nordlysid nr 12 2014

20
NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 EITT MEGNAR SØGULIGT AVRIK KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS: ÓSEMJA Í BYG- GINEVNDINI UM UMBYGGI- NGARÆTLANIRNAR HVAT HØVDU TEY GOMLU SAGT? Nýggja Betesda 3. UMFAR Í EFFO- DEILDINI: METINGAR KÍ LIÐSKIPARIN: ÆTLA AT VINNA SUNNUDAGIN HB LEGENDA: HB-KÍ EITT HÆDDAR- PUNKT Á ÁRINUM Dagpleygubørn hugnaðu sær á Fossum

Upload: nordlysid

Post on 29-Mar-2016

239 views

Category:

Documents


2 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 12 fríggjadagin 28. mars. 2014

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 12 2014

NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

EI T T MEGN A R S ØGULIG T AV RIK

K L A KSV ÍK A R S JÚK R A HÚS: ÓSEM J A Í BYG -GINE V NDINI UM UMBYGGI-NG A R Æ T L A NIRN A R

H VAT H Ø V DU T E Y GOMLU S AG T?Nýggja Betesda

3. UMFA R Í EFFO -DEILDINI: ME T ING A R

K Í LIÐSK IPA RIN: Æ TL A AT V INNA SUNNUDAGIN

HB LEGENDA : HB-K ÍEI T T H ÆDDA R-PUNK T Á Á RINUM

Dagpleygubørn hugnaðu sær á Fossum

Page 2: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 20142

RøðanVegna nevndina í Grun-ninum til frama fyri Le-irvíkar søgu skal eg siga nøkur orð í sambandi við, at seinasta bindi í bókaver-kinum Leirvíkar søga nú er liðugt og verður framlagt her í dag

Ja, nú upprann so dagurin, tá sísta bindið av Leirvíkar søgu kom til byg-dina. Eitt megnar søguligt avrik nú heilar 2900 síður við umleið eini mill. orðum og tilhoyrandi myndum, eru settar á prent. Hesi seks bindini viðgerða eitt tíðar-skeið á umleið 300 ár, og er hvørt mansbarn í bygdini nevnt í hesum tíðarbili.

At skriva eina so fjøl-broytta og úttømandi søgu er ikki hvørsmans-verk. Martin hevur havt eitt ótrúligt seiggji og tol at vitja fólk, til samrøður, túsundar vís av telfon-

samtalum og eitt ótal av mailum sum hava flogið ígjøgnum luftina. Arbeiðið bleiv nógv meira umfatandi enn roknað varð við av fyr-stum tíð, tá mest var roknað við eini skipa- og útróðrar søgu.

Nú eru umleið 7ár liðin, síðani byrjað varð at fyri-reika og skriva, og nógv samskifti hevur verið við nevndina hesi árini. Het-ta hevur tikið mest sama tíð sum Jákup patriarkurin mátti tæna fyri Rakul, og fáa hana til konu. Tað var honum nógv stríð og so bleiv hann aftrat lumpaður. Men Martin, tað kunnu vit ikki siga í hesum føri, nú vit sita við bindi nr. 6 í hondini. Hetta hevur ve-rið stríðið vert og kemur at gagna okkara bygdasam-felag í komandi øldir.

At fáa fest søguna á blað er sera umráðandi hjá eini

tjóð, so at komandi ættarlig skullu fáa at vita, hvussu undanfarnu ættarlið hava búðleikast í skiftandi tíðum her á oyggjunum. Í góðum døgum táið alt rak við, og í myrkastu niðu tá eingin vón var at hómað, við fiskaloysi, seyðafelli, svartadeyða, po-kum og sjórænarum. Hóast alt hetta hildu tey áfram at búleikast á hesum kørgu oyggjum.

Til alla lukku hava verið nógvir søguskrivarar í he-iminum, og eisini í okkara landi, íð hava fest á blað tað, sum framm er farið ígjøgnum øldirnar.

Móses segði t.d.við sítt fólk, “tú skalt minnast al-lan vegin”, og Mósibøkur-nar blivu skrivaðar, tí hann visti, at menniskjan var gloymsk.

Ein søguskrivari, sum altíð hevur hugtikið meg

nógv, er Lukas læknin, sum skrivaði Lukas evan-gelinum. Hann byrjar so-leiðis: “Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta frásøgn um tað, sum hent er í millum okkara sole-iðis sum teir, ið av fyrstan tíð vóru eygnavitni og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eisini eg eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett, mær fyri at skriva tad niður hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus”. Hann vildi gjølla rannsaka søgukeldurnar og síðani skriva tað niður, sum hann hevði hoyrt.

Tað er sera umráðandi at skriva niður tað, sum ein hoyrir og sær. Um ikki alt tað, sum frásagt er í he-sum stóra bókaverkið var niðurskrivað, so var alt blivið burtur í tíðarinar og gloymskunar havi. Og hetta

hevur Martin gjørt, hann hevur gjølla ransakað frásøgukeldurnar til hetta bókaverk, okkurt er møgu-liga komið skeivt fyri, men ikki við vilja.

Eitt er at skriva søgu um tað, sum hendi fyri tvey hundra árum sídani. Tá er lætt at seta gloriu á persónar, ella eisini at la-sta, tí har eru eingi munnlig vitnir til at mótmæla. Men Martin, tað sum tú hevur skrivað, fevnir líka fram til dagin í dag, og tað er ein stór avbjóðing at skulla skriva um bygdalagið, sum tú vaks upp í og fólkið, sum hevur búðleikast her, uttan at hava gingið onkrum ov nær og skapt trega, tí mei-ningarnar um hvønn annan eru ymiskar.

Fleiri av bygdamonnunum hava t.d. búðleikast í sama lugari heilar grønlandstúrar

og ikki altíð verið samdir, meðan tær eldru kvin-nunar minnast onkra togan um, hvør átti dunnueggini, sum vóru vorpin ímillum sóljukopparnar niðri í bø-num, ella eisini bansettar dreingir, sum leiddu gam-lalærara blindabukk og fingu hann at leypa í køstin. Nei væl hevur tú dugað at sneitt rundan um, tó treyðugt so at ikki okkurt er sum kundi verið ørvísi, tá ið ein hevur skrivað eina mill. orð

Martin nú er verkið komi til enda ein drúgvur róður, eitt megnar arbeiði sum tú hevur lagt úr hondum.Um tú visti at verkið bleiv so umfatand so heveði tú neyvan verið byrjaður, het-ta er eitt skrivlig arbeiðið sum eingin í bygdini hevur gjørt undan tær, og seinur dagur verður at nakar ger

Sunnudagin 23. mars var síðsta bindið av Leirvíkar Bygdarsøgu lagt fram í bygdahúsi-num í Leirvík. Í tí sambandi helt Osmund Justinussen røðu. Niðanfyri prenta við røðuna.

EIT T MEGNAR S ØGULIGT AV RIK

FRAMHALD Á SÍÐU 19

Page 3: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 3

L E I Ð A R I N Málningar ynskjast til keyps

Leita verður eftur málningum av m.a. Hans Jacob Glerfoss, Ruth Smith,

William Heinesen og Ingálv av Reyni.

Um áhugi er at fáa boð uppá málningin,so skal mynd av málninginum sendast til:

[email protected]

Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer:

Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á

512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: [email protected].

Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.

ByggiloyviTekningar til:• Nýbygging

• Uppíbygging• Broyting av innrætting

Magni E. DalsgaardArkitektur AF

Tel. 216369

Brúdleyp

JÓGVA N H Á FJA LL TEK N A RJógvan Háfjall var inni á gólvinum á Norðlýsinum við nøkrum skipatekningum. Vit hava valt at brúka nakrar í bløðunum frameftir. Um onkur hevur hug átekningunum hjá Jógvani, so er at seta seg í samband við hann á tlf. 595217.

PolarstjørnanPolarstjørnan: varð bygd á Ulsteinvik, skipasmiðjuni í Noregi í 1961 og fekk tá navnið Magnus á Gørðu-num. Í 1972, keypir J. F. Kjølbro Magnus á Gørðu-num og línubáturin fær

navnið Polarstjørnan. Tá Kjølbrofyritøkan er staðgað upp í 1992, keypir smápar-tafelagið GPS við Guttorm og Per Simonsen, skipið. J. F. K. samtakið við Hanus Hansen, keypir Polarstjør-nuna frá Sp/f GPS í 2011, síðani er skipið selt ís-

lendska felagnum Brim HF. Polatstjørnan lá í Grønlandi tá íslendska felagið yvirtók skipið og sum skilst, so er skipið sleipa hagani og til Íslands og liggur nú á Hafnafirði.

Tekningarnar vit fara at hava í nøkrum bløðum

framyvir, eru teknaðar av Jógvan Háfjall, listaman-ni. Um onkur hevur hug at ogna sær onkra tekning av skipunum, so er at seta seg í samband við Jógvan Há-fjall á tlf. 595217.

Íbúð ynskistSøkt verður eftir íbúð í Klaksvik til einsamallan mann.

Tlf. 58 80 71

Klaksvík er alt meira og meira farin at bjóða fram fleiri møguleikar hjá borgarum, ið hava hug at hugna sær um kvøldarnar.

Vit hava langt um leingið fingið fleiri matstøð kring um í býnum og sum skilst, so vera tey enn fleiri í næstum.

Tey eru nøkur, sum rista á høvdinum at hesi gongd, tí hildið verður at útboðið er vorðið heldur stórt.

Men tað er minni enn so altið at stórt og ymis-kligt útboð hevur við sær at fyritøkur kappa høvdið av hvørjari aðrari. Tað kann væl henda júst tað øvugta, nevniliga at nógvar ymiskligar fyritøkur ella, sum í hesum føri matstovur, gera býarlívið og tað at fara út, meira áhugavert og tískil skapa størri vinnumøguleikar á økinum.

Tað er ein sannroynd, at borgararnir alt meira og meira brúka møguleikan at eta úti, ikki bert um kvøldarnar, men helst enn meira á miðde-gi, nú flestu arbeiðispláss hava slept døgurða-steðginum, sum fyrr var ein tími ella kanska fimm korter hjá onkrum, og ístaðin bert steðga hálvan tíma á miðdegi.

Men misljóð hoyrast um møguleikarnar hjá yngru ættarliðunum at fara út til annað enn at eta. Ført verður fram, at vit kundu havt meira av mentanarligum tiltøkum í býnum og ikki minst skorta møguleikar at fara út at lurta eftir góðum live tónleiki og at taka sær ein ”sving om”.

Tað var tann tíð, tá dansurin fekk góða undirt-øku í býnum, men seinnu árini er hetta alt mei-ra og meira fánað burtur við tí úrsliti at alt fleiri og fleiri leita sær til onnur pláss í landinum at finna slíkt undirhald og í hesum sambandi fara nógv til høvuðsstaðin sum skilst.

Vit áttu at skapt rúmari ræsur á hesum økinum í býnum. Tað var tann tíð, tá vit fyrireikaðu ok-kum til at Norðoyatunnilin skuldi lata upp.

Fyri framman stendur aftur nú eitt átak her í býnum, sum uttan ivað verður eitt ”must” hjá fólki áðrastaðni frá at vitja, og tað er svimjihøl-lin tá hon letur upp aftur. Gamaní, hetta kann ikki samanlíknast við Norðoyatunnilin. Men kundu vit tvinna hetta stóra átakið saman við nýggjum undirhaldsmøguleikum í Klaksvík um kvøldarnar, eitt nú við ”live” tónleiki í býnum og møguleiki fyri góðum dansi, so var býurin komin eitt stórt stig víðari.

Ikki bara hevði hetta ført við sær fleiri vitjanir hendavegin, men hetta hevði eisini havt við sær at størri partur av yngru ættarliðunum høvdu støðast her tá tey fóru ”í býin”.

Oliver

At fara í býin

Page 4: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 20144

Norðlýsið fekk innlit í samskif-ti og fundarfrásøgnir hjá byggi-nevndini á Klaksvíkar Sjúkrahú-sið. Í samskiftinum framgongur at ósemja er innanhýsis í bólki-num og serliga Jákup Petersen yvirlækni hevur verið sera mis-nøgdur og hevur baði á fundum og í brævasamskiftið verið sera avgjørdur um at tað er ikki longur nøktandi at umvæla gomlu byg-ningarnar.

- Eg eri sannførdur um at hetta er endabresturin á 103 ára gomlu søguni um Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað tekur væl 2 - 3 ár til seinasti læknin er farin av sjúkrahúsinum. Arbeiði byrjar 1. maj og sjúkrahú-sið verður stórt sæð óvirkið umle-ið 12 - 18 mánaðir.

- Vit mugu bara ásanna at vit fingu hvørki pening ella rúmd til, at hava tað gangandi. Eg fráleggi mær einhvørja ábyrgd fyri hesi gongd. Havi stríðst sum úlvur á skóg at greiða frá gongdini, at fáa rúm og pening til at halda áfram. Men hetta hevur verið til fánýtis.

- 15 mió vóru tveittar til sjúkrahúsið. Hesar eru blivnar til 11. mió. meðan vit hava gol-

dið rokningar sum Landsverk eigur. Tann peningur sum eftir er gongur nú til, at niðurleggja aðra seingjardeildina fyri, at kroysta hana inn á hina seingjardeildina so hon verður óbrúkilig.

- Landssjúkrahúsið hevur fingið gott og væl 1.100 mío. at dusa sær í. Tað vil siga at vit hava fingið 1% av tí Landssjúkrahúsið hevur fingið. Vit fingu ikki ein fermetur afturat meðan Landssjúkrahúsið fekk G bygningin, 350 mió. til re-novering og so nú glæstriborgina til psykiatri fyri kr. 485 mió.

- Fyri meg kann tað í og fyri seg gera tað sama. Men eg hal-di tað verða harmiligt, at fólk í Norðuroyggjum og aðrastaðni ikki latast um vón.

- Kommunulæknavaktin varð niðurløgd norðanfyri og Klaks-víkar Sjúkrahús tók sær í stóran mun av avleiðingunum. Starvsfól-kið her hevur megnað at økt um virksemið her til tað dupulta uttan at fáa játtanina økta munandi. Af-turvendandi nøgdsemiskanningar hava lagt Klaksvíkar Sjúkrahús á odda. Men nú er tað, so vítt eg kann síggja, liðugt við tí.

- Fyri meg er líkamikið, tí eg eri langt síðan farin um pensjóns-aldur – men tað er svárt at stað-festa at politiskur áhugi ikki er longur fyri at varðveita og menna eitt sera vælvirkandi sjúkrahús sum á mangan hátt hevur gingið undan í føroyska heilsuverkinum.

- Tað sum undrar meg sera nógv í allari hesari tilgongdini er hvar politikarar sum eru valdir úr Norðoyggjum eru. Tað tykir fyri mær sum at teir halda avstand til sjúkrahúsið og eru komnir til tað niðurstøðu at nú er tað umráðandi at teir ikki fáa ábyrgd av at hava niðurlagt Klaksvíkar Sjúkrahús og tí hevur man fingið leiðsluna á sjúkrahúsinum at góðkenna eina ætlan sum ikki kann brúkast til nakað og sum ger at sjúkrahúsið í framtíðini ikki fer at liva upp til tey krøv sum eru og soleiðis verður sjúkrahúsið niðurlagt fyrr ella seinri.

- Fyri meg kundi tað gjørt tað sama, tí sjálvur farið eg frá við pensjón um stutta tíð, men eg kann ikki góðkenna nakað sum gongur ímóti tí sum eg veit er rætt bara fyri frið skyld – og sum læk-

ni við ábyrgd av viðgerum á KS eri eg sannførdur um at tað sum nú verður gjørt var betur ógjørt og er byrjanin til endan á Klaks-víkar Sjúkrahúsið, sigur Jákup Petersen.

Virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi meira enn tvífaldað seinastu 15 árini

Tað er helst sjáldsamt at tað he-vur eydnast einum sjúkrahúsi at menna seg so skjótt sum Klaks-víkar Sjúkrahús. Seinastu 15 ári-ni er virksemið sum heild økt við meira enn 100% og innan ávís øki við meira enn 200%.

Fyri 15 árum síðani vóru ser-læknavitjanir innan 2 øki meðan tey nú eru innan 8 øki. Samanlagt 17 serlæknar vitja nú Klaksvíkar Sjúkrahús regluliga og teir flestu hava gjørt hetta seinastu 10 – 15 árini.

Ambulatoriini sum fyri 15 árum síðani vóru 3 eru nú 14 og tað er vorið vanligt at eini 3 – 5 ambulatoriir ganga samstundis dagliga.

Ambulant kirurgi er vaksin við meira enn 400% og er nú stór-sta skurðvirksemið á Klaksvíkar

Sjúkrahúsi.Í tí samlaða virkseminum in-

nan sjúkrahúsverkið er luturin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vaksin frá 6% fyri 15 árum síðani til 15% í dag.

Fyri 15 árum síðani var ein læknaskrivari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í dag eru 6 læknaskri-varar.

Kanningarnar á røntgendeildini eru støðugt øktar og serliga eftir at undirsjóðar tunnilin opnaði eru alt fleiri sjúklingar komnir úr Eys-turoy til at taka røntgen ístaðin fyri at fara til Landssjúkrahúsið.

Rannsøknarstovan hevur havt líknandi gongd og hevur nú eisini regluligt virksemi í Eysturoy.

Tá kommunulæknavaktin flutti til Landssjúkrahúsið vuksu vitja-nir á skaðastovuna munandi og virksemið hjá forvaktini á Klaks-víkar Sjúkrahúsi sum yvir árini er økt munandi øktist nú við umleið 30% afurat av hesum.

Spurningar til politisku skipa-nina

Ein kann av røttum spyrja um politiska skipanin er greið yvir at virksemið á Klaksvíkar

KL AKSVÍK AR SJÚKRAHÚS: Ósemja í bygginevndini um umbyggingarætlanirnar

- 1 maj, altso um ein mánaða, letur skurðdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahús aftur. Við tí sum nú liggur á borðinumverður hon ikki opnað aftur, sigur Jákup Petersen yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum heldur at politiskt hava tingfólk og landsstýrisfólk innstilla seg til at eingin menning kann verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Leiðslan á sjúkrahúsinum vísir aftur at neyðugt verður at stongja og er ikki samd við niðurstøðuni hjá yvirlæknanum.

Jákup Petersen yvirlækni á Klaks-víkar Sjúkrahúsið

Page 5: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 5

Sjúkrahúsi er økt til meira enn tað dupulta seinastu 10-15 árini. At týdningurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri nærøkið hevur munandi størri týdning í dag enn fyri 15 árum síðani. Í hvussu so er sæst tað ikki aftur í játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Plásstrot á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Í kjalarvørrinum á skjótt vak-sandi virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gjørdist longu í 2003 púra greitt, at haldast kundi ikki fram innan verðandi karmar.

Sjúkrahúsið er gamalt og sole-iðis er tað ikki bert plásstørvurin sum gerð um seg. Tað snýr seg ei-sini um høliskarmarnar sum eru úr tjúkkum betong og sostatt illa kunnu flytast.

Jákup Petersen, Yvirlækni, greiður frá at trupulleikin gjørdist soleiðis dupultur.

- Fyri tað fyrsta vóru ongi høli til ambulatorium, ongi høli til ki-karakanningar í tarm, ongi høli til vitjandi serlæknar, ongi kan-ningarhøli og heldur ikki neyðug serhøli til kanningar, tørvandi goymsluhøli, ongin sterilsntralur, niðurslitin og alt ov smá rúm á seingjardeildum o.s.fr. Harafturat kom so, at høliskarmarnir sum eru úr trivaligum jarnbetong ikki hóska seg til nútímans sjúkrahús-høli.

- 2005 vóru so starvsfólk sett at gerða eina meting av tørvinum. 3 bólkar vóru skipaðir og komu teir við hvør sínari rapport í 2006.

- Tað framgekk tíðuliga av hesi rapport, at hølistørvurin varð mu-nandi størri enn vit óttaðist fyri. Harafturat varð tað ofta so at siga ómøguligt at brúka verðandi hø-liskarmar.

- Tað mesta bar á tann bógvin, at byggjast skuldið uppí ella nýtt fyri at sjúkrahúsið skuldi kunna fungera.

- Eg trúgvi at at flestu politi-karar eru als ikki greiðir yvir at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ein so stóran plástrupulleika, at tað skjótt má lata aftur um onki verður gjørt við málið?

- Teir eru heldur ikki greiðir yvir at skurðgongin stendur til at lata aftur um hildið verður fram við verðandi ætlan. Longu í 2006 hava hava starvsfólk a sjúkrahúsi-num givið úr hondum 3 rapportir har stóri hølistrupulleiki er stað-festur, men eg trúgvi ikki at poli-tikarar kenna til hesar rapportir-nar, sigur Jákup Petersen.

Bygginevndin arbeiðir undir sera trongum korumTá ein lesur fundarfrágreiðingar og brævasamskifti hjá bygginevn-dini sum er sett at standa á odda fyri renoveringini av Klaksvíkar Sjúkrahúsið sæst at sera langt er ímillum tey ynski sum fagkunn-leikin á Sjúkrahúsinum ynskir sær og tað sum politiskur vilji er til at fremja.

Ein innanhýsis meting av viðurskiftunum á Klaksvíkar sjúkrahúsið lýsir eitt sjúkrahús sum politiskt hevur verið niður-

raðfest seinastu 25 árini. Fram til 2011 var arbeitt við ítøkilgum ætlanum at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík, men eftir ein fund í Heilsumálaráðnum í maj 2011 var greitt at politiskur vilji var ikki at byggja nýtt í Klaksvík.

Ítøkiligar ætlanir vóru at savna alt heilsuligt virksemið á einum stað, men eftir hendan fundin er greitt at politiskur vilji er ikki til annað enn eina renovering av sjúkrahúsinum.

Fimm milliónir verða avsettar í trí ár (15 mió.) men av hesum skal eisini peningur brúkast til van-ligt viðlíkahald og nú klárt er at fara undir renoveringsætlanirnar eru einar 12 -10 mió. kr. eftir at brúka.

Samstundis hevur Karsten Hansen gjørt nevndini greitt at verður ikki farið til verka í ár fellur peningurin burtur og tá peningur ikki er til meira hevur leiðslan á Sjúkrahúsinum valt at fremja eina ætlan sum fagligi parturin á Sjúkrahúsinum ikki metir er nøktandi til tann tørv sum Sjúkrahúsið hevur.

---

Niðanfyri endurgeva vit brot úr fundarfrásøgnum

Fundarfrásøgn 23. oktobur 2012, kl. 14Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Selma Davidsen (SD) umboð fyri HMR, Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (JP), Jona Nielsen (JN) og Regin Olsen(RO) fyri KS. Svanhild Isaksen, skri-vari.

Til dagsins fund eru evnini:1. Umbygging og renoveran

(tilfar sent við telduposti frá (JP) dagfest 14. oktobur 2012)

2. Arbeiðssetningur v.m. (tilfar sent við telduposti frá (HE) dag-fest 15. oktobur 2012)

3. Landsverk, ymisk uppskot um prísir v.m. og hvat kann setast í gongd í hesum árinum.

(HE) bað bygginevndina um bert at koma við uppskotum, sum eru í tráð við byggisamtyktina.

(JP) tók málið um flytan av vaskarínum upp, vísandi til reglur á økinum, og vísti til fakligar kanningar við atliti til rúm, bak-teriur v.m. Hann býtti út tilfar og kravdi at ein kvalifiserað niður-støða verður gjørd, áðrenn víða-ri verður arbeitt við flytanini. (HE) spurdi um ikki sama man-nagongd verður at brúka í sam-band við umbygging/renoveran av skurðstovu, sterilsentral v.m. (JP) upplýsti at á skurðøkinum eru ikki so harðar treytir.

(BíB) upplýsti at Landsverk altíð tók atlit og fylgdi galdandi reglum á økinum.

(JP) segði at skrivið, sum (HE) hevur sent deildarstjóranum í Heilsumálaráðnum 8.mars 2011, ikki var viðgjørt í leiðsluni. (HE)

viðmerkti at innihaldið varð við-gjørt á fundi, sum leiðslan hevði við táverðandi landsstýrismann, Axel V. Johannesen, men møgu-liga vóru upphæddirnar ikki heilt tær somu.

(JP) vísti á at bygginevndin skuldi halda seg til “tillagaður ar-beiðssetningur fyri Bygginevndi-na á Klaksvíkar Sjúkrahúsi”

(BíB) bað bygginevndina um at gera eina fullfíggjaða byggiskrá. Fyri at náa besta úrslit skal ein byggiskrá gerast koncentrera og uppá stutta tíð

(HE )vil hava innført, at um bygginevndin tekur upp evnir um flytan av uppgávum til Lands-sjúkrahúsið, so er tað ikki bara vaskaríið, sum skal umrøðast, og nevndi sum dømir sterilcen-tral og ortopedkirurgi. (JP) og (JN) upplýstu at tey ikki visti um nakað sjúkrahús, sum brúkar ste-rilsentral uttan fyri sjúkrahúsið. (JP) upplýsti at Landssjúkrahúsið ikki hevur førleikan at taka yvir ta ortopedkirurgi, sum verður framd á KS.

(JN) helt ikki nakra meining verða, at sita í hesum forum, um hetta var málsetningurin. (RO) upplýsti at hann er sterkt ímóti at niðurleggja funktiónir á KS.

(BíB) vísti á at alfa og omega er at fáa byggiskránna uppá pláss áðrenn farið verður víðari.

(SD) upplýsti at HMR kann fara í løgtingið við einari CA tekning. CA tekning er restjáttan, sum verður flutt yvir ár.

(JN) spyr hvat munur er á up-pskoti hjá (JP) og kostnaðarætlan sum Landsverk hevur gjørt. (BíB) upplýsti at ein munur er at út-skiftan av lyftu og ístandgerð av høvuðstrappum ikki broytir uppá bygningsgeometriina, men hann vil tó kanna munin.

(JN) spyr um byggiloyvi til kommununa kann søkjast para-lelt við innsendan av møguligum tilfari til brunaumsjón. (BíB) upplýsti, at samstundis sum tek-na verður arbeiðir Landsverk partvíst saman við kommunu og brunaumsjónini.

Við tað at leveringtíðin til tól v. m. er long, heldur (JP) tað verða átrokandi at fáa greiðu á hvat mø-guliga skal bíleggjast. (BíB) helt at bygginevndin fyrst skal gera eina raðfesting. Niðurstøðan er at (SD) skal kannað treytirnar fyri bílegging og levering, meðan (BíB) skal kanna trygdarviður-skfi v.m., ið eru galdandi fyri sjúkrahús vaskarí.

(JN) helt tað verða umráðan-di at brúka pening til deildirnar, áðrenn peningur verður nýttur aðrastaðni, og mælti til at fara í gongd við at gera byggiskránna.

(BíB) skal kanna mannagong-dir fyri hvussu ein byggiskrá kann verða gjørd.

(JP) spyr nær arbeiðið á Deild A kann byrja.

(JP) kom við einum uppskoti at keypa fyri 3,74 mio. og hyggja uppá útrokningar frá LV á 1,75 mio.

Útfrá royndum aðrastaðni á

stovninum metir (HE) ikki, at samanbinding millum skurðdeild og deild M, sum krevur inntriv í trý støð, verða eina góða loysn. Vísti á trupulleikar, sum hava staðist av lekum aðrastaðir í hú-sinum, og væntaði at vinningurin var minimálur í mun til trupulle-ikar, sum møguliga kunnu koma.

Tosa varð um uppskot til tek-ningar frá (JP). (BíB) helt at bíðast skuldi við at kjakast um uppsko-tið, til byggiskráin er gjørd.

(BiB) bað bygginevndina framyvir senda møguligt tilfar til (HE) i góðari tíð. (HE) skal síða-ni samla upp og senda tilfarið til Landsverk.

(HE) endaði fundin við at siga, at framhaldandi arbeiði í nevnd-ni verður at fara fram saman við deildar- leiðaranum á Landsverki.

Næsti fundur verður ásettur skjótast gjørligt

Fundur lokin kl. 15:45.

---

Fundarfrásøgn 02. mei 2013, kl. 10.00Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Jóannes Petersen (JP) arki-tektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), og Regin Olsen (RO) umboð fyri KS. Nýggjur limur Terji Petersen (TP) um-boð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) beyð vælkomin og setti fundin.

Framhald frá seinasta fundi 22. apríl. Jákup hevði sent útgreinað yvirlit yvir skurðgongd, rúm fyri rúm við funktion og innrættan, tól v.m. Hetta varð gjøgnum-gingið av (Jákup) og verður tikið í byggiskrá.

Svanhild og Heri fóru av fun-dinum millum kl. 11:00 og 12:00 (annar fundur)

Eftir ábitið gjøgnumgekk (JN) líknandi yvirlit fyri seingjadeild, t.v.s. rúm fyri rúm og hvat skal vera í rúmunum. Hetta verður ei-sini tikið við í byggiskrá. Einstøk rúm eru ikki við enn, men koma við til næsta fund.

Tosa varð um ymisku ynskini o.s.v.

KL. 14:30 fóru Jona, Jákup, Terji, Bárður og Svanhild av fun-dinum meðan Jóannes, Regin og Heri tosaðu víðari um tekniskir spurningar og ymisk punkt í byg-giskránni.

Byggiskráin verður fram-haldandi dagførd til næsta fund.

Fundur lokin kl. 15.30.Næsti fundur verður hósdagin

16. mei 2013, kl. 10.

---

Fundarfrásøgn 16. mei 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar

Sjúkrahúsi.Bárður í Baianstovu (BÍB) um-

boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Jóannes Petersen (JP) arki-tektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

Fundurin byrjaði við at víst varð runt á sjúkrahúsinum frá kl. 10 til 13. Formligi byggifundurin varð settur kl. 13 á Klaksvíkar Sjómansskúla.

(HE) beyð vælkomin og setti fundin. Hann vónaði at nevndin kom at arbeiða skjótt og at komið varð so langt sum møguligt.

(TP) nevndi at landsstýris-maðurin trýsti á at fáa arbeiðið í gongd, og legði stóran dent á at fáa byggiskránna lidna so skjótt sum gjørligt fyri at fáa játtanina brúkta í ár. (JN) spyr hvat hen-dir, tá byggiskráin er liðug, (BíB) svaraði at næsti parturin av ar-beiðnum er at gera eitt skipana-ruppskot, sum meira ítøkiliga út-greinar tað, ið gerast skal. (BÍB) skal kannað við baklandið, hvus-su verður við útbjóðan v.m. Hann vil arbeiða fyri at fáa tað klárlagt í morgin, og senda svarið til (HE) og (TP).

(Jákup) spyr (TP) hvssu gongst við málinum, at fáa atgongd til fermetrarnar á Røktarheiminum. (TP) svarar at Karsten Hansen, landsstýrismaður vil gjarna hava fleiri fermetrar, men má tosa við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannaráðum. (Jákup) sigur, at sum áður framført, er tað ein fortreyt fyri útbyggingini, at at-gongd fæst til fleiri fermetrar á Røktarheiminum.

(HE) framførdi, at ein møgule-iki er at taka tekningarnar fram, og diskutera fermetrabýtið av nýggjum við stýrið fyri Norðoya Røktarhem. Hann upplýsti, at teir fermetrar, sum liggja á gøtuhædd, verða í dag brúktir til dagtilhald (Búðatrøð), fimleikarhøll og fyri-siting hjá Røktarheiminum. (JN) helt tað var gott, um møguligt var at fáa ein part av 4. ella 5. hædd. (Viðmerking: t.v.s. á sjálvari røk-tardeildini!)

(Jákup) framførdi at umráðandi er at fáa avklárað, um fleiri fer-metrar fáast frá Røktarheiminum. Hann helt tað vera ómøguligt at fáa nøktandi úrslit undir verandi fermetrum. (TP) metti at best var at fara í gongd við arbeiðið og brúka pengarnar, har møguligt er at fara í gongd.

Sum framhald frá seinasta fun-di gjøgnumgingu (HE), (RO) og (Jákup) byggiskránna saman við (JP), við tí tilfarið, sum er komið síðan síðsta fund.

(TP) spurdi um møguligt er at samstarva við Landssjúkrahúsið um sterilcentral. (JN/Jákup) hil-du ikki, men tað kundi kannast. (HE) nevndi eitt uppskot var at “ofra” aðra skurðstovuna til ste-rilsentral.

(JP) gjørdi vart við, at um smoga ikki kemur, kann virksemið ikki

Page 6: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 20146

fungera. Eitt er politiskt, annað er hvussu arbeiðsumstøðurnar blíva í framtíðini. Ein avleiðing kann verða, at neyðugt verður at steðga við kirurgi á sjúkrahúsinum. (TP) svaraði, at so má hann tosa við landsstýrismannin, sum hevur av-gerðandi myndugleikan.

(BíB) vísir á, at byggiskráin skal lýsa ynskir og harvið logi-stikkin.

(TP) hevði viðmerking til (Jákup), at farast má víðari, sjálvt um fermetrar ikki eru tøkir til ta framløgu hann hevði.

(HE) upplýsti at á røktarheimi-num eru umleið 500 fermetrar á veghædd.

Síðani varð tosa um gula hús og vaskaríið. (HE) metti, at játtanin ikki røkkur til eisini at fáa gula hús sett í stand. Avgerð er ikki tikin til hvat húsið skal brúkast til. Uppskotini er fleiri t.d. ho-spice, fyrisititng, móttøkuhølið, framsýningar v.m. Møguliga er vert at tosa við Fornminnissavnið og kommununa um hvat húsið í framtíðini kann brúkast til.

(HE) upplýsti at vaskaríðið er ótíðarhóskandi og í ringum stan-di. Um tað verður flutt út úr hú-sinum, verða uml. 100 fermetrar tøkir.

(RO) nevndi nýtt uppskot. Fasilitetir til tøkni, verkstað, goymslir og vaskarí v.m., kun-nu flytast til bygningin har Be-tesda heldur til í dag. Hetta er fyrrverandi møbilhandilin hjá “Hvalvík”. Bygningurin stendur mitt ímillum nýggja røktarhei-mið og sjúkrahús/røktarheims økið. Nevnt varð, at eitt samstarv við Almannaráðið kundi verið áhugavert við tað at Nærverkið hevur kostnaðarmikið leigumál aðrastaðir í býnum. Umrøddu hú-sini eru stór, og har er pláss fyri fjøltáttaðum virksemi. Eik eigur bygningin og kann hann keypast fyri millum 3 og 3,5 mió. (JN) helt ikki at hetta skal fíggjast av hesi játtan.

(TP )helt at hinir limirnir í byg-ginevndini høvdu betur skil fyri hvussu bygningurin skal innræt-tast og eftirlýsti at fáa arbeiðið liðugt skjótast gjørligt, so farast kann undir at prioriterað innan-fyri íløgujáttanina, ið er avsett.

(BíB) segði, at nú verður farið í gongd við at ruddað upp í inni-verðandi byggiskrá og eftirfyl-gjandi verður gjørt skipanarup-pskot. Ringt er at seta tíð á. (BíB) skal tosa við sín leiðara, um hvør skal gera skipanaruppskotið.

(JN/Jákup) bóðu um at fáa at vita í góðari tíð, nær arbeiðið við at skifta vindeygu v.m. verður gjørt. Avtalað varð, at (JN) og (jákup) hava fund við Andreas Josephsen í morgin, fyri at leggja eina ætlan.

(JN) eftirlýsti nær arbeiðið við elevatorinum verður gjørt liðugt.

(HE) tók samanum.

---

Fundarfrásøgn 11. juni 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Jóannes Petersen (JP) arki-tektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og set-ti fundin. Hann upplýsti at byrja verður við at gjøgnumganga byg-giskránna. Eftirfylgjandi skal støða takast til, hvussu víðari skal farast fram við sjálvari umbyg-gingini. (BíB) kunnaði um at (JP) fer at tosa við brúkarabólkarnir, fyri at tryggja at einki er yvirsæð. (BíB) upplýsti, at byrja verður við útbjóðan av 5. hædd, tí har er læt-tari at fara í gongd, tí á 4. hædd eru viðgerardeildirnar.

(BíB) gjøgumgekk byggiskrán-na saman við nevndini. Ymiskar tillagingar/rættingar vórðu gjør-dar.

Fyri at arbeiðið kann fara í gongd skjótast gjørligt, verður valt at brúka “undirhonds út-bjóðingarháttin”.

(TP) vísti á at játtanin skal brúkast í hesum fíggjarárinum. Tosað varð aftur og fram um rað-festing.

(JN) mælti til at peningurin verður brúktur so nær sjúklingi-num sum gjørligt.

Fundur lokin kl. 14:00.

---

Fundarfrásøgn 18. juni 2013, kl. 10.00Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og vónaði at hetta varð ein av sei-nastu fundunum.

(TP) helt at arbeiðið í byggi-nevndini skuldi helst gerast liðugt í dag, tí ikki eru ráð at bíða.

(BÍB) gjøgnumgekk fyrst byg-giskránna og síðani rúmske-maðið. Tillagingar og broytingar vórðu gjørdar.

(BíB) upplýsti, eftir at hava kannað á Landsverk, at ikki er møguligt at brúka “undirhonds útbóðingarháttin”, sum ætlanin var. Arbeiðið skal bjóðast út í inn-bodnari licitatión.

(Jákup) vísti á mailasamskif-ti við Jóanis Erik Køtlum, ið tá var fyribilssettur aðalstjóri. Hann skrivar, at tað er í lagi, at gera eina samanbinding við brúgv. (TP) sigur seg hava aðra fatan enn Jóanis Erik Køtlum, fyrrv. aðalstjóra. Hann og Turið Arge, aðalstjóri hava somu fatan, t.v.s. ikki samanbinding við brúgv. (TP) legði dent á, at byggjaríið skal farast fram innanfyri innive-randi karmar og verklagslóg.

Uppá fyrispurning frá (TP) um bygginevndin er kunnað um mailin frá táverandi aðalstjóra, Jóannis Erik Køtlum, svaraði (Jákup) at hann munnliga hevur kunnað bygginevndina.

(BÌB) segði at verklagslógin skal haldast í samband við at um-byggja og umvæla Klaksvíkar Sjúrkahús. (JN) vísti á arbeiðið, ið var gjørt uttanum verklagslógi-na iltsentralur/elevator.

(Jákup) sigur, at hann hevur arbeitt í bygginevndini undir ske-ivum fortreytum um ikki saman-binding verður gjørd, og at hann í so fall vil taka sítt ískoytið af-tur. Hann vísti á, at uttan saman-binding er ikki møguligt at hava skurðviðgerðir á KS. Sum dømi nevndi han, at skurðgongin kundi flutt til eina gongd á Røktarheimi-num.

Rúmskemaðið:(TP) bað um at fáa sett yns-

kir fram, soleiðis at krónutal og ynskir hanga saman. (TP) skeyt upp at hava nýggjan fund í mor-gin um neyðugt, tí vit hava eina deadline. (JP/JN) vilja hava eina kostnaðarætlan fyri inniverandi ynskir, áðrenn farið verður at rað-festa.

(TP) vísti á, at bygginevndin má vita hvat hon ynskir. (JN )segði, at ynskini eru at seingjade-ildirnar verða lagdar saman, og at núverandi deild M gerst partur av skurðdeildini við tað at ambula-toriir flyta inn á gongina, har de-ild M er í dag. Eisini nevndi hon at Karsten Hansen, landsstýris-maður hevur sagt, at KS fær hølir frá Røktarheiminum (Hetta er tað bygginevndin hevur arbeitt við)

(HE) kunnaði um eina tekning, ið varð gjørd fyri 2 árum síðani, sum í alternativið 2 vísir júst tað

sum nevndin arbeiðir við. Kost-naðurin tá var umleið 9. mió. kr. uttan mvg og innbúgv.

(TP) helt at ynskir og játtan hanga ikki saman. (JN) segði at eingi tøl hava verið á borðinum undir bygginevndarfundunum.

(TP) bað einaferð enn um at byrja kjak um raðfesting. (JP) nevndi aftur at kostnaðarmeting skuldi gerast, áðrenn farið verður undir at raðfesta.

Eftir útrokning av ferme-trum(ynskjum) x krónur á rúm-skema, kom kostnaðurin á 5.hædd til 10. mio.

(TP) hevði ta fatan á síðsta fun-di, at arbeiðið bleiv liðugt í dag. Hann eftirlýsti, hvussu víðari skal farast fram.

(BíB) svarar, at hann ger ar-beiðið við rúmskemanum liðugt, og sendir endaligt tilfar til byggi-nevndina í morgin.

Niðurstøða: Mail frá Bárður við endaligari byggiskrá og kost-naði.

(TP) spyr um vit eru samd um strukturin. Seingjadeild og am-bulatorium eru lýst. (TP) spyr (BíB) um útbóðingin er innanfyri tíðarfreistina og hvussu langa tíð tað tekur. (BíB) sigur seg ikki kunna upplýsa hvussu langa tíð tað tekur.

---

Fundarfrásøgn 23. juli 2013, kl. 14.00Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at hesin fundur var komin skjótt í lag. Fyrst í juli var ætla-nin annars at senda boð til lands-stýrismannin um hvør støðan var í nevndini til umbyggingina og biðja um at landsstýrismaðurin tók støðu. (TP) hevur síðani ynskt eina breiðari semju um hvussu fa-rast skal fram, so tað er sjúkrahú-sið og ikki ráðið, sum avgerð ar-beiðsgongdina.

(TP) spurdi tí bygginevndina um ikki møguligt var at fáa eina innanhýsis semju heldur enn at avgerðin verður tikin uttanífrá. Hann hevði tosa við hygiejnuráð-geva, William Smith, um loysnir á reinføri og sterilcentral. (TP) spurdi um “brúgvin” millum gon-girnar á 5. hædd kundi verið eitt uppskot og um at fara í gongd við 5. hædd sum skjótast.

(Jákup) starvsfólk orka ikki meira, og vil tí verða við til semju, t.v.s. byrja við 5. hædd og so arbeiða víðari við ambu-latoriugongd. Nevndi, at hetta ikki loysir trupulleikarnar við skurðstovuøkinum á KS. Hetta má so takast upp aftur á hægri stað, t.v.s. politiskt.

Nevndin annars, (JN), (RO) og (HE), er samd um at halda fram.

Landsverk gera eina kost-naðarætlan.

(JN) er samd at farast skal í gongd við 5. hædd. Hon heldur ikki at vit kunnu halda starvs-fólk henn longur. Hon spyr (BíB) hví hann ikki fyrr er komin við niðurstøðuni, (teldupost 3. juli 2012) og um man ikki burdi gjørt eina byggifrøðiliga kanning um ger av smogu. (BíB) segði seg hava sagt tað fleiri ferðir, men at hann kundi havt skrivað tað fyrr.

(Viðmerking frá BíB) Havi so mangan sagt, at tað ikki er víst at smogan er nøkur góð loysn, og at tað eigur at vera upp til nevndi-na at vísa á krøv, tørv og ynskir, men tað er sum um smogan hevur verið eitt trupult kardinalpunkt. Havi eisini sagt, at tað eigur at verða latið upp til tann ráðge-van sum fær uppgávuna, at vísa á møguligar loysnir, og finna tær loysnir, sum eru tær best nøktandi í mun til byggiskránna, tí onnur eygu kunnu síggja aðrar loysnir.

Einasta ein byggifrøðilig kan-ning kann vísa er, um tað fysiskt er gjørligt at byggja omaná dek-kið. Tað er tað, men tað hevur við sær avleiðingar, m.a. tær av-leiðingar , sum eg fyrr havi víst á.

Niðurstøða:1. (BÍB) endurskoðar byggiskrá

og sendir til limirnar. Lands-stýrismaðurin verður kunnaður. Útbjóðing.

2. Raðfesta songjardeild og ambulatorium, og venda aftur til skurðdeild.

3. (TP) ásetur fund við lands-stýrismannin.

Fundur lokin kl. 15.

---

Fundarfrásøgn 16. desembur 2013, kl. 14.30Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-verk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Við á fun-dinum vóru eisini Jóhann Lak-saáfoss (JL) og Karl Martin Klein (KMK) frá Arkitektar 99 og Pæ-tur Húsgarð (PH) frá PB-Consult. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at síðani seinasta fund hjá bygginevndini í Heilsumálaráð-num, hevur verið arbeitt við at finna ráðgevaravirki og síðani at gera tíðarætlan. Fyrra tíðarætla-nin, ið varð gjørd í hesum sam-bandi, varð ikki góðtikin av landsstýrismanninum. Nevndin situr tí nú og her við eini nýggja-ri tíðarætlan, ið er munandi stytt. Uppgávan hjá nevndini er at fin-na eina loysn hesum viðvíkjandi. Tá 2014 er lokið skal arbeiðið við umvælingini eisini vera lokið.

(BíB) nevndi at tá tíðin nú er so knøpp, er ein møguleiki at ar-

Page 7: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 7

beiði verður boðið út í innbodna-ra listation, har bara tær fyritøkur sum hava starvsfólk nokk at gera arbeiði, verða bodnar við. Hann fyrisló at lukka eina deild heilt niður.

(JP) spyr hví tíðin er knøpp. (TP) svarar at sambært játtanar-reglunum er 31.12.14 síðsta freist, og at Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tíðarfreistin verður hil-din. Landsstýrismaðurin fer ikki í tingið at framleingja játtanina.

(HE) greiður frá at møguligt er at fara í samband við Klaksvíkar Kommunu skjótast gjørligt fyri at skunda undir mynduleikavið-gerðina. Upplýst var at so skjótt sum skipanaruppskotið er liðugt, verður kommunan kunnað.

(HE) skeyt upp, at tímalønt fólk sleppa inn at fyrireikað hølini til umbygging, t.d. bróta niður og koyra burtur. Hetta merkir, at tá hondverkararnir koma á staðið, er klárt at byrja.

(Jákup) spyr nær arbeiðið á de-ild A byrjar. (BíB) upplýsti at tá skipanaruppskotið er liðugt, kann arbeiðið byrja. Tað eru limirnir í brúkarabólkinum sum koma við uppskotið til arkitektarnir, sum síðani gera skipanaruppskotið.

(TP) spyr um tá tann fyrsti brúkrafundurin longu verður út-settur til januar, hvat annað kann so ikki ganga galið, og fyrisló, at fyrsti brúkrafundurin verður 20. desembur 2013.

(JN) spyr hvat hevur forða fyri at sáttmálin ikki er undirskri-vaður. (BíB) upplýsti at undirskri-vanin hevur bíða til hesin fundu-rin hevur verið.

(JN) upplýsti, at um knapt verður við tíðini, kunnu brúkara-fundir vera um kvøldið.

(TP) spyr um tey eru klár at tillaga virksemi á sjúkrahúsinum undir umbyggingini. (JP/JN) hil-du at við ávísari planlegging, skuldi tað verið møguligt.

Tosa varð um at gera avtalu við Norðoya Røktarheim, um at fáa seingjarpláss til láns í byggitíðini.

(TP) spyr hvat avleiðingin verður, um tíðarætlanin ikki verður hildin. Upplýst varð at dagbøtur er vanliga avleiðingin, men er hettar ikki galdandi, um tað er Landsverk ella bygginevn-din, ið seinkar arbeiðnum.

Niðurstøða:1. Sáttmálin verður undirskri-

vaður í morgin2. Brúkarafundur verður 8. ja-

nuar 20143. Byggifundur verður áðrenn

byrja verður at bróta/ríva niður. Hetta fyri at bygginevndin skal fáa høvi at meta um tiðarætlanina til ta tíð.

Fundur lokin kl. 16

---

Fundarfrásøgn 6. februar 2014, kl. 14.00Fundur í bygginevndini – umbyg-gjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) um-boð fyri byggideildina hjá Lands-

verk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Peter-sen (TP) umboð fyri HMR. Við á fundinum vóru eisini Jóhann Laksáfoss (JL) og Karl Martin Klein (KMK) fráArkitektar 99. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at síðani seinasta fund hjá bygginevndini hava brúka-rafundir verið við leiðarar. Síða-ni vórðu øll starvsfólk boðin til kunningarfundir, har arkitektar 99 luttóku. Fyri at øll starvsfólk skuldu fáa høvi at luttaka, vórðu 4 kunningarfundir hildnir. Hesin fundurin í dag er tí fundurin har bygginevndin tekur saman um og endaliga góðkennir skipanarup-pskotið.

(BíB) helt at brúkarafundirnir vóru positivir og starvsfólk vóru

engageraði.(JP) hevur fleiri spurningar til

arkitektarnar, harímillum um baðirúmini lúka tey krøv, sum sett eru av myndugleikunum, um fermetrakrøvini pr. song, og vísti hartil á ymiskar manglar á báðum hæddum.

(JL) vísir á, at júst avbjóðingin í projektinum er at arbeiða innan somu rammur, sum eru í dag. (JP) vísur á, at útfrá tí verður plásstør-vurin ikki nøktaður. (TP) vísir til lógina fyri umbyggjan og um-vælan av sjúkrahúsinum.

(JL) heldur at fundurin er við at fara av sporinum. Hann vísir til at fundur hevur verið við fle-iri starvsfólk, og hava teir fingið feedback, og helt at gott var um tú/JP eisini hevði verið við. (BíB) sigur við (JP) at hann kemur við viðmerkingum, sum hann kundi komið við í januar. (JP) svarar at hann tá hevði frí.

(JP) pástendur at sambært galdandi standardum fyri sjúkrahús, eru bert pláss fyri max. 14 seingjarplássum. (JN) viðmerkti, um bygt verður sam-bært teimum krøvum Jákup tos-ar um, og vit bert koma at hava 14-15 seingjarpláss, so hava vit onki sjúkrahús. Krøvini, ið talan er um, eru fyri nýbygging av sein-gjardeildum.

(BíB) vísir á at neyðugt er at fyrihalda seg til verðandi karmar. (BÍB og JL) vísa á at standardir eru fyri nýggj byggjarí.

(HE) spyr um at tað nú skal ar-beiðast við nýggjum standardum, heldur enn at fyrihalda okkum til

eina renovering. Vísur á, at an-tin verður húsið renoverað ella verður einki gjørt! Vit fáa ikki eitt nýtt sjúkrahús!

(JN) eftirlýsti einum svari frá landsstýrismanninum, um at fáa atgongd til fleiri fermetrar frá Røktarheiminum. (TP) upplýsti, at eingin avgerð er ikki tikin í málinum um tillutan av ferme-trum á Røktarheiminum. Sam-bært landsstýrismanninum er politiskur meiriluti fyri verðandi íløgujáttan.

(BíB) helt at kjakið um fleiri fermetrar og størri játtan hevur verið, og útfrá tí skulu vit fyrihal-da okkum til verandi byggiskrá.

(JP) vísti á, at starvsfólk vístu sína misnøgd við verðandi tek-ningar. (BíB og JL) vístu á at teir høvdu aðra uppfatan, nemliga at tey vístu seg at vera nøgd á teim kunnandi fundunum.

(HE) vísti til fundin við lands-stýrsimannin í fjør, har lands-stýrismaðurin gjørdi bygginevn-dini heilt greitt, at hetta arbeiði skal gerast liðugt í ár, also 2014. (TP) vísti á, at landsstýris-maðurin hevur álagt bygginevn-dini og landsverk at fyrihalda seg til verklagslógina, sum er fortrey-tin løgtingið hevur givið.

(JP) staðfesti, at verður hetta gjøgnumført, so verður ikki ar-beiðsligt á sjúkrahúsinum. Hann vil hava heilsumyndugleikarnir at góðkenna verkætlanina hvat 4. hædd (OP-økinum) viðvíkur.

(TP) spyr hinir limirnir í byg-gnevndini, um tey ætla at steðga ella gjøgnumføra projektið. Hann hevur varhugan av at starvsfólki-ni eru nøgd.

(HE) vísti á at starvsfólk vóru væl nøgd við kunnanina, sum var í síðstu viku.

(JP) hevur lovað ikki at vera ímóti at farið varð ígongd við seingjardeildini. Hinvegin vil hann hava myndugleikarnar uppí tá farið verður í gongd á 4. hædd (skurðgongina), t.d. landslæknan og sundhedsstyrelsen/heilsumyn-dugleikan. Samanumtikið hevur hann sera nógvar atfinningar og viðmerkingar til 4. hædd.

(TP) spyr (JP) um vanligt er at heilsumyndugleikar eru við í smb. við bygging. Sjálvur situr hann í bygginevndini fyri Lands-sjúkrahúsið og har hava heilsu-myndugleikarnir ikki verið við í viðgerðini.

(TP) spyr hini í bygginevndini, sum arbeiða á sjúkrahúsinum, um

starvsfólkini eru samd við (JP). Sjálvur er hann ikki heilsustarvs-fólk ella ekspertur. (JN) svarar at eingin av starvsfólkunum, sum arbeiða saman við (JP) halda het-ta er tað ideella, og sjálv heldur hon tað ikki verða tað mest ideel-la, men ynskir hon at farið verður í gongd.

(HE) tók samanum, at farið verður í gongd við 5. hædd. Síða-ni verður farið í gongd við 4. Hædd. Samstundis verður tosað við starvsfólk, sum arbeiða har og heilsumyndugleikar.

(HE) spyr (JP) um, alt annað líka, - tá tit fáa 250m2 fermetrar afturat, er hettar so ikki er ein be-tran av arbeiðsumstøðunum á 4. hædd sum heild, bæði fyri læknar og starvsfólk, og bæði fyri ambu-lanta virksemi og virksemið sum heild? -.

Síðani varð hugt eftir tek-

ningum, broytingar og tilpas-singar vórðu gjørdar, serliga á 4. hædd.

(JP) spyr um inventar, tól v.m, kann keypast av játtani.

(JN) spyr um peningur skal setast av til list. (BÍB) upplýsti at praksis er 1.5% av byggijáttanini. (TP) viðmerkti at møguligt er at lána list.

Niðurstøða:Arbeitt verður víðari við fulla-

ri ferð á 5. hædd, samstundis sum arbeitt verður við at tekna 4. hædd.

(TP) skal kannað um heilsu-myndugleikarnir skulu gera eina góðkenning.

(JP) vil hava kunnan um af-turlating av seingjadeildini, 3 mánaðar áðrenn byrjað verður.

Tosað varð um, at 1. mei í løtuni ljóðar sum dagurin tá farið verður í gongd við at taka ymiskt niður á deildini og rudda út, t.v.s. umleið 3 mánaðir frá í dag.

Arkitektarnir koma við eini tíðarætlan í komandi viku, so boð kunnu gevast sum skjótast.

Fundur lokin kl. 16:30

---

Jákup Petersen: Renovering ge-vur onga meiningRenovering innan verðandi kar-mar og við sama aktiviteti ber ikki til. Hølistørvurin er umleið tað dupulta av tí sum hann er nú, so antin skal minkast um akti-vitetin til eina helvt ella skulu finnast útvið 1.000 fermetrar af-turat.Boðini vóru at renoverast/

umbyggjast skuldi innan verðan-di karmar og eg tók meg úr byggi-nevndini, skrivar Jákup Petersen yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahú-sið í brævið til bygginevndina í februar mánað. Brævið er tað seinasta í einum drúgvum og sera harligum samskifti í nevndini har tað gongur fram at stórar ósemjur hava verið í nevndini.

InnleiðandiOrsøkin til, at sjúkrahúsið í síni tíð bað um nýbyggning/ uppda-tering var tí plásstørvurin (are-altørvurin) varð vorðin so stórur, at funktiónir á sjúkrahúsinum vóru ringar at halda gangandi og sjúklingatryggd kundið verða í vanda.

Landsstýrismaðurin vildi hava tørvin lýstan og so varð gjørt. Uppskotið frá sjúkrahúsinum varð ein heilsu- og sjúkrahúsmið-depil har tað skuldi savnast alt sum hevðið við kanning, viðgerð o.s.fr. Landsstýrismaðurin dámdi uppskotið og vildið hava skjóta gongd á málið.

Vit settu okkum í samband við kommunu og aktuellar stovnar sum vóru sera jaligir og løgd var ein ætlan hvussu fram skuldið farast. Spurningurin stó millum totala renovering og nýbygging. Nýggji landsstýrismaðurin í heil-sumálum gjørdi tað til eitt av sínum høvuðs valliftum at tað skuldið byggjast nýtt sjúkrahús í Klaksvík.

Síðani komu boð um, at byg-ging varð skotin fram til ár 2015. Men síðani er málið um bygging dottið inn í mjørkan. Vit vita ikki hvar tað liggur.

Niðurstøða sjúkrahússins varð, at vit ikki kundu liva við viður-skiftunum sum nú eru fram til nýtt sjúkrahús stó klárt at fara inn í umleið 2018.

Tað var í hesum tíðarbili nógv tos inn í nátthugvuna og ringt at vita hvar ein fleyt. Hinvegin vóru ábendingar um, at tað kun-dið ganga munandi longri tíð enn áður hildið. Soleiðis kundið roknast við, at verðandi umbyg-ging/renovering kundið gerðast ein loysn sum livast skuldið við í nógv ár framyvir.

Plásstørvurin kom síðani nát-túrliga uppaftur í fyrstu rað-festing. Gerast mátti eitt uppskot sum fyrst og fremst loysti hendan spurningin.

Uppskotið bar við sær, at byg-gjast skuldi “i garðinum” og so-leiðis loysa hølistrupulleikan. Re-stin fór so at koma av sær sjálvum.

Boðini úr Heilsumálaráðnum vóru ymisk men lendu at enda-num á at “byggjast skuldi innan verandi karm”.

Hetta var jú púra meiningsleyst tí trupulleikin var hølistrupullei-kin. Mín niðurstøða var so, at lata peningin aftur til Landsstýrið. Orsøkin var sera einføld. Reno-vering innan verðandi karmar og við sama aktiviteti ber ikki til. Hølistørvurin er umleið tað du-pulta av tí sum hann er nú, so an-tin skal minkast um aktivitetin til

Page 8: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 20148

eina helvt ella skulu finnast útvið 1.000 fermetrar afturat.

Boðini vóru at renoverast/um-byggjast skuldi innan verðandi karmar og eg tók meg úr byggi-nevndini.

Umleið 1 ár seinri vóru meira ella minni boð frá Heilsumálaráð-num, at eg skuldið koma inn aftur í bygginevndina. Aðrir fundir vóru hildnir eisini við landsstýrismannin í heilsumálum og eg greiddi staðiliga fram, at høvuðsspurninguri er plásstørvur.

Hetta tyktist nú at verða tikið upp í álvara. Ein hædd á røktarhe-iminum kundið møguliga koma uppá tal og tosið fall niður á mø-guleikan, at fáa eina hædd afturat.

Undir hesum nýggju umstøðu-num sá eg aftur meining í at taka arbeiðið í bygginevndini aftur. Vit hava nú brúkt nógva tíð, fun-dir og pening til at lýsa tørvin og koma við einum uppskoti sum nøktar tørvin.

Uppskotið sær dagsins ljós meðan eg havi frí og tá eg komi aftur eru nakrir fundir hildnir um tað írokna starvsfólkafundir.

SkipanaruppskotiðTað sum liggur í hesum uppskoti er enn einaferð, at byggjast skal innan verðandi karmar, men sum nakað nýt veður lagt upp til sama aktivitet, og tað gongur jú ikki. Vit síggja tekningar sum eru mei-nlíkar sjúkrahústekningum í 60-unum. Tað vil siga fyri 50 árum síðani.

SeingjardeildWc/bað til rørslutarnaði eru á stødd við tey WC sum vit nú hava í summarhúsum. Vanlig sethús hava 2 –3 ferðir so stór WC. Sma-lar gongir sum gerða tað torført at fáa sjúklingar fram og sostatt eru vandafullar. Smáar seingjar-stovur har sengur verða stúvaðar inn. Við hesum fer sjúkrahúsið aftur í 60-ini.

Deild MDeild M sum verður niðurløgd sum seingjardeild skal taka sær av hølum sum eru flutt av deild A. Húsa ambulatorium, skaða-stovu, endoskopi, kanningarrúm, goymslur, skrivstovur, køk, teldu-rúm og s.fr. og tað gongur jú ikki. Fleiri beinleiðis neyðug høli sum nú eru tøk finnast ikki á tekningi-ni og annars eru neyðug høli sum standa í yvirlitinum um tørv hel-dir ikki við.

SkurðdeildSkurdeildin hevur fingið sama areal sum fyrr og verður helst ikki opnað aftur fyrr enn avva-randi minduleikar hava góðkent hetta. Korridorarealið er um leið 50% av minimumkravinum.

Sterilsentralurin er eitt skemt við einum arealið uppá 25 fer-metrar. Væl minni enn vanligar stovur í sethúsum í dag og tað eru helst nógv børn sum hava størri sovikamar enn teknaði steril-sentralur. Onki plass fyri tólum. Onki plass fyri skrivstovu. Alt ov

lítið pláss í goymslum. Skiftirúm sum er umleið 30% av tørvinum. Onki medisinrúm o.s.fr. Sam-laða arealið á deildini er umleið 270 fermetrar brutto – sum eini sethús.

AvleiðingarTað er ongin yvi um at vit skulu til at skera virksemið á sjúkrahú-sinum munandi og niðurleggja ávísar funktiónir undir hesum treytum.

Eg hevðið sum uppskot á sei-nasta byggifundi har skipanarup-pskotið varð til góðkenningar, at best var at lata peningin aftur í landskassan. Sama uppskot sum eg kom við fyri 2. árum síðani tá tað gjørdist greitt, at ætlanin varð at renovera innan verðandi karmar.

Fyrimunurin við hesum er, at vit kunnu brúka 1 – 2 mió árliga til stillt og róligt at renovera og at vit ikki fáa framleiðslustopp. At skerja virksemið kann gerðast skipað og krevur ikki at nakar fær sekkin.

Undir hesum skipanaruppskoti verður helst eitt framleiðslustopp í eitt ár. Sjúkrahúsið verður eitt arbeiðspláss í 2 ár. Funktiónir mugu avskrivast og fólk verða send heim.

Seingjardeildin undir verðandi skipanaruppskotiMen um vit hóast alt halda áfram á “innanfyri verðandi karm” le-iðini so skulu seingjarplássini á renoveraðu deildA fara úr 29 niður í 15.

Deildin er 910 fermetrar bruttu svarandi til 520 fermetrar netto. Núverandi sjúkahúskrøv tá tað kemur til seingjardeildir liggur millu 40 – 60 fermetrar netto pr. song. Taka vit 40 fermetrar pr song enda vit við 13 songum.

Um vit taka viðurskiftini frá 1990 – tað vil siga fyri 20 árum síðani varð fermetratalið umleið 30 og gevur tað okum 17 sengur til felags seingjardeildina. Vildið mett at 15 sengur er tað mesta vit kunnu hava.

Sum eitt kuriosum kann eg nev-na, at tað finnast hagtøl aftur til 50-ini har fermetrarnir bert vóru 20. Um hetta tal verður verður brúkt til okkara seingjardeild ke-mur fram pláss fyri 26 songum. So vit skulu eini 60 - 70 ár aftur í tíðina fyri at finna líknandi støðu sum tað mynduleikarnir bjóða okkara seingjardeild í dag.

3 av hesum 15 plássunum sku-

lu verða viðrakning/intensiv. Her eru krøvini í dag millum 50 og 70 fermetrar netto pr. song.

Minst 3 sengur skulu hava loft-skinnara við lift og her krevjast umleið 30 – 40 fermetrar pr. song.

Wc/bað til rørslutarna skulu verða minst 10 fermetrar

Deildin skal innrættast vð nýg-gjum songum, skoli/vaski, tel-dum, teknikki, intensiv útgerð, mobilum liftum, list o.s.fr.

Eg fari í fyrsta umfari at gevast hher. Skal koma við nærri up-pskotum til hædd 4 seinri. Skal tó nevna, at vit framvegis hava tørv á 600 – 1000 fermetrar fyri at halda áfram við okkara aktivite-ti. Ein fyribils meting hjá mær er, at tað við verðandi uppskoti ikki verður hildið áfram við skurðvið-gerðum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi framyvir.

AmbulatoriumFermetrarnir á gomlu deild M eru 370 bruttu svarandi til 215 fer-metrar netto.

Vanlig kanningarrúm krevja 30 fermetrar netto

Serlig kanningarrúm krevja 50 fermetrar netto

Tað eru samanlagt 14 ambulato-riir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi:

OrtopedisktKirurgisktHondSárMedisinsktRheumatologisktAnæstesiØksl UrologiBarnaortopediRyggLungaDiabetisHjarta

Hesi kunnu í ein ávísan mun samstarva. Roknast kann tó við at minimumtørvurin er 3 vanlig kanningarrúm og eitt serligt kan-ningarúm. Tað vil siga samanlagt 140 nettofermetrar av deildini.

Umframt 2 fastarbeiðandi læknar hevur sjúkrahúsið regluliga vitjan av serlæknum og øðrum læknum. Nevnast skal:

Akslalæknar (2 í tali)Narkosulæknar (5 í tali)Hjartalæknar (2 í tali)Ortopedar (4 í tali)BarnaortopedurHondkirurgur

Urlologar (3 í tali)RheumatologurHjálparlæknar (8 í tali)

Hjálparlæknin hevur skrivstovu, meðan hinir ikki hava skrivstovu. Neyðugt er at hesar skrivstovur eru miðsavnaðar. Ofta eru 2 vitjandi serlæknar samstundi og harafturat verða báðar lækna-skrivstovurnar á deild A niður-lagdar í renoveringini. So eitt minimum av 3 skrivstovum verður neyðugt í gomlu Deild M. Neyðugt er við 20 fermetrum pr. krivstovu – samanlagt 60 ferme-trar fyri 3 skrivstovur.

Kanningarrúm og lækna-skrivstovur taka sostatt 200 av teimum 215 fermetrunum á fyrr-verandi Deild M.

Eftir er so at finna pláss fyri:Urologi/endoskopi 60 m2

Skol/vask endoskop 20 m2

Tólrúm til skop o.t. 15 m2

Køk 30 m2

2 goymslir á 25 m2 - 50 m2

Dagpláss til viðgerð 20 m2

Bíðirúm 25 m2

Móttøka 25 m2

Køkur 25 m2

2 skrivstovur á 18 m2 - 36 m2

Felags starvsfólkarúm 40 m2

Undirvísing 30 m2

Felags heilivágur 20 m2

Reingering 15 m2

Samanlagt netto 411 m2

Samanlagt brutto 700 m2

SkurðdeildinDeildin er 270 fermetrar brutto og sostatt 159 fermetrar netto.

Hvørgin skurstova kann liva upp til dagsins standard.Til liðút-skiftingar, ryggskurðviðgerðir krevast skurðstova uppá 100 fermetrar helst sum 10 x 10 me-trar fyri at fáa pláss fyri teimum nógvu instrumentunum. Tað skal verða breið til og frágongd til stovuna og rúm til sjúkling at ligga pre/post operativt. Hetta ge-vur eitt netto uppá 120 fermetrar. Ein minni skurðstova skal kunna klára seg við einum netto uppá 60 fermetrar. Hervið eruu so teir tøku 160 nettofrmetrarnir brúktir gott og væl.

Eftir at finna er sostatt:Reingerð 15 m2

Tólrúm 25 m2

Sterilgoymsla 25 m2

Vanlig goymsla 25 m2

Reint skolirúm 20 m2

Heilivágsgoymsla narkosa/op

15 m2

Skrivstova narkosa 20 m2

Felagsskrivstova/fundarhøli 20 m2

Fyrireiking sjúklingar 20 m2

Pakkirúm 20 m2

Autoklavur tilgond + tøming50 m2

Samanlagt netto 255 m2

Samanlagt brutto 430 m2

Enn sum áður er sostatt tørvur á gott og væl 1000 fermetrum. Ut-tan hesar fermetrar verður úrslitið munandi skerjingar í virksemi-num.

Annars er tað enn mítt ynski, at vit á næsta fundi hava tekningar frá SS og LS/G4 við til samme-tingar. Gjarna, at vit fáa tær sen-dar í mailin.

Byggja eftir standardum sum vóru galdandi í 50 unumJáttaðar eru 15 mio. yvir 3 ár til renovering av Klaksvíkar Sjúkrahús. Av hesum eru 12 mio. eftir at byggja fyri nú farið verður til verka. Til samanbe-ringar er hetta ein 100. partur av tí sum Landssjúkrahúsið hevur og fer at byggja fyri. Úrslitið er at bygginevndin við vælsignilsi frá Landsverk og Heilsumálaráð-num hevur valt at byggja eftir standardum sum vóru galdandi í Danmark í 1950, vísa skjøl sum vit hava fingið innlit í.

Játtanin frá løgtinginum kann bert brúkast til at renovera in-nanfyri verandi karmar og sam-bært tekningunum verða 28 sein-gjapláss á KS. Sambært donskum arialstandardum, sum í dag galda fyri sjúkrahús, verður rokna við 40 fermetrum til hvørja song og tí átti av røttum einans 13 sein-gjapláss at verið á KS eftir reno-veringina. Tí hevur bygginevndin valt eina loysn, sum svarar til teir standardir ið galdandi vóru í Danmark í 50 unum. Eftir ætlan skal arbeiði byrjað 1. mai og byr-jað verður á deild A.

Landsstýrismaðurin á fund við SjúkrahúsleiðslunaMikudagin var fundur á Hotel Klaksvík millum landstýrisman-nin í Heilsumálum og leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið har umbyggingarætlanin á sjúkrahú-sinum verður viðgjørd. Vit fara at fáa eina viðmerking frá landstýrismanninum eftir fundin.

Sum skilst er ikki ætlanin at stongja skurðstovuna meðan um-byggingin fer fram, tí sum skilst verður arbeitt í stigum. Mei-rilutin í bygginevndini er sum skilst sannførdur um at ætlaða umbyggingin fer at lyfta støði á sjúkrahúsinum og er harvið als ikki samd við niðurstøðuna hjá yvirlæknanum, men enn hevur ikki bori til at fingið viðmer-kingar.

Page 9: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 9

1. apríl eru 50 ár liðin, síðani P/f Landsbyggifelagið (LBF) varð stovnað.Í hesum sambandi bjóða vit til almenna móttøku í Østrøm týsdagin 1. apríl 2014, kl. 15 at hitta kundar, samstarvsfelagar, kappingarneytar og vinir annars til eina hugnaløtu við góðum ábiti, røðum og tónleiki.

Øll eru hjartaliga vælkominLeiðsla og starvsfólk á LBF

sans

ir.fo

Innbjóðing til 50 ára hátíðarhald

Ráðgevandi verkfrøðingar

amr.fo

Page 10: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 201410

Tað var ein stórur dagur í Klaksvík, leygardagin, 15. mars, tá nýggja Betesda varð tikið í brúk, og bjóðað varð til móttøku frá kl.

15.00 til kl. 18.00

Hetta var ikki einans ein stórur dagur fyri samkomu-na, men so sanniliga eisini fyri Klaksvíkina, sum við hesum bygningi, bæði in-

nan og uttan, hevur fingið eina arkitektoniska perlu mitt í býnum, sum einki at ivast í vil verða eitt byg-ningsverk, sum ferðafólk vilja síggja.

Tað er ikki einans tað ar-kitektoniska, sum er vert at nevna í samband við nýggja Betesda, men so sanniliga eisini tað umhvørvisliga dygga íkasti, sum samko-man hevur valt, tá hon valdi at brúka sjóhita ístaðin fyri olju – tað fer ikki at renna dropin av olju í Betesda í framtíðini!

ANDALIG OLJAEitt er, at tað ikki verður brúkt olja í nýggja Betesda,

men ynskjandi er, at tann andaliga oljan kemur at renna í streymum, tá hátøk-niliga og nýmótans ljóðor-kan ber vitnisburðin og sangin út í snotuligi hølini, har millum 700 og 800 fólk kunna sita – má tað verða biðið eftir, at so verður!

3000 VITJANDIMenn og kvinnur, ung og eldri, hava arbeitt sum meyrur hesa seinastu mánaðirnar til tess at fáa alt liðugt, tá dyrnar skul-du latast upp; og klokkan 15.00 var klárt og borðreitt. Túsundavís av smákakum og eitt stórt liturtal av kaffi og te, og juice til børnini,

var sett á smá borð runt um í húsinum, og fólk vórðu víst inn í hvønn krók.

Portalurin hjá Norðlý-sinum upplýsti, at umleið 3000 fólk vitjaðu í nýggja Betesda. Fólk alla staðni frá í landinum, bæði fól-kakirkjuni og fríkirkju-num, vóru komin at síggja nýggja salin og at ynskja samkomuni til lukku við nýggju snotuligu hølunum.

FLÍSAR ÚR BÍBILSKA “LÍTLA-ASIA”Eitt sindur av jørðildinum í tí bíbilska “Lítla-Asia” og teimum sjey samkomunum, sum Jóhannes skrivaði til í Opinberingini, liggur nú

sum gólv í nýggja Betesda. Rátilfarið kemur úr einum bergi, sum liggur tætt ut-tanfyri býin IZMIR í vesta-ra partinum av núverandi Turkínum, og fabrikkin liggur inni í sjálvum IZ-MIR, sum er gamli bíbilski býurin SMYRNA, sum var ein av teimum sjey sam-komunum, sum Jóhannes skrivaði til í Opinb. kapitul 2 - so ein kann ikki siga an-nað enn, at gólvið í nýggja Betesda er úr góðum bergi brotið.

Talan er um 1000 ferme-trar av High-Polish Mar-morflísum úr sandsteini, 75 tons í alt, sum eru fluttar í trimum 40-fót byngjum úr

IZMIR til Klaksvíkar, og sum við nógvum tolsemi og serdeilis góðum hegni, eru lagdar á øll gólvini bæði í erva og í neðra. Flísarnar eru lagdar eftir einum so-kallaðum Rómverskum mynstri. Allar trappurnar eru lagdar við hesum somu flísum, og øll vøskini á øllum toilettunum eru ei-sini úr hesum sama mar-morsteini og gjørd liðug í Turkínum.

BØRNINIÁ aðru hædd er stórt bar-naansingarrúm við stórum skýggja, og fram við ves-tursíðuni eru fleiri rúmlig sunnudagsskúlahølir, sum

HVAT H Ø VDU TE Y GOMLU SAGT?- hugleiðingar og tíðindi í samband við nýggja Betesda

Page 11: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 11

Page 12: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 201412

við sínum stóru rútum og góða útsýni, allarhelst vil seta serlig krøv til sunnu-dagsskúlalæraran, um hann skal megna at halda foku-si hjá børnunum á røttum stað.

LOFTIÐTá fólk vórðu víst inn á loftið, høvdu tey útsýnið yvir høvuðssalin, sum eisi-ni tekur seg ómetaliga væl út frá loftinum; ikki minst at síggja niður yvir stólar-nar, sum við sínum útval-da liti passa sera væl inn í heildina. Líkamikið hvar tú situr á loftinum, niðri í salinum ella úti í forhølli-ni, so kanst tú síggja bæði talarastólin, sangkórið og stórskýggjan - við einum so stórum skýggja skal tað vera løgið, um nýggju song-bókini verður lív lagað í nýggju umstøðunum!

Hvíttmálaða rimaverkið framvið loftinum, er fram-leitt í býnum Makfalva/Ghindari í Rumenia. Tað er ein Føroyavinur, sum eigur stórt maskinverkstað í býnum, ið hevur framle-itt hetta í samstarvið við KJ-Hydraulik í Kambsda-li. Hetta sama maskinver-kstaðið í Rumenia framle-iðir aliringar til føroysku alibrúkini.

150 sitipláss eru á loft-inum, sum eru træben-kur, hegnisliga gjørdir av monnum í samkomuni, og klæddir við stoffi, sum kvinnur í samkomuni hava

seymað.

LYFTEisini hevur man hugsa um tey, sum eru illa gongd ella sita í koyristóli. Um onkur, sum er illa gongdur, fegin vil sita á loftinum meðan møti er, so kann viðkoman-di nýta lyftina, sum er løtt atkomulig úti í forhøllini.

FRÍTÍÐARARBEIÐISamkoman í Betesda he-vur havt frítíðararbeiði í nógv ára tíggir, sum ein stórur partur av børnum og ungum í Klaksvík hava notið gott av. Í nýggju hølu-num skuldi ligið væl fyri at hildið fram við hesum, tí í norðara enda á aðru hædd er eitt stórt høli, sum kann brúkast bæði til frítíðarar-beiði og veitslur.

NÓGV GLASNýggja Betesda er bæði rúmligt og ljóst. Stórur partur av útsíðunum eru glas, bæði í erva og í neðra, so her kann sigast, at tað ævinliga “elverkið” leverar ljóskelduna tað mesta av degnum.

Tá ein kemur inn í for-høllina, kennir ein seg væl-komnan. Har er ljóst við góðum útsýni og hugna-liga innrættað við smáum kaféborðum, sum leggur upp til, at ein steðgar á og fær sær eitt hugnaligt prát. Eisini er ætlanin at halda fram við opnu kaféini, ein dag um vikuna, sum eisini

hevur verið seinastu tvey árini í fyribilshølunum hjá samkomuni á Klaksvíks-vegnum, og sum hevur havt sera góða undirtøku – her eru øll vælkomin at fáa sær ein drekkamunn og eitt uppbyggiligt prát! Kaféin verður opin hvønn hósdag kl.10.00

SJÓHITIÍ einum rúmi aftanfyri pallin, sum ikki liggur so ásýnligt, er eitt anlegg, sum flestu okkara ikki hava sæð áður, og ta er Sjóhitaskipa-nin. Samkoman í Betesda valdi at hita nýggju hølini við grønari orku. Nýska-pandi maskinmenn í sam-komuni, við góðum ráðum frá serkønum, hava lagt hita úr vágni og inn í Betesda, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, við tað at skipanin brúkar CO-2, sum er umhvørvisneutralt. Ski-panin hevur koyrt í tveir mánaðir, og heimildarfólk siga, at hon koyrir sum ein dreymur og at húsið hevur tann hita, sum tað skal hava.

LJÓÐTØKNINÍ dag eru tað aðrir bollar á suppuni, enn tá teir gom-lu bygdu gamla Betesda, tá talan er um ljóð. Men teir gomlu høvdu ofta eina kraftmikla og klára rødd, so teir vóru í sær sjálvum ein góð hátalaraskipan til krøvini tá. Men í dag, við teimum nógvu ljóðførunum

og nógvu ljóðmøguleiku-num, eru tað heilt onnur ljóðkrøv, sum verða stilla til almennar bygningar.

Hesi krøvini hevur man roynt at liva upp til í nýggja Betesda, sum í dag húsar eina tað mest framkomnu ljóð- og hátalaratøknina, sum er at finna á marknaði-num, ikki minst tá hugsa verður um nýggja mixipu-ltin, sum hevur ikki færri enn 64 kanalir – ein sonn avbjóðing fyri tann unga, sum vil royna sínar tøkni-ligu førleikar!

Nýggi salurin og nýggja ljóðtøknin í Betesda er ein samansjóðað eind, soleiðis at skilja, at ljóðskipanin sjálvvirkandi kann justera salin til tað hægstu ljóð-styrkina og eitthvørt slag av tónleiki, sum kemur gjøg-num hátalararnar, soleiðis at tað verður tann rætti rúmklangurin úti í salinum.

Ljóðskipanin eitur Acou-stic Control System (ACS), og er ein “intellegent” ski-pan, sum sjálvvirkandi eisi-ni tilpassar seg eftir tí, sum ferð fram millum fólkið úti í salinum; t.d. um onkur reisir seg upp at biðja ella hava ein vitnisburð, so fan-gar ACS-skipanin ljóðið so væl, at tað hoyrist um allan salin – so nú er bara at fáa gongd í vitnisburðarnar!

Yvir pallinum eru 12 stórir hátalarar, og úti í sa-linum eru 34 minni hátala-rar. Yvir pallinum er eisini ein røð av projektørum,

sum kunna lýsa pallin bæði frammanfyri og aftanfyri - hetta er nakað ungdómi-num dámar sera væl!

Yvir pallinum hongur eisini stórskýggin, sum er heilar 2,88 metur høgur og 4,80 metur langur, ella knappar 14 fermetur.

Øll tøknin verður stýrd frá einum stórum teldupul-ti (tøknioyggj), sum sten-dur umleið miðskeiðis í salinum, og sum tøkniliga minnir ikki sørt um eina nýmótans skipsbrúgv.

MØGULEIKARVið nýggja salinum hevur samkoman fingið higar-til ókendar møguleikar at náa út við tí livandi boðs-kapinum. Hølini eru ikki einans væl egnaði til møtir, men eru útgjørd til konsert-framførslur á altjóða støði. Tað er einki at ivast í, at konsertframførslur koma at gerast ein størri og størri partur av formidlingini av orði Guds, tí sangur hevur eina serliga inngongd inn í mannasálina. Tí er tað av alstórum týdningi, at sam-komurnar eisini fylgja við á hesum økinum – og tað he-vur Betesda gjørt við nýg-gja bygningsverkinum!

FYRSTA MØTI Í NÝGGJA BETESDA

Kl.18.00 var móttøkan liðug, og tá byrjaði fyrsta

møti í nýggja Betesda. Øll fingu eina skrá í hondi-na, sum legði upp til eina fjølbroytta løtu við talum, felagssangi, bønum og lov-sangi, við luttøku av bar-nakóri, Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda og Seytjan sangarum. John Færø og Tóra við Keldu le-iddu løtuna, og tað gjørdu tey meistarliga nýskapandi.

Á slagnum klokkan 18.00 bjóðaðu John og Tóra fólkinum vælkomnum, sum vóru umleið 1000. Fólk stóð úti í forhøllini og allan vegin fram við veggunum. John Færø legði út við at siga, “at Orð Guds hevur altið havt høvuðsplássið í gamla Betesda, og soleiðis skal tað eisini verða í nýg-gja Betesda.”

John og Tóra fingu fólkið at syngja av fullum hálsi í felagssanginum, sum fylti hesi nýggju stóru hølini, og tað var ein sonn frægd at vera ein partur av lovs-anginum hetta fyrsta kvøl-dið í nýggja Betesda. Bæði ljóðlíkindini og ljóðtøknin eru í hægstu góðsku.

Menninir, sum umboðan-di samkomuna tóku nýggja salin í nýtslu, vóru Stein-bjørn Jacobsen, Eivind Niclasen og Eyðun Eltør.

STEINBJØRN Steinbjørn innleiddi við tekstinum í Efesusbrævi-num kapitul 4 ørindi 3: “Leggi tykkum eina við at verða verandi í einleika

Page 13: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 13

Andans í bandi friðarins,” og so legði hann afturat: “Hetta hevði verið ein góð yvirskrift yvir húsinum!”

- “fólkið í samkomuni er enn meiri samansjóðað, meðan byggingin hevur staðið uppá!”

- “Byggingin av sali-num er eitt greitt dømi um, hvussu nógv kann verða gjørt, tá allar náðigávur-nar sleppa framat!”

EIVINDEivind, sum er fleiri 90 ár, tók soleiðis til: “Tað run-nu nógv tár, tá seinasta møti var liðugt í gamla Betesda, men í kvøld renna gleðistár, nú fyrsta møti er í nýggja Betesda!” Síðani bað Eivind eina inniliga og hjartaliga bøn fyri sam-komuni og hennara nýggju umstøðum.

BØNARLØTAAftan á Eivind og áðrenn høvuðstaluna hjá Eyðun, varð lýst til bønarløtu, har tað var frítt at luttaka. Ein andaktsfull løta, har bæði kvinnur og menn tóku lut.

EYÐUNEyðun hevði høvuðstalu-na, sum varð borin fram

á ein livandi og fangandi hátt. Tað var heilt greitt, at Eyðun hevði nakað á hjarta hetta fyrsta møti í Betesda. Hann setti m.a. spurningin: “Hvar býr Gud?” Við he-sum vildi Eyðun leggja dent á, “at tað er umráðan-di, at Guds nærvera altið er at kenna millum okkum í samkomu Guds.........og um tað ikki er so, er arbeiði til fánýtis.”

Eyðun var seinasti talari í gamla Betesda, og hetta kvøldið var hann millum fyrstu talararnar í nýggja Betesda!

LOVSANGURSíðani var lagt upp til felagssang og skiftandi kór-sang, sum eisini kann sigast var ein hóskandi takkar- og lovsangsløta fyri alla tað vælvild, sum Harrin hevur víst samkomuni, meðan byggingin er farin fram. Fyrsti felagssangurin, sum varð sungin á hesum fyr-sta møtinum í Betesda, var sangurin hjá Victor Daniel-sen, “ja sig Honum takk,” sum var ein hóskandi start-sangur í nýggja salinum, tí nógv er at takka fyri.

GENTUKÓRIÐ

Fyrsta kórið, sum kom upp á pallin var eitt kór, sum taldi umleið 40 fittar smá-gentur. Tær sungu tríggjar sangir, og tað kundi hoy-rast, at genturnar kendu sína uppgávu.

KVARTETTIN Í BETESDATeir sum manna kvartetti-na, vóru væl fyri hetta kv-øldið í Betesda, ikki minst tí, at teir júst høvdu fingið at vita, at í FMA-kappingi-ni í Norðurlandahúsinum, sum var hetta sama kvøl-dið, vóru júst teir kosnir at vinna føroyska tónlista-heiðurin fyri 2014 (Faroese Music Award - FMA). Teir vunnu eisini stóran heiður hetta fyrsta kvøldið á palli-num í Betesda, tá teir sungu sínar evergreen slagarar beint í hjørtuni hjá áhoyra-runum.

17 SANGARAR Teir 17 sangararnir hjá Jóg-van við Keldu eru altið ein avspegling av einum driv-num og disiplineraðum kór-leiðara, tá hetta úrvalskórið fer á pall. Soleiðis var eisi-ni hetta kvøldið í Betesda. Teir sungu fýra sangir, sum fylti salin so vakurt, at on-

kur hugsaði, um tað mundi vera tann nýggja avanse-raða ljóðtøknin, sum hjálpti so væl til – tað var tað nokk eisini!

BETESDAKÓRIÐ Kórið er 88 ára gamalt, men framvegis eitt livandi og nýskapandi kór, sum af-tur prógvaði sínar musikal-sku dygdir, leygarkvøldið í nýggja Betesda við Árna Jacobsen sum kórleiðara. Kórleiðslan hevði gjørt sær ómak at byggja upp eina sangskrá við fýra sangum, sum hvør sær umboðaðu ymisk tíðarskeið í sam-komusøguni hjá Betesda. Undan hvørjum sangi varð ein søguligur tekstur lisin upp, sum lýsti viðkomandi tíðarskeið.

Áðrenn kórið sang fyrsta sangin, varð ein tekstur lisin upp, sum lýsti tíðina umleið 1917, tá fyrsta Be-tesda varð bygt. Tá varð ikki sungið á føroyskum í kirkju ella samkomu, tí enn vóru eingir sálmar á før-oyskum máli. Fyri at geva eina føling av hvussu var við samkomusanginum tá, so sang kórið á donskum, “Hvilken ven vi har i Je-sus,” sum Victor Danielsen

týddi til føroyskt, “Á, hvør vinur er ei Jesus.” Í 1920 kom gongd á føroyska sál-masangin.

UNGDÓMURINHetta fyrsta møti í Be-tesda var liðugt kl.20.30, og kl.21.00 byrjaði ung-dómsmøti. Ungdómar al-lastaðni frá í Miðstaða-røkinum streymaðu inn í nýggja salin í Betesda, og tey vóru eins spent, sum vit tilkomnu og eldru, at sleppa at uppliva hesar nýggju um-støðurnar.

At nýggja Betesda ikki einans er bygt til eldra æt-tarliðið, men eins nógv til tey ungu, er øll tann fram-komna tøknin, sum húsið er útgjørt við, eitt greitt boð uppá; tí er tað nakar, sum dugir at handfara teldutøk-nina, so eru tað tey ungu – og har sleppa tey at royna seg í tí stóra og spennandi teldupultinum.

HVAT HØVDU TEIR GOMLU SAGT?Meðan ein hevur sitið og skrivað, eru nógvir av te-imum gomlu komnir í hugan, har ímillum Jens Klæmint Isaksen. Tað var m.a. hann, sum tók stig til

at byggja fyrsta Betesda í Klaksvík í 1917. Fýra út-byggingar hava verið til dagin í dag, nú samkoman aftur situr í einum nýggjum bygningi, sum óivað kemur at útliva nógv tey flestu, sum búgva Í Klaksvík í dag.

Ein kann ikki annað enn seta sær sjálvum hendan spurningin: “Hvat høvdu teir gomlu sagt, um teir sótu á fremstu røð hetta leygarkvøldið í nýggja Be-tesda? Tað er einki at ivast í, at teir høvdu sagt: “Tað loysti seg!!!”

Við hesum orðum vil eg ynskja samkomuni í Betes-da hjartaliga til lukku við nýggja salinum, og sam-stundis minna á, “at tað loysir seg at vera trúfastur móti Harranum og Orði hansara!!”

Poul Jóhan Djurhuus

Page 14: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 201414

So fór Kiss inn um gyl-ta liðið. Eitt virkið og in-nihaldsríkt lív er at enda komið. Seinasta tíðin var merkt av andróðri, - løðingarnar gingu undan og lívsmegin fjaraði.

Kristian Henry Samuelsen stóð á dópsseðlinum. Sein-ni tók húskið sær eftirnav-nið Linklett, ið kemst av til-knýti pápans til Skálatoftir. Har er klettur í fjøruni, ið eitur so. Kiss varð føddur í Klaksvík á hásumri í 1930. Har, hann var føddur, vaks hann upp saman við yn-gra beiggjanum Sverra, ið doyði fyri mongum árum síðani. Heimið lá niðri við sjóvarmálan norðalaga á Stongunum. 30árini vóru í mangar mátar ein tronglig tíð um okkara leiðir. Í Før-oyum búðu um hetta mun-dið út ímóti 24.200 fólk. 1409 vóru klaksvíkingar. Fiskaprísirnir vóru í botni, og vinnulívið skinklaði í grót og grund. Úrtøkan hjá vanliga føroyinginum var so gott sum eingin. Okka-ra gomlu marknaðarlond kríggjaðust, - Italia niðri í Afrika og í Spania herjaði borgarakríggj. Tað bøtti ikki um korini hjá fiskaút-flytarunum. Frá hesi tíðini er tíðarmyndin, at flestu

keypmenn høvdu píputub-bak standandi á handils-skivuni, so pípuroykjarar kundu stappað sær ókeypis í pípuna. Tá tíðirnar versnaðu, hvarv tubbaksdó-sin og við henni teir tíðind-afróðu pípuroykjararnir uttan fyri handilsdiskin. Norðingar minnast enn, at eingin grind legði beinini millum 1915 – 1931.

Hetta árið varð bygdin ei-sini hart rakt, tí klaksvíks-skonnartin Ernestina fór á land undir Selvogsbjørgu-num í Íslandi í ódnarveðri, og fleiri av manningini sjólótust. Annað at draga-st við hesa tíðina var hav-hestasjúkan, ið beindi fyri stórthundrað burðardyg-gum kvinnum. Samanum-tikið ein ótespilig tíð. Men í vøgguni lá ikki eitt barn, ið merkti nakað til hesi óunnilig kor. Hann fekk skemtið og skálkabrosið í vøggugávu.

Kiss kenna vit best sum skemtaran og tann, ið næ-stan fekk steinarnar at flenna. Skemtilyndið fylgdi honum heilt til tað allar-seinasta. Hann hevði hetta fram um so mong onnur - at lofta gerandisgongdini og við skálkabroddi man-gan at fáa okkurt “aftrat” burturúr. Fólk, tú ongantíð

hevði kent ella sæð, og sum farin vóru av verðini, blásti hann lív aftur í og gjørdi livandi. Við andlitskeipum og avskeplaðari rødd kundi hann herma og undirhalda, meðan vit í látri vórðu tikin við inn í løtuna.

Í bókini “Bóltspøl mil-lum Klakk & Kjøl” hjá Árna Dahl, lesa vit, at Kiss er á KÍ- liðnum í nøkur ár. Sítt virkna lív var Kiss fjarritari við trolara, mil-lum annað Sjúrðarbergi, og í skiftum við ferðaman-naskipinum Tjaldrinum

hjá Skipafelagnum. Sum so mangur annar, saknaði hann heima- og famil-julívið og fekk seinni høvi at seta av á Klaksvíkar Sjómannsskúla, har hann var síni seinastu virknu ar-beiðsár og undirvísti.

Havi mangan hugsað, - hvat var Kiss uttan Adel-borg? Eg havi einki boð uppá tað. Gentan úr Sun-dalagnum, yngst í stórum faðirleysum systkinnaflok-ki, gjørdist hansara trúfasti klettur í heili 57 ár. Ung hittust tey. Hon, Signhild

Adelborg Rasmussen av Norðskála, var so ovurhug-að at búseta seg í heimbyg-dini, men Kiss kundi ikki lata hana avgera tað. Bara ikki tað! Alt annað, men ikki tað. Og hann slapp at ráða. “Og síðani tá hevur hon sett dagskránna,” plag-di hann so “skáltaligur” at taka til. Tað er tað helst nakað um. Tí Kiss var har, hon var. Hann elti hana og var bæði á palli og filmi saman við henni, og honum dámdi tað serliga væl.

Hjúnini settu við tríggjar dreingir. Elstur Jógvan, ið vit minnast sum kringa og knáa málmannin í KÍ sei-nast í sjeytiárunum. Síðani fylgdi Bent Tommy, ið nú er “havnamaður” og seinastur Bogi, ið býr og virkar í Kjø-pinhavn. Heimið á Skálta-vegi 3 hevur verið framúr í øllum lívsins viðurskiftum. Har hava gist hjá Adelborg og Kiss allar møguligar natiónir av sjónleikarum, vinum og kenningum. Tey tóku hond um og rukku so ófatliga langt við teirra vinarligu framferð og ge-stablídni. Tað kravdi “sín mann” at skilja allar tær arbeiðsuppgávur, Adelborg setti sær fyri. Hon vandi og spældi ikki bara, - hon gjørdi mangan pallsmíð og

seymaði búnar og sat uppi langt út á næturnar, sam-stundis sum hon í fleiri ár arbeiddi í heimahjálpini og rætti Norðoya Heimavirki eina hjálpandi hond í hand-linum.

Eftir Kiss liggja nógv skemtilig minnir. Eingin keddi seg eina einastu løtu, var hann til staðar. Tað var so mangt, hann fekk vent á høvdið og sligið upp í glens.

Kiss hevði stóra umsor-gan fyri sínum, ikki um at tala abba- og langabba-børnunum. Elsti langabba-sonurin eitur eftir honum. Saman við Adelborg dugdi tey so serliga væl við teim ungu og børnunum. Tað vóru altíð fryntligar løtur, tey upplivdu saman við Kiss og Adelborg, á Skálta-vegnum sum við Norðskála.

Vit unna tær hvíld eftir harðan andróður seinastu tvey árini. Minnast teg fara vit og at sakna søgurnar, skemtið og skálkabrosini.

Ein savnandi býarmynd er farin og tómleiki ræður. Adelborg góða, nú verður tómligt á brúnni. Ynski tykkum øllum eitt ljóst og gott vár.

Poulina Slættanes

K iss

Leygardagin 29. mars mugu klaks-víkingar minnast til at hava pening tøkan, tí tá skipar ABC barna-hjálp fyri hurð til hurð innsav-ning í Klaksvík.

Tað vera børn saman við vaksnum, sum frá klokkan 13.00 fara at savna inn un-dir heitinum Børn hjálpa børnum

ABC barnahjálp heitir á foreldur í Klaksvík um at tekna seg at hjálpa til við innsavningini saman við børnum sínum. Innsav-

ningin er eitt gott høvi hjá foreldrum at gera nakað øðrvísi og gott saman við

børnunum.Tey, sum ynskja at hjálpa

til við innsavningini, kun-

nu ringja til ella skriva til ABC barnahjálp á telefon 222585 ella skriva til abc@

abc.fo. Eisini ber til at tek-na til gjøgnum Facebook.

Innsavnararnir skulu

møta í hølunum hjá ABC barnahjálp, leygardagin 29. mars kl. 12.00, har tey fáa eina bússu og eina rutu at ganga eftir.

Innsavningin Børn hjál-pa børnum, sum byrjar kl. 13.00, er til frama fyri børn á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Monrovia í Li-beria og børnunum í skúla-num í Dakar í Senegal.

Hetta er fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skipar fyri hurð til hurð innsavning. Tiltakið er ein royndarver-kætlan, sum er samskipað saman við Monicu í Holu-steini. Monica er í starvs-roynd hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína ”3K” á Diakonisse-stiftelsen á Frederiksberg. Ætlanin er so við og við at víðka innsavningina til at fevna um alt landið.

B Ø RN HJÁ LPA B Ø RNUM Í K L A KSV ÍK

Page 15: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 15

Foreldrini hjá Finn vóru, Richard og Jensa Heinesen, mamman ”Jensa” var fødd ”Ennistein”. Baði vóru fødd og uppvaksin í Kunoy, Ri-chard var ættaður Norði í Húsi og Jensa var ætta á Gili, tey giftust og búsettust á Gili, fingu 10 børn, sum ikki var nakað óvanligt tá í tíðini.

Finnur var nummar 6 í syskinaflokkinum.

Foreldrini hjá Finn hoyr-du til tað ættarliði, sum ikki nývdist av kenslum sum hjálparloysi og ræðslu, teir gomlu løgdu á annan bógv, tóku snørið í hond, løgdu til havs, vunnu gull og trúgv á egna megi, ar-beiðsgleði, sum eisini kom jarðarbrúkinum til góðar, teir gomlu veltu upp úr nýg-gjum og fluttu bøðgarðar lívsins longur út. Fólkata-lið vaks, og fleirfaldaðist, meðan vónin um framburð vaks til eina fasta trúgv uppá varandi menning. Tey gomlu høvdu lært, at geva seg til tols og at bíða, uttan at missa trúnna uppá aðrar og betri tíðir.

Vísmaðurin og heimspe-kingurin, nevnliga Præ-dikarin, Sálomon Kongur sigur at, ”At liva hevur tíð sína, alt hevur tíð sína, og hvør einasta fyritøka un-dir himli hevur tíð sína, at verða føddur hevur tíð sína og at doyggja hevur tíð sína, at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað í planta er hevur tíð sína.

Karla Johannesen (Karla í

Innarstovu) og Finnur blivu hjartavinir fyri sløkum 10 árum síðani. Mangan hava vit fjallmennirnir hjá Finn siti væl við búgvi borð í In-narstovu, har treyt hvørki vátt ella turt.

Um nakar kennir til svára sorg, so er tað Karla. Einans 41 ára gomul, gjør-dist Karla einkja, maður hennara ”Elian” var við kunoyingum á fjalli Suðuri í Gjógv, lagnudagin 19. Ok-tober 1981, í einum ógvuli-ga ringum vátaslettingsæli datt Elian oman og doyði á staðnum, einans 36 ára gamal. Tvey ár seinni, á heysti 1983 misti Karla el-sta sonin ”Jógvan Gunnle-iv” vanliga nevndur Gulli, sum doyði av sjúku einans 13 ára gamal. Tann 9. Juli í 1998 vóru kunoyingar á fjalli í hagapartinum ”Fyri Norðan”, tá komu aftur sor-garboð, beiggi Karlu ”Be-rint Hansen” var áhalsin, datt oman norði í Havnar-tindi og doyði á staðnum. Ein hevur hug at spyrja, ”Eru tey í Innarstovu ikki nóg hart roynd, hví skulu tey líða so nógva sorg”? Framvegis standa vit spyr-jandi, men tó við vón um, at tann sum øllum ræður leggur ikki størri byrðar á okkum, enn vit eru ment at bera.

Góða Karla, tú skalt hava stóra takk fyri, alt tað góða sum vit fjallmennirnir hjá Finn hava noti av góðu hond tíni inni í hugnaligu og gomlu Innarstovu, tað verður ikki lønarleyst ein dag, eisini skalt tú hava

stóra takk fyri, at tú tók tær so væl av Finn, nú sjúkan gjørdi meira og meira um seg.

Eg var staddur umborð á norskum boripalli, tá yngri beiggi mín Sjúrður, ringdi meg upp og segði at Finnur var farin, ógvuliga stillis-liga inni í Innarstovu, fyri einum lítlum tíma síðani, hevði Finnur lagt lívsins búna frá sær. Lívsólin var sokkin í vesturroða. Seinast vit tosaðu saman greiddi Finnur mær frá, at nú fór tað skjótt at vera, herviliga sjúkan gjørdi meira og mei-

ra um seg.

Finnur var ungur, tá hann saman við William bleiv valdur til seyðamann í ha-gapartinum ”Fyri sunnan Gjógv” og hetta arbeiði gekk Finnur ógvuliga høgt uppí, og hevði altíð serligan tokka til Gjóvhaga. Aftaná útskiftingina bleiv Finnur ein av eigarunum í Byrgis-haga, og tað fall í mín lut, at eg var fastur fjallmaður hjá Finn, enn minnist eg við gleði aftur á tá Finnur ringdi meg upp, og segði við síni djúpu og eyðken-du rødd ”Vit hava boða

fjall Suðuri í Byrgi í mor-gin” sum eg nú skrivi hesar reglur, fer hugur mín avstað við mær. Í andanum gan-gi eg eftir gøtuni Suður á Bø, bergtakandi Urðafjalls kvirran hevur lagt seg yvir Kunoyarbygd, úr kvirruni hoyrist suð av veingjum og fuglar sum blunda í nánd, komin líka suður um Lánna síggi eg at stovu vindeyga á Gili stendur opið, Finnur le-nar seg niður á vindeygak-armin og tosar niður í túni, stutt frá honum standa Hal-dur og Árni, tað er bara ein Árni, nevnliga Árni bóndin í Árnastovu,sum jú er sys-kinabarn Finn, tað hoyrist at prát teirra snýr seg um morgindagin, hvussu man morgin dagurin fara at roy-nast sum fjalldagur.

Finnur hevði eitt sjálv-sama lætt lyndi, lætta og skemtingar sama lyndi, sum Finnur hevði, gjørdi mangt orðaskiftið til láturs, um menn onkuntíð, tá teir gingu fjøllini (royting og skur) og arbeiði við hag-reiðing av seyði gekk sína vanligu gongd, so kundi viðhvørt okkurt orðaskif-tið, um seyð, haga, ella um hvat skuldi sleppast upp og ikki, stinga seg upp millum menn á rættini, orðaskiftið helt á, til Finnur til seinast segði okkurt stuttligt, so alt bleiv ein berur látur.

Finnur, eg vildi so gjarna duga, at takka tær fyri alt tað góða eg minnist teg fyri, men tíðverri, eg dugi tað ikki, og eg eri tað ikki mentur. Nú ikki fyrr enn

hálvan annan mána eftir at tú fór frá okkum kennist saknurin so stórur, eg havi ikki ordliga fata tað enn at tú ert farin handan sýnina, tað kennist løgi, at eg ikki longur ringi suður á Gil og tosi við teg, tú vart altíð so góður í ráðum, hjálpsamur, skemtingarsamur og nem-mur at tosa við.

Deyðin er ikki tað seinasta, tú ert bara farin um sýnina. Tað sum vit áður vóru fyri hvørjum øðrum, tað eru vit enn. Meðan eg skrivi hesar reglur og minnini um teg kveikjast í mínum huga, so flenni eg soleiðis, sum vit báðir vóru vanir at flenna saman at onkrum skemtili-gum. Deyðin og lívið hoyra saman. Lívið er framvegis dýrabært, tað heldur fram øld eftir øld.

Hví skuldi tú fari úr mínum huga, tó at tú nú ert farin úr míni eygsjón.

Finnur er farin og kemur ikki aftur til okkara, nei, vit fara til hansara.

”Tá sól er sett her, eg aftur síggi øll tey sum fóru heim undan mær, og í tí landi vit aldri skiljast, tá sól er sett her, í ævir har”

Alt et sum tað eigur at vera, vit síggjast handan sýnina.

Hvíl í friði kæri frændi

Djóni Kunoy

Til minnis um mín góða vin F innur H einesen(F innur á Gili) í K unoy

f 31.aug 1945. d 9. Feb 2014

Strandferðslan hevur nú tikið avgerð um, at uppstigan av Sildbera-num skal gerast av KJ hydraulik á Kambsdali.

Arbeiði verður gjørt i tøttum samstarvið við fleiri undirveitara sum Klaksvíkar Sle-ipistøð, El-Service, Sandblástur og Kára Johannesen.

Sildberin kemur at standa við KSS í Klaksvík meðan arbeiði verður gjørt.

Uppstigan av Sildberanum skal gerast av K J hydraulik

Page 16: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 201416

Um vikuskiftið er 3. umfar í Effodeildini, har stóri dysturin er í Gundadali millum HB og KÍ.

B36-VíkingurB36 hevur fingið eina góða byrjan við fullum stigata-li. Sigurin móti Skála var nærmast eitt krav, men at fáa øll trý stigini á Ar-gjum móti AB var sterkt av B36. Nú bíðar so ársins størsta uppgáva higartil, tá Víkingur kemur á vitjan. Og so løgið tað ljóðar, so spældi Víkingur ein rímu-liga góðan dyst í Klaksvík hóast tap, har teir við at revsa mistøk ella útnytta deyðbóltar skaptu neyðugu møguleikarnar til at vinna

dystin. Tað er nógv størri trýst á Víkingi, sum er be-tri á pappírinum, til hendan dystin og teir eiga at klára at fáa fyrsta sigurin til høldar, men hinvegin kann B36 við m.a. Lukasz Cieslewicz og Róaldi Jacobsen, um teir raka dagin, fara eisini avs-tað við øllum. Tipping: 2

EB/Streymur-Skála

Tvey lið, sum ikki hava fingið eina góða byrjan. Hjá EB/Streymi er tað heldur ikki vanligt at fáa nógv stig fyrstu umførini. Men hesa-ferð eru teir stór favorittar í granna uppgerðini móti Skála. Skála hevur tapt greitt báðar sínar dystir og móti NSÍ sóu teir ikki út sum eitt lið, sum er klárt til Effodeildina. Tað kemur

heilt óvart á, um ikki øll stigini vera eftir í sundal-agnum, og møguleikin fyri stórsigri er eisini til staðar. Tipping: 1

ÍF-B68Eisini ein dystur millum tvey lið, sum enn ikki hava vunnið nakran dyst. Hjá ÍF er tað av størsta týdningi, at koma í gongd nú. Liðið

er tíðiliga skert í verjupar-tinum, har útskiftingin he-vur verið stór. Hjá B68 er tað meira í álopspartinum, at spurnartekin kann setast. Liðið fekk stig móti EB/Streymi seinast, og nú er spurningurin, um B68 kann gera um seg á útivølli. ÍF er favorittur til hendan dystin og alt annað enn 3 stig til heimaliðið fer at gera, at ein byrjunar kreppa fer at hómast í Fuglafirði. Tip-ping: 1

NSÍ-ABNSÍ er oddalið í Effodeil-dini, men tað liggur ikki meir í tí enn, at NSÍ hava fingið fult móti báðum up-pflytarunum, sum eisini var væntandi. Men sjálvsálit eiga teir at hava fingið av hesum og serliga álopspar-turin sær sterkur út. Hjá AB hevur talan verið um tvær ógvuliga ymiskar up-plivingar. Fyrst vunnu teir heldur óvæntað á útivølli móti Víkingi fyri síðani at tapa heldur óvæntað á he-imavølli móti B36. Hesin dysturin sær rættuliga opin

út, men við heimavøllinum hjá NSÍ liggur sigurin meir til teir. Tipping: 1

HB-KÍStóri dysturin hetta umfarið er í Gundadali sunnudagin. HB við 4 stigum tekur móti KÍ við 6 stigum. HB tykist ikki eins ræðandi sum fyri einum ári síðani, men á he-imavølli fara teir uttan iva at vera sterkir í ár. KÍ hevur fingið úrslit og víst stóra framgongd í verjuparti-num í mun til í fjør, meðan álopsspælið enn kann blíva betri. HB hevur seinastu tvey árini vunnið stórsigrar móti KÍ, men við styrkta verjupartinum og meira varna HB spælistílinum, so verður tað helst meira javnt hesaferð. Sigurin lig-gur framvegis meira til HB, sum seinnu árini hevur tri-vist betri í hesum innanhý-sis uppgerðunum. Tipping: 1

Jákup Ósá

3. UMFA R Í EFFODEILDINI: METING A R

KÍ liðskiparin dylur ikki fyri, at KÍ fer eftir sigri-num sunnudag-in. Hann er væl nøgdur við byrjanina higar-til, har stigini eru tey týdningar-miklastu.

Hjalgrím Elttør, liðskipari hjá KÍ, hevur verið mil-lum teir meira eyðsýndu leikararnar hjá KÍ higartil í ár. M.a. hevur hann havt upplegg til mál í báðum dystunum. Sunnudagin er HB-KÍ klassikarin á skrán-ni og Hjalgrím er tann núverandi KÍ leikarin, sum hevur verið oftast við til slíkar dystir.

Væl nøgdir við byrjaninaEftir 6 stig í tveimum te-imum fyrstu umførunum kann KÍ liðskiparin ikki annað enn vera nøgdur við byrjanina.

- Vit eru fegnir um byr-janina, sum vit hava fingið. Hetta hava verið tveir trup-lir dystir, og tað vistu vit frammanundan. Leikliga hava vit ikki spælt optimalt, men stigini eru tey týd-

ningarmiklu. Spælið skal nokk fara at koma seinni. Vit vilja spæla góðan fót-bólt, men tað sum vit fyrst og fremst hugsa um, er at arbeiða hart, sigur Hjalgrím Elttør, sum heldur tað vera ov tíðliga at siga nakað um, um KÍ liðið í ár er betri enn tey undanfarnu árini. Hann heldur, at útlendingarnir hava munað væl higartil.

- Vit hava fingið tveir ster-kar leikarar inn í hópin. Eg

vil ikki taka nakað frá tei-mum í fjør, men hesir hava givið okkum fysik, sum vit kanska hava manglað. Hesir geva verjupartinum nakað, har Jonas spælir í miðverjuni og har Nden-de er sera arbeiðssamur á miðvøllinum. Teir eru fal-nir væl til og vónandi halda teir støðið, sigur hann.

Meir enn vanligur dysturHjalgrím leggur eisini dent

á, at HB-KÍ dystirnir eru meira enn bara vanligir dy-stir.

- HB-KÍ er altíð nakað serligt. Tað hevur serligan týdning fyri norðoyingar at fáa gott úrslit móti HB. Man fer inn til allar dystir fyri at vinna, men eg haldi man gevur nakað eyka til HB dystirnar. Tað er stórt fokus kring hesar dystir-nar. Áskoðararnir práta nógv um hendan dystin og miðlarnir gera nógv bur-turúr í vikuni upp til dystin, sigur hann.

Mugu raka daginSíðani KÍ flutti upp í Ef-fodeildini í 2011, so hevur KÍ spælt fýra dystir í Gund-adali. Í 2011 vann KÍ 4-1 og 3-1, í 2012 vann HB 5-0 og í 2013 vann HB 3-0. Spur-ningurin er so, hví úrslitini hava verið so skiftandi.

- Eg haldi tað er ofta, at tað hevur týdning, hvussu liðið rakar dagin og hvus-su byrjanin uppá dystin er,

tá vit spæla í Gundadali. Í 2011 raktu vit ein góðan dag tvær ferðir, meðan HB hevði ein ringan dag. Í 2012 taptu vit t.d. 5-0 og rendu okkum í eitt satt ódnar-veður, og tað kanst tú gera í Gundadali, um tú ikki ert fokuserður og klárur frá fyrsta minutti. Hart arbeiði skal til, og vit skulu byrja væl. Vit hava ikki tosa um upplegg enn, men eg kann ikki ímynda mær, at vit fara at spæla verju fótbólt. Vit fara inn fyri at vinna, men favoritt leikluturin kann ikki takast frá HB. Langt áðrenn kappingarbyrjan bleiv nógv tosað um teir, og teir eru langt síðani gjørdir til FM vinnarar, so teir eru greiðir favorittar á heimav-ølli, hóast vit hava fingið eina nakað betri byrjan, sigur Hjalgrím Elttør við Norðlýsið.

Jákup Ósá

KÍ LIÐSKIPARIN: VIT ÆTL A AT VINNA SUNNUDAGIN

Page 17: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 17

Mest vinnandi núverandi HB leikari sær við stórum spenningi fram til dystin sunnudagin í Gundadali, tá arvafíggindarnir HB og KÍ bresta saman.

Bæði HB og KÍ eru helst nøgd við byrjanina higar-til í ár, um hugt verður ef-tir stigatalinum. HB hevur fingið 4 stig, har serliga dysturin við Margáir móti EB/Streymi var mettur at vera trupul. Har taptu før-oyameistararnir m.a. í fjør, men fingu ein 1-1 javnle-ik í ár undir truplum um-støðum, har nógvur vindur var. Sunnudagin vann HB 3-1 móti ÍF á heimavølli. KÍ hevur fult stigatal. Í fyr-sta umfarinum móti ÍF var talan um uppibornan sigur, har hvørgan av liðunum fekk spælið at koyra, sum heldur ikki er vanligt so tíðliga á árinum. Og seina-sta sunnudag vann KÍ 1-0 móti einum av FM favo-rittunum úr Víkingi. Tann sigurin var heppin á tann hátt, at Víkingur leikliga var betra liðið og skapti teir størstu mál møguleikar-

nar. Men samstundis breyt KÍ keðiligu hagtølini, sum vístu at Víkingur síðani up-pflytingina hjá KÍ ongantíð hevði tapt í Klaksvík.

Ikki heilt nøgdir í HBEin av royndastu leikaru-num hjá HB er Andrew av Fløtum, sum byrjaði at spæla í HB álopinum sei-nast í 1990’unum. Og við onkrum undantaki, tá hann hevur spælt uttanlands, hevur spælt við HB síðani og vunnið eina rúgvu av FM heitum og einstøkum steypa sigrum. Hann hevur verið millum mest eyðsýn-du HB leikarar higartil í ár. Hetta skyldast, at hann er sloppin undan skaðum, hel-dur hann sjálvur.

- Eg eri sloppin undan

skaðum og tað hevur hjálpt nógv. Hartil sleppi eg at fáa neyðugu hvíldina sum krevst, og eg føli meg væl fyri í løtuni. Vit eru brúki-liga nøgdir við byrjani-na higartil í ár. Tað góða er, man sær framgongd. Vit spældu eina løtu gott í Streymnesi. Seinasta um-far spældu vit gott í einari longri tíðarskeiði ímóti ÍF. Men vit mangla at kontrol-lera tær løturnar, tá vit ikki spæla væl. Tað kláraðu vit ikki móti ÍF. Har sóu vit nógv býtt ting og smáfeilir, sum mugu broytast. Vit føla út frá hesum báðum dystu-num, at vit kunnu blíva nógv betri. Tað er eingin ivi um tað, sigur Andrew av Fløtum við Norðlýsið.

Frá Oddbjørn til HeðinHB valdi, hóast teir vunnu FM heitið, at skifta ven-jaran út í vetur. Oddbjørn Joensen bleiv skiftur út við Heðin Askham, sum kan-ska eftir føroyskum máti-stokki er tað størsta navnið í dagsins Effodeild og tann við javnt bestu úrslitunum. Men spurningurin er so, hvussu ymiskir hesir báðir venjararnir eru.

- Vit hava merkt broy-tingar. Oddbjørn var typan, sum vildi leypa á nærum uttan avmarkingar. Hann hevði eina trúgv uppá, at tað fór at koyra við tí, og tað vísti tað seg eisini at gera. Heðin er meira tek-niskur, har vit hava løtur í dystinum, har vit ikki leypa so nógv á, men framvegis skulu kontrollera dystinum. Man kann kanska siga, at vit eru meira varnir, men har álopsfótbóltur framve-gis er spælihátturin, heldur Andrew.

KÍ betri fortreytir hesaferðSeinastu tvey árini hevur KÍ tvær ferðir spælt í Gund-adali og tapt stórt báðar dy-stirnar. 5-0 í 2012 og 3-0 í 2013. Andrew heldur, at fortreytirnar hjá KÍ eru be-tri nú.

- KÍ hevur ikki havt viðvindin, ið skal til hesi seinastu árini, tá vit hava møtt teimum. Ein dystur sum sunnudagin hevur aðrar fortreytir. Í fjør vun-nu vit t.d. 4-3 í Klaksvík nakað seinni í kappingini,

tá KÍ lá á odda og annars hava vit vunnið fleiri tættar dystir. Men tað er rætt, at í Gundadali hava vit havt gott tak á KÍ. Tá hevur KÍ kanska ikki havt so gott lið, meðan vit hava havt eitt gott lið. Eg síggi KÍ hava eitt betri lið enn í fjør. KÍ er komið tað víðari eftir hesi árini, síðani teir fluttu upp. Úrslitini hava kan-ska ikki altíð verið so góð, men teir hava heilt vist lært nógv hesi árini. Teir eru heilt vist klókari og betri nú. Tað virkar sum, at nú er KÍ komið har til, at teir ætla sær at vinna nakað aftur. So eg síggi KÍ sum eitt av bestu liðunum í ár saman við HB, Víkingi, B36 og EB/Streymi. Eg vænti sum nógv onnur, at KÍ fer at lig-gja heilt har uppi. Eg síggi ikki KÍ sum tað sterkasta av hasum, men kemur man uppá hasa eyðkendu bylgju-na, so ber alt til. KÍ fer at hanga við leingi í ár, sigur HB framherjin.

Miðvøllurin og álopiðTá vit spyrja um, hvør styr-kin er á KÍ liðnum, so sva-rar Andrew soleiðis:

- Tað er áræði. Á vølli-num er miðjan nokk teirra sterkasta økið, nú Ndende er komin har til afturat Atla og Hjalgrím. Og so eru tað ikki nógvir leikarar í Før-oyum, sum hava skarplei-kan hjá Páll A. Klettskarð, metir royndi HB leikarin, sum vænta ein dyst, har liðini fara at hava virðing fyri hvørjum øðrum.

- Eg vænti, at liðini fara at vísa virðing fyri hvørjum øðrum kanska serliga fyr-stu løtuna. Og so kann tað blíva ein harður dystur. Tað er tengt at, hvussu liðini leggja fyri, og hvat KÍ vil. Tí tað er eingin ivi um, at vit ætla okkum at leypa á. Men fara teir at spæla uppá kontra og liggja djúpt, so kann tað gerast truplari hjá okkum at lata verjuna upp, sigur hann.

HB-KÍ er nakað serligtHB-KÍ er gamli stór klas-sikarin í føroyskum fótbólti og Andrew sigur, at hjá sær er hetta eisini eitt hæddar-punkt á árinum.

- Hetta er ikki bara ein vanligur dystur. KÍ og HB er nakað serligt. Tað er sø-gan millum liðini og tað er Klaksvíkin móti Havnini. Tað er ikki tað sama at hava vunnið móti KÍ sum t.d. móti NSÍ. Kanska ein kann kalla tað ein vinarligur ha-tur. Tá ein fer at gevast at spæla, so fer ein heilt vist at sakna hesar dystirnar, tí hetta eru teir stuttligu dy-stirnir í fótbólti, sigur royn-di HB framherjin at enda.

Hjá HB vera Símun Samu-elsen, Jógvan Rói Davidsen og Levi Hanssen ikki við sunnudagin, meðan iva-samt er við Gunnari Ha-raldsen, sum í vikuni hevur vant við eftir skaða.

Jákup Ósá

HB LEGENDA: HB-KÍ EIT T HÆDDARPUNK T Á ÁRINUM

Page 18: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 201418

Navn?Atli Jacobsen

Parlagsstøða?Í parlagi við Rakul Svabo Róadóttir

Hvar býrt tú?Aarhus

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við?Taki í løtuni eina bachelor í Politik&Administratión á Aal-borg Universitet.

Hvat fekk teg av landinum?Fyrst og fremst at royna ok-kurt nýtt.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Góð 4 ár. Tey fyrstu árini í Aar-hus var eg sjómaður heima í Føroyum.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Ja, sera væl. Aarhus er ein sera hugnaligur cafe-mentanaðar-ligur býur, sum eg t.d altíð havi dámt betri enn t.d. Keyp-mannahavn. Føroyingafelagið skipar eisini fyri nógvum tilt-

økum, so tað sosiala saman-haldið millum føroyingar er gott og aktivt í býnum.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Frítíðin fer m.a við nevndarar-beiðið í Føroyingafelagnum í Aarhus. Eisini eri eg venjari hjá 7-mans liðnum hjá FF Klettar, ið er tað føroyska fótbóltsfela-gið í býnum. Hareftir roynir man bara at liva lívið sum fræ-gast. Aarhus hevur sera nógv áhugaverd ting at bjóða uppá, og gongur man og keðir seg dagin langan her niðri, so he-vur man sjálvur skyldina.

Hvat er tað besta við Danmark?Um tað skal verða í mun til Føroyar, so sleppur man ikki undan at nevna veðurlagið og matvøruprísirnir her niðri. Eitt annað gott við Danmark er, at her hevur man í størri mun frælsi til at velja sjálvur innan-fyri alt fleiri økir. Í Føroyum eru tað enn alt ov nógvir menn í politikki, ið halda, at palleba m.a ikki hevði duga - bert fyri at nevna eitt dømi - at keypt eina vínfløsku úr einum mat-vøruhandli uttan at blivi alko-

holikari.

Hvat er tað ringasta?Fyri meg persónliga má tað verða mentaliteturin hjá dan-skarum. Haldi sjálvur ikki, at eg finni so væl útav tí við te-imum. Men hetta er bert ein ’smagsag’ og varierar tíanbe-tri frá persóni til persón. Men hevði eg t.d byrja at lisið í dag, so hevði eg uttan iva valt Ongland bara av hesi orsøk.

Ætlar tú tær heimaftur?Ja, uttan iva. Nær tað so verður, dugi eg ikki at siga. Neyvan innanfyri tey koman-di 5 árini er mítt besta boð í løtuni.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Familja, vinmenn og føroyskur matur liggja ovarlaga á hasum listanum.

Hvørjum leingist tú allar-mest eftir í Føroyum?Farturin, ella rættari sagt mangul av, í dagligdegnum heima á klettunum.

Hvussu allýsur (definerar)

tú ein týpiskan danskara?Struktureraðir, disiplineraðir og ambitiøsir. Tó gírigir, up-pmerksomheits-krevjandi, samstundist sum teir tosa ov nógv.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Sker tað ikki í dag, so verður tað í morgin.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Tað havi eg allarhelst gjørt, men kann ikki koma í tankar um nakað akkurat nú. Tó havi eg dumma meg á enskum her niðri. Var fyri 11 árum síðani inni á einum vallaraheimi í Keypmannahavn. Vinmaðurin hjá mær var inntørnaður saman við dámuni og í mínum kamarið lógu tveir afrikanarir og snorkaðu. So eg setti mær fyri at fara at sjongulera ein bólt uttanfyri á miðjari nátt. Innanfyri í móttøkuni stóð

ein drongur til arbeiðis, og eg hevði lagt til merkis, at hann hevði ein fótbólt liggjandi har onkrastaðni. Eg fór yvir til hann og spurdi á góðum en-skum: ”May I lend one of your balls?” Hann stóð og hugdi eitt sindur undrandi uppá meg, og tá hann samstundist bleiv eitt sindur reyður í and-litinum, fangaði eg hvat var á vási og legði so skjótt afturat: ”Footballs! I mean one of your footballs...”

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Danmark, Onglandi ella í Før-oyum

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Haldi, at KÍ skal fáa eina heil-san fyri eina góðkenda byrjan uppá kappingina.

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Mathias Samuelsen.

Útisetin hesaferð:”May I lend one of your balls?”

Page 19: Nordlysid nr 12 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 12 FRÍGGJADAGIN 28. MARS 2014 19

tær tað eftir. Nú kanst tú næstan siga, sum gamli løgtingsmaðurin Iversen úr Kvívík segði, tá íð hann stóð niðri á Leynasandi 80 ára gamal meðan fyrsta grindin gjørdi landgongd

í Leynum. Hann hevði stríðst í mong ár í løgtingi-num at fáa Leynasand til hvalvág, men ikki fingið tað í gjøgnum. Hetta var nú komið ígjøgnum nógv ár eftir, at hann var farin frá fyri aldur. I tí at grin-

din gjørdi landgongd, tók hann føroysku húgvuna av høvdinum, boygdi høv-di og segði, Harri nú letur tú tænara tín fara higani í friði, so nógv hevði staðið á gamla Iversen!

Góði Martin, nevndin í grunninum vil við hesum takka tær fyri gott samstarv í mong ár og ynskja tær hjartaliga tillukku við ver-kinum. Somuleiðis takka vit Aksel Eysturstein fyri vælaverk viðvíkjandi upps-

etan av myndum og teksti. Síðani ein stór tøkk til øll, sum hava stuðlað hesum til-taki, bæði fíggjarliga og við frásøgnum, eingin nevndur og eingin gloymdur.

Til seinast loyvi eg mær at

takka Jógvan Eliasi Joen-sen, sum er formaður og kassameistari í nevndini, fyri hansara ótroyttiliga ídni í hesi søk.

FRAMHALD FRÁ SÍÐU 2

Page 20: Nordlysid nr 12 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Ídag (mikudag) var ein sannur várdagur í Klaks-vík. Veturin hevur verið eitt sindur harður við ok-kum, kanska serliga er tað regnið, ið hevur verið meira enn vanligt. Men regn sak-ar ikki okkum so nógv, siga tær báðar dagpleygumam-murnar Siri Mørkøre og Elin Olsen. Vit búgva so nær her uppi á Rættargøtu og Niðan Horn, at vit tíðum finna saman tá vit fara út í náttúruna við børnum ok-kara.

Her er vakurt umhvør-

vi og ikki minst mennast børnini væl í óslætta um-hvørvinum her uppi á Fos-sum. Løkirnir eru reinir her, so ein kann óttaleys spæla saman við børnunum í smáu hyljunum við løkjur-nar. Jú, vit hugna okkum ídag, siga tær báðar, veturin hevur verið ógvuliga vátur, men serliga vindurin hevur hindrað okkum, tí er stut-tligt at fáa ein slíkan dag – Sum tú sært, sigur Elin, børnini elska at vera úti í náttúrini ein slíkan dag.

DAGPLE YGUB Ø RN HUGN A ÐU SÆR Á FOSSUM