJarð- og havfrøði

KT-verkfrøði

LærariNámsfrøði

Sjúkrarøktarfrøði

Samfelagsvísindi

FøroysktStjórnmálafrøði

Søga

Fróðskaparsetur Føroya + 298 352500 setur.fo. .

>>

sta

blað

síða

Page 3: Pisan 2010

4 5

heim-sins besta

útsýni

ongantíð keðir tú teg

allir hentleikar á skúlanum Nordens

Paris

eitt kulinariskt upplivilsi

lærdómur er lættur at

beratú

fært veruliga samband við læraran

man fær netverk um

allan heimin

lærdi minst líka nógv

við síðuna av skúla-num

ein spennandi mótabýur

PISAN 2010Lesandi úr ymiskum londum siga frá teirra uppliving av lestrarlandinum og útbúgvingini

126 lesandi á hægri lærustovni fingu í ár ÚSUN stuðul til skúlagjaldið. ÚSUN stuðul verður veittur lesandi

uttanfyri Norðurlond.

Her er alt ið ein lesandi hevur

brúk fyri

Eg elski mítt lív

her !!

Í fjør vóru um 1800 føroyingar undir hægri útbúgving í Føroyum

ella uttanlands

- onkur longri burturi enn annar ...

Mann livir so leingi mann

lærir

>>

sta

blað

síða

Page 4: Pisan 2010

6 7

Eg eri ein heldig lús... Vakni upp um morgunin við at sólin kagar inn gjøgnum vindeygað og vermir mær um andlitið, busti tenn og fari niður undir í køkin, har ið góðir kollegiivinir gera alt fyri at geva hvørjum øðrum eitt gott kornflekshumør. Eg skeiti at klokkuni, um tveir minuttir byrjar tímin, men eg uggi meg við, at eg geografiskt sæð bert eri tveir minuttir frá universitetinum til gongu, harafturat pl-agar lærarinnan at koma ov seint, og um eg so komi ov seint, taki eg bara kakur ella blomstur við. Verði næstan altíð noyddur at renna, á vegnum heilsa villar várblómur og tann fólklsligi pilsuvognseigarin mær við morgunreinum brosum. Í labirintgongjunum á universitetinum eru altíð onkrar fittar gentur, sum geva einum eyka energi til at leypa upp trappurnar (Université de Provence er kvinnudomine-randi við meiri enn dupult so nógvum gentum sum dreingjum), so standi eg tivandi framman fyri hurðini. Gloppi hurðina. Aftur ov seinur í dag. Studentarnir og lærarin-nan grína eitt sindur, sum eg ørkymlaður seti meg á ein stól. Dagurin er byrjaður.

Málvísind í Aix-en-Provence

”Hava foreldrini hjá tær veruliga kallað teg fyri NAPOLEON!!?”, er tað vanliga aftursvarið

>>Suður-frakland

Frá dreymi til veruleikaSíðan tíðina í Hoydølum havi eg altíð droymt og tosað um at fara til Frankarí-kis, men aftan á tvey ár í arbeiðsstúv-lum, gjørdist tað ov stuttligt; fólk byrjaðu at halda, at eg var í Frankaríki, so nógv hevði eg gabbað um ætlanina. Tá ið eg ein dagin í juni 2008 át døgurða saman við einum vinmanni í Hvonn, fall fim-moyra. Mín góði vinmaður hugdu meg ál-varsamt inn í eyguni og segði: “Nú hevur tú tosað um hatta í fleiri ár. Nú haldi eg, tú skalt taka teg saman!”So 215 ár eftir at Nólsoyar Páll hevði stungið nøsina í franska mentan og se-inni tikið navnið “Napoleon” við sær heim til Føroya, møtti eg í apríl mánaði 2008 einum fronskum fólkalívsfrøðingi, sum granskar í Føroyum og Íslandi. Hann fortaldi mær um universitetið í Aix-en-Provence (www.univ-provence.fr), sum sambært honum er tað besta boðið aftan á La Sorbonne (París), tá ið tað kemur til fólkalívsfrøði, og hevur tað eisini eitt ótal av málum at bjóða. Hann bjóðaði sær at taka væl ímóti mær, um eg valdi Aix-en-Provence sum lestrarbý.

Á málskúla fyrstVið stuðli og eggjan frá foreldrum og góðum fransktlærarum, tók eg avgerði-na at melda meg til eitt málskeið fyri útlendingar á Université de Provence í Aix-en-Provence. Hetta er ein upplagdur og stuttligur máti at koma at kenna fólk, mál og mentan, ístaðin fyri at missa seg sjálvan burtur á universitetinum uttan at fáa stundir til at hugsa – og droyma. Málskúlalærarar hava tað motto, at ein lærir best, tá ið tað er stuttligt, og tað sosiala í einum málskúla er heilt upp í topp. Eg tori næstan at siga, at tíðin á málskúlanum er ein tann mest ævintýr-liga og spennandi tíðin í mínum enn unga lívið. Skúlin er bara ein brotpartur av málsligu innlæringini, tí tú tosar og hoyrir jú franskt alt døgnið runt, og tískil svevur mann sum ein steinur teir fyrstu tveir mánaðarnar. Ein fyrimunur er eisini, at enskt er eitt banniorð í undirvísingini, og harafturat duga fransmenn so deiliga illa hetta “verðinsyvirtakandi” málið.Í Aix-en-Provence eru fleiri málskúlar, so sum mín egni “S.C.E.F.E.E.” á uni-versitetinum (http://sites.univ-provence.fr/wscefee/), har sum Tordis eisini hevur gingið síðsta semestur. Her fær mann eina føling av at vera á universiteti, tóat

málskúlatímarnir meiri eru at líkna við sjónleikir, har ið tað ikki einans er læra-rin, ið hevur orðið. Skúlin “I.E.F.E.E.” (http://www.iefee.com/) er absolutt ei-sini eitt gott boð, tí at hann veitir øllum næmingum eina vertsfamilju at búgva hjá. Hesir báðir nevndu skúlarnir eru ikki kostnaðarmiklir (fyri eitt heilt ár ko-star teir ávikavist 11.760 (mín skúli) og 13.598 kr) . Málskeiðir eru tað nógv av í Frankaríki, og herfyri møtti eg nøkrum ljóshærdum svenskarum, sum ganga á einum skandinaviskum skúla í Aix, ”In-stitut Scandinave” (http://www.is-aix.com/spip.php?article1041). Tilmeldingin kann gerast stutt áðrenn, at skeiðið byrjar.

Fyrsta inntrykk (anno 2008)Sum eitt óskrivað blað, upplivdi eg tey fyrstu inntrykkini av Suðurfraklandi. Eg las øll skeltini, eg gekk framvið. Eyglei-ddi fólkariðilin á flogvøllinum. Spurdi meg sjálvan, hvussu ein rættur fransmaður mundi síggja út: Myrkt hár, stóra nøs og brún eygu? (stereotýpan)Familjan og eg eru á tokstøðini. Gjøg-num glasloftið skínur tað eyðkenda bjarta provensalska dagsljósið (ei undur í, at

Tað sosiala á málskúlanum er

heilt upp í topp. Ein fær vinir allastaðnis frá, sum

eru saman um eitt: at læra franskt

NAPOLEON SMITH, 22 ÁR

>>

sta

blað

síða

Page 5: Pisan 2010

impressionistarnir valdu hesar leiðir), sum fer at fylgja okkum allan vegin. Ljósið, blandar seg við kvinnurøddina í hátalaranum, og í luftini sveima ósvaraðir tankar. Tokið kemur.Teir fyrstu mánaðirnar var eg sum eitt sum eitt lítið barn. Seyg til mín. Onki var gerandisligt, alt var meir ella minni eksotiskt og spennandi. Eg varð ímóti mínum væntanum sera væl móttikin sum útlendingur.

Aix-en-Provence í heimsins nalvaAix-en-Provence er ein sjarmerandi fran-skur studentabýur einans tjúgu minuttir norðan fyri stórbýin Marseille og ekso-tiska dunnuhylin Miðjarahavið. Veðrið er so milt og sólbakað, at tú kanst hanga eina hosu upp á ein snór uttan klemmu, gloyma hana í tríggjar vikur, fyri síðani at síggja, at hon ikki hevur flutt seg ein tumma. Í andsøgn til

Marseille (grikskan uppruna) varð Aix grundlagdur av rómverjunum um ár 122 fyri Kristi føðing; áðrenn rómverjarnar vóru tað sjálvandi teir tiltiknu Asterix og Obelix (eitt keltiskt fólkaslag), sum hingu út her. Eg gjørdist alt fyri eitt forelskaður í byg-gilistini í miðbýarøkinum, sum er elligomul og ævintýrlig: smáar standmyndir innhøg-dar yvir vindeygum og hurðum, deiliga skeivir og litfagrir tekjusteinar, gamlir skorsteinar, brústeinsgøtur og springvøtn. Men so var tað eisini býarandin, tað ríka kafé-lívið og matstovulívið, sum bertók meg og familjuna. Aix-búgvar dáma væl at njóta lívið, og vín og matur trýtur ikki í nøkrum króki; hesin serstaki franski hátturin at hugna sær, rópa tey “ l’art de vivre” (listin at liva). Á høvuðsgøtuni “Cours Mirabeau” er tað sum á Ólavsøku hvønn einasta dag. Við tíðini leggur ein eisini merki til, at fólk flest dáma væl at pynta seg. Tann fyrsta veturin var tað

hægsti moti at ganga i svørtum, men eg timdi ikki at taka lut i nakrari geran-disligari jarðarferð, so eg for heldur i ta pinklittu skjurtuna.At vera studentur í Aix er litfagurt og spennandi. Býurin er passaliga lítil við einans 140.000 íbúgvum (fínt hjá einum føroyingi at byrja við), harafturat er ein triðingur av teimum studentar úr bæði Frankaríki og øllum heimsins herða-hornum. Møguleikarnir fyri stimbran, avbjóðing og menning eru nógvir. Stu-dentaumhvørvið er ein væl kryddraður smeltipottur, so nógv ymisk fólkasløg, mál og mentanir, ja, - ein kennir seg sum í heimsins nalva; harafturat hevur tú Marseille og Miðjarhavstrondina beint uttan fyri hurðina.

Napoléon BonaparteUm tað finst ein máti at blíva heimsken-dur i Frankariki uppá, so er tað at eita “Napoleon” sum fornavn. Fólk gerast heilt ørkynlaði, ta ið eg opni munnin og sigi, at eg eiti Napoleon, ja, har eru eini trý sløg av reaktiónum. Sum oftast flenna tey ovfarin og vóna, at eg bara tvætli (í teirra heimsfatan hoyrir navnið Napoleon einans heima í søgubokunum). Navnið Napoleon gerst ofta dagsins vittigheit, tá ið eg læri nýggj fólk at kenna.Tað, at koma frá Føroyum er sjálvan-di eitt bonus til dagsins vittigheit, men síðani fótbóltsdystin i fjør er tað brádliga vorðið lættari at greiða frá um Føroyar, og sum oftast fái eg eitt grínandi smíl afturfyri (fótbólturin ger okkurt gott hóast alt).

Tak yvir høvdiðOkkurt skal mann búgva í, segði maðurin. Og við bústaði kundi eg ikki verið meir

>>Suður-frakland

Provensal-ska sólarljósið er

tiltikið. Hvítir heyggjar og uppturkaðir runnar, veðurlagið er milt sum

miðjarahavið.

heppin. Tá ið eg kom suður til Aix-en-Provence við familjuni fyri at búgva tvær vikur saman í eini ferðaíbúð, hevði eg onga áning um, hvar ið eg kundi búgva. Býurin er ein væl umtóktur, bæði hjá fransmonnum og hjá ferðafólkum, tiskil eru íbúðarleigurnar tíverri farnar nógv upp seinastu nógvu árini. Eg leitaði í nakrar dagar, og sum frá himlinum var eg so heppin at finna eitt bíligt kamar á einum teologiskum kollegii, sum liggur beint við síðuna av bæði univer-sitetinum og ítróttarhøllini – eitt lítið hugnaligt smørhol við einum ríkum felagslívi.Tað eru sjálvandi ikki øll, sum eru eins heppin og eg. Summi gjal-da dýrar dómar fyri okkurt lítið fuktigt hol. Men leitar mann, so finnur mann i síðsta enda. Og sum áður nevnt, so hevur málskúlin ”I.E.F.E.E. tøkar vertsfamiljur í býnum; at kunna seg um bústaðarmøguleikar í góðari tíð ger sjálvandi ikki støðuna verri.

Lærarar sum duga at gera eitt hvørt turrisligt fak til eina “ævintýraferð”Eftir at eg hevði staðið ta atgongsgevan-di málsligu royndina D.E.L.F. (sum svarar til TOEFL í Englandi), brúkti eg summarið at hugsa meg um, hvørja fakliga leið, eg nú skuldi velja á universitetinum. Fyrst valdi eg bókmentavísind, men skjótt fór eg yvir til málvísind við týskum sum síðu-fak. Næstan øll sleppa inn á universitetið (í mótsøgn til fronsku elituskúlarnar ”Grandes Écoles”, sum næstan eru ómø-giligir at sleppa inn á), og at byrja við kann ein royna fleiri lærugreinir, áðrenn

endaliga valið verður tikið; eg plagdi at fylgja við í øðrum fyrilestrum, so sum í fólkalívsfrøði. Universitet er nakað sum ein buffet við nógvum ymiskum meira ella minni leskiligum.Í Frankaríki eru tey universitetini bæði almenn og bílig. Eg havi goldið slakar 3.000 krónur fyri bæði lestur, ítrótt og sosiala trygging í eitt heilt ár; mann kann velja upp til tvær ítrottargreinir, og í mí-num føri gjørdist tað til tveir dansitimar

um vikuna.Málvísind, Science du langage, ella lin-guistics, sum tað eitur á enskum, er ein lærugrein fyri málelskarar. Vit læra eitt sindur um øll tey 7000 málini, sum verða tosaði kring allan knøttin, um hvussu málfamiljurnar hanga saman, um up-pruna og menning, um málpolitikk, men eisini um tað musikalsku síðuna av ok-kara málburði sum jarðarbúgvar. Lærara-rnir liva fyri tað, teir undirvísa, og ser-liga eru tað tveir av mínum lærarum, sum fáa tríggjar samanhangandi tímar at

virka sum tríggjar minuttir, so spennandi og smittandi eru teir við teirra vitan og eldhuga. Eg minnist væl byrjunartíman í fyrsta semestri, tá ið ein av mínum mergjaðastu lærarum, tann víðgongdi multilingvisturin Tournadre, segði við flok-kin, at nú skuldi hann vísa okkum nakað ótrúliga sjáldsamt, sum vit ongatíð høvdu sæð fyrr í lívinum; so vendi hann sær til mín á svenskum og segði: “Kammerat Napoleon, kom upp her og bend okkum “hestur” á føroyskum upp á talvuna”. Fyri

málfrøðingar er føroyskt eitt eksotiskt undurverk, tí tað er berari av teimum fornastu for-

munum av teirri ger-mansku málfamiljuni.Mann skal velja eitt síðufak fyrsta árið, og

annars velur mann eitt lítið eykafak hvørt ár (í málvísind velur mann eitt mál eyka). Eg lesi so

týskt sum síðufak.Lærugreinin málvísind breiðir seg víða við nóg-vum fjølbroyttum teo-retiskum og praktiskum

lærum, so at mann fær eitt sunt málfrøðiligt grundarlag, áðrenn

mann annað árið fær møguleika at ford-júpa seg í einum ávísum, t.d. tí at gerast fransktlærari fyri útlendingum (FLE). Um ein ætlar at gerast fransktlærari ber ei-sini at byrja við at lesa bókmentavísind.

Aftan á skúlan kemur frítíðinTil tey, sum síggja universitetslívið sum nakað grátt og keðiligt, so er tað at vera studentur annað enn fjøll av støvutum

>>

sta

blað

síða

Page 6: Pisan 2010

10 11

bókum. Mánakvøld syngi eg í tí teolo-giska kórinum, og síðan hava vit eina felagsmáltíð á kollegiinum, sum eg meti vera hjarta í kommunismuni.. nei, eg meini tí góða felagslívinum. Týskvøld gangi eg til eitt skriviskeið, har ið mín góði vinmaður, yrkjarin Marien gevur ok-kum íblástur at skriva okkara egnu yrk-ingar og søgur; onkuntíð fara vit inn í býin ella heim til onkran at lesa yrkingar-nar upp. Mikukvøld plagi eg javnan at vera í einum studentabíbliubólki. Hósdag fer pulsurin upp við dansivenjing í høl-lini við síðuna av. Og Sunnudagar plagi eg at fara í onkra kirkju, serliga eina í Marseille, har sum eg fann mín fyrsta vinmann, sum kemur frá Madagaskar. Annars dámar mær stak væl ikki at vera ov planlagdur, at liva í núinum og at fer-ðast av og á.Tá ið mann gongur á universiteti verður mann roknaður sum vaksin (ella mann skal helst ikki sita og skjóta viskileður eftir næminginum frammanfyri). Lesur mann ikki upp á, so er tað eins egna problem. Men dámar mann tað, mann lesur, so er tað eitt spæl. Pápi mín skuldi eina ferð siga, “Mann lærir so leingi sum mann livir”, men kom til at siga “Mann livir so leingi sum mann lærir”, og so bleyv hann so hugtikin av sannleikanum í hesum feilsetninginum.

Vansar?Tá ið eg eg gjørdi av at fara til Frak-lands at lesa, fyrireikaði eg meg uppá, at skrivstovuveldið kann vera droytt at fáast við. Tað sigst, at longur suður ein ferðast, strævnari og drúgvari gerst pap-pírsarbeiði. Nakað av veruleika er væl í hesum ástøðinum, men nógvar av ad-ministrativu trupulleikunum, eg havi verið ígjøgnum, kunnu lættliga sleppast undan, um ein setur seg væl inn í tingini frá byrjan av.

Ein onnur meira persónlig atfinning ímóti fronskum mátum at gera tingini uppá, er svimjihylurin! Haldi, at eg bara eina ferð havi verið og svomið í tí lokala svimji-hylinum í Aix. Sum eg kom inn í man-nfólkaskiftirúmið, so stóð ein fongsuls-vaktaktig madamma harinni og eygleiddi mannfólkini, sum fóru inn í sovorðni smá skáp at skifta. Eg var ikki meir enn ko-min út úr skápinum, so legði hesin kvin-nuligi kontrolørurin eftir mær, tí at míni svimjisjorts “vóru ov víð”.

Pasta og ketjuppSum føroyingar eru vit teir mest forkelaðu studentarnir i heiminum, tá ið tað kemur til stuðul til lesandi. At finna arbeiði hjá einum føroyskum er ein marglætistrupu-leiki samanborið við lesandi úr øðrum londum. Eg kenni fleiri, sum ikki hava stundir til skúlating, tí at tey eru noydd at arbeiða sum hestar fyri at yvir-liva. Ein amerikan-skur vinmaður segði mær, at hann var givin at lesa og for at læra til ba-kara, tí at pen-garnir ikki rukku til útbúgvingina, hann hevði verið í gongd við.Nóg mikið um tað, vit kun-nu bert vera takksom og gera brúk av teimum góðu stuðulsmøguleikunum, sum eru til taks frá bæði føroyskari og dan-skari síðu. Um farið verður á málskúla finst ein málskúlastuðulsskipan, har ið alt skúlagjald verður dekkað, um skú-lin í minsta lagi fevnir um 15 timar um vikuna; harafturat fær ein livikostnað í seks mánaðir, um ein longu hevur lært málið frammanundan. Ein má tá hava í

huga, at hetta er eitt lán, inn til ein er farin á universitet at lesa innan eitt ávíst tíðarskeið eftir málskeiðið. Eisini kann ein søkja í góðari tíð um ferðastuðul og fáa eina ókeypis bilett aftur og fram árliga. Tá ið ein so er sloppin inn a universitet er nógv pappírsarbeiði at orðna fyri at fáa tann gylta SU stuðulin; vælsignaði orðnið SU í góðari tíð, tí nústani havi eg fingið pappírini upp á pláss og bíði nú eftir pengunum.

Vælkomin til FrankaríkisErt tú ein av teimum ævintýrhugaðu, sum vil fara longur upp um bøgarðararnar enn Øresundskollegiið ella Aberdeen, so er Frakland eitt gott alternativ. Vit eru na-krir fáir føroyingar búgvandi runt um í landinum, t.d. Bjalla i Lyon, Carl Herup í París og so veit eg um nøkur, sum eru á málskúla onkustaðnis niðri við miðjar-

havstrondina, her ið sól og summar ráða fyri borgum.Føroyingar finnast allastaðni, sigst, men sum nú er, telji eg 100% av føroyska be-

fólkniginum í Aix-en-Provence. Tit eru vælkomin at seta tyk-kum i samband við meg,

um tit brenna inni við spurningum viðvíkjandi málskúla ella universiteti

í vínsins landi. Fleiri og fleiri vísa seg at vera áhugaði í at koma higar á mál-skúla, so vónandi verði eg partur av eini komandi føroyskari minikoloni her suðuri í framtíðini.Til seinast vil eg takka øllum teimum, sum hava verið við til at stuðla, hjálpa og eggja mær í mínum lestrarvalið.

Napoleon Smith, 22 ár

>>Suður-frakland

At vera lesandiVit í Eik bjóða tær ein pakka av tænastum, ið kunnu gera lívið hjá tær sum

lesandi lættari, t.d. NemKonto, Kort, Netbanka og Lestrarkreditt við sera

góðum treytum.

Les nærri um Ungdómspakkan á www.18-25.fo, har vit eisini hava góð ráð

til tín, ið ætlar tær uttanlands at lesa

www.18-25.fo

>>

sta

blað

síða

Page 7: Pisan 2010

12 13

Tá eg tók avgerðina um at Keyp-mannahavn skuldi vera mín

lestrarbýur, visti eg beinaveg at eitt ella fleiri semestur skuldi takast aðrastaðni í heiminum. Hvar ella nær fann eg ikki útav fyrr enn væl áleiðis í útbúgvingini.Eg lesi dagliga Landslagsarkitektur á KU – LIFE ( Det Biovidenskabelige Fakultet, Københavns Universitet, fyrr Kgl. Veterinær og Landbohøjskole). Sum landslagsarkitektur er rættiliga umráðandi at fylgja við hvat rørir seg innan fagið – bæði innan og uttanfyri landoddarnar, og hetta var bert ein av orsøkunum til at eg setti mær fyri at taka ein part av útbúgvingini ut-tan fyri Danmark. Tað er ymiskt nær fólk taka tílík semestur, men á mínu útbúgving er tað vanligasta at fara út

aftaná loknan bachelor – tvs á 4. árið ella 7 semestri, og hetta var eisini tað, ið eg valdið at gera. Møguleikarnir fyri hvar man kundi fara, vóru nærum óendaligir, men eg valdi rímiliga skjótt at eg gjarna vildi vera innan fyri Evropa, og skiftisski-panin eitur tá ERASMUS, ið er eitt samstarv millum tey flestu univer-sitetini í ES.

Eitt semester í MilanoMítt val fall á Milano, Italia. Orsøkir-nar vóru ymiskar, eitt nú at tey bjóða altjóða kandidatgreinar – tvs at læru-greinirnar vóru á enskum.Alt er tó eitt sindur óvugt í Italia, og sera ringt var at fáa nærri upplýsin-gar um skúlan, undivísingina og um

alt sum heild! Men inn kom eg og mitt í august 2009 fekk eg boðini um at møta á skúlanum 21. septembur til “ registration day”. Eg fór bein-avegin í gongd við at arrangera mítt uppihald – ella at royna! Eg fann so líðandi útav at tað lættasta var at taka tingini sum tey komu og bara fara avstað. Mitt í septembur stóð eg so á Milano Stazione Centrale lættari forvirrað. Uttan nakað stað at búgva, lítlan og ongan kunnleika um italien-ska málið og slettis ongan kunnleika til býin! Men her vísti facebook seg at vera ein sera góð hjálp og tað gingu ikki nógvir dagar áðrenn eg gjøgnum bólkin ESN MILANO (Eras-mus student network) á Facebook, hevði funnið eitt kamar í eini stórari herskabsíbúð frá 1800 talinum, ið eg skuldi deila við 6 øðrum. Eitt sindur av eini umvelting tá man er vanur við sína egnu lítlu studentaíbúð.

Landskabsarkitektur á KU–LIFE Skiftisnæmingur í Milano

Malan í Milano

Skiftsskipanin ErasmusTá man ferð til Evropa við Erasmus, er man rættiliga priviligeraður av, at man allatíð meðan man er uttanlands, er registreraður sum lesandi á sínum heimahoyrandi univer-sitetið. Eitt Erasmus semestur er ein partur av tíni útbúgv-ing, so man fær uttan nakrar trupulleikar SU. Man skal ikki gjalda lestrargjald og haraftu-rat fáa øll eitt Erasmuslegat, svarandi til uml. 1100-1200 evrur fyri hvørt semestur. So peningaliga nýtist tað ikki at vera ein stór kollvelting at fara avstað.

SkúlaskipaninTá 21. septembur og “registra-tion day” kom, fór eg – eins og allir hinir 800 Erasmus studen-tarnir – til skúlan Politecnico di Milano fyri at skráseta meg og væntandi byrja skúlagong-dina. Men so varð ikki heilt! Hesin dagurin bleiv brúktur til at standa í røð í uml 4 tímar til at vísa eitt papír, ið man hevði móttikið frá italienska skúla-num um upptøku sum erasmus studentur. Vit fingu eitt num-mar og síðani boðini um, at vit nú høvdu 2 vikur til at finna fram til hvørji fag man hevði hug at velja, áðrenn undirvís-ingin byrjaði fyrst í oktobur. Fyrsta fatan av skúlanum var sera generel fyri flestu skift-isnæmingarnir, tað var øgiligur mangul uppá struktur. The Ital-ian System! Skipanin hjá teimum við at velja fag, var sera forvirrandi og ringt var at finna nágreiniligar upplýsingar – kan-ska tí meginparturin var á italiens-kum!?Eftir mikið stríð fann eg tó fram til nøkur fag og møtti so spent upp tá undirvísingin byrjaði. Tá funnu vit útav, at tað ikki var heilt rætt at kan-didatútbúgvingarnar vóru á enskum. So har sótu vit – eg og 2 aðrir Eras-mus næmingar - so fitt og fylgdu einum fyrilestrið á italienskum!

Øðrvísi undirvísingEitt, ið eg hevði fingið at vita frá øðrum, ið høvdu verið við Erasmus, var at skúlin ikki var tað, ið fylti mest í gerandisdegnum á einum tílíkum uppihaldi, og hetta vísti seg at vera rætt. Eg hevði undirvísing mánadag til mikudag og frí hinir dagarnir. Undirvísingin var rættiliga øðrvísi enn tað man vanliga kennir frá Danmark. Eitt var, at tað var rímiliga strang møtiskylda – lærarin rópti nøvnini upp í hvørjum tíma eins og man kennir til frá fólkaskúlanum. Tað kendi eg ikki til frá universitetinum í Danmark.Tað vanliga í hvørjum tíma var at

professarin, ið hevði ábyrgdina fyri faginum, helt ein longri fyrilestur. Tá hesin var liðugur, fór professarin avstað, og hjálparfólk – ið vóru eldri lesandi - stóðu fyri vegleiðingini til verkætlanirnar, ið vit arbeiddu uppá í bólkum. Professarin virkaði mest sum ein profilur fyri fagið, heldur enn ein, ið lærdi næmingarnar nakað serligt.À skúlanum í Keypmannahavn eru vit von við, at lærararnir eggja okkum til, at vit sjálvi skulu kreativt tulka okkum fram til, hvussu verkætlanin skal loysast. Hetta sást ikki aftur í Italia. Lærararnir settu ein máta fram at loysa uppgávurnar uppá og so var

Tað er eitt spæl at keypa ferðinaá netinum...

Bókað flogferð, bil og hotel á atlantic.fo Alt tær nýtist til ferðina finnur tú á okkara heimasíðu. Far inn á atlantic.fo og bílegg tín ferðaseðil, tín bil og títt hotel. Sera lætt. Tað einasta, tær nýtist, er eitt gjaldkort.

sansir.fo

Tel 34 10 10 atlantic.fo

>>

sta

blað

síða

Page 8: Pisan 2010

14 15

Jógvan Svabo SamuelSen er klaksvíkingur og 29 ára gamal. Hann lesur jura á Københavns Universitet á fimta árið. Hann hevur verið limur í MFS í 5 ár og hevur síðstu 3 árini starvast sum skrivstovufólk hjá MFS.birita í Dali er 23 ára gomul og kemur úr Trongisvági. Hon lesur Stjórnmálafrøði á Københavns Universitet á øðrum árið. Hon gjørdist limur í MFS í januar og er nú forkvinna í Keypmannahavnarnevndini.CeCilia nolSøe PoulSen er úr Froðba og er 24 ár. Hon lesur Erhvervsøkonomi og Psykologi á Copenhagen Business School á triðja árið. Gjørdist limur í MFS í 2007 og hevur síðani januar í ár verið forkvinna í MFS.

MFS skrivstovan er í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A, har flest okkara tiltøk eisini fara fram. Skrivstovan er opin týsdag og hósdag millum kl. 16 og 18. Ein er vælkomin at seta seg í samband við okkum, um einum tørvar svar uppá spurningar ið viðkoma teimum lesandi. Tað verði seg spurningar um SU, føroyafrádrátt, ferðasetuðul og annað.

Tú kanst eisini fáa fatur á MFS via teldupostadressuna [email protected], á tele-fon (+45) 50 46 77 35 ella við at vitja heimasíðu okkara www.mfs.fo.

Í síðstuni hevur virksemið í Keypmannahavnar nevndini verið stílað ímóti sosialum tiltøkum fyri teimum føroysku lesandi í Keypmannahavn. Málið er at samla tey lesandi, ikki bert til gaman men eisini til álvara, við upplýsandi tiltøkum um ymisk aktuel føroysk viðurskifti.

Av tiltøkum kunnu nevnast ræstkjøtaveitlsa, dansir í føroyingahúsinum, árliga lestrarstevnan á Christiansborg, frásagnir um býráðs- og løgtingsval tá hesi eru og ”at flyta heimaftur”.

Tiltøkini verða lýst á heimasíðuni, á Facebook og plakatir verða hongdar upp runt á kollegiunum. Komið og verið við í MFS, tað er ókeypis! Á tann hátt kunnu tey føroysku lesandi samlast og virka fyri at betra um okkara kor!

vænta at øll fylgdu teirra atferðum. So tað var rættiliga torført at menna seg kreativt og fagligt hetta semes-trið í Milano – á skúlanum í hvørtfall!

Sjálvt um skúlin og undirvísingin ikki livdu upp til mínar vónir, so vil eg meta mítt Erasmus-semestur sum eina sera góða og lærurí-ka tíð.Tað er ein stór avb-jóðing at fara avstað frá tí trygga og vælk-enda, til ein heilt ókendan bý, púra einsamøll og uttan nakað stórvegis trygdarnet.Tað er ein sera góður máti at læra at síggja tingini við nýggjum eygum og læra hvussu tey síggja tingini aðrastaðni. Og sjálvt um eg ikki føldi, at eg lærdi tað stóra á skúlabonki-num, gjørdi eg hetta aðrastaðni. Eg

lærdi at fáa alt at hanga saman í einum púra ókendum býi, lærdi at takla ymiskar óvæntaðar støður á einum ókendum málið, lærdi nógv nýggj spennandi fólk at kenna, lærdi suðurlendska mentanina at kenna – saman við nýggjum vinfólkum frá

øllum Evropa – vin-fólk sum man fekk yvirraskandi skjótt, tá hugsa verður um at man ongan kendi fyrsta dagin. Sum heild er eitt tílíkt

uppihald meiri ein persónlig men-ning og avbjóðing, heldur enn ein faglig menning, og eg føli meg betri “rustaða” til at taka ímóti ymiskum avbjóðingum, ið eg væntandi komi at møta í framtíðini.So ja, eg vil við stórari gleði mæla øllum til, ið umhugsa eitt semestur ella 2 sum skiftisnæmingur at taka

av møguleikanum. Tað er ein ógloy-mandi tíð og man fær netverk um allan heimin, sum kunnu gerast gull verd seinni í lívinum. Onnur, ið hava áður verið burturi, greiða eisini frá, at eitt tílíkt uppihald er sera gott á einum CV. Arbeiðsgevarir seta stóran prís á umsøkjarar, ið tora at taka avbjóðingar, kjansir, tora at leypa út í nakað ókennt. Og ja, tað er eingin ivi í, at tað følist sum at man leypir út í nakað púra ókennt, tá man knappliga býtir gerandisdagin, frá góða kenda skúlanum í Keypmannahavn, um við ein nýggjan gerandisdag á einum stórum ókendum universitetið!

Malan í Jákupsstovu Magnussen

“man fær netverk um allan heimin sum

kunnu gerast gull verd seinni í lívinum”

FiskivinnuútbúgvinginBachelor fiskivinnuútbúgvingin í Tromsø er ein breið vinnuútbúgving, har dentur verður lagdur á fjølbroytni fram um spesialisering. Ein lærir um so at siga allar síður av vinnuni - alt frá lívfrøðini hjá fiski og stovnsrøkt til marknaðarføring og fíggjarstýring. Bachelorútbúgvingin gevur atgongd til master í ”fiskerifag”, har ein spesi-aliserar seg innan eina av átta ymis-kum greinum. Næstan øll undirvísing fer fram á Fiskerihøgskolen, sum er ein partur av Universitetinum í Trom-sø.

Gott lestrarumhvørviTromsø er ein rættur lestrarbýur, og tað er tætt ímillum tey lesandi. Av teimum uml 50.000, ið búgva á sjál-vari Tromsø-oynni, eru uml. 10.000 studentar, og á eini oyggj, sum ikki er størri enn tað dupulta av Nólsoy, gevur hetta eitt ótrúliga gott studen-talív. Møguleiki er fyri øllum hug-sandi ítrivum, alt frá teimum vanl-igu føroysku ítróttarítrivunum til eina

rúgvu av øðrum mentunarligum og náttúru ítrivum. Um tað er náttúran sum dregur, so eru góðir møguleikar fyri at standa á skí og skoytum um veturin og ganga fjallatúrar og fiska um summarið, tá middnáttarsólin se-tir sín dám á. Eisini verður skipað fyri ymiskum festivalum og øðrum tiltø-kum. Við einum ríkum mentunarlívi og caféum á hvørjum horni, er tað ikki av tilvild, at Tromsø eisini verður kallað Nordens Paris.

Kostnaður og stuðulFøroysk lesandi í Norra fáa vanli-gan lestrarstuðul frá SU í Danmark, og útbúgvingarnar á Universitetinum í Tromsø eru ókeypis. Tey lesandi gjalda bert fyri bøkur og eitt lágt se-mesturgjald, sum fer til veitingar ut-tan um universitetið, t.d. ítróttarhøll, barnagarðar, kollegie og studentahús. Hetta viðførir eisini, at studentar kun-nu nýta hesi tilboð til ein rímiligan prís. Annars er prísstøðið sum heild nøkunlunda tað sama sum í Føroyum.

Hví velja Norra? Eg valdi at fara til Tromsø at lesa, tí at fiskivinnuútbúgvingarnar her norðuri hava gott umdømi í Føroyum, samstundis sum eg veit um fleiri føroyingar, sum hava lisið her fyrr. Eg eri ikki eitt stórbýarmenniskja, og við stórum áhuga fyri náttúruni var Norra eitt upplagt stað at velja. Van-sar við at lesa so norðarlaga í Norra eru myrki veturin og langi flúgvitúru-rin heim til Føroyar, men eg haldi at tað góða lestrarumhvørvið og nát-túran so væl og virðiliga uppvigar hesar vansar. Eg trívist væl í Tromsø, og til tey sum ivast, hvar tey skulu fara at lesa, so er Tromsø heilt víst vert at umhugsa.

Jóan Karl Joensen

” Tromsø er ein rættur lestrarbýur og tað er tætt ímillum tey lesandi”

Fiskivinnuútbúgvingin í Tromsø ein breið vinnuútbúgving

>>

sta

blað

síða

Page 9: Pisan 2010

16 17

Eg taki master í bókmenta- og mentanarfrøði á universitetinum

í Lund. Eg havi tvær bachelor út-búgvingar, onnur í íslendskum máli og bókmentum frá Háskúla Íslands og hin í almennari bókmentafrøði úr Lund. Seinasta hálva árið havi eg verid skiftisnæmingur á Bilkent Uni-versiteti í Ankara í Turkalandi.

Annarleiðis skúlaskipanÍ Turkalandi er alt øðrvísi, og uni-versitetið var ikki nakað undan-tak. Hóast støði var høgt, var tað í summar mátar sum at koma aftur í fólkaskúlan. Møtiskylda, uttanatslæra og karakterir fyri, hvat mann sigur í tímunum. Undirvísararnir eru altíð ógvuliga væl skipaðir og fyrireikaðir og krevja nógv av næmingunum. Um næmingarnir ikki eru aktivir í tímu-num, verða teir spurdir. Næmingarnir hava ofta framløgur, og við jøvnum millumbilum eru próvtøkur. Í Reyk-javík og Lund var eg von við, at tað var mest at gera beint upp undir próvtøkurnar, men soleiðis er tað ikki á Bilkent. Har ert tú allatíð undir trýs-ti, tí tú veitst ongantíð, nær tú kemur til eina óvæntaða próvtøku. Í Reyk-javík og Lund er undirvísingarhátturin heilt øðrvísi, og dentur verður lagdur á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at læra tað, sum verður

kravt fyri at klára próvtøkurnar.

Tvey sløg av lesandiBilkent er eitt kostnaðarmikið privat fróðskaparsetur, og tí er ikki óvanligt at síggja tey lesandi ganga við dýrum Gucci-urum og koyra í Mercedes bi-lum. Í Turkalandi er ein landsumfa-tandi upptøkuroynd til hægri læris-tovnar, og fyri at sleppa inn á Bilkent skal miðalkarakterurin í hesari roynd vera høgur. Tey bestu fáa lestrar-styrk frá Bilkent, men universitetið hevur eisini onnur lesandi, sum sjálv rinda skúlagjald. T.v.s. at tvey sløg av lesandi ganga har, tey, sum eru sera dugnalig og hava arbeitt hart fyri at sleppa inn og onnur, sum hava rík foreldur. Týðiligur munur var á hesum lesandi. Teir flestu turkar, sum eg las saman við, arbeiða hart og taka eini 9 fak hvørja hálvu, hóast 5 er tað kravda, og eru tí fyri tað mes-ta á skúlanum ella bókasavninum. Turkisku vinirnir, eg hevði, høvdu ikki nógva avlopstíð til “at hanga út í”. Teir fingu styrk frá skúlanum og høv-du ikki rík foreldur, tí var neyðugt at fáa góðar karakterir í øllum próvtøku-num fyri at fáa styrkin aftur komandi ár. Eg møtti ongum lesandi í Bilkent, sum hevði nakað arbeiði við síðuna av. Lund hevur skiftisavtalu við Bilkent,

og hvørt ár sendir Lund ein næming til Bilkent og Bilkent ein til Lund. Eg søkti Bilkent sum nummar eitt og slapp inn. Eg fekk stuðul frá evro-peiska felagsskapinum Erasmus, og teir guldu eisini fyri málskúla í tríggjar vikur, áðrenn universitetið byrjaði.

Munur á Lund og AnkaraLund er ein ótrúliga deiligur stu-dentabýur. Har er vakurt, hugnaligt og avslappandi stemningur. Ankara er heilt øðrvísi. Har búgva eini 5 mil-liónir, og har er altíð nógv ferð á. Men hóast tað, geva fólk sær góðar stundir at steðga á og eitt tað fyrsta, eg hugsaði, tá eg kom til Turka-lands, var hvussu blíð, hjálpsom, opin og vinarlig fólkini vóru. Turkaland er eitt stórt, vakurt og fjølbroytt land, maturin er eitt kuli-nariskt upplivilsi og málið flott, og tad er bíligt at ferðast innanlands. Eg nýtti hvønn møguleika, eg hevði - í frídøgum og nógv vikuskifti at ferðast runt í landinum. Tað hevur verið ein fantastiska spennandi og lærurík tíð, og eg vil mæla øllum til, sum hava møguleikan at fara sum skiftisnæmin-gur, at taka av.

Sanna Andrassardóttir Dahl

Master í bókMenta- og Mentanarfrøði í Lund og turkaLandi

>>

sta

blað

síða

Page 10: Pisan 2010

18 19

Eg havi fjakkað í Avstralien í eitt ár, so eg visti nøkulunda, hvat eg kom til. Seinast eg var í Brisbane dámdi mær tað als ikki, men kanska tí tað endaði við einum krasjaðum bili, 3 tí-mar leit eftir hosteli og ongar øl! Men hesu ferð er tað heilt annarleiðis, eg elski Brisbane! Aftaná eg kom heim frá Avstralien, møtti einari vinkonu sum fortaldi, at hon fór til Brisbane at lesa til foto-graf. Tá visti eg beinanvegin, hvat og hvar eg skuldi lesa. Eg lesið Bachelor of Photography á Griffith University. Ein fantastiskur skúli, sum liggur heilt perfekt fyri. Gongur mann 5 min. ke-mur mann til eina falska strond, 10 min kemur mann til Botanicle Gar-den, 15 min kemur mann til býin, ella um mann fer hin vegin kemur mann til Westend, har allir kulturar møtast og nógvar góðar cafe´ir eru. South Bank Campus er lítið, so tað er lætt at koma at kenna fólk. Eg búgvi í einum sharehouse. Eg valdi tað, tí at tað er bíligast og ei-

sini fyri at møta fólkið. Gott nokk tekur tað um-leið 35-45 min at koma í skúla, men eg búgvi

saman við einari, ið lesur tað sama sum eg, so mann er sjálvdan einsa-mallur á veg í skúla. Vit hava øll eitt ótrúliga gott samanhald, tá vit hava tíð fara vit á strendir, vatnhol, sun-day session og nógv annað.Men trúgv mær tað er ikki altíð lætt at vera so langt heimanífrá. Mann sleppur ikki heim til alt. Tað er ofta eg tonki ”shit eg missi nógv við at vera so langt burtur, alt tað vinir og familjan upplivur”. Men heilt erligt: Far! Tað er absolut tað vert!! Mann má velja millum summar ella jól hei-ma. Eg havi valgt summar, tí einki er betri enn summar í Føroyum. So kunnna jól vera hildin í 30 gradum á einari strond. Stuðulin hvønn mánað er umleið 5000 dkk, sum røkkur. Eg veit at fleiri føroyingar her velja at takað eyka 3000 í lán. Eg eri glað fyri at fáa ferðastuðul, men hevði vilja fingið meir. 7000 dkk er bert nokk til helvtina av túrinum. Sum lesandi er tað nógv at skula gjaldað 8000 dkk.

Haaa?!?! What hettar er undarligt, just sum eg sitið og skrivi hesa grein á central station, meðan eg bíði eftir næsta tokinum, síggi eg Barbaru Jo-ensen, sum lesur science í Surfers Paradis. Haha verðin er lítil! Eg má heldur fara at heilsa. Vit eru fleiri føroyingar her, meini vit eru 7. Vit møtast viðhvørt, og tá er tað deiligt at sleppa at tosa føroyskt aftur, sjálvt um tað hendir seg at samtalan ofta skiftist aftur til enskt; tað er flóvusligt at siga, men tað eru umstøðunar vit liva í. Tað er deiligt at royna at standa á egnum beinum, men so er tað eisini nakað sooo de-iligt at møta øðrum føroyingum sum vita hvat eg fari í gøgjnum. Onkrir av føroyingum hevði eg ikki nógv samband við heima, men her eru vit bestu vinir.

Tað eru absolut ”ups and downs” við at lesa so langt burtri. Men dekan og fari hetta er eitt upplivilsi!! EG ELSKI MÍTT LÍV HER!!

Beinta Beinisdóttir

Bachelor of Photography

Griffith University, Avstralia

Tað eru absolut ”ups and

downs” við at lesa so langt

burtri. Men dekan og fari

hetta er eitt upplivilsi!!

EG ELSKI MÍTT LÍV HER!!

>>

sta

blað

síða

Page 11: Pisan 2010

20 21

Áðrenn eg flutti yvir her at lesa i juli 2009, var Avstralia sól og sum-

mar, fremmant og spennandi. Hesa myndina havi eg minst líka nógv nu eg havi verið her i skjótt eitt ár. Fjøl-lini eru skift út við høg hús, mjørkin er skiftur út við sólina. Eg hevði ikki roynt at búð uttan-fyri Føroyar, áðrenn eg kom til Austra-lia. Mín heimstaður eitur nú Brisbane. Býðurin liggur mitt á eystur síðuni av Australia, mitt ímil-lum Sydney og Great Barrier Reef. Her er gott veður 10 mánaðir um árið og ein tími er at koyra til strondina. Árstíðirnar her er øvugt av hvat tær eru í Føroyum, summar er í desem-bur og vetur er í juli. Brisbane verður kallaður bygdasligur í mun til Syd-ney og Melbourne, men veksur og mennist skjótt. At býurin er stórur og nærum 2 mió. fólk búgva her, leggur ein ikki stórvegis merki til. Fjakkarar minnast sjálvdan býin serliga væl af-tana at hava verið framvið, sum sigur nógv um ta fyrstu kensluna ein kann fáa av staðnum. Býurin skal grans-kast eitt sindur áðrenn tú finnur teg til rættis. Universitetið, har eg gangi, eitur Uni-versity of Queensland og er ótrúliga stórt og flott. Á universitetinum gan-ga yvir 40.000 næmingar, men hóast tað so sært tu altíð fleiri kend andlit. Har eru fótbóltsvallir, 50m svimjihylur, tennisbanar, rennibreyt, beach volley vallir, ja nærum alt tú kanst ynskja tær. Eg eri í gongd vid tvær útbúgv-ingar í løtuni; onnur er ein samantvin-

nan av samskifti og sosial sálarfrøði, hin er ein business management útbúgving. Av tí at universitetið er tað best umtókta í økinum, er út-búgvingin kostnaðarmikil. Stuðulin fra Stuðulstovninum til útbúgvingar ut-tanlands er eisini við at minka nógv.

Ein fulltíðar lesandi hevur fýra lærugre-inar hvørt semestur, tvs. 8 lærugreinar um ári. Flestu læru-greinarnar eru settar

saman av einum tveir tíma longum fyrilestri og einum vanligum flokkstí-ma. Til fyrilestrarnar eru 200-500 næmingar, og í vanligu flokkstímu-num eru uml. 25 næmingum. Av tí at fleiri fyrilestrar verða lagdir á netið, minkar uppmøtingin nógv sum vikur-nar ganga. Men sum internationalur næmingur hava vit møtiskyldu, sum partur av loyvinum til at vera í landi-num. Fakliga fái eg nógv burturúr. Mær dámar ótruliga væl tað eg lesið og fyrilestrarnir eru sera áhugaverdir. Allir fyrilestrahaldarnir eru serstakliga væl útbúnir, men umhvørvið á skúla-num er heilt avslappa og tú brúkar bara fornøvn, tá tosað verður við lærarar. Ein hevur sjálv/ur ábyrgdina fyri at seta skála skemaði saman og av at velja lærugreinarnar sum útbúgvingin krevur. Hetta kann hava vid sær, at tú kanst faa frí tveir dagar um viku-na, skúlagongd um kvølðið ella enntá í vikuskiftinum. Ein skal ikki vænta altíð at fáa teir tímarnar ein ynskir, ti øll onnur mest sannlíkt eisini vilja hava somu tímarnar. Í flestu læru-

greinunum, sum eru teoretiskar, eru tvær skrivligar uppgávur sum telja tils. 50% av tínum karakteri og so ein skrivlig roynd sum telur 50%. Á skúlanum er eitt stórt internationalt umhvørvið. Næstan 9.000 av næmin-gunum eru aðrastaðni frá. Ein veru-leiki er tí, at tú verður væl við fólk sum fara avstað, og tú kemur mest sannlíkt ikki at síggja tey aftur. Tað er tí sera týðningarmikið eisini at koma nógv ímillum australiar og tad hevur verið ein jalig uppliving líka frá fyrsta degi. Australiar eru eitt sera fitt og avslappa fólkaslag.

Tað málsliga var ein stór avbjóðing, tað enska vit kenna er ikki heilt tað sum brúkt verður her. Eg tók enskt á hástig á student, men hevði tað torført í byrjanini. Dagliga málið er á tremur við “slang”, øll orð verða stytt og so er tað ta akedemiska málið, sum er øðrvísi aftur. Tað skal sigast at við at lesa kommunikatión eru høg krøv til, at hava góðan málburð. Føroyingar hava tó lætt við at læra mál og eg verði nærum altíð hildin at vera úr Kanada og hava enskt sum móðurmál. Tað krevst at tú ikki fel-lur í fátt, tá tú situr í tínum og ikki skilur, hvat tosað verður um. Ofta er neyðugt at tora at seta spurningar og at forklára, at tú hevur enskt sum triðja mál. Tað verða tey ofta ovfarin av at hoyra, og hjálpa tær tí gleði-liga, tá tørvur er á tí. Bústaðar møguleikarnir her eru góðir. Tað mest vanliga er, at trý til fimm fólk leiga hús saman. Kollegiir eru eisini, men tey verða rikin privat, so har er dýrari at búgva. Tað kann kor-tini vera torført at finna stað at búgva beint áðrenn eitt semestur byrjar, um tú vilt búgva tætt við skúlan. Buss

University of QueenslandKristina í Brisbane, Australia

sambandið er ikki tað besta, so eg vil viðmæla at tað verður hugsað um, hvar valt verður at búgva. Eg búgvi saman við trimum øðrum aus-traliarum og vit hava fimm australs-kar nábúgvar, øll eru lesandi í sama aldri og samanhaldið er ótrúliga gott. Vit eru sum ein familja, skiftast um at gera døgurðar til hvønn annan og finna uppá ymiskt saman á vikuskif-tunum. Eg búgvi sera sentralt og tætt við universitetið, so í umráðnum eru nógv onnur lesandi. Fert tú út, møtir tú næstan altíð fólkið tú kennir, frá skúlanum ella øðrum frítíðar ítrivum. Eitt tað mær dámar best vid býnum, er hetta avslappaða og vinarliga um-hvørvið. Hetta hevði eg ikki væntað av einum stórbýi. Baksíðan av at vera so langt vekk skal eisini nevnast. Eitt keðiligt er prísurin á billettum heim. Vit hava summarferiu í desembur, januar og februar og vetrarferiu í juli. Søkjast kann um stuðul frá Stuðulstovninum einaferð um árið á í mesta lagi 7.000 kr., men í juli mánað kann prísurin til Føroyar lættliga verða 17.000 kr. og tað er meira, enn ein lesandi hevur ráð at gjalda. Tað er sera ringt at fáa SU at røkka um tú ikki arbeiðir í feri-um o.l. Síðani eg kom her fyri einum ári síðani er kursurin á tí australska dollarinum hækkaður munandi. SU verður útgoldið í donskum krónum, so hvønn mánað veksli eg tað til australska dollaran til tann kursin sum er tann dagin. Hetta hevur við sær, at tá eg kom her fekk eg yvir $1.200 um mánaðin frá SU, men nu fái eg einans $970. Hetta er 1.200 kr. ($230) eg fái minni um mánaðan, har leiga, matur og alt annað eisi-ni er vorðið dýrari. Hetta hevði eg ikki skula hugsað um, um eg var í

Danmark. Eisini er tað ringt at hal-da sambandið heim vid 10 tímum á muni. Tá fólk heima á Føroyum fáa frá frá arbeiði, eri eg farin i song, og tá eg komi upp fara tey í song. Eg nýti facebook at senda mailar til familjuna fleiri ferðir um vikuna og so skypa vit, tá vit fáa tíðina at passa hja báðum pørtum.Mentanin her er ikki nógv øðrvísi enn í Føroyum. Eitt sum eg haldi vera stuttligt her er, at merkja at eingin jantelov er. Tað er heilt í ordan um tú heldur teg duga eitt hvørt og tað ávirkar ikki hvat onnur halda um teg. Eg visti ikki hvussu nógv hetta var lagt í okkum føroyingar, til eg kom at merkja mentanina her. Her verða tey eisini uppvaksin við at verða mett við onnur í ymskum royndum ígjøg-num fólkaskúlan, tad hava vit einki av heima. Ítróttur hevur sera stóran týðning fyri australiar. Tað tíðina vit nýta til søgu ígjøgnum fólkaskúlan, sum er eitt av lærugreinunum sum fyllir mest á skemaðnum, nýta fleiri av skúlunum her til at finna bestu ítróttargreinina til næmingin og men-na hann innan hesa ítróttargreinina. Her verður farið í fyrstaflokk, tá ið ein er fimm ár. Tey sum byrja á uni-versitetinum eru tí vanliga um seytjan ára gomul. Australia er sum land nógv størri enn eg hevði væntað. Tað er møguligt at flúgva á beinari leið í 7 tímar, uttan at koma út um landoddarnar. Yvir-raskandi er eisini, at fleiri sum eru uppvaksin í Brisbane ongantíð hava verið eitt nú í Sydney. Djóralívið er sera fjølbroytt og spennandi. Uttan-fyri húsini er altíð at finna pungrottur,

ravnar, flagurmýs, meyrir, eiturkop-par, villar kalkunir osfr. Vit hava eisini sæð smáar slangur av og a. Einki av tí er vandamikið, tað er bara at vera varin og tað venur ein seg skjótt við.Tað krevur nógv at flyta sítt lív hálvan vegin jørðina. Eg fann sjálv univer-sitetið eg vildi ganga á (sumt kann veljast ígjøgnum EDU í Danmark), so tað var bara møguligt at seta

fyrispurningar hjá ASK, annars skuldi eg gera alt sjálv viðvíkjandi skúla, visa, bústaði o.ø. Tú fært tað bestu

tíðna í tínum lívi, um tú ert klár/ur at gera tað sum krevst, tað er alt upp til ein sjálvan. Tað er tó sera men-nandi og ótrúliga spennandi. Tá tú hevur eina tí bestu stuðulsskipanina í heiminum fyri lesandi uttanlanda, hví ikki brúka hana. Eg verið ofta spurd, hví eg valdi Australia, og serliga Brisbane sum lestrarbý. Fyri meg var hetta sera nýtt og spennandi. Eg kundi her fáa eina útbúgving sum passar best til mín áhuga. Eg tók tað sum eina avbjóðing og tað havi eg ikki an-grað. Fólk eru ótrúliga løtt at koma at kenna her, bara tú tekur fyrsta stigið. Eg trívist sera væl ímillum nýggjar vinir fra øllum heiminum og tað eg lesi er sera áhugavert. At koma heim til Føroyar at ferðast er eisini nakað heilt serligt, tá ið ein býr so langt vekk. Avgerðin eg tók, um at koma til Australia at lesa, var tann besta eg havi gjørt og eg gleðist við tankan um at eg enn havi 3 góð ár eftir, at kunna uppliva alt tað, hetta landið hevur at bjóða mær.

Kristina Iversen, 23ar

Australiar eru eitt sera fitt og avslappa

folkaslag.

Eg tók tað sum eina avbjóðing og tað

havi eg ikki angrað.

>>

sta

blað

síða

Page 12: Pisan 2010

22 23

Eg havi lisið til pilot ella ATPL (Airline Transport Pilot Licence), sum tað eitur

á fakmáli. Eg gekk á einum skúla, ið eitur Airmed. Skúlin er í Valencia, Spania. Skú-lin er ein internationalur skúli, og fer un-dirvísingin fram á sponskum ella enskum. Airmed hevur vanliga 2 klassar koyrandi samstundis. Annar á enskum og hin á sponskum. Fyri at nýta hølir, lærarar og flogfør sum best er undirvísingin skipa so, at ein er í skúla aðru hvørja viku fyrra-part og aðru hvørja seinnapart, og span-ski klassin umvent. Tá ein so ikki hevur undirvísing, er flúgving ella heimarbeiði á skránni. Eg valdi hendan skúlan, tí millum annað hevur mær altíð dámt Spania sera væl, og tí at hesin skúlin var bíligari enn hinir. Lestrarlívið var ógvuliga strævið og hart til tíðir. Serliga byrjanin við tað, at tað bara var skúlagongd, og alt var nýtt. Tað at vera so langt heimanífrá, og fáa undirvís-ing á einum málið man ikki er vanur við, hjálpir ikki uppá støðuna. Teir fyrstu 9 mánarnar høvdu vit mest sum bara teo-ri. Tá so tað mesta av skúlagongdini og skrivligu royndunum vóra lidnar, gjørdist alt eitt sindir stuttligari og lættari. Tá var mest sum bara flúgving eftir. Tá høvdi vit meir tíð til at njóta landið, og onkur dagur fór við at liggja upp á longs á strondini. Undir útbúgvingini fekk eg SU og eisini hjálp úr Føroyum til at gjalda skúlan. Skú-lin kostaði í 2004 uml. Kr. 550.000. Við í prísinum var so eisini íbúð. Vit vóru uml. 2-3 úr flokkinum í hvørjari íbúð. Tað at búgva saman við øðrum persónum undir somu útbúgving, haldi eg, var sera gott fyri samanhaldið í flokkinum; og gjørdi tað eisini nemmari við heimarbeiðinum. Har

var altíð onkur rundanum, ið kundi hjálpa. Tað sum tiltalaði meg við skúlanum var millum annað klimaði. Eg kundi fáa skúlagongd og sólferiu alt í einum. Veðrið var sera gott og sjálvdan var flúgving av-lýst vegna veður. Ein annar fyrimunur var at uppliva eina nýggja mentan og møta fólki ymsa staðni frá. Í skúlanum vóru næmingar úr Norra, Onglandi, India, Sri Lanka, Algeria, Ísrael, Italia o.s.f. Tað at skúlin hevði næmingar úr øllum heiminum gjørdi upplivilsið nógv ríkari. Ein av van-sunum við at lesa í Spania er teirra hold-ningir til tíð. Tey hava ongan skund við nøkrum. Hetta er so eisini sjarman við Spania. Tann sokallaði “mañana” ella ”í morgin” lívstílurin. Hetta hevði við sær, at okkara flokkur bleiv meir enn eitt hálvt ár seinkaður. Fyri at koma inn á skúlan skal ein hava eina læknaváttan frá Ríkissjúkrahúsinum ella einum øðrum JAR góðkendum stað. Eitt sokallað ”class 1 medical”. Ein skal ígjøgnum eina læknakanning har so gott sum alt verður kanna. Hetta verður gjørt fyri at vita, um heilsan er í lagið. Handan læknaváttanin skal endurnýggjast einferð um árið. Skúlin krevur eisini, at ein tekur eina upptøkuroynd. Hendan upptøkuroynd inniheldur eina rúgvu av støddfrøði og so eisini Enskt. Støddfrøðin er fyri tað mesta cosinus, sinus og tangens.Eg eri ógvuliga glað fyri mína útbúgving og kann við vissu siga, at eg havi heim-sins bestu útsikt á mínum arbeiðsplássi. Tíðanverri ber hetta starv við sær at man er nógv vekk heimanífrá.

Kára Dam

Las til pilot í Spania

...kann við vissu siga, at eg havi

heimsins bestu útsikt á mínum

arbeiðsplássi.

Tað at skúlin hevði næmingar úr øllum heimi-

num gjørdi upplivilsið nógv

ríkari.

”Eg kundi fáa skúlagongd og

sólferiu alt í einum”

>>

sta

blað

síða

Page 13: Pisan 2010

24 25

At lesa í LondonLondon Contemporary Dance School

Lestrarumhvørvið var meir ella minni á skúlanum. Ikki var nógv tíð ella orka til nógv annað. Sjálvandi høv-du vit okkara lokalu pub sum vit samlaðust í aftaná ein strævnan dag, og nógv frá skúlanum búðu eisini saman, so tað var øgiliga sosialt.Tað var ikki av tilvild, at eg vildi sleppa til London at útbúgva meg innan-fyri dans. London er ein sera spennandi býur at lesa í, og tá tað kemur til list, er London óivað ein av teimum býunum í heiminum sum veruligani hevur fingurin á pulsinum. Tá eg hy-ggi aftur á lestrartíðina, dugi eg ei-sini at síggja, at eg lærdi minst líka nógv við síðunar av skúlanum við at taka av øllum teimum listarligu tilboðunum London hevur at bjóða, tað verið seg at hyggja at dansi, sjónleiki, framsýningar, konsertir ella biografar. Eisini tað at flyta til eitt nýtt land, møta fólki frá allari verðini, og at uppliva ymiskar mentanir, ger at man búnast, mennist og lærir um heimin og seg sjálvan.

Eg havi faktiskt ilt við at síggja na-kran vansa við at lesa í London. Men eitt sum er, er at her er rættiliga dýrt at liva. Public transport er rættiliga dýrt, og húsaleigan her er eisini sera høg, og ofta skalt tú gjalda nógv fyri eina íbúð, sum ikki er í serliga

góðum standi. So vanligt er at deila eina íbúð saman við øðrum.Tann fíggjarliga støðan sum lesandi í

London er ikki so galin. Tíbetur eru vit so væl stillaði sum

føroyingar, at vit fáa ÙSUN úr Føroyum og SU úr Danmark um vit fara í holt við eina SU-góðkenda útbúgving. Hjá flest øðrum er tað øvugt, tey noyðast at gjalda

fyri at ganga í skúla.Mín skúli kostaði 120.000

kr. um árið, so tað hevði als ikki borið til at farið undir hesa út-búgving uttan stuðul frá bæði ÚSUN og SU. Ein fyrimunir við tað ens-ka skúlasystemið er, at summarferian er so long, næstan 3 mánaðar, so tá ber til at finna sær eitt arbeiði og forvinna sær nøkur oyru, tað hevði eg ikki tíð til, meðan eg gekk í skúla.

Lívið aftaná lokna útbúgving er ræt-tiliga øðrvísi, men sigast skal eisi-ni, at eg fór at arbeiða sum free-lance og havi arbeitt rættiliga nógva aðrastaðni enn í London. Men eitt sum man merkir rættiliga skjótt er, at sum lesandi fært tú avsláttur til almenna transport, consession og til museum, teatur biografar o.a. og

tann fyrimunurin er saknaður. Lønin her er rættiliga lág, í øllum forum in-nan fyri dans og leiklist, so tað kann vera ringt at fáa endarnar at røkka saman.Í mínari bransju er tað týdningarmikið at hava eitt gott netverk og at vera úti um seg, og eg komi altíð aftur til London fyri at leita efir arbeiði, at halda kontaktirnar við líka og fyri at fáa inspiration. Mær dámdi so væl at lesa her, at í 2007 fór eg undir víðari lesnað her og tók eina MA í Classical Acting á London Drama Centre og eisini hes-aferð var tað ein fantastisk uppliving

Eg eri nú aftur á ferð ymsa stað-ni í heiminum, men Lon-

don fer altíð at vera ein staður, eg fari at venda aftur til .Eg vil heilt avgjørt viðmæla fólki at velja London sum lestrarbý. Her er alt fyri øll og pláss

fyri øllum, málið ke-mur man inní beinan-

vegin, fólk eru vinarlig og opin og man fær uppliv-

ingar og erfaringar sum fylgja einum alt lívið.

Kristina Sørensen

Tað ber jú illa til at lesa seg

fram til at gera eina pirouette, so hetta var “learning by doing.”

...tá tað kemur til list, er

London óivað ein av teimum býunum í heimi-

num sum veruligani hevur fingurin á pulsi-

num.

Í 2002 setti eg kós ímóti London fyri at fylgja mínum dreymi um at ger-

ast yrkisdansari. Eg hevði verið til upptøkuroynd og var sloppin inn á skúlan The Place, London Contem-porary Dance School, ein tann mest viðurkendu skúlin fyri modernaðan dans í Onglandi.Útbúgvingin var ein 3-ára bach-elourútbúgving. Hesi trý árini hava verið tey mest intensu og strævnastu men avgjørt eisini millum tey bestu, læruríkastu og mennandi árini, eg nakrantíð havi havt.

Skúlagongdin var frá kl 9 um mor-gunin til kl.18 um kvøldið. Ofta var eisini neyðugt at fara í skúla í vi-kuskiftinum fyri at venja eina koreo-grafi og tílíkt.Hendan útbúgvingin var sera prak-tiskt orientera. Tað ber jú illa til at lesa seg fram til at gera eina pirou-ette, so hetta var “learning by do-ing.” Fyrrapartar fingu vit undirvís-ing í teknikki í klassiskari ballet og modernaðum dansi. Seinnapartar var ymiskt annað á skránni, alt frá ana-tomi til tónleik, koreografi, improvisa-tion double work o.a.

Hvørt ár var deilt upp í 3 terminir, og í endanum av hvørjari termin vóru eksamiur í dansiteknikki og ymiskum øðrum kreativum uppgávum, og eisini var møguleiki at framføra á teatrinum sum var knýtt at skúlanum.Nógv vinabond vóru knýtt hesa tíði-na. Hetta var ein internationalur skúli, og eg møtti fólki allastaðni frá; nógv av teimum havi eg samband við enn. At vera so nógv saman, og at ar-beiða so intenst við kroppinum og sær sjálvum, ger at man kemur nógv tættari uppá folk enn hvat man an-nars hevði gjørt.

>>

sta

blað

síða

Page 14: Pisan 2010

26 27

Eftir nakrar mánaðar á búskapar lesnaðinum á Københavns Uni-

versitet, valdi eg at byrja av nýggjum. Hetta var ein tung avgerð at taka, tí eg treivst væl í Keypmannahavn. Bara ikki við tí, eg las. Men hugurin til okkurt annað, okkurt fremmant og meira spennandi enn tryggu um-støðurnar í Keyp-mannahavn, var størri.Valið fall á Ong-land. Eg kundi gott hugsað mær at farið til Lon-don, men tað vóru eingin pláss eftir, har eg søkti. Eg søkti tó eisini inn á nøkur univer-sitet uttan fyri London, har tað gekk betur at fáa pláss. At enda valdi eg University of Sussex, sum liggur í Brighton, ið ein strandarbýur ein tíma sunnan fyri London. Brighton er ein miðalstórur býur við einum sera livandi býarlívið, bæði um dagin og serliga um náttina. Býurin er merktur av fjølbroytni og opinleika, og fólk eru altíð fitt og blíð. Brighton verður kallaður “The Gay Capital of UK”, sum kanska serliga sigur nakað um opinleikan her. Her savnast nógv samkynd og býurin dregur eisini nógvir tónleikarar og onnur listafólk til sín og kreativiteturin merkist í býarmyndini!Býurin hevur tvey universitet, Uni-versity of Brighton og University of Sussex, so ung lesandi eru lutfalsliga nógv í tali her. University of Sus-sex er eitt campus-universitet. Tað vil

siga, at tað er ikki sum t.d. Køben-havns Universitet, sum hevur ymsar deildir runt í býnum. Alt er samlað á einum staði. Universitetið liggur í einum grønum umráði eitt sindur uttanfyri býin og hevur bæði undirvísingarbygningar, lærarakontór, bókasavn og alt, ið

hoyrir til eitt uni-versitet. Haraf-turat búgva allir fyrstaársnæmin-gar (sum yn-skja tað) eisini her. So íbúðir/hús, mathandlar, bankar, barrir, cafeir, læknar,

fitness og enntá ein vøggustova/barnagarður til børn hjá lesandi og teimum, sum arbeiða her, er at finna við univeristetið. So tað er sum um vit hava okkara egna lítla samfelag her á campus.Nógv frítíðartilboð eru eisini til tey lesandi. Her eru yvir 100 klubbar av øllum slag (societies), sum man kann melda seg til, harav nakrir 30 eru ítróttarklubbar. Nógv velja at gera sær dælt av hesum, fyri at læra nýggj fólk at kenna og dyrka síni áhugamál í frítíðini.Men tá tað er sagt, skal eg eisini siga, at man er ikki bara á campus alla tíðina. Tað er lætt og skjótt at koma inn til býin, tá man hevur hug. Tað kemur meir enn so fyri, at man ger ein túr inn í býin at keypa klæðir og líknandi, ella um man hevur hug at fara út at eta onkrastaðni ella í biograf.

Men tað, sum vit oftast fara inn í býin til, eru náttklubbarnir. Mitt í viku hava teir flestu náttklubbarnir tilboð til lesandi. Bæði bíligari prísir at sleppa inn og bíligar drinks. Síðani lesandi her sjáldan hava meira enn 10 tímar av undirvísing um vikuna, ber væl til at finna okkurt kvøld mitt í viku at fara. Og tað gera tey eisini! At fara í býin mitt í viku er nógv meira vanligt enn at fara í býin í vikuskif-tunum, tá prísirnir eru farnir aftur til “vanligar” prísir, sum lesandi ikki tíma at gjalda. Vikuskiftini verða so brúkt uppá at slappa meira av og kanska fara á barrirnar á campus í staðin. Eg má siga, fyri mítt viðkomandi, var tað mítt størsta “kulturchok” at fara í býin mitt í viku. Og so tað, at tað ikki er so nógv at ballast 3-4 kvøld um vikuna.Men tað er hóast alt mest fyrstaársle-sandi, ið kunnu liva soleiðis. Tí at fyrsta árið telur als ikki við í próvnum her. Man skal bara klára fakini fyrsta árið, tvs. fáa 40% ella meira, fyri at sleppa víðari. Annað og triðja árið hevur man ikki líka góða tíð at ganga í býnum. So tað fyrsta árið snýr seg meira um at hava tað stuttligt, koma at kenna so nógv fólk sum møguligt og byggja sær eitt netverk enn um skúlan og uppgávur. Tá er heldur ikki sagt, at man ikki ger skúlating, men onnur ting koma fram um, og heitt verður á ein at njóta tað, meðan man enn kann.

Beinta Simonsen

University of sUssex er eitt campUs-Universitet.

tað vil siga, at tað er ikki sUm t.d. københavns Uni-versitet, sUm hevUr ymsar deildir rUnt í býnUm. alt er samlað á einUm staði.

ein nýggj byrjan í brighton

Í skrivandi løtu eri eg í holt við eina bachelor útbúgving í Events Manage-ment á Queen Margaret University í Edinburgh. Útbúgvingin tekur 4 ár, og er hon skipað í 2 lestrarhálvur um árið, við 3-4 lærugreinum í hvør-jari hálvu. Hesar lærugreinar fevna víða, frá Marketing og Business-Consultancy, ið flestu næmingar á mínari deild skulu taka, til tey, ið eru beinleiðis tengd at Events Manage-ment, so sum Risk Management og Events Image and Regeneration. Øll undirvísing gongur sjálvsagt fyri seg á enskum, og var hetta eitt sindur trupult at byrja við, men ein venur seg skjótt við skotsku dialektina. Uni-versitetið sjálvt er nýbygt, nýmótans við góðum arbeiðsumhvørvi. Tað lig-gur í Musselburgh, ið er eitt sindur uttanfyri miðbýin. Tó er gott buss- og toksamband út til skúlan. Eisini er møguligt at húsast á kollegium beint við síðunar av sjálvum útbúgv-ingarstaðnum. Skúlagjaldið er áleið £1900 um árið, og verður tað goldið av Scotish Award Agency for Scotland (SAAS). Gjaldið skal søkjast um á hvørjum ári og Altjóða Skrivstovan (ASK) hjálpti mær, tá ið eg skuldi søkja fyrstu fer. Útbúgvingin er eisini SU-góðkend, so eg fái vanligan SU stuðul, og hann røkkur rímuliga langt hesar dagarnar,

nú pundið ikki er so sterkt, sum tað hevur verið. Sum sagt so er møguligt at búgva á kollegium beint við universitetið, og er hetta ein sera góður máti at koma at kenna onnur lesandi á skúlanum. Hendan loysnin er tó í dýrara lagi, og er tað oftani bíligari at finna sær okkurt á privata marknaðinum. Tað havi eg gjørt, og búgvi eg nú í eini íbúð saman við trimum øðrum, ið lesa og arbeiða her í Edinburgh. Tó skal sigast, at húsini her í Scotlandi sjálvdan eru væl bjálvaði, so um leiðin gongur hendavegin, minst so til pulshosurnar og ullintu undirtroyg-gjuna. Í Edinburgh eru nógv lesandi, og koma tey úr øllum heiminum. Her er lívligt og gott at vera og ongantíð noyðist tú at keða teg. Við sínum hugnaligu ”gammeldags” húsum og serliga dámi, er tað altíð sum at fara á upplivingarferð í teimum áhugaver-du, søguligu og oftani kringluttu gø-tunum. Her er altíð okkurt at finna til ein hvønn smag og detti eg of-tani fram á fjaldar perlur, hugnaligar cafe’ir, brúktluta-handlar og støð við livandi tónleiki, ið goyma seg runt umkring. Eisini er Edinburgh karmur um fleiri festivalar gjøgnum alt árið, t.d. Hogmanay á nýggjárinum við

hugnaliga týska jólamarknaðinum á Princes Street, Sience-festival í apríl og tí vælkenda International Festival við Military Tattoo-framvísingum á Edinburgh Castle í August mánaða.

Í og rundanum Edinburgh eru eisini fleiri grøn landsløg, eitt nú the Mead-ows mitt í býnum ella Arthur’s Seat, ið liggur við endan av eyðkendu Royal Mile gøtuni, ið byrjar uppi á slottinum mitt í býnum. Um ein ynskir at sleppa eitt sindur longur burtur, so eru The Highlands bert fáar tímar burtur, og skal man enn longur, er bæði tok og flogsambandið úr Edin-burgh sera gott. Tó, um tú ætlar tær heim til Føroya í tíð og ótíð, kann hetta gerast eitt sindur møsamt og dýrt, tí tað er ikki altíð at Atlantic flýgur úr Aberdeen, so neyðugt er at ferðast umvegis London ella Keyp-mannahavn.Eftir 3 ár her í skotska høvuðstað-num kann eg ikki gera annað enn at tilmæla Edinburgh sum lestrarbý, og eg veit, at eftir at útbúgvingin er lokin verður stórur saknur í bæði bý-num og fólkunum, ið hava verið kar-mur um eina ógloymandi lestrartíð.

Marjun

“Her er lívligt og gott at vera og ongantíð noyðist tú at keða teg”

Events ManagementQueen Margaret University í Edinburgh

>>Skotland

>>

sta

blað

síða

Page 15: Pisan 2010

28 29

Móta og tekstil sniðgeving í Luton, Onglandi

Móta og tekstil sniðgevingÁðrenn eg søkti hesa útbúgvingina, var eg ikki klár yvir akkurát hvat, eg vildi innan fyri móta men valdi at søkja eina útbúgving, sum hevur he-iti Fashion and Textile Design (móta og tekstil sniðgeving). Eg eri avbera glað fyri, at eg valdi akkurát hesa út-búgvingina, tí at útbúgvingin er sera breið innan hettar fakið. Eg gangi í skúla tríggjar dagar um vikuna, har vit læra at tekna, gera mynstur og gera tekstilarbeiði. Eisini læra vit at brúka telduforritini Photoshop og Il-lustrator. Avtrat hesum læra vit eisini um mótasøgu, og vit fáa undirvís-ing í, hvussu vit skulu bera okkum at, tá vit koma at arbeiða fyri fy-ritøkur. Ofta hava vit vitjan av fólki frá mótaídnaðinum, sum halda fyril-estrar fyri okkum.Á skúlanum eru nógv amboð og tilfar, sum vit kunnu nýta til okkara up-pgávur. Til dømis hava tey eitt stórt prentirúm, seymi- og bindimaskinur og lærarinnurnar hava allar arbeitt sum antin sniðgevar, ella hava tær arbeitt við at gera mynstur.Í hvørjari uppgávu gera vit sjálvstøðugt alt arbeiði sum skal til fyri at gera eitt plagg. Vit byrja við at tekna um-leið 50 ymisk snið fyri hvørt plag-gið síðani gera vit mynstur, prenta, brodera ella hvat ein hevur hug til, og síðani seyma vit plaggið og leggja tað framm. Við hvørjari uppgávu er eisini ein stórur partur skriviarbeiði. Útbúgvingin er býtt upp í tveir partar. Tvey tey fyrstu árini taka vit nakað sum eitur Foundation Degree, og síðani toppa vit tað upp við einum ári afturat, sum so gevur eina bache-lor útbúgving. Eftir eg verið liðug við mína bachelor útbúgving, kundi eg

gott hugsa mær at arbeitt við onkrum innan mótaheimin í eina tíð og síðani taka masters í mótasniðgeving.

Luton (Ongland)Tá eg setti meg niður fyri at søkja til víðari lesna, hevði eg longu avgjørt hvørjum landi eg skuldi lesa í, og hvat eg ætlaði mær at lesa. Eg havi altíð vilja lisið í einum enskt talandi landi. Í 2003 var eg í USA sum skift-isnæmingur, og tað dámdi mær væl. Hóast tað var eitt væleydnað ár, so helt eg, at tað var nakað langt burturi frá Føroyum at fara at lesa. Eg valdi Ongland, tí tað ljóðaði spennandi, er nærri, og London er eisini kent fyri at vera ein mótabýur. Eg vildi avgjørt vera nær við London, og tí endaði eg í Luton. Luton liggur umleið 30 minuttir norðanfyri London við toki, so tað er eingin trupuleiki, um man skal til London ein túr. Luton liggur í Bedfordshire, og hevur leingi verið kendur fyri teirra framleiðslu av hat-tum og bilum. Flogvøllurin London Luton Airport liggur eisini í Luton og er kanska tað fólk kenna býin best fyri í dag. Eisini hevur Luton ein karnival-dag eina ferð um árið í mai mánaði, sum sigst vera tann størsti í Europa. Nógv ymisk fólkasløg eru samlaði í Luton, og tað sæst væl á til dømis universitetinum. Shopping-centur, pubbir, matstovur, biografur og annað er alt samlað mitt í býnum, tí nýtist ikki at ferðast langt fyri at sleppa til tey ymisku støðini. Eg eri glað fyri, at eg ikki valdi at búgva mitt í London. Har er deiligt at fara ein túr við hvørt, men ov stressandi fyri meg. Luton er kanska ikki nakar dreymabýur at búgva í, tað er ikki líka pent sum aðrastanið, men het-

tar hevur ikki so stóran týdning fyri meg. Eg trívist sera væl og eri glað fyri mítt val. Tað fyrsta árið búði eg á kollegie, men í ár búgvi eg í íbúð saman við fýra øðrum gentum. Vit búgva mitt í býnum, so tað er ikki neyðugt hjá okkum at fara við bussi, tá vit skulu út. Shoppingcentrið er beint uttanfyri, og universitetið er uml. 2 min frá okkara húsi. SkúlagjaldÚtbúgvingin hjá mær kostar umleið £1,300 fyri tey fyrstu tvey árini, sum er Foundation Degree. Tað síðsta árið kostar umleið £3,500. Eg hevði trupulleikar við at fáa SU at góðken-na mína útbúgving, áðrenn eg fór av landinum, og tað endaði við at tey ikki vildu góðkenna hana, men eg var so heppin at fáa stuðulstovnin at góðkenna hana. Hettar merkir at, eg ikki fái SU, men ÚSUN. Pengar-nir røkka ikki langt. Tað mesta fer til leigu. Skúlagjaldið rindar stuðul-stovnurin.

Fyrimunur og vansarFyri meg eru tað mest fyrimunir við at vera í Onglandi, eftirsum eg lesi móta, er tað upplagt at vera í nánd av einum mótabýi sum London. Ei-sini er tað bíligt at ferðast viðari út í heimin hiðani. Herfyri var eg í París við flokkinum. París er eisini roknaður fyri at vera ein mótabýur. Einasti vansin, sum eg kann koma í tankar um, má vera, at tað ikki eru nóg nógvir beinleiðis túrar til Føroyar.

Bára Bergsdóttir

“Eg havi altíð verið sera kreativ og haft áhuga fyri øllum handarbeiði, eisini havi eg seyma míni egnu klæðir í fleiri ár. Av somu

orsøk havi eg altíð vita, at eg vildi lesa snið-geving ella okkurt innanfyri móta.”

>>

sta

blað

síða

Page 16: Pisan 2010

30 31

Á vári 2007 var tíðin komin, at eg skuldi gera av, hvar eg skuldi

fara undir víðari lesnað. Tað stóð mær greitt, at eg vildi til eitt enskt-talandi land, fyri at læra enskt betur. Eg søkti um upptøku á seks univer-sitetum ymsa staðni í Bretlandi og slapp inn á øll. Eg hevði sera tor-ført við at taka endaliga avgerð um, hvar eg skuldi fara, men eftir at hava hugsað um fyrimunir og vansar við hvørjum einstøkum plássi, gjørdi eg í seinastu løtu av, at leiðin skuldi liggja til Glasgow í Skotlandi!

Í september 2007 fór eg - sera spent - til Skotlands at byrja uppá ein nýg-gjan part í mínum lívi. Tað fyrsta árið búði eg á einum kollegium, sum hoyrdi til universitetið. Eg hevði egið kamar, men køk og baðirúm saman við fýra øðrum, trimum skotum og einum eingilsmanni. Tann fyrsta tíðin var hørð, tí eg hevði undirmett ta skotsku dialektina, og skilti lítið av tí, ið gekk fyri seg. Men so við og við skilti eg meira og meira og lærdi at málbera meg á enskum.

Universitetið, eg lesi á, eitur Univer-stity of Glasgow, og varð stovnað

í 1451. Tað er millum tey elstu í tí enskttalandi heiminum. Universitetið tekur á hvørjum ári ímóti 3,000 al-tjóða lesandi, ið koma frá tilsamans 120 londum. Starvsfólkini á univer-sitetinum leggja sær eina við, at hesi fólkini koma at trívast, tí tey seta stóra æru í at hava gott umdømi úti í heimi. Í hesum sambandi verður skipað fyri alkyns móttøkum og tiltøkum fyri lesandi, ið koma uttanlands frá, og møguleiki er eisini at luttaka í smáum bólkum, sokallaðum ”mentor-ing schemes”. Bólkarnir verða leiddir av einum lesandi, sum hevur lisið í 2-3 ár, ella tekur eina PhD, og tískil kennir alt til lestrarumhvørvi. Hetta er serstakliga góð hjálp, tá ræður um praktisk viðurskifti, so sum at stovna bankakontu og at fáa lestrarstuðul upp á pláss. Tað er eisini ein góður máti at hitta onnur lesandi, ið eru í somu støðu, sum ein sjálvur.

Universitetið hevur eina sera sterka akademiska traditión, og tað er na-kað serstakt at lesa á einum hægri lærustovni, ið hevur hendan samlei-kan. Umleið 40,000 fólk eru knýtt at universitetinum, og økið hjá uni-versitetinum ella ”Glasgow Univer-

sity campus” er sera stórt, og fevnir um eini 70 stórar bygningar. Fleiri av teimum eru ómetaliga vakrir og søguligir bygningar, og sum heild eru góðar umstøður á universitetinum. Bókasavnið á universitetinum er ein bygningur við 12 hæddum, ið hevur góðar 2,5 milliónir bøkur til taks. Campus er fleiri ferðir atkvøtt til at vera besta campus í Bretlandi. Tvey sera aktiv studentafeløg eru knýtt at universitetinum, og hava tey sera góð høli, har tey hýsa matstovum, handlum, bókasøvnum, tónleikapal-lum osv. Fleiri kendir bólkar hava spælt til tiltøk, ið studentafeløgini ski-pa fyri. Millum hesar kunnu nevnast Nirvana, Red Hot Chili Peppers, Snow Patrol, Laura Marling og the Fratellis. Harafturat eru fleiri hundrað áhugabólkar, ið virka undir studen-tafeløgunum, summir størri og aðrir minni. Teir fevna um alt, ið ein kann hugsa sær, so líkamikið hvørji áhu-gamál ein hevur, so skuldi verið rúm fyri einum í hesum áhugabólkum. Universitetið hevur umframt hetta eitt stórt ítróttarhús, har tey lesandi kunnu fáa árskort fyri lítið og onki. Í húsinum eru allar maskinur, ið hoyra til í einum ítróttarhúsi, umframt svim-jihilur, damprúm og hitarúm. Ítróttur

verður høgt raðfestur, og eru tað al-skyns ítróttargreinar, ið ein kann taka lut í bæði á hægri og lægri støði.

Glasgow er ein spennandi býur at búgva í, og tað hendir altíð okkurt. Býurin hevur eitt sera spennandi listarligt umhvørvi, ið ber brá av, at fleiri hægri listaskúlar eru í býnum. Serliga er tónleikalívið í Glasgow bló-mandi, og møguligt er at fara til kon-sertir hvørt kvøld, um ein hevur hug. Eisini eru biografar, listasøvn, kaffi-hús osv. Glasgow er valdur at vera tann næst besti “shopping býurin” í Bretlandi eftir London, og hetta kann eg bert taka undir við. Glasgow er ein lítil metropolur, ið hevur alt tað, ið ein slíkur eigur at hava umframt vi-narlig og hjálpsom fólk, so ein nýtist aldrin at keða seg í býnum.

Eg havi nú lisið á universitetinum í 3 ár, og mær hevur dámað ótrúliga væl. Tað fyrsta árið las eg tríggjar støðislærugreinir: politik, sosiologi og almanna politik. Næsta árið las eg innovatión og íverksetan í staðin fyri almanna politik. Tá ein hevur lisið í tvey ár, skal ein avgera, hvussu ein vil halda fram við útbúgvingini. Tveir møguleikar eru: tú kanst taka eina ‘general degree’, ið er 3 ára long, ella eina ‘honours degree’, ið er 4 ára long. Líkamikið, um ein velur eina general ella hon-ours degree, so er møguligt at spe-sialisera seg í einari ella tveimum

lærugreinum. Fjølbroyttir møguleikar eru, hvussu tú kanst seta lærugreinir saman, og er tað ein avgjørdur fy-rimunur við at lesa í Skotlandi. Tey, ið ikki eru heilt greið yvir, um tey lesa røttu lærugreinina, fáa møgulei-ka at kanna lærugreinirnar eitt sindur fyri at finna útav, hvat tey vilja spe-cialiserað seg innan.

Sum áður nevnt, eri eg liðug við mítt triðja ár, og eftir summarfrítíðina fari eg undir mítt seinasta ár. Øll trý árini hava verið góð, men triðja árið var serliga gott, tá hugsað verður um akademiskt innihald. Seinasta skúlaár fekk eg møguleika at velja tey modulini, ið eg hevði áhuga í, og tað dámar mær sera væl. Haraftrat eru flokkarnir ikki líka stórir, sum fyrsta og annað árið, tá millum 300 og 400 næmingar ganga til fyrilestrar saman, og ein mangan kennir seg ósjónligan. Triðja og fjórða árið ke-mur ein at kenna professararnar og fyrilestrarhaldararnar betri, og tað er sera spennandi, helst tí at hesi fólkini skriva og útgeva javnan í akademis-kum tíðarritum, og eru virðismettir serfrøðingar á teirra økjum.

Útbúgvingin, ið eg lesi er SU- góðk-end, og tí havi eg fingið stuðul frá SU alla tíðina, og í løtuni er hetta útgjaldið 5,384 krónur um mánaðin. Føroyar hevur eina serliga avtalu við Skotland, og tí gjalda føroyingar onki fyri skúlagongdina. Í staðin rindar

Student Award Agency for Scotland hetta gjaldið.

Samanumtikið hava hesi trý árini í Skotlandi verið ótrúliga spennandi. Tað vil ikki siga, at tað allatíðina hevur verið so nemt, tí til tíðir hevur alt verið eitt baks. Eg eri farin ígjøg-num eina støðuga persónliga og bók-liga menning, ið hevur verið mær til gagns. Eg havi knýtt vinarbond við ungfólk úr øllum heiminum, samtíðis sum eg havi lært nógv um skotsku mentanina og eisini mentanirnar í teimum londunum, ið míni vinfólk um-boða. Mín sjónarringur er snøgt sagt blivin víðari, enn hann var, áðrenn eg fór undir lesnaðin, og eg eri nógv upplivilsir ríkari. At flyta av landinum fyri at nema sær eina útbúgvina er nakað, ið eg vil mæla øðrum til at gera. Serliga teimum, ið eru forvitin eftir at læra eitt sindur meir um um-heimin, men eisini teimum, ið vilja læra meir um seg sjálvi. Tú lærir ómetaliga nógv um teg sjálvan, tá tú verður tveittur út í støður, ið eru ókendar, og tú ikki ert á kendum, tryggum heimabeiti.

Heidi Isaksen

Master of Arts in Politics Universtity of Glasgow

>>

sta

blað

síða

Page 17: Pisan 2010

32 33

Útbúgvingin sum eg eri í byrja uppá eitur BA Social Sciences.

Sum social science lesandi fær man frálæru í fleiri av teimum samfelag-sligu vísundunum: Samfelagsfrøði, psykologi, søga, politikkur og krimi-nologi eru fakini sum undirvíst hevur verið í í hesum fyrsta árinum. Av tí at tað er ein vísundalig lærugrein, verður stórur dentur eisini lagdur á granskingarhættirnir sum verða brúk-tir.

Eg lesi eg á einum pinkulítlum lestrarstað í Skotska hálandinum, so tað er sum so ikki so stórur munur tá man kemur úr Føroyum. Bygdirnar her í økinum eru smáar, og lestrar-býurin, Elgin, er ikki nógv størri enn Havnin: ikki nóg stórur at villast í, men nóg stórur til at hava eitt Star-bucks! Elgin liggur harafturat mitt ímil-lum Aberdeen og Inverness, umleið 1 tími at koyra hvønn vegin, so um man gjarna vil sleppa til ein eitt sin-dur størri bý, so er tað ikki so langt. Eitt sum man ordiliga má venja seg við tá man í landnyrings-Skotlandi er, at málið er heilt annaleiðis. Her tosa tey eina dialekt av enskum kallað Doric, sum av fleiri verður mett at verða eit mál fyri seg. Men alt kemur við tíðini: í fyrstuni skilti eg einki av tí sum var sagt, men nú fangi eg viðhvørt meg sjálva í at tosa Doric. Økið er søguríkt, og heimskent fyri whiskyproductión, og tað er næstan so at man ikki fær vent sær fyri distillaríum, og ikki kann sigast an-

nað enn at distillarímentanin er sera hugnalig. Fólkið í Elgin er sera blítt, og ígjøgnum pub-mentanina gongur ikki leingi til man kennur eina rúgvu av fólki. Ìmynda tær Sam’s bar, har øll kendu øll. Soleiðis er tað at fara á pub í Elgin, og tað er uppá tann góða mátan!

Moray College er partur av UHI – Millennium Institute, sum er ein samling av fleiri av teimum smærru lestrarstøðunum í Norður Skotlandi, sum saman arbeiða fram ímóti at fáa universitets status. Sjálvt um tað ikki hevur universitets heiti, ber til at taka góðkendar bachelor útbúgvingar á UHI. Útboði er kanska ikki so stórt sum aðrastaðni, men um tú ætlar tær at lesa nakað sum kann lesast her, kann tað heilt avgjørt viðmælast. Av tí at eg fekk barn á rættiliga un-gum aldri, kom eg ongantíð so langt sum at fáa fult miðnámsprógv, men bara nøkur einkultfak á handilskúla-num og sum einligur forsyrgjari virkar

BA Social SciencesElgin (Skotlandi)

Ì síðstuni hevur Aberdeen nevndin arbeitt við at fáa eitt Faroese society á University of Aberdeen. Tað skuldi vónandi verið klárt til næsta skúlaár. Vit fáa fleiri fyrimunir við at hava eitt sovorðið society. Vit kunnu td. leiga høli á universitetinum og leiga minibus-sar frá teimum. Hetta fer vónandi at gera tað nemmari hjá okkum at skipa fyri tiltøkum.

Eisini skipa vit hvørt ár fyri jólafrokosti fyri Føroyingarnar ið búgva í Aberdeen. Undirtøkan til tað er altíð sera góð. Nøkur í nevndini her hava eisini arbeitt við at fáa fólk til at skriva greinar til blaðið Fjølnir.

Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum um tey hava ymsar spurningar um lesnaða osv. í Aberdeen ella restini av Bret-landi. Okkara teldubústaður er:

[email protected]

alt so møtimikið at fara í gongd við, so tá eg gjørdi av at fara undir lesna, valdi eg at flyta til Skotlands, eftir-sum mamma mín búði har. Meinin-gin var at taka Highers, sum er á støði við miðnámsútbúgving, men tá eg tosaði við lestrarstaði, fann eg útav at lívsroyndir fyri einaferð skyld kundu brúkast til nakað. Tað einasta sum skuldi gerast var at skriva eina stutta uppgávu fyri at prógva at man hevði tað sum skuldi til fyri at fylgja við undirvísingini á bachelor støði. Hetta er nakað sum ber til á smáum lestrarstøðum, har lektarin hevur be-tur tíð til tann einstaka næmingin.Skúlagjaldið verður í Skotlandi goldið av Saas, í øllum førum um man hevur EU pass, og tað vil eg viðmæla øl-

lum sum ætla sær til Skotlands at lesa at fáa sær. Av tí at lestrarstaði er lítið, er fyrsta árið av bachelor skipað undir heitinum HNC, sum van-liga ikki gevur SU. Tað ber tó til at søkja um tað. Restina fær man tó SU fyri, sum vanligt tá lisið verður í útlandinum, men first má góðkenning av útbúgvingarstaði søkjast. Skúlin hjálpir til við at útvega bústað, men tá er tað mest at leiga seg inn í eitt kamar heldur enn íbúð. Tað ber sjálvandi til at leita eftir íbúð uttan um skúlan, men tað kann taka tíð at finna nakað. Krónan røkkur langt í skotlandi, serliga av tí at pundið er met lágt fyri tíðina. Ein munur frá Føroyum og Skotlandi er, at tað altíð er ein bílig útgáva av øllum her, og

tað kemur sera væl við tá man lesur.

Um tað tiltalar teg at flyta til eitt lítið stað, sum uppá ein máta minnir um Føroyar, men í aðrar mátar er heilt ørvísið, so er bara at loypa útí tað. Sum er eri eg einsamallur Føroyingur á Moray College, so tað kundi verið hugaligt at fingið onkran afturat!

Jana Jacobsen

angela PeterSen er Fuglfirðingur og 22 ára gomul. Hon lesur sálarfrøði á University of Aberdeen á øðrum árið. Hon hevur verið í MFS í 2 ár, men hetta er fyrsta árið at hon er forkvinna í nevndini í Aberdeen. iriS thomSen er úr Sandvík og 24 ára gomul. Hon lesur marine biology á University of Aberdeen á øðrum árið. Hetta er næsta árið hon er í MFS. martin mohr olSen er úr Havn og 29 ára gamal. Hann lesur International Relations á University of Aberdeen á øðrum árið. Hann hevur verið í MFS í 2 ár og er næstformaður í MFS. regin berg er 21 ára gamal og úr Havn. Hann lesur Politcs og International Relations á University of Aberdeen á fyrsta árið. Hetta er fyrsta árið hann er í MFS. bárður atlaSon ÌSheim er 21 ára gamal og úr Havn. Hann lesur Philosophy og Politics á University of Aberdeen á fyrsta árið. Hetta er fyrsta árið hann er í MFS. gyða JohanSen er 28 ára gomul og úr Havn. Hon lesur sálarfrøði á University of Aberdeen á fjóra árið. Hon hevur verið í MFS øll árini hon hevur lesandi, og hevur eisini verið forkvinna í nevndini her í Aberdeen.

>>

sta

blað

síða

Page 18: Pisan 2010

34 35

Heitið á útbúgvingini er MD, og tekur 6 ár at lesa. Eisini

ber til at lesa til tannlækna her, tað tekur 5 ár. Báðar útbúgv-ingarnar eru SU-góðkendar, og kunnu nýtast í Europa. System-ið, sum tey brúka her, er at ein hevur fleiri smáar royndir ígjøg-num alt árið. Hetta noyðir ein at lesa til hvørja roynd, tí allar skulu klárast fyri at sleppa upp til ta endaligu royndina, sum er í juni mánað. Tá fleiri royndir renna saman, er tað strævið, men tá tær eru lidnar, kann mann slappa av í nakrar dagar. Vit hava møtiskyldu, men kunnu skulka nakrar fáar tímar hvørt semestur. Nú er tað so, at vit hava nøkur smá fak, sum ikki eru so týdningarmikil, men vit mugu kortini møta upp. Hendan tíðin kundi verið betur nýtt til at lisi tey týdningarmiklu fakini, men sum lækni, er tað gott at hava eina breiða vitan.

Býurin og lestrarlíviðSzczecin liggur vid ánna Oder. Hann er 12 km frá týska marki-num og 60 km frá Eystrasalti

(Baltic Sea). Vit ganga ikki á einum skúla, men eru á ymis-kum deildum ymsa staðni í bý-num. Tó fyrigongur tað mesta av útbúgvingini á hospitals øki-num, og tað er strævið viðh-vørt, tá mann hevur tímar á ymsum støðum sama dag. Her er alt, sum ein studeran-di hevur brúk fyri. T.d. er eitt stórt og nýmótans innkeyps-sentur við biografi, bowlingbana o.s.fr. Næmingar fyrireika til tíðir ymisk tiltøk, sum betrar um so-sialu karmarnar, sum t.d. talent og fótbóltskappingar. Sum nú er, eru vit 10 føroyingar í Szc-zecin, og ein í Lublin. Tað eru fýra á fyrsta og øðrum ári, og tvær ganga ávíkavist á triðja og fjórða ári.

LivikostnaðurSkúlagjaldið her er 9000 EUR um árið. Tey, sum lesa uttan fyri norðurlond, fáa tvey tey fyrstu árini stuðul til livikostnað frá ÚSUN, ið er uml. 3700 kr. um mánaðin. Fýra tey síðstu árini fáa vit stuðul frá SU. Størsti fy-rimunurin við at lesa her, er at

tað er so bíligt at liva. Tað ger, at ein trívist betur og hevur læt-tari við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Serliga matur og drykkivørur eru bílig.

Størsti vansin við at lesa í Pól-landi er, at fólkið tosar ikki so væl enskt. Tað kann vera trupult til tíðir, tá man keypir ella er á posthúsinum.Eg valdi at fara til Póllands, fyrst og fremst tí eg ikki slapp inn í Danmark. Eg fann tíðliga útav, at eg ikki fór at sleppa inn í Danmark. So ivaðist eg í, um eg skuldi fara til eitt annad land, ella um eg skuldi fara at lesa okkurt annað. Men tá eg var til kyksilvur-kanning í desembur, ráddi Pál Weihe mær at fara til Póllands at lesa, um eg vildi verða lækni. Tá haldi eg, at eg gjørdi upp við meg sjálvan, at eg skuldi fara at lesa til lækna. Eg hevði eisini hoyrt, at tað var onkur føroyingur her. Men at tað vóru so nógvir, visti eg ikki.

Hans Arni Ellefsen

Medisin í Póllandi

“Her er alt sum ein studerandi hevur brúk fyri”

Stettin - Polland

Almenna bókasavni - Stettin

Allir føroyingar í Stettin - og onnur

“Stórsti fyri-munurin at

lesa her er at tað er so

bílligt at liva”

Bókasavni hjá skúlanum - PMU

>>

sta

blað

síða

Page 19: Pisan 2010

36 37

Liðug útbúgvin, men nakað arbeiðið?

Eftir at eg var liðug við Hægri Handilsskúla í 2003, var eg -

sum so nógv onnur - eitt sindur í iva um, hvat eg skuldi. So eg valdi at ar-beiða í 2 ár í barnagarði, meðan eg hugsaði meg eitt sindur um og hevði tíð at velja tað rætta. Longri tíð gekk, meir og meir vís bleiv eg í, at tað var okkurt innan ta grafisku verðina, eg vildi sleppa at starvast við. Tí val-di eg í 2006 at søkja um lærupláss sum miðlagrafikari hjá Føroyaprent, og hetta angraði eg ikki eina løtu. Eg hevði valt rætt, tað var eg heilt vís í, eg elskaði mín dag, tær avbjóðin-gar, ið komu, mínar starvsfelagar og staðið, har eg var. Tá eg byrjaði í læru, vóru góðar tíðir, øll starvspláss høvdu nóg mikið at gera, og eingin hugsaði stórvegis um, at tað kundi fara at ganga niður á bakka. Í hvussu er ikki so nógv, sum tað gjørdi eini 2-3 ár seinni. Vit í klassanum vóru skjótt samd um, at tað var ein keðilig tíð, vit blivu útlærd í. Tí, tað sigur seg sjálvt, at reklamuverðin er ógvuliga hart rakt, tá fyritøkur hava minni pen-gar at brúka, eisini í Føroyum. Tí

vistu vit, at tað fór at verða ótrú-liga ringt at fáa fast starv, aftaná at lærutíðin var liðug, men man kann og skal altíð vóna tað besta.

Ein óviss tíðTá eg so endiliga var útlærd, og tann stóri dagur upprann, har man hevði eina út-búgving við sær í skjáttuni, var hetta sjálvandi ein stórur dagur, og kenslan av at blíva útlærd er fantastiskt. Men samstundis visti eg, at tað lúrdi ein óviss tíð beint framman fyri mær. Eg var ikki vís í, um eg slapp at halda fram ella ikki á mínum starvsplássi, men visti sjálvandi at møguleikin var fyri, at eg ikki slapp. Fyri fyrst slapp eg at halda fram, men sum sagt, so visti eg, at tað var ógvuliga óvist, hvussu leingi tað var. Tað gingu ikki meir enn 3 vikur, so stóð eg, saman við mongum øðrum nýútlærdum, uttan starv. Ikki ein serliga stuttlig tíð at standa ut-tan starv, men tað var ikki nógv, eg kundi gera við tað. Eg kundi velja at fara heim, gráta og halda, at lívið var virkuliga órættvíst, ella eg kundi skriva umsóknir og royna mítt besta. Eg tók sjálvandi av nr. 2. So umleið 1 tíma eftir at eg hevði mist starvið,

sat eg frammanfyri telduna heima og skrivaði umsóknir. Næsta dagin koy-rdi eg út við teimum, men ikki heilt óvæntað, var einki starv nakrastaðni! Eg eri tó so heppin, at eg havi, eftir míni egnu meining, verðins bestu vinfólk, og gjøgnum tey fekk eg

fekk skjótt avloysarastarv í eini vøggustovu, og eg fekk ei-

sini starv sum avloysari í tí barnagarðinum, sum eg starvaðist í aftaná HH. Eg var sjálvandi ógvuliga glað fyri at hava okkurt, ið gav eitt sindur av peng-um í lumman, og so at tað var eitt starv,

sum eg elskaði, gjørdi tað ikki verri. Hetta gav

mær so eisini tíð at hugsa meg um, hvat eg nú skuldi

gera.

Aftur at lesa?Ein dagin í november fór eg so sa-man við einum gomlum starvsfelaga til eitt tiltak á Hotel Føroyum, ið æt ”Internetið sum lýsingarmiðil”. Het-ta læt míni eygu upp fyri at vilja sleppa at arbeiða innan fyri internet. Eg hevði lært eitt sindur um tað, tá eg var í skúla niðri í samband við læruna til miðlagrafikara, men ikki nóg nógv til, at eg føldi meg føra fyri at starvast innan ta verðina. So eg avgjørdi at kanna nærri, hvat eg

Tá eg byrjaði í læru vóru góðar

tíðir, øll starvspláss høvdu nóg mikið

at gera

Hetta gav mær so eisini tíð at hugsa

meg um, hvat eg nú skuldi gera

“Tað eru jú ikki nógvir pengar í at

læra og lesa, men lærdómur er

ikki tungur at bera.”

kundi læra víðari til innan internetið og við at sniðgeva heimasíður. Eg mátti eisini hugsa, um eg var sin-nað at lesa í nøkur ár afturat, beint eftir at hava lært í 4 ár. Tað eru jú ikki nógvir pengar í at læra og lesa, men lærdómur er ikki tungur at bera. So tað vóru heilt vist fyrimunir og vansar, ið eg setti upp mót hvørjum øðrum. Eg avgjørdi so at hyggja, hvat eg hevði at velja í, um eg vildi lesa víðari.Á netinum fann eg nógv spennandi, ið eg kundi hugsað mær. Millum an-nað fann eg ein skúla í Keypman-nahavn, ið eitur IT Universitetið. Tey hava eina linju, ið eitur ”Digitale Me-dier og Design”. Júst tað, ið eg leit-aði eftir. Tá eg hevði lisið, hvat hetta gekk út uppá, og skrivað aftur og fram við tey, gjørdi eg av, at hetta

vildi eg fegin royna. Tað kann aldrin skaða at hava eina útbúgving innan prent og eina innan internerið. ITU tekur tó ikki næmingar inn fyrr enn um summarið, og hetta var fyrst í desembur. Men tað kundi ikki passa betur, tí fyri at sleppa inn skuldi eg hava nakrar ávísar læru-greinar og eitt ávíst miðaltal í hesum lærugreinum. So aftur á netið, hes-aferð at leita eftir skúlum, ið bjóða tær lærugreinarnar, ið eg skal brúka. Tá skúlin var funnin, søkti eg inn til tær lærugreinarnar, eg skuldi brúka, 4 dagar seinni fekk eg bræv um, at eg var sloppin inn. So var einki annað at gera enn at keypa ein ferðaseðil til Dan-markar. Eg pakkaði so tað, eg kundi, og flutti til Danmarkar 1. januar við 200 krónum í lummanum og ongum

føstum bústaði. Við góðari hjálp frá vinfólkum komu bústaðarviðurskiftini skjótt uppá pláss, og so var bara at byrja í skúlanum. Eg havi nú verið niðri í 4 mánaðir, og hvør veit, kanska eg havi eina kandidatútbúgving innan Digitale medier og design, tá eg komi heim aftur. Eg havi í hvussu er lært, at tað nyttar ikki at seta seg at gráta og halda, at heimurin er órættvísur. Brót uppum armar og styrk teg sjálva/n. Vónandi verður tað ein fyrimunur fyri meg at hava eina útbúgving innan design á internetinum eisini, og kan-ska ger hetta tað lættari at fáa starv, næstu ferð, eg eri útlærd! Tað má tíðin vísa...

Hildur Høghamar. 26 ár

>>

sta

blað

síða

Page 20: Pisan 2010

38 39Ná

msf

ði

á Fø

roya

rar

ask

úla

Vit hava báðar vita leingi, at vit vilja arbeiða við børnum/ungum, tískil

fall valið á námsfrøði. Vit báðar byr-jaðu uppá eina aðra útbúgving áðrenn hesa, men góvust eftir stutta tíð. Birita byrjaði at lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Føroyum februar 2009, men fann skjótt útav, at het-ta var ikki akkurát hon. Simona byrjaði at lesa námsfrøði í Keypmannahavn í januar 2008. Hon valdi at gevast, tí hon treivst ikki í bý-num. Vit eru báðar sera glaðar fyri at lesa í Føroyum, har vit kunnu brúka ok-kara egna mál og eru í einum tryggum umhvørvi. Fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit hava eitt netverk rundanum okkum. Eitt, ið er sera óheppið, er at

tey flestu vinfólkini lesa uttanlands. Tó eru vit báðar av somu hugsan, at eftir-sum tað er møguligt at lesa námsfrøði her, ja hví so ikki lesa á Føroya landi? Treytin fyri upptøku er, at mann hevur miðnámsútbúgving. Tó kunnu dømi vera

um, at fólk við drúgvum arbeiðs-royndum innan tað námsfrøðiliga økið, sleppa inn á skúlan uttan miðnámsút-búgving. Tvey tey seinastu árini er 40

námsfrøðilesandi sloppin inn á skúlan, har tað fyrr vóru 24. Stuðulin í Føroyum er minni enn SU í útlondum. Vit fáa 3737 kr um mánaðin, og mann fær on-gan stuðul í juli mánaði. Hetta er torført hjá teimum flestu at liva avi. Tískil hava tey flestu eisini arbeiði, fyri at fáa alt

msfr

øð

i á Føro

ya Lær

arask

úla

Vit eru báðar sera glaðar fyri at lesa í Føroyum,

har vit kunnu brúka ok-kara egna mál og eru í

einum tryggum umhvørvi

Námsfrøði>> eitt av heimsins týdningarmestu størvum

tórshavnar kommunawww.torshavn.fo

– livandi, kveikjandi, skapandi

at mala runt. Tað fyrsta hálva árið eru øll náms-frøði- og læraralesandi saman. Vit hava havt 6 skeið (modul) saman: Vísindaástøði, Barna- og ungdóms-mentan, Skapandi læra, Lívsáskoðan og siðalæra, Samskifti og Málmen-ning. Tey flestu av hesum skeiðum enda við eini próvtøku, sum hevur verið ein uppgáva. Henda up-pgávan verður antin skrivað einsæris ella í bólki. Fyri he-sar uppgávur fáa vit staðið/ikki staðið ella eitt próvtal, og um uppgávan ikki er staðin, skal hon skrivast umaf-tur. Í februar fóru vit og lærarale-sandi hvør til sítt. Eftir hetta høvdu vit sálarfrøði, námsfrøði og almennan didaktikk og fóru síðani í starvslæru í 6 vikur. Hesi skeið og starvslæran enda við eini uppgávu, sum so skal verjast. Higartil hava vit verið í skúla 3 dagar um vikuna og havt 2 lesida-gar. Av tí at bachelor-útbúgvingin er

so nýggj, vita vit ikki rættiliga enn, hvussu tey næstu árini verða skip-aði. Tað 3. og 4. árið skulu vit velja okkum inn á eina linju. Tað 3. árið skulu vit skriva bachelor uppgávuna og kunnu harvið fara beinleiðis til víðari lesnað. Tó mugu vit taka tað 4.

árið, um vit hava æt-lanir um at arbeiða sum námsfrøðingar (Diplom-ár). Sí hei-masíðuna www.flsk.fo

Vit ganga í skúla á Føroya Læra-raskúla (Venjingarskúlanum). Hølis-viðurskiftini eru sum so onki at reypa av. Har eru ikki serliga nógv høli, og aulan verður eisini brúkt til undirvís-ing. Vit føla okkum eitt sindur sum flytifuglar á skúlanum; hvør flokkur hevur ikki eina fasta stovu, og tískil vita vit ikki altíð, hvar vit skulu møta. Vit brúka eisini av og á stovur á Ven-jingarskúlanum. Sjálvt um karmanir kundu verið betri, so trívast vit sera væl. Vit eru umleið 35 í flokkinum,

og harav eru bert 4 mannfólk. Al-durin er frá umleið 20 – 45. Vit sjálvi gera nógv fyri at vit trívast væl, t.d. veitslur og hugnakvøld. Hetta hevur eisini havt við sær, at nýggj vinar-bond knýtast. Útbúgvingin gevur okkum sera nógvir møguleikar. Her er talan um víðari lesna, og eisini ber til at arbeiða á ymiskum økjum innan námsfrøði. Sum nú er hevur ongin av okkum ætlanir um at lesa víðari. Ætlanin er at fáa okkum starv eftir at hava lisið í 4 ár. Vit báðar hella til arbeiði við børnum og ungum.

Birita Leivsdóttir Hansen, 25 árSimona Rein, 24 ár

Útbúgvingin gevur okkum sera nógvir

møguleikar

>>

sta

blað

síða

Page 21: Pisan 2010

40 41

BA í føroyskum tekur 3 ár, uppbygd av 2 ára støðisnámi + 1 BA-ári.

MA í føroyskum tekur 2 ár eftir lokið BA-prógv.

Hjánám í føroyskum er antin støðis-nám (2 ár) ella partur av støðisná-mi og partur av námi á hægri stigi. Hjánám er partur av samansettum

MA-prógvi (miðnámslærarasprógvi).

Høvuðsgrein í føroyskum er BA-prógv (3 ár) + høvuðsritgerð, sum er 1⁄2 ársverk. Høvuðsgrein er partur av samansettum MA-prógvi (miðnáms-læraraprógvi).Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 20-25 og krøv fyri at koma inn á útbúgvingina er lokið Miðnámsprógv.

Lærustovnurin er á V.U. Hammers-haimbs gøtu 16, Tórshavn

Eftir lokið BA-prógv ber til at taka MA (2 ára nám) á Fróðskaparsetri-num.

Sí annars www.setur.fo/fo/foeroya-malsdeild

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Fólkaskúlalærari ella námsfrøðin-gur?

Útbúgvingarskipan: 3 ár til BEd (bachelor of educa-tion) + 1 ár diplomútbúgving. Fyri at fáa heitið lærari ella náms-frøðingur skalt tú lesa fjórða árið, diplomárið.

Tal á lesandi, ið verða tikin inn er ímillum 30 og 40 á hvørja út-búgving.

Krøv fyri at koma inn á útbúgvin-gina er lokið miðnámsprógv ella samsvarandi útbúgving. Í hvørjari einstakari umsókn verður eisini mett um aðrar kvalifikatiónir.

Lærustovnurin liggur á Frælsið 20, Tórshavn.

Arbeitt verður við at samskipa møguleikar fyri masterlestri bæði í Føroyum og uttanlands.

Sí annars www.flsk.fo

Útbúgvingar á Føroya Læraraskúla

- BSc í jarð- og havfrøði - BSc í KT-verkfrøði - BSc í lívfrøði

Útbúgvingin tekur 3 ár, býtt sun-dur í 6 lestrarhálvur.

Krøv fyri at koma inn á útbúgvin-garnar er lokin miðnámsútbúgving.

Ávísar treytir eru um lærugreinir:

Jarð- og havfrøði: Vanliga upptø-kutreytin er støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi. Aðrir møguleikar eru eisini (sí meir um upptøkutreytir á www.setur.fo).

KT-verkfrøði: støddfrøði á B-stigi.

Lívfrøði: stødd- og alisfrøði á B-stigi. Evnafrøði:antin 1) B-stig; ella 2) C-stig + A-stig í lívfrøði.

Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 15-20 á hvørjari útbúgving.

Lærustovnurin liggur á Nóatún 3, Tórshavn

Master kann takast víða um hei-min. Dømi: Skotland, Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki.

Sí annars www.nvd.fo

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

BSc í sjúkrarøktarfrøði.

Útbúgvingin tekur 4 ár.

Upptøkutreytirnar eru miðnámsút-búgving ella samsvarandi útbúgv-ing. Tað merkir, at umsøkjarin skal hava students-, HF- ella líknandi prógv, prógv úr øðrum londum, ið skúlin metir at vera sambærilig við omanfyri nevndu prógv, ella aðrar royndir og/ella útbúgvingar, sum kunnu sammetast við áðurnevndu krøv.

Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 22 á hvørjum ári

Lærustovnurin liggur á Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn

Master kann takast víða um hei-min. Dømi: Skotland, Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki

Sí annars www.srfs.fo

Útbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya

- Søga (ymisk fak, men dentur á søgu) - Stjórnmálafrøði (ymisk fak, men dentur á stjórnmálafrøði)

Útbúgvingin tekur 3 ár. Tvey tey fyrstu við ymsum grundfakum, møguleiki at leggja dent á ávís fak á 3. ári.

Tal á lesandi, ið verða tikin inn er 30 á hvørt skeiðið

Krøv fyri at koma inn á útbúgvingina er lokið miðnámsútbúgving ella samsvarandi fortreytir.

Lærustovnurin liggur á Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn

Ætlandi fáa tey, ið nú verða tikin upp, høvi at lesa master í søgu, stjórnmálafrøði, ella løgfrøði

Sí annars www.setur.fo

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini

Setrið ger seg í hesum døgum til reiðar til eitt søguligt heyst.

Síðani Fróðskaparsetur Føroya bleiv sett á stovn í 1965, hevur tað on-gantíð tikið eins nógvar studentar inn, sum Setrið væntandi fer at gera á heysti 2010. Við yvir 500 lesandi fer Setrið komandi lestrarár at seta met í tali á lesandi. Av hesum verða tað meir enn 200 lesandi á fyrsta ári, sum í heyst fara at ganga mil-

lum bygningarnar hjá Setrinum, fylla havnargøtur, fáa nýggjar vinir, nema sær vitan og ríka føroyska samfe-lagið.Kanningar hava víst, at talið á un-gum, ið fara undir útbúgving, veksur í ringum tíðum, og tí er alneyðugt, at Føroyar í hesum døgum hava ein hægri lærustovn sum Setrið at nøkta henda tørv. Ungdómsfráflyting er ein tann størsti trupulleikin hjá føroyska

samfelagnum, og eitt sterkt Fróðs-kaparsetur er eitt tað besta vápnið, vit hava móti hesi hóttan.At Fróðskaparsetur Føroya eisini er ein hægri lærustovnur, ið stendur mát við hægri lærustovnar uttanlands, er uppaftur gleðiligari. Setrið hevur samstarvsavtalur við lærustovnar úti í heimi, soleiðis at Setrið gevur møgu-leikar úti sum heima.

>>

sta

blað

síða

Page 22: Pisan 2010

42 43

Eg valdi at lEsa søgu, tí tað altíð hEvur havt

mín áhuga, og tí søga Er Ein lærugrEin, ið undirvíst vErður í á miðnámsskúlastøði.

Søga á Setrinum og yvirbygging í KBH

Enduliga byrjaði eitt hold aftur í søgu, og eg var ein av teimum,

ið slapp inn. Eg møtti spent upp til fyrsta dag, ið skuldi vera ein introda-gur. Eg hevði tí ikki tikið nakað við mær, tí eg hugsaði, at tað mundi ikki fara at vera neyðugt. 44 lesandi vóru møtt upp hendan dagin, og tað var ikki sørt, at eg kendi meg eitt sindur “malplacera” ímillum øll hesi fólkini, tí tey lótu til, at taka hetta sera seriøst: Pappír og pennur á nærum hvørjum borðið, og hvørja ferð okkurt bleiv sagt, var dúgliga skriva niður. Uff, hug-saði eg, nú missi eg helst tíðandi information, tí eg ikki havi tikið nakað við. Undirvísin-gargongd, lærugreinar, bókmentir og professorar vóru umtalaði, so at vit vistu, hvat vit fóru í holt við. Nógvir spurningar blivu settir um pensum, møtiskyldu, samanseting av lærugrei-num osf., og mín kensla av, at vera á skeivum stað bara vaks: Var hetta veruliga nakað eg var egna til??

7 lærugreinar, 4 stoproyndir, 2 skriv-ligar uppgávur og minus 24 lesandi seinni, var fyrsta ári á Setrinum av.

Hetta hevði veruliga verið eitt hen-dingaríkt ár, har vit høvdu ogna ok-kum rættuliga nógva vitan innan fleiri øki. Annað ári fóru vit í ávíkavist eitt søguhold og eitt samfelagshold, umleið 10 á hvørjum holdið. Ein av greiðu fyrimununum við at lesa í Føroyum kom veruliga til sjóndar hetta ári. Av tí, at holdini eru so smá, kemur tann lesandi veruliga í kontakt

við læraran og fær møguleika at føra kjak og spyr-ja rættuliga nógv. Hetta er heilt vist við til at økja fakli-ga kunnleikan hjá tí lesandi. Socialt gjørdist tað eisini ein fyrimunur, tí

lætt var at savna øll til eitt hvørt: á café til ein bita, ella til lesibólk var eitt nú ein roynd ella uppgáva á skránni. Í tímunum bleiv lagt til mer-kis, um ein ikki var møttur upp, og tí kendi ein seg veruliga sum ein partur av einum holdið.

Eftir trý ár vóru vit 5 á søguholdinum, ið fingu BA-prógv, ímeðan 4 fingu BA-prógv í samfelagsfrøði hetta ári. Eg valdi at lesa søgu, tí tað altíð hevur havt mín áhuga, og tí søga er ein lærugrein, ið undirvíst verður í

á miðnámsskúlastøði. At tað so var gjørligt at lesa søgu her heima á klettunum, gjørdi tað ikki verri, tí eg havi veruliga notið gott av, at lesa í heimligum umhvørvið. Men eina nýggja avbjóðing vildi eg eisini hava og valdið tí at takað yvirbygning í Keypmannahavn. Eg slapp inn á sálarfrøði sum síðufak. Sálarfrøði er góðkent sum síðufak til søgu av tí humana aspektinum. Tey, ið vara av høvuðsfakinum, skulu góðkenna eitt møguligt síðufak og um lestrartíðin er nøktandi. Á KU hava tey gjørt eina pakkaloysn til tey, ið ynskja at taka sálarfrøði sum síðufak við tí fyri eyga, at hava undirvísingarførleika í faki-num á miðnámsskúlanstøði. So tað var lutfallsliga lætt, at fáa góðkennin-gina frá Setrinum. Mín samanseting bleiv so fyrst eitt ár, ið eisini kann takast sum partur av BA-útbúgvingini og síðan eitt lestrarhálvár aftrat, ið var á KA-støði.Ein skal hava í huga, at av tí, at høvuðsfaki í hesum førum er knýtt til Fróðskaparsetur Føroya, so hevur ein ikki rætt til SU í Danmark. Stuðulin fylgir høvuðfakinum, og eg fekk tí ÚS úr Føroyum. Hetta er ikki so nógv, sum SU í Danmark, og tað eru eisini einstøkk rættindi, ið fylgja við SU, sum ikki fylgja við ÚS. Eitt nú kun-di eg ikki fáa DSB-wild card! (hetta

Av tí, At holdini eru so smá, kemur tAnn lesAndi

veruligA í kontAkt við eitt nú professArAn, og fær

møguleikA At førA kjAk og spyrjA rættuligA nógv.

í løtuni siti Eg við ma-uppgávuni, og Eri komin

so mikið álEiðis, at Eg skal lata inn í summar.

kann møguliga vera broytt nú). Eisini skal ein hava í huga, hvar skattskyl-dan so liggur, tí ein skal gjalda skatt av SU, men ikki ÚS.Eftir eina heila viku við intro, har nógv var gjørt burturúr undirhaldi og samansjóðing, sat eg til fyrsta undirvísingartíma í “socialpsykolo-gi” saman við 23 øðrum. Tey flestu sera mál-rættaði, og nógv funnu rættuliga skjótt saman í lesibólkar, ið síðan hildu árið út. Nógv var gjørt fyri tað sociala: Eft-er-undervisnings-bejer, torsdagsbar, fredagsbar,”det er super vejr, vi tar’ i parken”, veitslur, “køb bøger sam-men” osf. Einum nýtist ikki at keða seg, ella vera einsamallur.

Størsta broytingin var tó, tá fyrilestra-nir vóru á skránni nakrar ferðir um vikuna. Nýtt autiratorium, stórt og tøkniliga væl útgjørt og rúm fyri fleiri hundrað lesandi. Til hvønn fyriles-tur møttu yvir hundrað lesandi upp og onkuntíð 200. Tá føldi ein seg bara sum ein dropið í vatninum, og

ikki var lætt at seta spurningar. Samstundis var tað ein góð avb-jóðing, tí ein var gjørdur varugur við, at útbúgvin-

gin er eins egna ábyrgd, tað er ikki nakað ein kemur sovandi til, og tað er ikki nakað, ið bara verður latið tær upp í hendurnar. Ein má sjálvur gera ein innsats. Í løtuni siti eg við MA-uppgávuni, og eri komin so mikið áleiðis, at eg skal

lata inn í summar. Uppgávan verður skriva í søgu, og eg kann bert í lítlan mun taka síðufaki við. Hetta verður avgjørt í samráð við vegleiðara, so-leiðis at ivi ikki skal stinga seg upp um uppgávan líkur ásettu krøv. Veg-leiðarin hevur stóran týdning til eina tílíka uppgávu. Ein góður vegleiðari dugir at fáa tað besta fram í einum, samstundis sum hann vissar ein um, at ein heldur seg innan fyri givnu karmar. Tað er til tíðir eitt einsligt arbeiði at sita við, har ein er komin so nógv inn í eitt evni, at onnur hava torført við at fylgja tær. Men tað er spennandi, ikki minst tí, at útbúgvin-gin skjótt er lokin

Súsanna Eikhólm

Yrkistænastan er eitt nýtt átak, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu nýta hesa tænastu, við at senda Stuðulss-tovninum starvslýsingar, sum Stuðulsstovnurin síðani sendir víðari til tey lesandi við telduposti.

Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgv-ingarørindum. Tílíkar skipanir eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum.

Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Føroyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki.

Tá tú ert lesandi í Føroyum, og søkir um studning frá Stuðulsstovninum, ber til á umsóknarblaðum at melda seg til Yrkistænastuna. Er tú lesandi uttanfyri Føroyar ber til at melda seg til Yrkistænastuna, tá tú søkir um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum.

Um tú ikki ert lesandi, men áður hevur fingið stuðul frá Stuðulsstovninum, kanst tú melda teg til Yrkistænas-tuna við at senda Stuðulsstovninum ein teldupost.

>>

sta

blað

síða

Page 23: Pisan 2010

44 45

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Stuðulss-tovnurin letur, verður latin til lesandi í Føroyum.

Ert tú undir 18 ár fært tú bókastudning – kr. 3.567 um árið. Uppfyllir tú treytirnar fyri at fáa vistarhal-dsstudning, kanst tú eisini fáa kr. 2.492 um mánaðin.

Ert tú 18 ár ella eldri fært tú studning til livikostnað – kr. 2.200 um mánaðin, og tú hevur møguleika at taka lestrarlán á kr. 2.369 um mánaðin.

Um tú tekur eina hægri útbúgving ella styttri vin-nuførleikagevandi útbúgving, ert forsyrgjari ella kanst skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, fært tú kr. 3.737 um mánaðin til livikostnað. Eigur tú børn, fært tú barnastudning – kr. 750 um mánaðin fyri hvørt barnið undir 18 ár afturat teimum kr. 3.737. Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár fæst harafturat kr. 1.500 um mánaðin. Afturat

hesum hevur tú møguleika at lána kr. 2.369 um mánaðin.

Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sam-bandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðul-sár) fyri hvønn barnsburð.

Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Stuðulsstovni-num og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um ferðastudning innanoyggja. Hetta er serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at fer-ðast til og frá skúla fyri sama kostnað.

Ferðastudningur til verkætlan er studningur til lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum í Føroyum og ut-tanlands í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerðast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

>> S

tuð

ul f

rá S

tuð

uls

sto

vnin

um

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí van-liga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttan-lands – bæði í Danmark og øðrum londum.

Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til sams-varandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Stuðulsstovninum.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Stuðulsstovninum.

Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU.

Tað er tó so, at Stuðulsstovnurin hevur nakrar serli-gar skipanir fyri føroyingar uttanlands. Tær eru:

1) ÚSUN-skipanin er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU.

2) Ferðastudningur uttanlands, sum er ein studnin-gur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara.

3) Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein fer-ðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.

4) Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum.

5) Stuðul í serligum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í serligum førum til livikostnað og í heilt serligum førum til skúlagjald í Norðurlon-dum.

Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á www.studul.fo

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Stuðul til lesandi í Føroyum

Stuðul til lesandi uttanlands

>>

sta

blað

síða

Page 24: Pisan 2010

46 47

ASK Altjóða Skrivstovanfy

ri

Upp ígjøgnum 90’ini vaks áhugin fyri at fara at lesa hægri lestur

úti í heimi, og altjóðagerðin innan út-búgvingarheimin øktist við útveksling av lesandi og lærarum gjøgnum bæði Nordplus og ES-programmir (frá DK og til onnur ES lond).Í Føroyum vaks eisini hesin áhugin – bæði politiskt og frá teimum lesandi – um at taka heilar útbúgvingar uttan fyri Danmark og hini Norðurlondini.

ÚSUNÚSUN, ið er ein stuðulsskipan til lesandi fyri skúlagjald á hægri læris-tovnum uttanfyri Norðurlond, byrjaði í 90’unum við 60.000kr um árið. Í 2004 var henda upphæddin 120.000 kr. Menntamálaráði, saman við MFS, Setrinum og LV-felagið, stovnaði í desembur 2000 eina sjálvstøðuga lestrarvegleigara skrivstovu, ið kom at liggja saman við Setursskrivstovu-ni á J.C. Svabos gøtu 14.

Altjóða SkrivstovanÁrið 2000 stóð í fíggjarlógini:Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn í 2000 og er endamálið hjá skrivst-ovuni at vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar-, og stuðulsmøgulei-kar uttan fyri Føroyar. Herumframt er skrivstovan sambind-ingarlið millum lesandi og lærustovnar úti og heima og er savningarstað fyri vitan um útbúgving, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Skrivstovan hevur ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og -ráðgeving, umseting av millumlanda avtalum og skipanum, umframt sam-

skipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar.

Síðan 2000 hevur ein stórur vøkstur verið í talinum av lesandi uttanfyri Danmark og hini norðurlondini – frá umleið 30 til ca. 175 í 2009. Tey enskt-talandi londini: Stórabretland, USA og Australia eru tey trý lon-dini, har flest føroyingar eru farnir at nema sær útbúgving. Onnur lond í evropa, sum bjóða undirvísing á enskum eru eisini nógv eftirspurdar, nevnast má Pólland, har 11 føroyin-gar lesa medisin.

iBT-TOEFL-TESTEin av fyrstu uppgávunum sum ASK fekk sett í verk, var at gera tað gjørligt at taka iBT-TOEFL-TEST í Føroyum. Á hvørjum ári eru tað umleið 40 lesandi, sum taka hesa royndina í Føroyum.

MÚMarkleys Útbúgving er eitt lestrarveg-leiðingarátak sum vegleiðir ungum um útbúgvingar í Føroyum, norður-londunum og runt um í heiminum.Norðurlandahúsið var karmur um tað fyrsta MÚ tiltakið í 2003 og hevur eisini seinasti tvey árini verið karmur um hetta vaksandi tiltak. Hetta veg-leiðingar-tiltak er serliga ætla næmin-gum á síðsta árið í miðnámsskúla og onnur, ið hava hug at fara undir hægri lestur.Hesi tiltøk, sum ASK skipar fyrir, og fíggarligi stuðulin hava haft ávirkan á at talið av føroyingum, sum fara undir hægri lestur hevur voksið nógv síðstu árini.

Síðan 2004 hevur ASK skrivstovan eisini staði fyri at samskipa Nordplus skipanina í Føroyum og somuleiðis staði fyri Nordlys-netverkinum. Fyri tveimum árum síðani varð Elisa-beth Holm tilknýtt ASK skrivstovuni, har hon skal røkja samstarvið innan LLP-skránna (Lifelong Learning Pro-gramme) hjá ES.

FramtíðinEin av avbjóðingunum í framtíðini er at fáa fleiri til at lesa í ikki-ensktta-landi londum, og at fáa tey, sum eru liðug at lesa at koma heim til Føroyar og lata teirra nýggju vitan og royndir hava ávirkan á føroyska samfelagið.

1 januar 2010 varð ASK skrivstovan løgd undir Fróskaparsetrið. ASK skal samskipa útveksling av lesandi í og úr Føroyum, vísa á møguleikarnar fyri at taka minni ella størri partar av lestrinum á Fróskaparsetrinum, og í heila tiki at økja um altjóðagerðina av tí nýggja Setrinum við yvir 500 lesandi. Eisini tekur ASK sær av veg-leiða í øllum tí vanliga sum er knýtt lesnaði og vegleiðing viðvíkjandi at taka heila ella parta av útbúgving í øðrum landi.

Stuðul til stakar uppihaldararSum nakað nýtt fáa stakir uppihaldarar 1500 krónur um mánaðin. Harumframt er barnastuðulin eisini hækkaður.

Samstundis sum ávís lesandi verða hart rakt av skerjin-gum, merkja aðrir bólkar ágóðan av smærri hækkingum. Frá 1. januar í ár kunnu stakir uppihaldarar fáa 1500 krónur um mánaðin. Henda stuðul kunnu tey fáa, sum frammanundan fáa barnaískoytið frá Almannastovuni. Sambært Almannastovuni eru tey 60 í tali. Eisini barnastuðulin er hækkaður. Hesin hevur áður verið 622 krónur um mánaðin til umsøkjara fyri hvørt barni, umsøkjarin hevur forsyrgjaraskyldu av í lestrar-tíðini. Hetta er nú broytt, soleiðis at stuðulin nú er 750 krónur um mánaðin – altso ein hækking upp á 128 krónur um mánaðin.

Rólant Waag [email protected]

Lesandi missa 40.000 krónurÚSUN-stuðulin lækkar við 20.000 frá 1. august íár og aftur við 20.000 krónum frá 1. august 2011,soleiðis at stuðulin yvir tvey ár minkar úr 120.000 krónum til 80.000 krónur

ÚSUN-stuðulin er stuðul til skúlagjald til lesandi á hægri lærustovni uttanfyri Norðurlond. Áður hevur Stuðulss-tovnurin latið upp til 120.000 krónur í stuðli, men frá 1. august í ár eitur henda upphædd í mesta lagi 100.000 krónur. Og frá 1. august næsta ár eru 20.000 krónur aftrat skornar av, soleiðis at upphæddin í mesta lagið verður 80.000 krónur. Sambært leiðaranum á Stuðulsstovninum er tað ein lítil bólkur, sum verður raktur av hesi broyting. Tey, sum taka kostnaðarmiklar útbúgvingar so sum flogski-pari, fara at merkja sviðan av hesi broyting. Eisini tey, ið lesa á kostnaðarmiklum skúlum í USA fara at merkja skerjingina. Broytingin rakar bæði tey, sum ætla sær at taka einakostnaðarmikla útbúgving, og eisini tey, sum longu eru í gongd við eina slíka útbúgving. Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum, sigur í hesum sambandi, at hóast skerjingarnar raka nøkur fá lesandi hart, so er kortini framvegis talan um nógvan stuðul, um samanborið verður við stuðul, onnur lond lata sínum lesandi.

>>

sta

blað

síða

Page 25: Pisan 2010

48 49

Góðu høvdini koma ikki aftur

62 prosent av teimum føroyingum, sum taka eina hægri útbúgving, gera tað uttanfyri føroysku landoddarnar. Á heimsplan munnu tað vera fá lond, sum kunnu vísa á somu tøl. Tískil hava vit eisini mangan erpað okkum við hesum. Íblástur úti frá er bara til gagns fyri okkara lítla land, og henda íblástur fáa vit frá okkara egnu, klóku og góðu høvdum, sum hava verið burtur í nøkur ár og so koma heimaf-tur. Fantastiskt! Veruleikin er tíverri ikki so ljósareyður,og tað eru okkara brimbardu klettar eftir øllum at døma heldur ikki. Undir øllum umstøðum er veruleikin tann, at tey, sum taka eina hægri útbúgv-ing uttanlands, hava ógvuliga ilt við at koma heimaftur til Føroya. Hetta staðfesta tøl hjá Stuðulsstovninum, ið hevur tikið stig til eina kanning, sum Jacob Mouritz Olsen, lesandi á Ål-borg Universitetscenter, hevur gjørt.

Brain drain er veruleiki Henda kanningin staðfestir, at óhug-naliga hugtakið brain drain, er veru-leiki í Føroyum. Heilaflýggjan hevur onkur í Føroyum rópt tað. Kannin-gin hjá Stuðulsstovninum varð gjørd í 2007 og tey spurdu vóru føroyin-gar, sum høvdu nomið sær hægri útbúgving uttanlands og vóru liðug við hana í tíðarskeiðnum millum 2004 og 2006. Av teimum vóru 56 prosent framvegis búsitandi uttanlands. He-sin prosentpartur varð eisini spurdur, um tey roknaðu við at vera heima í Føroyum um fimm ár, tað vil siga í 2012. Tá svaraðu 43 prosent, at tað roknaðu tey ikki við. Við øðrum orðum var bert talan um eina góða helvt, sum kom aftur til Føroya in-nanfyri tey fyrstu seks árini eftir at hava lokið hægri útbúgving uttan-

lands, og tað er nógv minni enn í hinum Norðurlondunum.

Grannar okkara Stuðulsstovnarnir í hinum Norður-londunum hava gjørt somu kanning sum føroyski Stuðulsstovnurin, men hjá teimum eru úrslitini fullkomiliga øðrvísi. Fyrst og fremst eru tey lut-falsliga nógv færri, sum leita sær av landinum at útbúgva seg. Í Danmark, Svøríki og Finnlandi liggur talið á teimum, sum taka eina hægri útbúgv-ing uttanfyri heimligu landamørkini, millum tvey og fimm prosent. Í so máta eru norðmenn og íslendingar nakað frægari, tí hjá teimum eru tøli-ni ávíkavist tíggju og 25 prosent. Hy-ggja vit at Noreg og Íslandi og tølu-num fyri tey, sum koma heim aftur stutt eftir at hava nomið sær hægri útbúgving uttanlands, er støðan ein heilt onnur. Tey spurdu vóru liðug við útbúgvingsína millum eitt og fýra ár áðrenn kanningin varð gjørd, men tá vóru kortini einans 16 prosent av norðmon-nunum ikki vendir heim aftur, meðan talið hjá íslendingunum var tvey prosent hægri. Í so máta eru tølini í Finnlandi meira lík teimum føroysku. Har vóru 43 prosent av teimum, sum vóru liðug við eina útbúgving í tíðar-skeiðnum 2002 til 2006, og luttóku í kanningini í 2007, framvegis búsitandi uttanlands. Stuðulsstovnurin liggur ikki inni við hesum somu tølum fyri Danmark og Svøríki, og tískil ber ikki til at gera nakra samanbering har. Men líkamikið hvussu tú so vendir og lesur tølini, so stendur tann veruleikin eftir, at tað tilsamans eru lutfalsliga nógv fleiri, sum fara avstað í útbúgv-ingarørindum og sum ikki seta búgv aftur í Føroyum, í mun til aðrastaðni.

Øðrvísi í ÍslandiOrsøkirnar til henda stóra mun, eru so nógvar og ymiskar, at vit ikki fara at viðgera tann spurningin her. Kortini geva vit pláss fyri einum sjónarmiði, sum leiðarin á Stuðulss-tovninum metir vera ógvuliga grun-dleggjandi. Hann vísir til kanningina »Føroyingar í útlegd«, sum varð løgd fram í fjørheyst. – Har segði helvtin, at tey møguliga høvdu tikið útbúgvin-gina í Føroyum, um tað var møgu-ligt, greiðir Terji á Lakjuni frá. Hetta merkir, at talið á teimum, sum høvdu tikið útbúgving sína uttanlands, helst hevði verið lægri, um útbúgvingar-møguleikarnir í Føroyum vóru fleiri í tali. Terji á Lakjuni tekur eisini Ísland fram sum dømi og greiðir frá, hvussu nógvir íslendingar taka fyrra partin av útbúgving sínari í Íslandi, meðan se-inni parturin verður tikin uttanlands. – Og tað er munur á at taka tvey ár uttanfyri heimlandið, heldur enn at taka alla útbúgvingina, sum tekur minst fimm ár, vísir Terji á Lakjuni á. Hann førir fram, at tað er í lestraráru-num, at fólk typiskt fáa sær maka, kanska børn og festa røtur. Og fyri stóran part av teimum, sum taka eina hægri útbúgving, hendir hetta uttan-fyri Føroyar. Av somu orsøk er tað eisini trupult at venda heimaftur.– Tá er støðan nakað øðrvísi í Íslandi, har tey við útbúgvingarmøguleikunum hava lættari við at fáa fólkini at taka ein part av útbúgvingini har, og har-við eisini lættari við at fáa tey hei-maftur, metir Terji á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum.

Rólant Waag [email protected]

Samanborið við hini Norður-londini, er talið av føroyskum lesandi uttanlands lutfalsliga

nógv hægri. Men talið av teimum, sum ikki koma heim

aftur eftir loknan lestur er eisini nógv hægri

Hvar lesa føroyingar?Alt fleiri føroyingar fara undir hægri lestur. Danmark er enn toppskorarin, sum dregur flestar vitanartystar føroyingar at sær, men talið av lesandi her heima er eisini vaksið nógv. Tað vísa tøl frá Stuðulsstovninum

Sum heild vísa tølini, at alt fleiri føroyingar fara undir hægri le-

snað. Sìðani 2004 og fram til 2009 eru tølini støðugt vaksin, og seinasta ár var aftur met sett. Tá var talið av lesandi føroyingum komið upp á 1785, eitt rættiliga stórt lopfrá 2007/08, tá talið var 1547.

FøroyarTalið av lesandi í Føroyum hevur verið nøkulunda javnt fram til skúlaárið 2008, tá talið øktiskt við fleiri enn 100 lesandi. Orsøkin til hetta stóra lopið kann vera, at læraraskúlin um-skipaði lærara og pedagogútbúgvin-gina til bachelor,og tóku tískil fleiri næmingar inn. Hetta sama árið bjóðaði Fróðskapar-setrið eisini onkrar nýggjar útbúgvin-gar, sumdrógu fleiri umsøkjarar.

Danmark Tað er meiri ivasamt, hví talið av føroyingum, sum fóru til Danmarkar at lesa, hækkaði so nógv í 2008. Eisini her hækkaði talið við nærum 100 fólkum. Tað kann hugsast, at kreppan var farin at gera vart við seg, og fólk søktu

inn á skúla, tí verri var at fáa ar-beiði. Eisini nýggja bonusreglan, sum loyvir nýklaktum studentum at falda miðaltalið við 1,08, um søkt varð víðari innan tvey ár eftir miðnám, kann hava fingið fleiri av skunda sær víðari undir hægrilesnað. Eisini kann talan vera um ein serliga stóran árgang. Mest sannlíkt er, at tað er ein blandingur av øllum hesum tingunum.

StórabretlandTalið av lesandi í Stórabretlandi er ei-sini hækkað munandi; tað er nærum tvífaldað frá 2007 til 2008. Tað er væl trúligt, at tað er boðskapurin um ÚSUN stuðulin, sum byrjar at sláa ígjøgnum her, og fólk skilja, at tey hava møguleika at fara til Bretlands at útbúgva seg. Nøkur hava verið í Stórabretlandi árini frammanundan, og tað kann tykjast, sum at ringarnir av hesum eru við at breiða seg.

Norðurlond annarsTað tykist ikki, sum Noreg, Svørí-ki, Finnland og Ísland eru serliga vælumtókt, sum lestarlond hjá føroy-ingum. Talið av lesandi í hesum lon-dum hevur verið ógvuliga støðugt øll

árini, og tá man hugsar um, at sam-laða talið avlesandi er hækkað, er prosentpar-turin av lesandi í Norðurlondum an-nars, minkaður.

NorðuramerikaTalið av føroyingum í Norðuramerika nærum tvífaldaðist frá 2007 til 2008, úr 8 føroyingum upp í 15. Tað er væl hugsandi, at tað aftur her er ÚSUN stuðulin, ið spælir inn, tí tað er an-nars ógvuliga kostnaðarmikið at lesa í USA.Tað er tó ógvuliga sannlíkt, at hetta talið fer at minka aftur, nú ÚSUN stuðulin er minkaður, og fólk sjálvi mugu rinda ein stóran part av dýra skúlagjaldinum.

Eydna [email protected]

>>

sta

blað

síða

Page 26: Pisan 2010

50 51

Hvat er SU?SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin vegin velur at leggja SU-lán aftu-rat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað.Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa van-liga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkis-borgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini.

NorðurlondSum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen etftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvin-gar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar saman-hangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SU-studning, um tú supplerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óav-markaðan pening við síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark.Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvin-gina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Dan-mark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár.

Onnur londFøroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulss-tovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani.Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin un-dirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðar-ligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SU-styrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini hjá SU-styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-styrelsen.Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Dan-mark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestraraktiv/ur. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

Stutt lestraruppihald uttanlandsUm tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanun-dan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestrarup-pihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú hoyrir til, og ikki SU-styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

MannagongdÁðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heim-staðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pappírsarbeiði o.ø., alt eftir hvat land tú flytir til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt p-tal - tað sonevnda cpr-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytir av landinum í útbúgv-ingarørindum nevniliga at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum cpr-nummari, sjálvt um tú fert aðra staðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt cpr-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað.Um tú flytir til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt cpr-nummar, fyrr enn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í. Cpr-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt, tí er neyðugt beinan vegin at kunna vísa á ein bústað.Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Søk eisini hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-nummar, tí so er umsóknin komin rættstundis! Ofta kann ganga nakað av tíð áðrenn umsóknin kemur í gjøgnum fyrstu ferð orsakað av stóra trýstinum á SU-styrelsen serliga í aug. - sept.. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri fyrstu tíðina.

KlippikortiðSU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klip-pikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið).Møguligt er at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvars-ama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði. SU-myndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær.Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klip-pini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

UpphæddirSU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Í 2010 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving og eru fylt 18 ár studning sambært hesi talvu:Upphædd pr. mðr.Heimabúgvandi 2.677 Kr.Útibúgvandi 5.384 Kr.Ískoyti einligir uppihaldarar 5.384 Kr.Ískoyti til uppihaldara, sum býr saman við øðrum SU-

móttakara 2.151 Kr.Handikapp ískoyti 7.656 Kr.Lestrarlán 2.755 Kr.Sluttlán 7.105 Kr.Eyka SU-lán til uppihaldarar 1.379 Kr.

SU-stuðul verður skattaðurStudningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at føroyafrá-dráttur ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin.SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýt-tar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um up-plýsingarnar ikki eru rættar, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá.Tó so, eru skattaviðurskiftini ikki tey somu, um viðkom-andi er lesandi uttanfyri Norðurlond, tí har verður inntøka, sum er uttanfyri tað ríkið viðkomandi lesur, ikki skattaður, t.v.s. at SU verður ikki skattaður. Sí www.taks.fo.

LestrarlánUm tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SU-stuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænur eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum.Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SU-stuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki ar-beiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán.Sluttlánið kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar.Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treyt-irnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava tað við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán.

Afturrindan av lánunumTá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal by-rja er tengt at hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. Tvs. um tú t.d. verður liðugur 30. juni 2010,

SU-skipaninAt fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar.

Katrin D. Apol

>>

sta

blað

síða

Page 27: Pisan 2010

52 53

Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum. Mark

er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og het-ta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2010 er fríup-phæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 8.464 kr. = 101.568 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tils-varandi 500 kr. minni ein annan mánað.Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 24.742 kr. um árið fyri hvørt barnið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru “studieinaktiv”, hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 17.107 kr. um mánaðin. Sí annars www.su.dk.

Frával av SU-klippumTað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at saman-lagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í “klippikortinum” hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði.Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni.Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríup-phæddina. Tú finnur nýggjastu upphæddirnar á www.su.dk.

Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir.

Føroyafrádrátturin og fríupphæddinHóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin, so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú kemur upp um fríupphæddina hjá SU (101.568 kr.), so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp.

Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri ar-beiðsinntøku enn 32.926 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í sep-tember, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 32.926 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Sí annars www.su.dk har tú hevur møguleika at rokna hetta út sjálv/ur.Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi.

Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum eina ferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU - www.su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2011. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera, at rinda aftur áðrenn tíðina.

Nærri upplýsingarHenda greinin er so ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viður-skifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at

byrja at lesa. Um tú skalt aðra staðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU á suudlu.dk. Annars er heimasíðan hjá SU-styrelsen er rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www.su.dk Tú kanst eisini venda tær til Rádgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk.

Arbeiði og SU

Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru

søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevin-gin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjan-di føroyafrádrátti.

Hvat er Føroyafrádráttur?Føroyafrádrátturin er ein serligur skat-tafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar.Frádrátturin er heimiðlaður í norður-lendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol.Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsove-renskomst mellem de nordiske lande.

Treytir:Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrá-drátt eru hesar:• At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið• At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum• At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetance¬gevandi) frammanun-dan• At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk?Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevan-di útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av út-búgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.

Hvussu stórur er Føroyafrá-drátturin?Fyri ár 2010 er føroyafrádrátturin uppá 71.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til.Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lut-

falsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum.Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?Tú skalt venda tær til skattamyndu-gleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild / specialligning sum umsitir føroyafrádráttin.Greið frá:• at tú er føroyingur undir útbúgving• at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til• at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Minst til:• at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.• at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

Um tú fært noktað føroyafrá-dráttUm skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving.Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.Kann føroyafrádráttur nýtast til SU?Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU.Sambært dupultskatta avtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Ve-derlag for tjenesteydelser”.

Sjálvuppgáva og føroyafrá-drátturSjálvt um tú hevur fingið føroyafrá-drátt á forskudopgørelsen/skattakorti-num skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna un-

dir teigin: ”andre ligningsmæssige fr-adrag”. Annars fært tú ikki føroyafrá-dráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Hvussu leingi?Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so le-ingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.

Um tú ikki fert heimHøvuðstreytin fyri at fáa føroyafrá-drátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum.Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur.Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri at krevja penin-gin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgev-ingina.Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroy-ingar í Danmark (www.radgevingin.dk). Ráðgevingin hevur hollan kunn-leika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Føroyafrádráttur

>>

sta

blað

síða

Page 28: Pisan 2010

54 55Tekning eftir Janus á Húsagarði

Page 29: Pisan 2010

56 57

Útbúgvingar-stovnar í Íslandi eru

á høgum støði - tú arbeiðir og lærir nógv!

Vit hava verði og spurt Háskúla Íslands hvat tey

hava at bjóða føroyingum sum vilja koma til

Íslands at lesa.

The University of Iceland is a progressive educational and scientific institution, renowned in the global sci-

entific community for its research. It is a state university, situated in the heart of Reykjavík, the capital of Iceland. A modern, diversified and rapidly developing institution, the University of Iceland offers opportunities for study and research in almost 300 programmes spanning most fields of science and scholarship: Social Sciences, HealthSciences, Humanities, Education, Natural Sciences and Engineering.

Some of the resources available at the University are uniquely Icelandic. These include the manuscripts pre-served in the Árni Magnússon Institute, Icelandic census records dating from 1703, exceptionally complete genea-logical data and climatological, glaciological, seismic and geothermal records. The University of Iceland holds a leading role internationally in renewable energy and en-vironmental research.

Extensive and diverse The University of Iceland has five schools and 25 facul-ties, offering hundreds of different courses of study. Vari-ous types of learning are provided at all higher education levels, through flexible programmes that meet today’s demands for an extensive and practical education. The University of Iceland is the only university in Iceland

offering undergraduate and postgraduate programmes in all major academic fields.

Leading academics The University of Iceland employs a large number of highly educated and qualified academics. The vast ma-jority of our permanent academic staff hold doctorate degrees and have studied and participated in research at respected foreign universities.

Consequently, academics at the University of Iceland are part of a strong and far-reaching global network, and many of them are leaders in their respective fields within the international scientific community.

An international university The University of Iceland collaborates with hundreds of international universities and research institutes in stu-dent exchanges, research, faculty exchanges and more. All of the University’s students have the option of taking part of theirdegree at universities overseas. Hundreds of interna-tional students are enrolled at the University of Iceland during a given academic year, and their number is grow-ing. The University employs numerous international guest

The University of Iceland International and Unique

professors and scientists and brings in lecturers from abroad almost on a daily basis. Hence, the University is made up of a vibrantand multi-dimensional community of people.

Growing and prosperousAt the University of Iceland, we are in the midst of a vigorous period of growth. Research, scientific work and teaching at all levels are thriving, while remarkable achievements are attained on a regular basis with re-gards to improved facilities at the school.

Recent and current undertakings serve to vastly enhance scientific activities and instruction at the University of Iceland and to improve facilities and opportunities for its students.

Planning Your Study in IcelandAt the University of Iceland, we are receiving a growing number of international students every year. All of them have found the opportunity of studying in the capital of Iceland attractive for many reasons, as we hope you will too.

Embarking on studies at a foreign university is a mile-stone in every student’s life. It can also raise many ques-tions, many of which will be addressed in this brochure. We urge you to read through it carefully so that your stay at the University of Iceland may be as enjoyable as possible, right from the outset.

The University website provides most answers concern-ing education, services and social activities, either on the websites of individual faculties, in the general section of the web, or on Uglan, the University’s intranet. Language of instruction The principal language of instruction at the University is Icelandic, but most faculties give courses in English as well. Various programmes are now taught entirely in English. Examples of these are Medieval Studies, stud-ies in Environment and Natural Resources, studies in Renewable Energy Engineering, International Studies in Education and an international L.L.M. programme.

For further information or advice, feel free to contact the staff at the university or check out our web site atwww.hi.is

>>

sta

blað

síða

Page 30: Pisan 2010

58 59

Eg lesi BS sálarfrøði í Háskóla Íslands í Reykjavík (University

of Iceland). Útbúgvingin tekur 5 ár í alt. Trý tey fyrstu árini (BS) geva 180 ECTS. Tá tey eru liðug, kanst tú velja framhaldið, sum er Cand.psych, Master ella Felags- og vin-nusálarfrøði, ið geva 120 ECTS af-turat. Undirvísingin er á íslendskum, men alt lærutilfarið er á enskum. Tað fyrsta árið kann ein taka royndirnar á enskum, eftir tað er tað upp til læra-ran, um royndin er á íslendskum ella eisini enskum. Men ein hevur altíð loyvi til at skriva uppgávur á enskum. Tað eru altíð nógv, ið søkja inn at lesa sálarfrøði. Einasta upptøkukravið er, at umsøkjarin hevur studentsprógv. Miðalkarakterurin á studentspróvnum hevur einki at siga. Hettar ger, at øll hava ein møguleika – men seinni skal ein so harafturímóti prógva, at hetta er tað, man veruliga vil. Longu fyrsta hálvárið er stopproynd, har helvtin av næmingunum dumpar, og sostatt

ikki sleppur víðari. Næsta hálvárið er eisini ein líknandi stopproynd. So sálarfrøði er eingin dansur á rósum, og heldur eingir skjótt syftir seiðir. Skúlin liggur tætt við miðbýin, og við síðuna av míni íbúð. Eg leigi á stu-dentagarðinum. Har er gott at búgva; serliga tí at fleiri í flokkinum eisini búgva har, og at samanhaldið av tí sama verður betur.

Í Reykjavík búgva umleið 202.000 fólk. Fitt fólk. Eg haldi, at íslending-um dáma sera væl føroyingar. Sálar-frøðideildin hevur eitt studentafelag, ið ger nógv fyri, at tey lesandi koma at kenna hvønn annan og at trívast. Hvørt vikuskifti hendir eitt ella annað, t.d. vísindaferðir, pub-quiz, temaball o.s.fr. Nógv tíð fer við lesnaði. Ofta pla-ga vit at møtast í skúlanum at gera skúlating saman. Eisini er eitt ítróttar-hús í skúlanum, har ein kann venja

yoga, pilates, aerobic, vektir o.a. Ein onnur føroyskt, Sólja, lesur sálar-frøði saman við mær. So eru tvey onnur føroysk á háskúlanum, ið lesa altjóðað samskipti.

Money money money ...Vit rinda skúlagjald, men tað er ein-ans 45.000 ISK um árið, ið er umleið 2.500 – 4.500 krónur. Vit fáa ongan peningastuðul til hetta gjaldið.Eins og við flestu øðrum hægri út-búgvingum, fái eg SU, sum eru góðar 5.400 kr. um mánaðin. Í Ís-landi skal man ikki gjalda skatt av hesum pengum. Umframt SU, fái eg eisini íslendskan íbúðarstuðul, sum eru 18.000 ISK, ið er umleið 900-1.800 kr (alt eftir hvat kursurin á gjal-doyranum er). Tað er eisini møguligt at taka ódýr íslendsk skúlalán, tað gera flestir næmingar, tí tað er ikki nógv tíð til arbeiði.

Sálarfrøði í Íslandi

ÍslendsktEg veit væl, at nógv halda, at íslend-skt er eitt torført mál at læra. Men har eri eg ósamd. Tað er keðiligt og púra óneyðugt, at fólk lata málið hal-da sær aftur frá at lesa í Íslandi. Øll málini í Norðurlondum líkjast á ein ella annan hátt. Eg sjálv fyrireikaði meg við at lesa nógvar íslendskar bøkur, áðrenn eg flutti. Einki kemur

av sær sjálvum; um tú sjálvur ger okkurt fyri at læra, til dømis lesur og lurtar eftir onkrum íslendskum, finnur tær íslendskar vinir, og sum heild tekur lut í samskiftinum við aðrar studentar, ja so skal íslendska málið nokk koma uppá pláss. Eg valdi Ísland, tí tað er eitt fantas-tiskt land! Mær hevur altíð dámt at vera í Íslandi. Í 2002 var eg í Reykja-vík á húsarhaldsskúla, og tá avgjørdi

eg, at eg heilt avgjørt skuldi aftur til Íslands at lesa eftir lokið student-sprógv. Eisini eri eg hálv íslendsk, so tilknýtið hevur altíð verið har. Eg haldi heilt avgjørt, at fleiri føroy-ingar skuldu valt Ísland sum teirra lestrarland.

Yrsa Hauksdóttir Frýdal

>>

sta

blað

síða

Page 31: Pisan 2010

60 61

MSc í Altjóða Samskifti (Reykjavík)

Eftir at eg hevði tikið meginpartin av støðisútbúgvingini í Stjórn-

málafrøði á Fróðskaparsetrinum, fór eg til Reykjavíkar á eina ráðstevnu í juni 2008. Komin á hotellið, setti eg ferðagóðsi frá mær og fór út á

gøtuna at hyggja meg um í býnum. Eg hevði ongantíð verið í Reykjavík áður, men hevði ofta spælt mær við tankan um einaferð at fara til Íslands at læra málið. Abbi mín var íslen-dingur og omma hálvur íslendingur, so Ísland hevur altíð verið ein par-tur av gerðandisdegnum í familjuni hjá okkum. Hóast eg eri 3/8 partar íslendskur, og abbi tosaði íslendskt (ella kanska meira eina blanding av íslendskum, donskum og føroyskum), so dugdi eg ikki málið, hóast eg skilti einstøk orð. Eftir at hava gingið í miðbýnum eina løtu henda dagin og

sæð ein brotpart av hesum lítla býi, ið tó hevur stórbýar dám, hevði eg tikið avgerðina. Eg vildi royna at búgva í Reykjavík í eina tíð! Á veg aftur til Føroyar nakrar dagar seinni, steðgaði eg á Háskóla Íslands (HÍ) á leiðini til flogvøllin og fór inn at tosa við ein vegleiðara á samfelagsdeildini. Eg spurdi, um møguligt var at taka na-krar lærugreinar sum skiftisnæmingur á HÍ. Svarið var, at um Fróðskapar-setri metti tað vera í lagi, var onki, ið forðaði fyri hesum. Síðani fór eg beina leið oman á flogvøllin, og lendi í Vágum 1 tíma seinni. Dagin eftir fór

eg inn á deildina fyri samfelagsví-sund í Jónas Broncksgøtu, og spurdi um møguleiki var fyri at sleppa til Íslands at taka tær lærugreinarnar, eg manglaði. Heldur ikki her var na-kar trupulleiki, og eg fór so undir at søkja um upptøku á HÍ ígjøgnum ERASMUS skipanina. Tað gingu 3 vikur, so vóru øll viðurskiftini komið uppá pláss. Eg pakkaði bilin, koyrdi umborð á Norrønu og fór aftur til Íslands.

Tað var ein stór broyting at fara frá Fróðskaparsetrinum til Háskóla Íslands. Eg fór frá einum lítlum út-búgvingarstovni til ein nógv størri. HÍ hevur 14.000 lesandi, harav 2/3 eru konufólk, 1/3 mannfólk og áleið 1100 skiftisnæmingar úr øllum heiminum og tú kann skapa tær eitt stórt netwerk um allan heimin, ið kann koma sera væl við seinni. Somuleiðis er eitt hav av lærugreinum at velja ímillum - nakað sum eg saknaði á Setrinum. Skú-lin var nýliga endurnýggjaður, og Háskólatorgið, ein nýg-gjur bygningur, var fyri stut-tum tikin í brúk. Bygningurin bindur teir flestu av gomulu bygningunum á skúlaøkinum saman. Háskólatorgið hevur allar nútímans hentleikar, m.a. ein góðan bókahandil, har flestu bøkurnar, ið nýttar verða á skúlanum fáast; eina stóra teldustovu við nýggjastu út-gerð; eina stóra opna kaffeteriu, har lesandi kunnu eta og gera bólkaar-beiði. Háskólatorgið er eisini karmur um tónleikaframførðslur, ið skúlin skipar fyri. Í hinum bygningunum eru skúlastovur, lesisalar, teldustovur og kaffistovur. Hinumegin høvðusvegin liggur landsbókasavnið og Háskóla-bio, ið bæði er biografur og karmur um mentanarlig og faklig tiltøk. Tað tekur eisini einans 10 min at ganga oman í miðbýin, og har er ein rúgva av kaffihúsum, matstovum og nógv handilsvirksemi. Í nærumhvørvinum við skúlan eru studentaíbúðir bæði til einstaklingar og familjur. Vøggus-tovur, barnagarðar og barnaskúli er eisini eitt hanagleiv frá íbúðarøkinum. Beint við íbúðarøkið, liggur ein sera góð gøta fram við sjóvarmálanum, ið leiðir oman á strondina, og verður gøtan nógv brúkt at súkkla, ganga,

og renna á.Við tað at eg fór til Íslands sum skiftisnæmingur, fekk eg meira fjøl-broytni í útbúgvingina. Eg hevði møguleikan at taka fak, ið ikki vóru boðin út á Setrinum. Tíðin sum skift-isnæmingur var eisini ein fyrireiking

til víðari lestur í Reykjavík. Eg lærdi málið og kom at kenna skúlaskip-anina. HÍ bjóðar fyrireikandi málskeið til útlendingar, og við at vera saman við íslendingum lærir tú skjótt málið, tí munurin á íslendskum og føroys-kum er ikki so stórur, sum tey flestu vilja vera við. Og at lesa í Íslandi er sera viðkomandi fyri føroyingar. Tað er næstan líkamikið, hvat tú lesur, so fær tú samaborðið íslendsku og føroysk viðurskifti. Av tí at Ísland er eitt lítið land, so ber í flestum førum til at seta Føroyar inn í samanhangin ístaðin fyri Ísland og við tað síggja møguleikar og vansar.

Sum lestrarland fyri skiftisnæmingar er Ísland eisini eitt gott boð. HÍ leg-gur seg eftir at verða lærustovnur á høgum altjóða støði, við útlendskum gestalærarum, skiftisnæmingum, un-dirvísing á enskum í nógvum læru-greinum o.s.fr. Somuleiðis bjóðar HÍ eina ørgrynnu av vællærugreinum, og tá fleiri teirra eru á enskum, er eingin málslig forðing fyri at koma til

Íslands at taka nøkur fak ella eina heila útbúgving. Sum skiftisnæmingur kemur tú eisini at kenna fólk úr øllum heiminum. Og sum føroyingur fær tú nógv uppmerksemi, bæði frá næmin-gum og lærarum. Íslendingar eru sera blíðir og fyrikomandi, og síðani

Føroyar sum fyrsta land veitti teimum lán eftir kreppuna, eru teir enn blíðari.Vanliga reaktiónin, tá útlendig-nar í Íslandi hoyra, at tú ke-mur úr Føroyum, er: “WOW…, I have never meet…” og klas-sikarin “Where’s that???”. Í mínum fyrsta tíma í íslenskum

fyri útlendingar, segði síðumaðurin, ið var frá Avstralia, við meg: “You are the most interesting person in this room!” Eg skilti ikki ordiliga, hvat hann meinti við og spurdi, hví hann helt tað. Jú, tað var tí, at eg var úr Føroyum.

Eftir eitt ár sum skiftisnæmingur á HÍ og starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík, valdi eg at byrja uppá eina MSc. í altjóða samskifti. Tað er ógvuliga spennandi at lesa í Íslandi í løtuni. Tað hendir nógv á politiska vígvøllinum - kreppan rakti Ísland hart, og hevur broytt viður-skiftini við altjóða samfelagið. Hetta hevur serliga víst seg við umsóknini um ES-limaskap og IceSave máli-num. Hetta er ein sera hendingarík og søgulig tíð.

Sølvi Símonarson

Við tað at Ísland er eitt lítið land, ein oyggj, so ber til í

flestum førum at seta Føroyar inn í kontekstin ístaðin fyri

Ísland og við tað síggja møguleikar og vansar

Háskúli Íslands (HÍ) leggur seg eftir at verða ein hægri altjóða lærustovnur á høgum støði,

við útlendskum serfrøðingum sum gestalærarar, skiftis næmingum, undirvísing á

enskum í nógvum fakum o.s.fr.

Sum skiftisnæmingur kemur tú eisini at kenna fólk úr øllum heiminum. Og sum føroyingur

fær tú stóra uppmerksomheit, bæði frá næmingum og lærarum.

>>

sta

blað

síða

Page 32: Pisan 2010

62 63

Háskólinn í Reykjavík býður Færeyinga velkomnaFyrstu kynni mín af alþjóðlegri vináttu áttu sér stað þegar ég var svo lítil að ég varð að standa á tám til að sjá upp á borðstofuborðið. Þessi minning situr í huga mér því þennan dag hafði móðir mín keypt alls kyns krásir sem ekki voru venjulega á borðum og við systkinin fengum áminningu um að leggjast ekki á eina sort og haga okkur vel því von væri á gestum. Von var á Færeyingunum og vel skyldi tekið á móti þeim... Þessi ljúfa æskuminning vísar til þess þegar færeyskir skólabræður föður míns komu í heimsókn til Íslands að fagna útskriftarafmæli Landbúnaðarskólans á Hvanneyri. Síðar urðu ferðirnar fleiri og Íslendingarnir fóru í hópferð til Færeyja. Nú eru flestir þeirra fallnir frá. Vinátta skólasystkina er besta leiðin til að efla tengsl landa á millum og mun fleira sameinar Íslendinga og Færeyinga en skilur þá að. Háskólinn í Reykjavík er alþjóðlegi háskólinn á Íslandi og vill bjóða Færeyinga sérstaklega velkomna og gera sitt til að efla fræðasam-starf milli landanna. Það gerir skólinn með því að veita sérstakan styrk til Færeyinga og ber að sækja um hann með því að senda inn bréf með námsumsókn.

Hvers vegna ættu Færeyinga að fara til Íslands?Líklegast liggur beinast við fyrir Færeyinga sem hyggja á háskólanám að fara til Danmerkur. Þeir tala tungumálið og þekkja menningu þeirra vel – enda er raunin sú að margir sækja þangað. Þó gæti hentað öðrum að skoða möguleikann á því að fara í háskólanám á Íslandi þó ekki sé hún önnur en efnahagsleg. Í dag er Ísland langsam-lega ódýrasta Norðurlandið og þar sem Færeyingar geta

notað danska námsstyrkinn sinn á Íslandi er nokkuð ljóst að hann tvöfaldast að verðgildi á Íslandi.

Ef Ísland – hvaða háskóla?Rannsóknir sýna að þegar nemendur taka ákvörðun um að fara í nám erlendis þá ákveða þeir fyrst til hvaða lands skal halda og svo ákveða þeir í hvaða skóla þeir vilja stunda nám. Nokkuð erfitt gæti reynst fyrir útlendinga að mynda sér skoðun á því hver af hinum sjö háskólum á Íslandi býður upp á það nám sem best hentar. Mikilvægt er að taka upplýsta ákvörðun og bera vel saman það námsframboð sem er á hverjum stað því háskólanám er mikilvæg fjárfesting í framtíðinni.

Upplýsingar um HRHáskólinn í Reykjavík er einkaháskóli og næst stærsti háskólinn á Íslandi. Hann menntar flesta viðskiptafræðin-ga á landinu og 2/3 hluta allra tæknimenntaðra Íslendin-ga. Auk viðskiptafræði, tölvunarfræði og verkfræðideilda eru lagadeild og kennslu og lýðheilsudeild við skólann. Um 25% allra námskeiða eru kennd á ensku og er flest mastersnám kennt á ensku. Doktorsnám er allt á ensku. Allt starf Háskólans í Reykjavík einkennist af metnaði og samkvæmt könnun sem gerð var meðal íslenskra háskól-anema þá eru nemendur HR ánægðastir allra háskól-anema á Íslandi.Háskólinn í Reykjavík býður Færeyinga í heimsókn á Íslandi ávallt velkomna og hvetur stúdenta til að kynna sér nám við skólann á www.reykjavikuniversity.is. Einnig er hægt að fá nánari upplýsingar um skólann hjá undir-ritaðri, Margrét Jónsdóttir, director of International Affairs – [email protected]

Eftir loknan lestur á Klaks-víkar HF-skeið, fór eg til ar-

beiðis í 1 ár og flutti síðani til Íslands at arbeiða víðari.Tað lá allatíðina í baktonkunum at fara víðari í skúla og eg hugdi at ymiskum møguleikum, men tá eg sá eina lýsing í einum íslen-skum blaði, har tey søktu eftir næmingum til BSc í Business Administration, fekk hetta mín áhuga.Ikki long tíð gekk, til eg var bjóðaður at vitja skúlan. Skúlin liggur 1 tíma frá Reykjavík og er ein lítil lestrarbýur, har flestu lærarar og næmingar búgva á økinum.Eg var eitt sindur bangin um, at skúlin lá so langt vekk, men tá eg sá at allir hentleikar vóru á skúla-num, fall avgerðin.Háskólinn á Bifrøst er, sum sagt, ein lestarbýur og á økinum eru uml. 1000 íbúgvar. Tá skúlin var bygdur, var ætlanin at undirvísa í búðskapi, men

seinni var hetta víðka til løgfrøði og ymiskt annað.Dagligdagurin á Bifrøst er ful-lur av lesnaði, men tá hetta er yvir staði, er eisini møguleiki fyri hugna.Av tí at tú allatíðina umgangst studentarnir og lærarirnir, fært tú tættari samband við teir enn á flest øðrum skúlum.Hentleikarnir á Bifrøst eru fleiri. Burtursæð frá einum væl útgjør-dum skúla, hevur tú atgongd til at uttandura boblibað, íðka ítrótt

og ymiskt annað.At búgva í einum lestrarbýi hevur sínar fyrimunir og vansar, men felagslívið á Bifrøst er fínt. Av tí at nógv fara av økinum í vikuskiftinum, skipar studentafelagið fyri ymiskum ígjøgnum vikuna. Eitt tað mest umtókta tiltakið er Pubquiz, sum er hvørt týskvøld.

Torleif Joensen

BS í Business Administration

“tá eg sá at allir hentleikar vóru

á skúlanum, fall avgerðin”

“Dagligdagurin á Bifrøst er fullur av

lesnaði, men tá hetta er yvir staði, er eisini møguleiki fyri

hugna”

Háskúlin á Bifrøst

(Ísland)

>>

sta

blað

síða

Page 33: Pisan 2010

64 65

Mín tíð sum au-pair1 oktober 2010 kom eg fyri fyrstu ferð til Íslands. Eg arbeiddi sum au-pair á einum bóndagarði sum liggur ca. 20 min. frá Akureyri, næst stórsta býi í Íslandi.Á bóndagarðinum passaði eg tvær gentur sum vóru 1 og 2 ár og 4 ára gamla dóttir mín, var við mær. Tað tók ikki langan tíð til eg skildi íslenskt, og tað gekk eisini fínt at læra at tosa málið. Eg hevði altíð fríð um kvøldarnar, og í tríggjar mánaðir gekk eg á kvøldskúla fyri at læra at skriva íslenskt. Eg var au-pair í ½ ár. Tað er fínt at arbeiða sum au-pair í eina tíð í tí landinum, tú hevur hug at lesa í. Tú lærir málið, kemur at kenna býin, menntan og fólk og fór (vónandi) eina góða uppliving. Eg vil tó viðmæla at søkja ígjøgnum okkurt au-pair felag ella fara til familju, har sum tú kennir onkran.

HáskúlinEg valdi at fara í háskúla á Akureyri, tí mær dámdi væl, at býurin er ikki alt ov stórur. Um 18.000 fólk búgva her. Skúlagjadlið er 45.000 ISK um árið,sum er um 2000 kr, men bøkur-nar eru dýrar. Ikki er óvanligt at brú-ka ímillum 30.000-50.000 kr í bóka-

kostnað hvørt semester.Skúlin er ikki serliga stórur; umhvør-vi á skúlanum er tó rættiliga hug-naligt, matarsalurin er brúktur til at eta, práta og gera bólkaarbeiði í, og stemningurin í matarsalinum minnir um stemning á kaffihúsi. Annars er ikki óvanligt at næmingar møtast á kaffihúsi til at gera bólkaarbeið.Tað tekur 3 ár at lesa bachelor í sálarfrøði, og útbúgvingin er SU-góðkend. Tíverri ber ikki til at lesa master ella cand psych í sálarfrøði í Akureyri, so ein noyðist til Reykjavík ella til eitt annað land fyri at lesa víðari.

LestrarlíviðÚtbúgvingin er gjørd soleiðis, at tað eru fleiri royndir og uppgávur í gjøg-num árið, og so er ein stór roynd í hvørjum faki í royndartíðini desember og apríl-juni, sum er ímillin 45-90% av karakterinum. So ein noyðist at lesa væl alt árið ikki bara fyri roynd-artíðina. Tað er ikki møtiskylda í fles-tum føkum, eg havi tó verið í einum faki har møtiskylda er, men har fart tú eisini karakter fyrir bara at møta í tíma. Hóast nógv tíð fer til skúlat-ing má ein ikki gloyma felagslívið. Næmingafelagið skipar fyri fleiri tiltø-

kum ígjøgnum skúlaárið. Nevnast má vísindaferðina til Reykjavík í februar har næmingarnir vitja museum, fara út at eta saman og stuttleika sær um kvøldið og náttina. Ársveitslan er í mars, og er størsta tiltakið sum næmingafelagið skipar fyri. Har er góður matur, góð tónlist, gott un-dirhald og øll møta í sínum flottastu klæðum. Sprellmót er í oktober og kappast deildirnar tá ímóti hvørjari aðrari í óvanligum leikum. Deildirnar skipa eisini fyri ýmskum tiltøkum, serliga pubquiz og tílíkt í vikuskif-tunum. Sum lesandi í háskúlanum á Akureyri ert tú sjálvandi limur í næmingafelaginum og fært afsláttur í fleiri handlum, matstovum og venjin-garstøðum.

Bústaðarviðurskifti5 studentagarðar eru á Akureyri har til ber at leiga kamar ella 2 ella 3 verisils-íbúð. Studentagarðarnir liggja tætt við skúlan (millin 7 og 20 minuttir at ganga), og tríggir av teimum liggja í barnavinarligum umh-vørvi og tætt við barnagarð og bar-naskúla. Sum lestrarbýur er Akureyri fyrimyndarligur fyri barnafamiljur. Tað er eingin bíðitími til studentabúðstaðir, og bíðitíð fyri barnagarðspláss er ikki long. Tað er ókeypis at taka bussin, so ein klárar seg fínt uttan bil.

FrítíðarlíviðTað er nokk at gera í frítíðini. Her er skoytahøll, 2 biografar, bowling-høll, umleið 15 kaffihús og barrir, 4 venjingarmiðstøðir, ein av landsins størstu svimjihøllum, og 10 minuttir frá Akureyri er eitt bestu støðun í evropa til að standa á skíum. Her er eisini fleiri listasavn sum regluliga hava framsýning og nøkur tjóðsavn (museum). Um ein hevur hug að fara út at eta eru um 30 staðir at velja ímillin sum servera allt frá kinesis-kum og tailenskum mati til pitsur og piparbúff.

Í vikuskiftunum er altíð nógv fólk úti. Fleri av barrunum og kaffihú-sunum spæla livandi tónleik, og oftast er konsert fríggja- ella leygarkvøld. Náttarlívið í vikuskiftunum her minnir eitt sindur um tað heima í Føroyum við at fólk fer út um 1 tíðina og er úti til kl. 4-5 um morgunin. Annars er meira vanligt her enn í Føroyum, at fólk fer á barr, prátar og hugna sær saman við vinum, drekkur 1-2 øl og fer so til hús.

Hví fara til Akureyri at lesa?Býurin er lítil og hugnaligur men hevur tó mest alt at bjóða, sum stórbýir hava. Umhvørvi minnir nógv um tað heima í Føroyum. Akureyri reklamerar seg sum lestrarbý og er tað ikki av ongum: Skúlin tekur sera væl ímóti næmingum aðrastaðni frá, tær nýtist ikki at hava bil fyri at koma runt her í býnum, tú fært heilt sikkurt íbúð ella kamar og hóast skúlin er lítil, er støðið tað sama sum í størri skúlum.

Biretha Vitalis Joensen

Lestrarlívið á Akureyri

Sendistova Føroya í Reykjavík hevur seinastu tíðina arbeitt við at skráseta og fáa samband við føroyingar, ið lesa í Íslandi, og ley-gardagin, 31.okt. 2009, hevði sendistovan bjóðað teimum lesandi inn á gólvið. Eitt av endamálunum við hesum tiltaki var, at kanna, um áhugi var fyri at skipa eina íslendska nevnd undir MFS – Megin-felag føroyskra studenta. Tað vísti seg at vera stór undirtøka fyri at skipa eina Íslandsnevnd undir MFS, og 5 fólk bjóðaðu seg fram til nevndina.

Nevndin fer at virka fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Íslandi, at fáa føroyingar at umhugsa Ísland sum møguligt lestrar land, at taka lut á lestrar stevnum og at kunna nýggjum lesandi í Íslandi um mannagongdir í samband við flyting og annað.

Heimasíðan hjá MFS Ísland er www.mfsisland.com og er har møgu-leiki at lesa um okkum. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum og at spyrja spurningar um at lesa í Íslandi. Eitt av hjar-tamálum felagsins er, at fáa fleiri føroyingar undir hægri útbúgving í Íslandi. Fyrsta uppgávan hjá MFS Ísland, hevur verið at staði fyri Pisublaðnum 2010.

SólJa Katrina KlargaarD, 31ár úr Tórshavn, lesur sálarfrøði á Háskóla Íslands. Forkvinna í MFS Ísland síðan stovnan í novem-bur 2009. yrSa hauKSDóttir FrýDal, 25ár úr Tórshavn, lesur sálarfrøði á Háskóla Íslands. Næst forkvinna í MFS Ísland síðan stovnan í novembur 2009. biretha vitaliS JoenSen, 24ár úr Klaksvík, lesur sálarfrøði á Háskóla í Akureyri. Skrivari í MFS Ísland síðan stovnan í novembur 2009. Sølvi SímonarSon, 32ár úr Klaksvík, lesur Altjóða Samskifti á Háskóla Íslands. Peningarøkil í MFS Íslands síðan stovnan í novembur 2009.

“Býurin er lítil og hugnaligur men hevur tó mest alt at bjóða, sum stórbýir hava”

>>

sta

blað

síða

Page 34: Pisan 2010

66 67

Hvussu kann eg náa mítt fulla potentiali?

VER VIRKIN! Kanna og samla nógvar upplýsingar fyri at tryggja at avgerðin tú tekur er røtt. Hetta tekur tíð. Tíð sum, hóast alt, er væl brúkt. Tað ar-beiði, sum tú leggur í hetta nú, fer at hjálpa tær við at taka tær røttu avgerðirnar.

Hvat vil eg við mínari framtíð?

GER EINA ÆTLAN! Eina fimm ára ella tíggju ára ætlan. Byrja við at finna útav, hvar tín áhugi liggur. Var okkurt fag í miðnámsskúlanum, sum fangaði teg meira enn onnur? Hevur tú áhugamál, ið kundu leitt til eina yrkisleið? Hevur tú hoyrt um okkurt arbeiði, sum tú hevur serligan áhuga í? Hvussu eru møgu-leikarnir fyri at fáa arbeiði innan títt áhugamál, eftir at tú ert liðug/ur at lesa? Hvussu er lønin? Tveir spurningar, ið tú skalt seta tær sjálvum hvørt ár, eru:

Um tú arbeiðir við eini ætlan um hægri lestur, sum er tídningarmiki fyri teg (og ikki bara fyri onnur), fer hetta at fáa teg at arbeiða meiri málrættað.

HÆGRI LESTUR ER EITT ARBEIÐI. Umhugsa ei-sini, um tú kennir teg klára/n, ella um tú vilt brúka eitt ár ella tvey ár til at búnast og menna teir før-leikar, ið krevjast. Eitt er at byrja á eini útbúgving, men fyri at fullføra hana, skal áhugin vera til staðar. Tí er umráðandi, at tú gert upp við teg sjálvan, hví tað er umráðandi fyri teg at fara undir hægri lesnað.

Hvussu kann alt Hetta eyðnast?

Tá ið tú hevur gjørt eina ætlan, er næsta uppgávan at fylgja henni! Samstundis er umráðandi at vera opin fyri at umstøður og áhugi kunnu broytast, og tí mást tú kanska umhugsa tína ætlan fleiri ferðir. Tað er ikki óvanligt, at lesandi skifta útbúgving meira enn eina ferð, og skifta yrkisleið fleiri ferðir gjøgnum lívið.

FYRIREIKA TEG VÆL! Samla so nógvar upplýsin-gar, sum tú kannst um útbúgvingar og stovnar, ið kunnu hjálpa tær við at taka eina góða avgerð. Fles-tu útbúgvingarstøð hava heimasíðu við upplýsingum um útbúgvingarnar, ið verða bodnar út. Tosa við onnur lesandi um teirra útbúgving og royndir. Tosa við fólk sum arbeiða innanfyri tað, ið tú ætlar tær at arbeiða við. Tak samband við útbúgvingarstøðini ella leita á teirra heimasíðum. Nógvir skúlar hava opið hús fyri møguligum lesandi - um tú ert í landinum har skúlin er, so tak av hesum tilboði. Um til ber, átti tú at hittst við einum vegleiðara ella lærara frá útbúgvingarstovninum, sum hevur tín áhuga. Saman-ber somu útbúgving á fleiri útbúgvingarstovnum, tí stórur munur kann vera á undirvísingarhátti og up-ptøkukrøvum.

Nógvar ymiskar orsøkir eru, hví fólk fara un-dir hægri lesnað. Fyri nøkur er eitt prógv fyrsta stigið á leiðini til eitt arbeiði og eina yrkisleið. Fleiri arbeiðspláss seta sum minsta krav, at tú

hevur eina bachelor ella líknandi útbúgving. Fyri onnur er hægri útbúgving ein umráðandi partur

av teirra persónligu menning. At ganga á univer-siteti er ein møguleiki at læra nógv nýtt og møta

nýggjum fólki og avbjóðingum. Tín útbúgving verður ein partur av tær og tíni framtíð.

HVAR VIL TÚ GJARNA SÍGGJA TEG SJÁLV/AN UM 10 ÁR?

HVAT KREVST FYRI AT KOMA HAR TIL?

vel tína framtíð

>> at velja sær útbúgving

GRANSKA HVUSSU EIN LÆRIR! Nógvar bøkur eru útgivnar, um hvussu vit læra, og er tað sera ymiskt, hvat vit hava lært heimanífrá og í skúlanum, og er hetta við til at mynda lestrartíðina. Vit hava uppbygt okkara vanar gjøgnum nógv ár, og fyri mong er talan um beinleiðis óvanar. Tú kanst læra at læra betur.

Hvør útbúgvingarstovnur er rættur fyri meg?

FINN TÍNA ÚTBÚGVING FYRST! At finna ta út-búgving, sum hevur tín áhuga og sum uppfyllir tíni ynski og framtíðar ætlanir, eigur at vera raðfest hægst. Um tú hevur fleiri skúlar at velja ímillum, kundi verið gott at umhugsa ymisk faglig og praktisk viðurskifti, og at samanbera skúlarnar.

HYGG AT TÍNUM FØRLEIKUM! Hygg at tær sjál-vari/sjálvum og tínum førleikum - bæði teimum sos-ialu og teir fakligu. Hvørjar førleikar vilt tú byggja á? Hvussu hevur tú tað við bólkaarbeiði? Ert tú tann, sum ilskast inná, at hini í bólkinum ikki arbeiða nóg nógv? Fært tú nógv burturúr at skipa arbeiði saman við øðrum, ella fært tú meira burturúr av at arbeiða einsamøll/einsamallur? Summir útbúgvingastovnar brúka nógv bólkaarbeiði, meðan aðrir leggja meiri dent á sjálvstøðugt arbeiði. Kanna hvussu undirvís-ingarhátturin passar til tín og tíni ynskir.

VERA HEIMA ELLA FARA AVSTAÐ? Tú kannst vel-ja at flyta heimanífrá og fara á lærustovn í Føroyum ella uttanlands. At flyta heimanífrá hevur sínar avb-jóðingar, og kann elva til meir ella minni strongd. Tú fert frá tí kenda til tað ókenda. Tú flytir frá tínari familju og vinum, sum kunnu vera eitt gott stuðul-snet fyri teg. Um tað ikki er nakað fyri teg, so hygg eftir øðrum møguleikum - kanska fjarlestur er tað rætta fyri teg? Hinvegin kann tað víðka tín sjónar-ring at flyta heimanífrá til eitt nýtt land.

Um tú flytir heimanífrá, skalt tú umhugsa, um tú vilt búgva saman við øðrum ella finna tín egna bústað. Byrja at søkja um kollegi, íbúð, ella kamar so skjótt sum til ber, tí betur er at søkja um fleiri støð, fáa fleir ”ja”, enn at enda við ongum tilboðið.

STÓRUR ÚTBÚGVINGARSTOVNUR ELLA LÍTIL? Støddin á lærustovninum er verd at umhugsa. At fara á ein stóran útbúgvingarstovn við nógvum lesandi í hvørjum flokki, kann fyri summi tykjast vónleyst, meðan fyri onnur kann ”anonymiteturin” á einum stórum lærustovni og meira sjálvstøðugt

arbeiði vera ein fyrimunur.

HVAT UM PRÓGVI IKKI ER “NÓG” GOTT? Fleiri lærustovnar, serliga í Danmark, taka inn eftir miðal-støðumeti, meðan aðrir ikki ganga so strangt eftir miðal-støðumeti frá miðnámskúla. Kanna hvussu møguleikarnir eru aðrastaðni.

Hvussu kann eg gjalda fyri alt Hetta?

Tað er umráðandi at vita, at tær ikki nýtist at lesa fulla tíð. Tað er tó so, at tú skal lesa fulla tíð fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá SU og ÚSUN.

SU, ÚS ella “schoolarship” skal søkjast um í góðari tíð. Um tú ætlar at lesa uttanfyri Danmark, skalt tú søkja um at fáa útbúgvingina góðkenda av SU, áðrenn tú kanst søkja um sjálvan SU stuðulin. Tú kanst søkja um at fáa útbúgvingina góðkenda av SU, áðrenn tú hevur fingið svar, um tú ert komin inn á skúlan.

SU-stuðulin kann koma eitt sindur seint fyrsta mánaðin eftir at tú ert byrjað/ur uppá útbúgvingina, so gott er at samla eitt sindur av peningi í sum-marferiuni. Hóast SU-stuðulin møguliga kemur seint, fært tú tað samlaðu upphæddina útgoldna, tá viður-skiftini eru komin í rættlag.

Ynskir tú at lesa uttanfyri norðurlond, so spyr teg fyri hjá Stuðulsstovninum og Statens Uddannel-sesstøtte, um hvussu stuðulsmøguleikarnir eru.

Ymiskt er millum útbúgvingar, hvussu nógv tú skal rokna við at gjalda fyri bøkur og líknandi. Men tað kann lættligani koma upp í 2-3000 kr fyri hvørt hálvár. Kanna hvussu tað er, har tú hevur hug at lesa.

Sjálvt um nógv her kann virka óyvirkomandi beint nú, so gevur ein góð útbúgving meir enn hon ko-star!

Góða eydnu!

Sólja Klargaard

>>

sta

blað

síða

Page 35: Pisan 2010

68 69www.foroya.fo

Vilt tú skora, mást tú hava eittmál

Leinkjur

MFS2010

NORÐURLONDwww.nsbo.org

DANMARKwww.ungdomsboliger.dk

SVØRÍKIwww.studentbostaden.se

www.syoguiden.com

NOREGwww.student.no

www.utdanning.no

ÍSLANDwww.studentagardar.is

www.unak.iswww.insi.is

www.mfsisland.com

FINNLANDwww.soa.fi

STÓRA BRETLANDwww.accommodationforstu-

dents.comwww.unite-students.com

www.gumtree.comwww.libertyliving.co.ukwww.StudentUK.com

www.support4learning.org.ukwww.findaproperty.com

www.lettingweb.com/www.pastures-new.co.uk/

www.citylets.co.uk

ÍRLAND www.educationireland.ie

TÝSKLANDwww.studentenwerke.de

USAwww.usastudyguide.comwww.wemakeithappen.dk

www.educationusa.state.gov

STUÐULFøroyar www.studul.foDanmark www.su.dk

Noreg www.lanekassen.noSvøríki www.csn.se

Ísland www.lin.isFinnland www.kela.fi

Grønland www.ghsdk.dk

LESTRARSTYRKIRwww.gransking.fo

www.ask.fowww.legat-info.dk

www.legatregistret.dkwww.so.dk/legat

LESTRARVEGLEIÐNGwww.ug.dk

www.uvm.dkwww.uni-c.dk

www.britishcouncil.org/denmark

www.iu.dk/www.ucas.co.uk

www.ansa.nowww.braintrack.com

ALTJÓÐA SKRIVSTOVANwww.ask.fo

KOMMUNURwww.borger.dk

FØROYARwww.setur.fo

DANMARKwww.optagelse.dk

www.uvm.dkwww.ug.dk

www.sektornet.dk

SVØRÍKI www.studentguiden.com

www.vistas.nuwww.studera.nu

NOREGwww.utdanning.no

www.ped.lex.no

ÍSLANDwww.fs.is

www.ask.hi.is

STÓRA BRETLANDwww.educationuk.org

EVROPAwww.europa.eu

KRING ALLAN HEIMwww.braintrack.comwww.studyabroad.dk

>>

Fyr

sta

blað

síða

n