fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · rakul jacobina thom-sen,í blásastovu,...

24
Nr. 339 Hósdagur 31. mars 2005 12,- Signhild 90 Ær: Heilsan til eini megnar hjœn Signhild og Petur eru partur av okkara fiskivinnuslgu Trupulleikin vi runda fiskinum Síða 8 Fiskamarknaurin Vit eru vi Æ fundum Klaksvk og Havn. Bernhard 4. partur Vit fylgja Bernhardi dag fyri dag vi deysiglara 1930. Síða 6 Síða 14 Flroyingar norskari oljuvinnu Vit hava frÆslgn hjÆ Smuni Hansen, sum hevur arbeitt Æ Melklya Noreg. 50 Ær san "Egil Reyi" frst ˝ januar 1955 hendi ein vanlukka undir ˝slandi, sum kundi kosta 19 flroyingum lvi. Vit hava frÆslgn frÆ bjargingini. Síða 17 Síða 9 Síða 12

Upload: others

Post on 22-Jan-2021

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Nr. 339 Hósdagur 31. mars 2005 12,-

Signhild 90 ár:Heilsan til eini

megnar hjúnSignhild og Petur eru partur

av okkara fiskivinnusøgu

Trupulleikin við runda fiskinumSíða 8

FiskamarknaðurinVit eru við á fundumí Klaksvík og í Havn.

Bernhard 4. parturVit fylgja Bernhardi dag fyri dag viðdeyðsiglara í 1930.

Síða 6

Síða 14

Føroyingar íínorskari ooljuvinnu

Vit hava frásøgnhjá Símuni Hansen,sum hevur arbeitt á

Melkøya í Noreg.

50 ár síðan"Egil Reyði" fórstÍ januar 1955 hendi einvanlukka undir Íslandi, sumkundi kostað 19 føroyingumlívið. Vit hava frásøgn frábjargingini.

Síða 17

Síða 9Síða 12

Page 2: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

16. marsÍ dag eru –6,8 stig og blika-logn, so langt eygað sær."Lómur" kom inn til Aasiatí morgun at landa, teirhava um 80 tons og fara útaftur í kvøld.Teir skulu innaftur at landa tann 20.mars,tá fara teir í páskafrí nakr-ar dagar.

Teir smærru bátarnir fáavæl av rækjum, og slagiðer brúkbart; teir royna útfyri Kangatsiaq, sum liggureitt sindur suður úr Aasiat.

17. marsMinus 7 stig og blikalogn."Nanok Trawl" kom innhigar at landa, teir havagott 440 tons. Teir havaeisini nógvan pakning ílastini, sum teir hava førtúr Danmark. Hetta erfyrsti túrurin hjá teimum íár, av tí at teir hava verið áskipasmiðju.

Annars hoyrdi eg,at onk-ur trolari var komin uppá250 tons í eina viku. "Nan-ok Trawl" fekk 220 tons

hesa síðstu vikuna; teirroyna suður úr Boðunum.

Pálmasunnudagur20. marsTað eru –7,8 stig og væl erav vind av útnyðringi."Lóm-ur" kom inn til Aasiat í morg-un at landa um 90 tons,og teir rokna við at loysafrá Aasiat í kvøld einaferð.Teir skulu suður higar tilSisimiut at halda páskir.

"Akamalik" kom longu ínátt inn í Amertlokfjørðin

at liggja.Teir hava fult skipeftir at hava fiskað í 10døgn, tað eru í miðal 63tons um døgnið, tað másigast at vera óført fiskarí.Teir hava gjørt tríggjartúrar nú, og teir hava fisk-að um 1.500 tons íalt.Teirskulu inn til Nuuk at skiftafólk tann 28. mars.

"Akamalik" kom inn tilSisimiut í kvøld og skalbyrja at landa í morgin.Annars verður sagt,at fiski-skapurin hevur verið ófør-ur hjá teimum flestu.So atsiga óhoyrt fiskarí á samaøki so leingi.

21. marsMinus 10,6 stig og lot avútnyðringi norðan. "Mark-us" hevur verið inni í Nuukog millumlossað.Teir havaeisini havt gott fiskarí –gott 600 tons í 10 dagar."Natarnaq" siglir til Nuuk atlanda, og teir hava nærumfulla last eftir eina viku."Kiliutaq" kemur inn til Sisi-miut at landa í morgin ári.

22. marsTað eru –15,2 stig og eittlot av útnyðringi norðan ídag."Akamalik" fór nýggjantúr seinnapartin, og "Kili-utaq" lá klárur at leggja tilkai; teir hava fulla last eftirat hava roynt í knappar14 dagar. Tað er nú eina-ferð so, at "Kiliutaq", sumer fyrrverandi "Ango", erikki nýggjur trolari, og tíkunnu teir ikki fylla skip-ið so skjótt sum teir nýggjutrolararnir. "Kiliutaq" kannfrysta um 35 tons niður umdøgnið,meðan teir nýggjukunnu frysta knapt 100tons um døgnið, so tað erstórur munur á trolarun-um. So vítt eg veit, tóvar"Kiliutaq" bara við einumtroli, so tað kann ikki sig-ast annað,enn tað er óførtfiskarí hjá teimum í muntil hinar, sum tóva viðtveimum trolum.

TøkkHjartaliga takki eg øll-um tykkum, sum áymiskan hátt mintustmeg á 100 ára føðing-ardegi mínum norðurivið Gjógv. Ein serstøktøkk til Sunda komm-unu, til Kingobólkin íTjørnuvík og til Eyst-uroyar Røktar- ogEllisheim fyri tannstóra heiður tit sýndumær á føðingardeg-num.

Við ynskjum um gleðiligar páskirog Guðs signing.

Karl Jacob Sigvardsen

Skrivstovunæmingur

SPEKT statsaut.revisorar Sp/[email protected]

Staravegur 17Postboks 3258FO-110 TórshavnTelefon 34 34 34Telefax 34 34 35

Heiðavegur 15Postboks 190FO-600 SaltangaráTelefon 34 34 54Telefax

�Correspondent Firm of

Internationala Swiss CooperationKPMG

Fyri ein av kundum okkara,eitt størri reiðaravirksemi íEysturoynni, verður søkt eftirskrivstovunæmingi innanfyrisiting.

Starvið fevnir um alt vanligtskrivstovuarbeiði við serligumatliti til bókhald.Útbúgvingin fer fram eftirgaldandi reglum.

Lærutíðin er treytað avhvørjar útbúgvingarumsøkjarin hevur. Lærutíðinbyrjar skjótast gjørligt.

Dentur verður lagdur á, atumsøkjarin hevur kunnleika

Starvið

Umsøkjarin

til bókhald og roknskap, ervanur at arbeiða við telduumframt at viðkomandihevur góð samstarvsevni ogdugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Lønarviðurskifti verða sam-bært lærusáttmála.

Umsókn við upplýsingum umútbúgving og royndir verðurat senda okkum skjótastgjørligt ella í seinasta lagi5. apríl 2005.

Nærri fæst at vita við atvenda sær til Árna Ellefsen,statsaut. revisor, á telefon34 34 34.

Umsóknin

Page 3: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 3Nr. 339 - 31. mars 2005

Danska fiskivinnan er ísera trongum skóm.Hettaer ikki minst galdandi fyriídnaðarflotan. Fyri taðfyrsta so er hendan veiðaní sera ringum orði í øðr-um londum, tí hon verðurroknað sum rovveiða.

Men tað, sum er sera av-gerandi fyri,hvussu eitt árhilnast, er, hvussu veiðaneftir nebbasild hilnast.Vanliga finst ein rúgva avnebbasild í sesongini,sum er á sumri.Tá kunnuskipini fylla seg eftir tím-um, og fiskamjølsvirkinihava úr at gera, meðanbátarnir liggja og bíðaeftir tørni at sleppa atlanda.

Onkuntíð svíkir nebba-sildin eitt ár. Hetta verðurroknað fyri at vera púranáttúrligt og er ikki tekinum kreppu í stovninum,men er sjálvsagt ein strikaí rokningini. Men so plag-ar at vera so mikið meiraárið eftir. Men seinastutvey árini, í 2003 og 2004,eru bæði miseydnað, oghetta hevur verið eittrættiligt bakkast hjá vinn-uni bæði á sjógvi oglandi. Og sum vit kennatil, so merkist vánaligurfiskiskapur í øllum tílokala samfelagnum.

Nú eru teir sera spentiruppá, hvussu tað fer atvera í summar. Miseydn-

ast nebbasildaveiðan enneinaferð, verður tað rokn-að fyri at gerast ein van-lukka fyri tað, ið er eftirav danska ídnaðarflotan-um, sum frammanundaner minkaður munandi.

Afturat hesum kemur,at orsøkin til, at nebba-sildin hevur svikið tvey árí rað, verður roknað fyriat vera ovveiða. Hettamerkir, at hóast tað kannfara at vera nebbasild atfáa, so er vandi fyri, atfiskifrøðingar fara atsteðga veiðini, áðrennhon kemur í gongd, ogtað er líka galið.

Tann stóra fyritøkan álandi, sum er heft at

gongdini í hesum øki-num, er fiskamjølsvirkiðTriple Nine, sum hevurvirkir í Esbjerg og Thybø-røn. Umsetningurin hjávirkinum var í 2000/20011,1 mia. kr. Trý ár seinnivar hann 766 mill., ogverður hetta mett at veraeitt stórt afturstig. Frástórum vinningi fyrru ár-ini var júst javnvág í teyseinnu árini.

Verður einki at fáa í ár,verður støðan sjálvsagtenn verri, og merkirhetta, at bæði partar avvirkinum verður stongt,og at fólk verða send tilhús.

So nú fáa vit at síggja.

Nebbasildin avger lagnunahjá donskum fiskimonnum

Her er eisini eitt yvirlit yvirsamlaða veiðivirðið hjá hvørj-um einstøkum landi í Europasaman við uppgerð yvir árs-verk í fiskiflotanum. At tølkunnu vera takksom sæst av, atí Føroyum verður bert roknaðvið 1.402 ársverkum. Hetta erneyvan eitt rætt tal.Hetta kannvera talið, sum er í senn um-borð á teimum størru skip-unum. Men tá er ikki hædd tik-in fyri, at tað er munandi meiraenn ein manning við hvørjumskipi.Vit plaga at rokna við 1,5

manning. Afturat hesum kem-ur so útróðurin. Hetta vil somerkja eitt munandi lægri talpr. fiskimann.

Men verður gingið út frá tísamlaða talinum, so er Spaniafremsta fiskiveiðiland í Europa.Síðan koma Italia, Noreg,Frankaríki, Bretland, Holland,Danmark, Portugal, Grikkalandog so Føroyar sum nr. 11. Nið-ast á 20. plássinum liggur Est-land.

Føroyskir fiskimenn nr. 3

1. Ísland 1,4 mill.2. Holland 1,4 mill.3. Føroyar 1,2 mill.4. Belgia 1,2 mill.5. Noreg 0,9 mill.6. Danmark 0,9 mill.7. Frankaríki 0,6 mill.8. Týskland 0,6 mill.9. Bretland 0,5 mill.

10. Finland 0,5 mill.Veið

a pr

. fis

kim

ann

Íslendska blaðið Fiskifrettir hevurhavt eina uppgerð yvir veiðivirði hjáhvørjum fiskimanni í 10 londum.Raðfylgjan er henda:

Viðvíkjandi tíðindaflutningií sambandi við BrimilsmáliðÍ tíðindum fyri páskir varð sakarmálið um Brimil fleiriferðir nevnt í fjølmiðlum.

Maskinmeistarafelagið metir, at talan var um ófull-fíggjaðan tíðindaflutning og tað tykist ikki, sum nakar,ið hevur fingist við hetta, hevur lisið dómin í FøroyaRætti, sum varð staðfestur av landsrættinum.

Vit heita tí á fjølmiðlar um at upplýsa, at Fiskiveiðu-eftirlitið varð dømt at gjalda Maskinmeistarafelagnumkr. 73.631,32 við rentu frá 19. november 2001 vegnaein av sínum limum.

Hetta er okkum kunnugt ongastaðni upplýst í fjøl-miðlunum í samband við umrøðuna av hesum sakar-máli.

MaskinmeistarafelagiðVViinnaarrlliiggaa SSjjúúrrððuurr HHeeiinneesseenn

Tað finnast nógvar áhuga-verdar gamlar myndirymsastaðni kring landið.Hetta er ein mynd sum ervæl kend í Norðragøtu.Men tey fægstu vita, hvører hvør á myndini. Hesinøvn hava vit fingið fráÓluvu Húsgarð. Konurnareru hesar:

Sitandi frá vinstru:1. Anna Frederikka

Hansen, av Fløttinumí Syðrugøtu, 1881-1968, gift JógvaniZachariassen, Norðra-gøtu, 1888-1972.Hann var ein avstovnarum FFs.

2. Malena Joensen, íFrammistovu, 1876-1957, ógift.

3. Olevina Joensen, f.Poulsen undir Liðan-um, 1892-?, gift Jógv-ani Joensen, Froðba.

4. Elspa Sofía Hansen, íPállstovu, 1885-1972,ógift.

Standandi frá vinstru:1. Petra Olsen, hjá Peri,

1873-1917.

2. Jóhanna Jacobsen avSkipanesi, gift SámaliØsterø úr Skálafirði,búsettist á Skipanesi,systir nr. 3.

3. Elspa Sofía Jacobsen,1893-1917, gift ÓlaJákupi Jacobsen, íTjørnustovu, ein avstovnarum FFs.

4. Rakul Jacobina Thom-sen, í Blásastovu,1882-1971, ógift.

5. Magdalena Greger-sen, 1894-1969, ættaðúr Syðrugøtu. GiftThomas Jacob Thom-sen, sum var fyrstiroknskaparførari FFs.

6. Elsa Petersen f. Poul-sen, undir Liðanum,1895-?, gift GabrielPetersen,Tvøroyri.Systir Olevinu.

7. Jóhanna Louisa Gøthe,Fyri innan Á, 1889-

1956, gift EyðuniHansen, Gøtugjógv.

8. Sigrid Simonsen, úrJørundstovu, 1894-?,gift Dis Arge í Havn.

9. Andrea Andreassen,hjá Andrassi, 1890-1925. Gift Joen KarlGøthe, á Fløtti.Vareisini við at stovna FF.

10. Anna Maria Gøthe, áFløtti 1889-1977,ógift.

Mynd av konum í Norðragøtu í 1911

Page 4: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 4 Nr. 339 - 31. mars 2005

Eg fór fyrstu ferð at fiska í1952, 16 ára gamal. Eg fórvið "Mjóvanes" til Grøn-lands á línuveiðu. "Mjóva-nes" var meira at kalla einskonnart, so hon var eittstórt skip.Vit fóru fyrst tilVestmannaoyggjarnar eftiragni, og so fóru vit tilGrønlands. Vit vóru 21menn umborð. Eg varmessudrongur,sum kravd-ist, tá manningin var sostór.Vit fingu ein deiligantúr, fínasta veður. Tað varso stilt og deiligt. "Mjóva-nes" sigldi skjótt, og vitkomu so heim aftur viðskjótum túri.

So fóru vit á sild viðgørnum. Hetta var fyrstaárið, at Mjóvanes var ásild, og var annars eitt avfyrstu árunum, at sildvarð fiskað norðanfyri viðgørnum til saltingar. Vitvóru tíðliga heima úrGrønlandi. So fóru vit atgera skipið til. Vit fóru tilNoregs eftir útgerð, og vitfóru á beding har yviri.Har bleiv hjallur eisinibygdur afturi í skipinumtil sildatunnurnar. Skipið

var fult av tómum tunn-um, tá vit komu heim aft-ur. Tað vóru tunnur alla-staðni. Har vóru tvey-trýløg á dekkinum. Man sánæstan ikki at stýra,so taðmátti haldast útkikk harframmi.

Vit fingu nógva sild taðárið. Vit fingu so nógvasild ta einu setuna, attrossin slitnaði, tí tað varso nógv í, og vit mistu einpart av gørnunum. Vithøvdu 80 gørn undir ogmistu eini 20 gørn. Tá iðtað síðsta garnið kom inn,fingu vit tað ikki inn íheilum, tí tað var so tungtav sild.Vit saltaðu næstan19 tunnur, haldi eg, úr tíeina garninum og varhetta óhoyrd veiða. Taðvar so tungt at arbeiða viðtað at vit sóu einki garn,tað var alt sild.Vit fingu sokolandi nógva sild, ogbara hesa setuna fingu viteinar 400-500 tunnur.Taðkann verða nevnt, at umvit "bert" fingu 100 tunn-ur, so hevði tað eisini ver-ið rokveiða. Vit høvdubert 3-4 setur tann túrin.

Hon tók eini 800-900tunnur, so vóru vit inniaftur. Tað var ein skjóturtúrur. Tað var so nógv atfáa, at vit kundu ikki ar-beiða undan nóg skjótt,so hetta hevur verið einstrævin túrur.

So fór skipið til Noregsat selja sildina. Annarsvarð mannagongdin tann,at sildin varð landað í Før-oyum og pakkað um afturog gav hetta nógv arbeiði,meðan tað stóð uppá.Mjóvanes setti fólkið av íFøroyum, og teir fóru soyvir til Noregs við lastini.Hetta gjørdi, at vit mistunógva tíð í sigling. Túrar-nir blivu ikki so nógvir avtí sama, men vit fingukortini nógva sild, og taðhilnaðist væl. Tað var eittgott reiðarí hjá Andreas áTúni,har einki var sum ætsmáligheit.Vit fingu nógvainntøku tað árið. Eg fekk6.000 kr. Sum messu-drongur fekk eg ¾ part, tíeg arbeiddi so nógv ádekkinum. Messudreingirfingu vanliga ½ part. Teirvið fullum parti fingu

uml. 8.000 kr. Tað varóhoyrt, og tað var dupultso nógv sum á øðrumskipum.Teir, sum vóru viðsluppunum, fingu ikkimeira enn 4-5.000 kr. umárið. Hatta var so taðfyrsta árið til skips.

Til Íslands atfiska við SteininSo fór eg við Jørgen áGørðum, sum førdi "Co-raliu" hjá Gynnu Jóannes íHavn.Vit fóru við snøri tilÍsland, har vit fiskaðuuppi við Steinin á Norð-landinum. Tað gekk ikkiso gott, tað var ikki nógvat fáa. "Steinurin" Kol-beinsey kundi annars við-hvørt geva nógv. Men eghavi so prøvað at fiska viðsnøri og í sjálvdrátti. Vitfingu nakað av fiski, menhetta gjørdist ein lítil túr-ur. Eg haldi, at vit finguupp í hálva lastina. "Co-ralia" var lítil, men tað vareitt øgiliga gott sjóskip.

70 tons á eini setuSo var eg í Íslandi í 1954-55.Har var eg í 2 ár á Eyst-urlandinum, og var eg viðbáti sum kallaðist Hrafn-fell. Fyrra árið fór eg yvirvið "Góðanes", sum seinnisigldi á Flesjarnar og sakk.Eg var tvey ár við samabáti á Norðfjørðinum.Taðvar kalt tað fyrra árið, vitvóru har, og tá var eisinifiskimannastreika.Vit fóruyvir nýggjársaftan. Vegnaverkfallið stóð báturinuppi,og vit búðu umborð.Tað var so kalt umborð,so sluppu vit at búgva hjástýrimanninum, har vóruvit eisini vóru til matna.Vit sluppu at vera í stov-uni hjá teimum. Tey vórusera fitt fólk. Tá streikanvar av, fóru vit at fiska.

Fyrst við línu ogso kom garnatíðin. Vitfiskaðu allan vegin fráLanganesi til Reykjavíkar.Báturin var eini smá 100tons,og vit vóru 11 mans.Av hesum vóru tríggir før-oyingar. Skiparin vildinevniliga hava føroyingarvið, tí teir kundi hannaltíð roknað við.Hetta varein sokallaður "útiløgu-bátur", t.v.s.bátur, sum varfleiri dagar úti í senn. Ís-lendingarnir vóru øðiligafittir. Tað var akkurát sumat vera heima. Vit vóruallastaðni eystanfyri. Vitkomu at kenna hvønneinasta "bei" og hvørjabrúgv á leiðini. Fyrst fisk-aðu vit eystanfyri, so fóruvit til Vestmannaoyggjar.Vit fiskaðu eisini longurvesturi, og vit landaðu íReykjavík.Vit ísaðu fiskinumborð og veiðan varsera góð. Á eysturland-inum úti móti Horninumfingu vit ta einu setunaheili 70 tons við gørnum.Hetta var øgiligt. Vitskuldu kryvja alt umborð,men kláraðu tað ikkisjálvir, so vit máttu farainn eftir hjálp.Tað var lítilog eingin svøvnur, og sovar tað avstað aftur bein-anveg. Og burtur av tí tíð-ini – 4 tímar – tað varðsiglt á fiskileið, skuldimanningin skiftast athava róðurtørn, so taðblivu ikki meira enn 3

tímar í koyggjuni.Men vit vóru so ungir,

so tað bilti ikki. Hetta varjú sesong, allir vóru viðuppá at tjena so nógv summøguligt. Skiparin varótrúliga fittur. Eg gloymihann ongantíð. Ongantíðbannaðist hann, ein sjáld-sama friðarligur maður.Og stýrimannin dámdiokkum øgiliga væl, hannvar eisini serliga fittur.

Dramatikkur áGrønlandstúriSo var eg í Grønlandi ogróði út. Eg var í norðaruhavn á Ravnoynni.Tá vóruvit niðursetumenn, tí vitvóru fyrstir føroyingar atrógva út har.Vit fóru yvirvið "Grønlandsfarinum",fyrrverandi "Glyvursnes",sum var sama slag skipsum "Tinganes". "Grøn-landsfarið" skuldi veramóðurskip, sum skulditaka saltfiskin so hvørt,hann varð virkaður ogskuldi eisini lata okkumútgerð,so sum salt v.m., táið tørvur var á tí.Tað vórunógv fólk umborð á ferð-ini til Grønlands.

Á Kappanum fingu vitdundrandi ódnarveður ogein øgiligan sjógv. Vitungu vórðu bidnir um atvera niðri undir frammi ílugarinum. "Grønlandsfar-ið" var ikki eitt gott sjó-skip, og tað segðist, atbrotið var so stórt, at taðfór tvørtur um yvir skip-ið.Tað fór um brúnna, sotað breyt líkasum yvir hinu-megin.Aldan tók stórsegl-ið við sær og skræddi nakr-ar bátar sundur, ið stóðuuttast í bakborði. Teirblivu so afturgjørdir seinnií Grønlandi. Skipið fór atleka av hesum stóra brot-inum, sum serliga raktibógvin á skipinum. Einplanki leyp úr skansa-klædninginum har frammi,og sjógvurin fossaði inn.Hvør maður fór at pumpa.Vit ungu vóru bangnir.Fleiri vóru eisini sín fyrstatúr.Teir grótu í koyggjuni.

Menninir, sum sótu á

Í seinasta blaði greiddu vit frá, at Magnus Valle hevur verið starvspraktikantur á FF-blaðnum í tværvikur. Í hesum sambandi hevur hann havt eina samrøðu við abba sín Denhard Hansen um hansaralív á sjónum. Og Denhard hevur upplivað eitt sindur av hvørjum, sum okkara lesarar skulu fáa gleðiav at lesa um. Denhard greiðir fyrst frá, tá hann fór við "Mjóvanes".

Denhard saman við konuni Inger. Inger er annarsbróðurdóttir Petur Danielsen, sum er umrødduraðrastaðni í blaðnum.

Denhard hevur eisini verið á sild við "Trygva". Her verður sildin avhøvdað.Frá vinstru síggja vit Selmar Hansen, Harry Hansen og Hanni Højgaard.

John Højgaard umborð á Hrafnfell.Umborð á Hrafnfell: F.v. John Højgaard, Magnus Magnussen og Denhard.

Samrøða við Denhard Hansen:

Máttu tetta leka við margarini

Page 5: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 5Nr. 339 - 31. mars 2005

beinkinum, fóru sendandií leysari luft yvir í skottiðhinumegin, tá skipið setti.Afturat tí hendi tað, atskipið gekk sundur, so taðsást dagslýsi uppundirdekkinum. Her var ikkiannað at gera enn atroyna. og so mátti smyrj-ast margarin í rivurnar!Menninir máttu gangauppi á borðinum ogsmyrja fyri at tetta.Tað varnú ikki so nógv,sum hettahjálpti. Sjógvur fossaðiniður í lugarið. Koyggjur-nar vóru so vátar, at manmátti sova í ketildrakt, ogdýnan var dýggjvát – øllsum hon var. Man kundiongastaðni vera umborð.Tað fleyt alt í sjógvi. Vitlensaðu so suður eftirmóti Biskaya, einar 300fjórðingar, haldi eg, og sovarð roynt at sigla sospakuliga norður eftiraftur. Men seint gekk.Skipið gekk 2 míl (umtíman) ella 3 onkran dag-in, tá tað var gott.

Vit komu so til Arsuksuðuri í Grønlandi. Táhøvdu vit havt 18 sam-døgur í sjónum. Í Arsuktóku vit fleiri bátar um-borð, sum felagið átti, ogso varð hildið á norðeftir.So vórðu vit settir av íRavnoynni. Skipið fór sovíðari norður eftir ogskuldi koma aftur at takafiskin, sum vit fingu. Mentað miseydnaðist alt. Skip-ið sigldi á eitt sker ogsakk.Teir mistu salt og út-gerð og alt umborð í skip-inum. Vit vóru rættiligailla fyri, og tað kom steðg-ur í útróðrinum hjá okk-um.Vit mistu móðurskip-ið og sluppu ikki av viðfiskin, sum vit høvdu. Ogvit fingu ikki salt uttanokkurt gamalt samanlop-ið salt, sum vit fingu høgtokkum,har vit komu framá tað í onkrum skúrum.

At enda kom onkurokkum til hjálpar og fekksent okkum salt.Vit fingueitt nøkunlunda fiskiár –um miðal ella so.

Fór til sjósSo var tað aftur ári eftir.Távóru vit í Kangarsuuq.Hetta var eisini fyrstuferð, at føroyingar róðu úthar, so her vóru vit eisininiðursetumenn. Uttast íhavnini var so ringt, menhar var so ein sloka, sumfarast kundi inn um, oghar var vanliga kyrt.Tá taðbrimaði og útnyrðingurinkom,fór báturin í slokuna.

Har datt eg einaferð ásjógv. Tað var illveður, ogísur kom inn í slokuna.Hetta gjørdi, at vandigjørdist fyri bátinum, sumvit máttu royna at bjarga,og vit vóru tveir umhetta. Báturin var komininn í eina gjógv. Hann,sum manøvreraði harafturi, var formaðurin. So

skuldi eg royna at stingabátin frá og royna at fáavent bátinum fyri at fáahann út frá. Ísurin tarnaðieisini. Báturin hevði um-stýring við ketutrekkiuppi í stýrhúsinum. Soleyp ketan av, og eg fekkeinki gjørt.Hetta gjørdi,ateg datt á sjógv og komstandandi niður í sjógvin.Eg sparkaði annan klov-stivlan av mær, og eg fekkbjargað mær uppá eittsker og vassaði á land.Herluf Arnason var kokk-ur,og hann tók ímóti mærog fekk meg inn í hitan.Eg var øgiliga kaldur,sjógvurin var so kaldur –ikki minst av ísinum, sohetta kundi enda galið.

Annars tað var øðiligastuttligt at rógva út. Vitsamlaðust í skúrinum, oghar var Jesar Jacobsen úrSørvági eisini við sínummonnum. Har vóru nógv-ir, ja, tað var stuttligt atsamlast har.

Men so orkaði eg ikki atsigla meir, tí rygguringekk fyri, og eg fór í land.

Til SuðurafrikaEg fór tó ein túr afturat. Í1973 fór eg til Suður-afrika við "Skúgvi", sumSkipafelagið átti, og sumteir seldu har suður. Skip-ið skuldi lutvíst verða fiski-skip og lutvíst vaktarskip.

Tað var ein deiligur túr-ur.Vit fóru í mars mánaði,og tað var kavi og kalt íFøroyum. Tað var eisinisjaskveður suðureftir mótiBiskaya. Men sum vit sigl-du longur suður, so batn-aði tað, og so bleiv taðgott veður og heitt. Jóhanvið Rætt á Toftum varskipari,og eg var í maskin-rúminum. Tað var so øgi-liga heitt, ikki minst tá vittann 21. apríl fóru umekvator. Tað var stuttligt,tá høvdu vit eitt "party" ádekkinum,har allur møgu-ligur hundakunstur vargjørdur. So bleiv mandoyptur, tí man var farinum ekvatorlinjuna, bleivsmurdur inn í sót, allirfingu navn og so í lastina.Hon var opin, lastalúkanvar av, og so høvdu vitpumpað sjógv í, og vit

svumu niðri í lastin, sumvar hálv av sjógvi. Har vareisini leytari niður,um taðskuldi gjørst neyðugt.Tann sum vildi kavakundi gera tað. Har vardeiligt at svimja niðri ískugganum, sjógvurin varjú heitur, umleið 23°.

Vit vóru inni á GranCanaria á veg suður eftirog bunkraðu. Har komuonglendingar umborð ogvóru við á ferðini suðureftir. Tað var ein ensktfyritøka, ið hevði keypt"Skúgv", sum nú hevðifingið navnið TRISTANIA2. Og tað vóru teirramaskinmenn og yvirmenn,sum komu umborð.

So fóru vit suður eftir,og vit sigldu nokkso langtfrá landi, tá vit komu long-ur suður. Vit vóru úti áfiskabankunum uttan fyriSuðurafrika,har vit høvdueftirlit fyri stjórnina í Cape-town. Vit skuldu kannaeftir, hvør ið fiskaði hvar.Tað vóru nógvar tjóðir, iðfiskaði á bankanum á hes-um leiðum. Har var spani-ólar, og har var russararog japanesarar. Hvat teir

fiskaðu vistu vit ikki akkur-át, men teir høvdu nógv.Boð vórðu send til mynd-ugleikarnar í landi viðynsktu upplýsingunum.

So tað bleiv líkasum einbugur í siglingini, og taðseinkaði okkum eini tveysamdøgur. Ferðin suðurvar 29 samdøgur tilsam-ans, og tað var ein deilig-ur túrur.Tá høvdu vit eis-ini verið inni í Gran Can-aria í smá tvey samdøgur,og tað var heldur ikki sogalið. Vit fangaðu flúgvi-fiskar suður eftir. Umkvøldarnar komu teir inná dekkið í ljósinum.

Tað var so heitt. "Skúgv-ur" var ein nótabátur viðnótapavni har afturi, sohar sótu vit niðri við ogsólaðu okkum. Vit málduheilt upp í næstan 60°,yvir 40 har uppi í pott-inum t.v.s. í nótapavn-inum. Í maskinrúminumkundi man ikki vera, tíhar var so heitt, og smyri-oljan var heilt uppi í 60°.Tað var ein trupulleiki, atman ikki kundi sigla viðfullari ferð, sjógvurin varso heitur, og báturin var

ikki útgjørdur til sigling-ina. Tað var tað, sum vargalið.

Eingin aircondition varumborð, og tað bleiv serakvalið, so vit máttu havaallar hurðar opnar. Tíbleiv gjøgnumtrekkur, ogso blivu menninir sjúkir,forkølaðir. Men vit komuso um tað. Og tá fingu viteitt øðiligt áarføri og ill-veður ta einu náttina. Hervar snarljós, tað skygdium alla luftina, og taðslerdi niður í skipið, slerdiniður í antennuna ogskaddi alla el-útgerðina ábrúnni, tó ikki sendaran.Her mátti alt koplast frá,men vit komu eisini burt-ur úr tí.

Vit høvdu kortini eindeiligan túr,og tað var eintúrur fyri lívið. Allir vóruøðiliga glaðir. Har suðuri íCapetown vóru teir blíð-ir. Teir koyrdi við okkumog vístu okkum runt. Vitvóru heilt suðuri á Kapp-anum og inn í Indiskahavið. So flugu vit heimaftur um Johannesburg,Nairobi, Milano, Keyp-mannahavn og so til Før-

oyar. Ferðin tók 19 tímar.Tá var eg móður, tá egkom heim.

Men túrurin var øðiligagóður, eitt upplivilsi fyrilívið.Tað var praktfult ogtað var deiligt at sleppasuðureftir.Vit vóru nakrir,sum vóru bidnir at veraeftir í Capetown, men vitvóru ikki útgjørdur atvera eftir. Tað var eingintíð at umhugsa seg, so vittóku ikki av. Hevði taðverið betri fyrireikað,høvdu óivað fleiri steðgahar suðuri. Vit høvdumøguleikan at vera í reið-arínum í eitt hálvt ár. Vithøvdu fingið fría ferðheim, um vit høvdu veriðeitt ár.Tá høvdu vit kunn-að tikið familjuna við aft-ur og fram. Teir skuldugjalda alt, teir vóru øðiligablíðir, sum vóru umborðog tosaðu við okkum atfáa okkum at vera eftir.

Annars havi eg í nógvár arbeitt á Skipafelag-num Føroyar, har eg m.a.havi koyrt bil.

Men nú eri eg pensjón-eraður og geri tað, sum eghavi hug til.

Tað mundi verið galið hjá Denhard umborð á Grønlandsfarinum.

"Skúgvur" var ein nýskapan sum nótaskip. Men hansara tíð var eisini av, og hann gjørdist til vaktar-skipið "Tristania 2".

Á flúgvifiskaveiðu.

Page 6: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 6 Nr. 339 - 31. mars 2005

Meginparturin av oynnier javnað við jørðina ogsær út sum eitt stórtbyggipláss.

Í vetur var undirritaðisaman við øðrum føroy-ingum og arbeiddi sumelektrikari ígjøgnum felag-ið Pam Offshore ServiceAS í Havn. Tað var PoulAnker Mortensen, sumbyrjaði fyritøkuna, og taðer eitt dótturfelag hjáTórshavnar Skipasmiðju,sum nú eigur felagið.

Hetta er tað, sum stend-ur á heimasíðuni hjá PamOffshore Service:

Hetta felag varð stovn-að í 1998 við tí enda-máli at veita mekanisk-ar, elektriskar og sveisi-tænastur til oljuvinn-

una. Samstarv kom í lagvið Aker Maritime í Norra,og frá 1998 til 2002vóru regluliga millum 10og 15 mans í starvi í olju-vinnuni í Norra. Vegnaminni eftirspurning eftirarbeiðsfólki í Norra varonki fólk í starvi í 2003.

Á vári 2004 eydnaðistaftur at fáa samstarv ílag um at fáa fólk íarbeiði í Noregi. Hettavar í sambandi við stórugass-verkætlanina hjáStatoil uppi í Norður-noregi á oynni Melkøyauttanfyri Hammerfest.Aker Stord og Aker Kvaer-ner Elektro hava vunniðein stóran sáttmála, iðinniber, at eitt stórt talav m.a. sveisarum og el-

ektrikarum skal arbeiðaí hesi verkætlan fram til2006/07. Í oktober 2004starvast um 22 fólk fráPAM Offshore Service áMelkøya.

Eitt annað virkisøki hjáPAM Offshore Service, erNDT tænasta. Í 2001 og2002 hava vit útbúgviðeitt fólk, Jákup SigurðStrømsten, ið arbeiðirburturav innan hetta økibæði í Noregi og í Føroy-um.

NDT merkir non-de-structive-testing og um-fatar ymiskar kanning-ar av sveisingum, tjúkd-armátingar osfr. Hettaverður gjørt við røntgen,ultraljóði, magnaflux,penetrant ella visuelt.

Føroyingar á Melkøya uttanfyriHammerfest í Norðurnoreg!Statoil er í ferð við at byggja eitt gassanlegg á einari oyggjuttanfyri Hammerfest í Norðurnoreg, sum skal taka ímótigassi frá "Snøhvit" økinum í Barentshavinum.

Hann er føddur og upp-vaksin í Florø á Vestur-landinum og flutti tilStord, tá ið hann var 6 áragamal. Pápin var formað-ur á einari skipasmiðjuhar,og hann hevur arbeittí 50 ár hjá Aker Elektro,sama firma sum sonurinnú heldur fram í.

Magne hevur arbeitt áymiskum olju- og gass-virkjum. Í Stavanger ar-beiddi hann í eitt ár áSleipner Pallinum, í Mong-stad arbeiddi hann á virki,sum víðari virkar olju. ÁKårstø og Vattstø varhann við til at saman-binda tveir pallar, mest avtíðini á "petrokemiskumvirkjum" og á "Raffinaríð-um", men longst hevurhann arbeitt á Stord, hareisini høvuðsstøðin hjáAker Electro er til húsa,og har fleiri boripallareru bygdir.Tann seinasti írøðini eitur "Kristin".

Hann hevur eisini ar-beitt á boripalli í Norðsjó-num, og vit spyrja hann,hvør munurin er at vera íNorðsjónum og á landi.Tað, sum er serligt viðboripalli, er, at tú má verahar alla tíðina.Tú sleppurikki í land fyrrenn tíðin erkomin, oftast 14 dagar ísenn. Trygdin er serligastór, og alt skal vera skriv-ligt. Loyvi skal fáast til alt,

fyri hvørja einastu ar-beiðsuppgávu. Borurin erí gongd støðugt og máikki órógvast, so trygdiner øðiliga stór alla tíðina.

Tá ið vit spyrja hannum, hvussu liviumstøður-nar eru umborð, er taðymiskt frá palli til pall. Áteimum eldru pallunumer góðskan onki serlig.Nógv er slitið og oftasteru 2 mans kømur.Men táið teir, sum hava samakamar, eru á hvør sínarivakt, gongur tað, tí táórógva teir ikki hvønnannan við snorki. So fyriat samanbera kann einsiga, at munurin er summillum eitt gamalt "pen-sjonat" og eitt luksushotell.Men sjónvarp er í teimflestu rúmunum, og fólkhava fría telefon. Pallurin

hevur fast samband viasatellitt, so teir gjalda einfastan prís um mánaðin.

Hvat hevur oljangivið Norra?((KKaannnniinnggaarr vvííssaa,, aatt NNoorreeggeerr eeiitttt ttaaðð rrííkkaassttaa llaannddiiðð ííhheeiimmiinnuumm,, oogg ttaaðð bbeessttaaaatt lliivvaa íí.. rreedd..)) Hannsvarar, at tað er uttan ivaer nakað um tað, sumkanningarnar siga, mensjálvur kennir hann ikkitil annað. Alt hannminnist, hava tey havtolju, og hann hevur barahavt tað gott. Hannminnist onki til ringartíðir og sigur, at myndug-leikarnir syrgja væl fyrifólkinum.Tað er altíð onk-ur sum grenjar, menyvirhøvur hava vit taðgott í Noregi.

Hvat hevurkristin trúgv atsiga fyri teg ogNorra?Vit eru ikki sokristin longur, sum

vit hava verið. Og tá iðallir hesir religiøsu inn-flytararnir koma inn íokkara land, so blíva vitmeira varnir.

Hvussu við moral-inum og korruptión? Vit eru eitt land í forfall,og ymiskt er komið fram ítíðindunum í seinastuni,sum peikar skeiva vegin.Men tað er bara so.Tá iðeitt land blívur ríkt, sofellur moralurin og øllhugsa um seg sjálvan.Men hann kann ikkisvara, hvat gerast skal, táið hann verður spurdurum, hvat grundin er tiltess, og at hyggja aftureftir og finna út av, hvattað var, sum gekk galið.

Hvat heldur tú føroy-ingar kunnu læra avnorðmonnum innan-fyri oljuna?Tað er trupult at siga.Menansa eftir tí, sum tit hava.Fiskurin er framvegis næst-fremsta útflutningsvinn-an í Noregi, og oljan verð-ur einaferð uppi. Í Norraer oljan minkað, men tey

siga, at vit hava nóg mikiðav gassi til hundrað ár.

Stór oljufelt verða núumbygd til at fara yvir tilgassframleiðslu. Tað erstór umlegging og ný-bygging í gongd ymsa-staðni í Noreg fyri tíðina.

Hvussu taka tey her íNorðurnoreg ímóti olju-vinnuni – ein oyggj erkeypt til endamálið,bóndagarðarnir eru báðirfluttir av oynni? Jú, tað eraltíð ymiskar áskoðanirum broytingar, men olju-og gassframleiðslan fer atkasta nógv av sær, so teyfáa nú lut í vælstandinum,sum er í restini av land-inum. Tað gongur ikki sovæl í fiskivinnuni hernorðuri.Virkir eru stongd,og fólk hevur mist ar-beiði, so tað eru fleiri,sum eru sera glað um tærútbyggingar, sum farafram í løtuni.

Hvat heldur tú um,at føroyingar arbeiðaher?Jú, tað er heilt "topp", attit koma upp her ogsíggja, hvat vit fáast við,

bara "positivt". Vit eru júgrannatjóðir, so tað gong-ur fínt. Her eru so nógvartjóðir, 42 ymiskar tjóðir,og føroyingar eru ikki teirringastu at fáa á vitjan.

Hvussu nógv fólk ar-beiða her, og hvussunógv verða framyvir?Her er rúm fyri uml. 1200fólk í senn, so við vaktar-skifti, sum er 2 vikur til ar-beiðis og 3 vikur frí. Nøk-ur túsund fólk fara atkoma og fara í 1 til 1½ árframeftir.

Hvat heldur tú umveðri her norðuri?((ttaaðð eerr sseerraa sskkiiffttaannddiirreedd..))Tað var sera kalt fyrstutíðina, men í dag er fín-asta veður og sólin sær, sovónandi fer henda síðanat vísa seg frameftir.

Vit takka fyri prátið ogreisa okkum. Magne takk-ar somuleiðis. Hetta varsíðsti túrur á hesum sinni,men her verður nógv ar-beiði framyvir, og vónarhann, at vit síggjast afturher uppi.

36 ár frá Stord, sum liggur ímillum Haugesund ogStavanger. Giftur og eigur 2 børn.

Samrøða við Magne Bergland

Skip frá Holandi er komið við farmi, legg til merkis at øll dekkslastin er einflaki, sum verður sleipaður til bryggju.Restin av skipinum er sæst í bakgrundini.

Frá vinstru: Finnbogi Magnussen, Vágur, Herman Joensen, Havn, Høgni David-sen, Rituvík og Fróði Andersen, Vágur.Hesir fýra eru sveisarar, og tann fimti erMagni Dam, Norðskali, sum er elektrikari.

Hesin er frá Cubaog er forlovaður íNoreg. Cubanarvarð bert eitt avteimum 40 tjóð-skapunum, sumarbeiddu á Melk-øya.

Orð & myndir: Símun Hansen

Page 7: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 7Nr. 339 - 31. mars 2005

Pápin flutti til Australiasum ungur, og tá iðmamman doyði, avgjørdihann at flyta heimaftur tilNoregs. Mamman doyði,tá ið eg var 7 ára gamal,og eg var 13 ár, tá ið egkom til Noregs.Fyrstu tíð-ina búðu vit í heimbygd-ini hjá pápa mín. Bygdineitur Årdal og hevur uml.700 íbúgvar. Eg tosaðibara eingilskt, tá ið egkom til Noregs. Sjálvt ummamma doyði, meðan egvar lítil, so hevði eg taðgott hjá pápa mínum.

Eg havi verið her uppi íuml. 1 ár. Mín uppgáva erat syrgja fyri, at arbeiðs-fólkið hevur alla ta neyð-ugu útgerðina, sum skaltil fyri at gjøgnumføra ar-beiðið, so sum amboð,klæðir, trygdarskógvar,verndarbrillur osv.

Øll hava somu klæðir,og

nú mugu øll hava heitklæði, tí tað er so kalt. Eghavi eisini arbeitt ymsa-staðni í Noregi sum me-kanikari, men eg máttigevast vegna húðtrupul-leikar. Tað er grundin til,at eg arbeiði inni á goym-sluni nú.Her er eisini gottog heitt.

Eg havi arbeitt á tveim-um øðrum støðum, áðr-enn eg kom til AkerKværner. Fyrst í 5 ár í ein-um lítlum verkstaði, hareg eisini stóð í læru, ogsíðani sum mekanikari áeinari taksteinsverksmiðju.Eg var eitt hálvt ár í Norð-sjónum við Aker Kværner,og var mest uppi í sjálv-um boritorninum. Harvóru góðar arbeiðsum-støður, men fyri meg vartað mest at líkna sum eittfongsul. Har mátti einverða tað tíð, sum var av-

sett, oftast 14 dagar.Noreg er blivið eitt ríkt

land, nógvur vælstandurer ímillum fólk, men eghaldi, at tað gongur útyvironnur virðir.

Kristintrúgvin hevurnógv gott við sær, bæði tilfamiljuna, hvussu vit livasaman og umganga hvønnannan. Eg eri ikki persón-liga trúgvandi, men eghavi stóra virðing fyriteimum, sum trúgva. Egveit, at okkurt hendir, táið vit doyggja, men eghavi ikki svarið.

Noreg roynir at býta útnakað av ríkidøminum tilfátæk lond, teir geva um1% prosent av bruttotjóð-arúrtøkuni um árið í neyð-hjálp. Teir kundu sikkurtgivið meira,neyðin er ótrú-liga stór, serliga eftir flóð-alduna í Asia um jólini.

Men eg meini, at øll

menniskju hava sama virði,hvar tey so enn eru.

Eg veit, at tú hevureitt serligt tilknýtitil Teiland. Hvat ertað, sum ger tað? Eg havi funnið mær konufrá Teilandi, og vit eru íTeilandi á hvørjum ári ogvitja familju hennara. Taðer eitt vakurt land, ogfólkið er sera blítt og vin-arligt. Tey hava lært megnógv. Tey hava ikki sonógv av góðsi, men taðeru onnur virði, sum erumeira dýrabar fyri tey. Tá

ið eg verði eldri,ætli eg atflyta til Teilands og búsetameg har.

Vart tú í Teilandium jólini? Ja, men eg var ikki har,sum flóðaldan herjaði. Egvar longur eysturi, inni ílandinum, so eg merktionki til sorgarleikin. "Vitúr Føroyum vóru spentireftir jól at koma yvir afturtil Noregs at vita, um vitfóru at síggja teg her".Takk fyri tað, tað er gott,at tað er so nógv umsorg-an millum fólk. Eg má eis-

ini siga, at tit sum komaúr Føroyum eru sera vin-arlig, blíð og løtt at um-gangast.

Hevur tú nakran tíðverið í Føroyum?Nei, tað havi eg ikki, meneg kundi gott hugsa mærat komi ein túr at vitja, ogat síggja landið.Eg vóni,atfleiri kunnu koma úr Før-oyum til Noregs at ar-beiða, tá ið tit hava før-leikan og útbúgving. Vitmangla arbeiðsmegi, sotit eru altíð vælkomniraftur.

frá Stavanger, giftur. Føddur í Australia og komtil Noreg fyri uml. 30 árum síðani.

Samrøða við Niel Staurland

Hon er frá Haugesund íRogaland, og har búgvatvey av børnum hennara.

Kanst tú siga eittsindur umbarnaárini?Haugesund er ein sildar-býur, og teir flestu menn-inir fóru til skips. Eg erifødd í 1954 og vaks upphar, tá var tað fátæksligthjá okkum, og vit livdu avsildini.

Tú ert einasta kvinna,sum arbeiðir her í "verk-tøysbua". Hvør er tín upp-gáva her? Tað eru so nógvymisk sløg, hvussu kansttú vita skil á øllum tí, sumer her?

Eg havi arbeitt á goym-slu í 10 ár á Aker Stord,ogeg fái teir uttanfyri diskinat greiða væl frá, hvat taðer, sum teir vilja hava.Áðr-enn tað havi eg arbeitt

sum sveisari í 20 ár ymsa-staðni í Noregi. Eg byrjaðií 1974 í Haugesund. Harlærdi eg og fekk læru-bræv, síðani tók eg fak-bræv í goymslustýring.

Veitst tú, hvussunógvar kvinnurarbeiða í Aker Stord?Eg haldi tað eru umleið200 damur við umsitingog øllum.

Hvat var tað, sumgjørdi, at tú valdi hesayrkisgreinina? Hetta ereitt so "mansdominerað"arbeiðsumhvørvi. Er taðnakað við lønini og frítíð-ini ?

Tað má heldur vera frí-tíðin, tí lønin er onki ser-lig. (17.000 eftir skattred.) Vit arbeiða í 14 dag-ar og hava so frí í 21 dag-ar. Men eg helt satt atsiga, at tað vóru fleiri

kvinnur her uppi, enn taðeru, men orsøkin er uttaniva, at 14 dagar er í meiralagi at vera burtur fráfamiljuni.

Her eru tvær damur,sum eru við barn,hvussu klára tær tað?Jú, men hetta er seinastitúrur hjá teimum heruppi nú. Tær fáa uppgáv-ur, sum hóska til teirra.Tað er vanligt,eisini heima.Tað verður ansað væl eftirokkum, men tað er eisini"positivt " við damum íslíkari bransju.

Hvat er orsøkin til,at tað eru so nógvarkvinnur í hesari fyri-tøkuni?Heima í Stord, sum er einlítil oyggj, er Aker Stord/Aker Electro tann nógvstørsta fyritøkan, so tað er

ikki so nógv annað atvelja í.

Har búgva 16.000 fólkog (nú er brúgv og tunnilkomin red.)

Tá hon fær spurninginum,hvat oljan hevur gjørtfyri Noreg er ongin ivi.Oljan hevur givið Norranógva vælferð, tí honminnist, tá ið hon varbarn í Haugesund, hvussuringar tíðir kundu vera.Tað hevur verið einstøðugur vøkstur, síðanioljan kom, og so hava vitfast og støðugt arbeiði. Egeri fastlønt og fái 27.000kr. um mánaðin, og eftirskatt havi eg uml.17.000krónur at liva fyri.

Hon sigur at kristin-trúgvin er ein mentunar-arvur, og barnatrúgvinávirkar allar hennara um-støður.

Her eru fólk fránógvum ymiskumtjóðum, hvussugongur at samskifta?Tey flestu tosa eingilskt,so tað gongur væl, mennú koma nakrir russarar,tað verður spennandi, títeir eru ikki so kringir íenskum. Men teir havaein norskan tolk við sær,so tað gongur.Russararnirskulu læra seg at arbeiða íoljuvinnuni, hesir skulusveisa.

Hon hevur eisini eittgott svar uppá spurninginum,hvat føroyingar kunnulæra av Noregi. Hon sigur,

at staturin í Noreg hevurfulla ábyrgd av allari út-bygging og vinnslu avoljuni. Á tann hátt havateir fult innlit,og allar inn-tøkur koma inn til statinígjøgnum Statoil og sovíðari út til fólkið. Tað erikki so vanligt aðrastaðni íheiminum.

Hon heldur, at hon ermeira frí her. Hon kannfara ein túr til Hammer-fest um kvøldið. Tá manarbeiðir í Norðsjónum erein meira avbyrgdur.

Hon kom til Hammer-fest í november, og held-ur at veðrið er vánaligt,alt ov kalt og avgjørt ikkieitt stað, sum hon kundihugsa sær at búð.Hetta erov tætt við Norðurpólin.

Takk fyri.

fra Stord, har hon hevur búð seinastu 15 árini, gift og 2 børn.Samrøða við Solveig Karin Ytreland

Niel Staurland og Solveig Karin Ytreland á goymsluni, sum hevði alla útgerðtil dagligu arbeiðsuppgávurnar.

Melkøya fyri umleið einum ári síðani. Melkøya í dag – nógv er hent síðsta árið.

Framhald á næstu síðu

Page 8: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 8 Nr. 339 - 31. mars 2005

Vit hava í undanfarnumbløðum greitt frá manna-gongdini í samband viðendurskoðanina av ALS,har fiskimenn hava sam-tykt, at teirra umboð tek-ur ikki við vali sum stýris-limur í ALS, sum støðaner.

Tað er kanska ikki kom-ið nóg greitt fram, at taðeru øll manningarfeløginihjá fiskimonnum, sumstanda aftan fyri hesastøðu. Hesi eru FøroyaFiskimannafelag, FøroyaSkipara- og Navigatørfelag,Maskinmeistarafelagið,Føroya Motorpassarafelagog Meginfelag Útróðrar-manna. Hesi feløg myndaein bólk, sum eigur einlim í stýrinum fyri ALS, og

sum eisini átti ein lim íteirri nevndini, sum fyritveimum árum síðan varðsett at endurskoða ALSskipanina, og hevur ÓliJacobsen verið umboðhjá øllum bólkunum íhesum arbeiðinum.

Sum greitt frá í undan-farnum bløðum er úrslit-ið av hesum arbeiði íheila tikið sera tunt. Mentað, sum er avgerandi fyriokkum,er, at formaðurin íbólkinum, Karin Kjølbro,frá fyrsta degi av hevursett í seg, at fiskimennskuldu ikki fáa sømdirfyri eitt fimmoyra. Hendastøðan var fyrst og fremstgrundað á skattaskipan-ina hjá fiskimonnum. Eittformansarbeiði, sum er

grundað á eina slíkastøðu, kunnu vit ikki und-ir nøkrum umstøðumgóðkenna.

Hesa støðu hevur lands-stýrismaðurin í arbeiðara-málum Bjarni Djurholmtikið til sín sum sína egnuog lat uppskot fram á tingsamvarandi.

Við eini slíkum politisk-um hugburði vil tað alsonga meining hava hjáfiskimonnum at vera um-boðaðir í ALS stýrinum.

Tá vil møguleikin hjámanningarfeløgunum atfáa úrslit fyri limirnarvera munandi størri uttan-fyri stýrið enn innanfyri.Men hetta koma vit afturtil.

Manningarfeløgini erusamd mótvegis ALS

Hetta er partur av skjali, sum vísir nevndararbeiðið í nevndini, sum hevurendurskoðað ALS. Á einum teimum seinastu fundunum í nevndini hevði for-maðurin útvegað eina útrokning av skattaskipanini hjá fiskimonnum, hóasthenda einki hevði við hetta mál at gera. Grundgevingin hjá formanninum fyriat ganga ímóti eini og hvørji skipan fyri fiskimenn var, at menn við slíkumskattasømdum skuldu í hvussu er ikki við hennara vilja fáa nakrar sømdir fráALS!

Tá hugsað verður um, hvussu hetta mál hevur verið nýtt móti fiskimonnumsum tað m.a. er lýst í TV2 málinum, so er tað púra greitt, at fiskimenn kunnuikki virka við eini lóg sum er komin til verðina á slíkum grundarlagi.

Vit fara at minna á protokollatið fráseinastu samráðingum, har denturverður lagdur á, at tá skip eru í havn,skal manningin órógvast minst møgu-ligt, tó soleiðis at neyðugt arbeiðiverður útint.

Tað mest ítøkiliga í hesum er, eftir

okkara fatan, spurningurin um attaka ís hjá ísfiskaskipum. Hetta hev-ur órógvað mangan fiskimann mill-um túrar,og hetta er eitt arbeiði, summanningin eftir okkara tykki skalsleppa undan. Tó við tí fyrivarni, atneyðugt arbeiði verður gjørt.

Manningin skal órógvast sum minst

Endiliga frættist frá polit-isku rækjunevndini. Óvátt-að tíðindi vilja vera við, atarbeitt verður við einumuppskoti um at geva rækju-skipunum eitt endurgjaldfyri havnastongsulin í Cana-da, sum kann vera upp til

2 mió. pr. skip pr. ár.Nú ber illa til at gera við-

merkingar til eitt upp-skot, sum ikki enn er áprenti,og har ein ikki ennkennir grundgevingarnar.

Men hetta ljóðar ikki nak-að serliga greitt. Hjá okk-

um er støðan tann greiða,at antin skal gjaldast ellaskal ikki gjaldast rækju-skipinum ein studning.

Skal studningur gjaldastmá talan vera um einagreiða skipan, og at um-doypa studningin til endur-gjald fyri havnastongsuliner í hvussu er ikki greitt.

Tað eru tveir møguleik-ar við einum slíkum upp-skoti. Annar er, at goldiðverður øllum skipum taðsama uttan mun til umveiðan hevði verið landaðí Canada ella ikki. Hettavil virka sera søkt og vilseta spurning við grund-gevingina fyri uppskot-inum. Ella verður bertgoldið fyri túrar, tá taðhevði landað í Canada.Her verða túrar undirEysturgrønlandi og Sval-bard í hvussu er útilokað-ir. Hetta vil føra til, at teir,sum einki fáa, vilja sigavera fyri vanbýti.

Og so er spurningurinum hetta modellið er eittkrummspring fyri atsleppa undan WTO niður-støðuni hjá løgmansskriv-stovuni. Tá vil tað virkabeinleiðis láturligt.

Men nú mugu vit bertbíða til uppskotið er lagtfram, um tað verður lagtfram.

Skilja ikki rækjuuppskotið

Arbeiðsfólkið ruddar upp eftir sær og seta í bakkarnar til uppvaskið.

Motiónsrúm.

Page 9: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 9Nr. 339 - 31. mars 2005

Framhald á næstu síðu

Týsdagur,22. juli 1930Fínt veður! Sólskin í allandag. Ógvuliga heimligt.Tað hevur verið stilli mestsum allan dag. Seintseinnapartin hevur tó ver-ið eitt fleyr av landnyrð-ingi. Aldan hevur veriðtung, so niðurstandurinhevur verið av tí ringasta.Eg havi verið í lastiniseinnapartin í dag, og íkvøld skilti eg eplir.

"Seagull" rýmdi út tilSteinin.Vit eru enn á stóragrunninum. Fiskiskapuriner nokk o.u. 5-600 fiskar.Síðan er einki annaðuttan, at alt er væl.

Mikudagur,23. juli 1930Tað var gott veður fyrra-partin. Sólskin og eitt lítiðfleyr av landnyrðingi.Veðrið er tað sama nú,men nú er toka.

Vit sigla nú norður tilKappan hugsi eg. T.v.s.vestur er tað. Einki skipsæst sjálvsagt, men vithoyra eitt motorskip. Vithava nokk o.u. 300 fiskar.Eg havi gjørt mítt vanligaarbeið og skilt eplir.

Eg leingist. Eg hugsi núbara um, hvussu stuttligttað verður at koma heim-aftur, serliga nú, og eisinium at fáa bræv.Tað væntieg mær um átta dagar.Taðverður hugnaligt.Alt væl.

Hósdagur,24. juli 1930Veðrið hevur verið gott ídag. Tað hevur verið eittlot av eystri,nakað av stór-aldu.Vit hava o.u.400 fisk-ar. Ein fransmann hava vitsæð, hann kom tætt aftan-fyri okkum. Vit eru ikkivið Kappan, sum eg helt,men á Skagibankanum.

Eg havi verið ógvuligailla hýrdur í dag, hví veiteg ikki.Tað hevur alt falliðmær so strævið, og illa tilsinnis havi eg verið av sogott sum ongum. Nakaðstrævið havi eg eisini havttað. Eg havi verið í lastini,skilt eplir og spulað dyrk.Eg leingist nokk eftirbrævi,hugsi eg.Nú eru 68dagar eftir.Alt væl.

Fríggjadagur,25. juli 1930Veðrið var fínt í dag. Fisk-urin var ikki av tí mesta,vit høvdu nokk o.u. 3-400fiskar. Tað var sólskin ogeitt lítið lot av landsynn-ingi.

Eitt skip preiaði okkumí dag.Tað er langt síðani,at vit frættu nakað frá øðr-um skipum. Preiarin var"Ruth", hon hevði 23000.

Teir høvdu verið heima.Skipini høvdu fiskað einhóp, summi høvdu upp í34000.

Nú sigla summi heim atlanda, tað er ólíka. Vitsigla afturímóti, longurvestur. Vit sigla nú tilKappan, so inn verðurikki farið rættiliga enn.Altvæl.

Leygardagur,26. juli 1930Veðrið var fínt fyrrapart-in, stilli og slætt. Í kvøldruskaði hann so knapp-liga. Tað er nú nógvurvindur og tøssutur sjógv-ur. Nú eru teir lidnir atgera reint. Vit hava o.u.1000 fiskar í dag.

Ein íslendskur motorurpreiaði okkum í kvøld,hann var frá Ísafirði og æt

"Geysir". Teir høvdu ong-an fisk, teir vóru nústaðnikomnir frá landi. Eitt ann-að skip er her.

So fekk hendan vikanein enda. Gud signiðsunnudagin fyri okkum.Gud havi lov, at alt er væl.

Sunnudagur,27. juli 1930Tað var ikki gott sunnu-dagsveður fyrrapartin ídag. Tað var klárt og sól-skin, men væl av vindi ogógvuliga gjálvut. Seinna-partin var frægari, og íkvøld er tað gott.

Vit høvdu ein góðansunnudag kortini. Vithøvdu sum vanligt lesturum middagin og andaktkl. 7. Eg vildi ynskt at ver-ið heima í kvøld, so hevðieg nokk fingið ein spad-seritúr, sum mær plagar atdáma so væl, og so. Ættiner vist eystan.

Heim, heim, kæra heim,nei, einki er sum tú, sumtú mítt kæra heim.

Alt væl.

Mánadagur,28. juli 1930Eg var ógvuliga illa til-passar í dag, av tí at egeinki svav seinastu nátt.Eg lá og læs til kl. 2 umnáttina, men sovnaði ikkifyrr enn klokkan hálvgumfýra. Eg havi sovið í dag,hvørja ferð tjansur hevurverið.

Í kvøld havi eg verið ílastini. Vit máttu lempakrubbu úr, so tað varstrævið. Nú er kl. 11 áðr-enn eg sleppi í koyggj-una.

Veðrið var gott. Ættiner vist eystan. Vit hava400 fiskar í dag. "Milly"preiaði í dag, hon hevurverið heima við 290 skp.og hevur 8000 inni aftur.Alt væl.

Týsdagur,29. juli 1930Tað hevur verið av allarfínasta veðri í dag.Stilli ogdýrdarslætt. Eg havi núgjørt slætt borð og koyrtøll eplini til sjós, vit havabara ein døgurða eftir.

Fiskur hevur eingin ver-ið, vit hava ikki meira enn100-150 fiskar.Tvey fartoysíggjast her. Nú vænti eg,at vit fara inn skjótt.

Eitt lot er í kvøld, hvað-ani tað kemur, veit egikki. Eg eri vist farin atleingjast heim haldi eg.Tað er nokk nakað tíðligaenn, men brævið leingisteg eftir nú.Alt væl.

Mikudagur,30. juli 1930Veðrið hevur verið av tíallar besta í dag, men lítiðav fiski.Vit hava nokk o.u.250 fiskar.

Vit hava preiað "Oskar",hann hevur verið heimavið 200 skp. og hevði7000 inni aftur. Vit rýmanú av Kappagrunninum.Kastaðu á Strandagrynn-uni, men fingu einki.

Ættin er høgur eystan.Nú verður tað nokk tiltað, at vit fara inn fyrst iðvindur verður.

Fyrsta rendi verður áSkagibankan. Nú er kom-ið so langt. Nú vænti egmær skjótt bræv.Alt væl.

Hósdagur,31. juli 1930Gott veður. Hava royntinni ígjøgnum á Skagi-bankanum, men fiskurvísti seg eingin at vera.Vithava nokk o.u. 100 fiskar.

Nú er stundin komin, atvit fara inn. Vit sigla nú.Hjá mær hevur dagurin

Í hesum partinum fáa vit eina góða lýsing av gerandisdegnum við eini slupp uttan motor. Hóast lívið kundi vera nakaðtrivielt, so hendir nærum altíð okkurt. Men tað ringasta er ikki at koma inn hagar brævið frá gentuni bíðaði!

Dagbókin hjá Bernhardi, 4. partur:

Gerandisdagurvið deyðsiglara

Í lugarinum var soviðog etið, og her heltmanningin til, tá ikkivarð arbeitt. Hesahugnaligu tekningstendur Bárður Jákups-son fyri. Í seinasta partispurdu vit hvat "ryss-an", sum Bernhard um-røður, er. Hetta er bonk-ur ella bretti, sum eraftanfyri borðið ílugarinum.

Tankarnir vóru sumvera man hjá nýfor-lovaðum dreingi allatíðina hjá gentuniOnnu. Her er hon sam-an við mammu síni.

Page 10: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

verið lættligur, havi einkigjørt uttan kókað.

Í dag hevur verið beista-lív umborð. Teir havaspulast upp á lívið. Úrslit-ið varð, at fýra máttu úrhvørjum tráði.

Nú er eitt fitt lot til vild-ar, so vit verða nokk innihjá brøvunum í morgintíðliga. Ættin er nokklandnyrðingur ella okkurtsovorðið.Alt væl.

Fríggjadagur,1. august 1930Tað gekk sum eg væntaði.Vit vóru inni tá okkaraklokka var 12, men táslerdu teir "glas" á "Fyllu",tá var teirra klokka 10.

So varð farið í land. ÓlaJákup var her, søgdu teir.Eg var sjálvsagt spentur, tíhann hevði brøv til okk-um. Eitt var til mín. Egornaði við, men tað varikki frá henni, tað var fráElsu."Hon" var ikki heima.Eg bleiv skuffaður, men áSkála, tá vænti eg mærbræv.

Vit vóru annars inni ásjómansstovuni. Har varhildin ein andakt. Síðanigingu vit og travaðu eittsindur. Ísur og sild komuumborð í dag.Alt væl.

Leygardagur,2. august 1930Hava lossað vatn og sligiðstórseglið undan og vár-seglið undir. Nú eru vitklárir at fara út, men vitblíva liggjandi her til ímorgin.

Trý skip eru innkomin ídag. Tað eru "Milly","Flower" og "Seagull". Ja,"John Brown" er eisiniinni.Vit vóru eisini í landií kvøld. Tað hevur veriðein grúuligur trafikkur ídag. Norðmenn hava tustinn í allan dag, til at haldasunnudag.

Vit vóru til andakt á sjó-mansstovuni. Síðani prát-aði eg við Herlon, frættitíðindi úr Føroyum. Jákuphjá Magnusi er giftur,segði hann.Alt væl.

Sunnudagur,3. august 1930Í dag var eg uppi kl. 7.Nakað aftaná komu ÓlaJákup, kunoyingurin ogein dalbingur umborð.

Eg fór ikki í land fyrrennkl. 8 í kvøld. Eg havi skriv-að bræv heim.Tað eydnað-ist akkurát, at eg slapp íland tá. Síðani var eg tilmøti í kirkjuni, har bleivtalað á íslendskum. Atganga úti tímdi eg illa, fólk-ið var so tætt sum mýggja-bitar at síggja. Eg varsíðani á sjómansstovunitil vit fóru umborð aftur.

Tað var heldur illfýsiðveður, vindur og mjørki.Ættin er vist eystan.Alt væl.

Mánadagur,4. august 1930Ætlanin var at fara út eftirmidnátt, men tað var ein

kolandi stormur, so vitmáttu koyra bæði fyrihana. Summi skip fórukortini í drift.

Í kvøld var so nógv fólkumborð, at eg og JákupPauli rýmdu í land kl. 10.Eg ætlaði mær at sova,men fekk ikki frið. Vitkomu so umborð aftur kl.12, tá rýmdi alt fólkið, sotá bleiv friður. Vit vórubara á sjómansstovuni,har var ein lítil andakthildin. Kaffi fingu vit har.Elektrikarin hevur veriðtvær ferðir umborð, meneinki er gjørt við radioið.Alt væl.

Týsdagur,5. august 1930Vit fóru heldur ikki út ídag. Veðrið var tað sama.Tey fartoy, sum inn erukomin, siga frá óveðrið

uttanfyri. "Neptun" kominn í kvøld. Teir siga, attað hevur verið toluligtveður úti til havs. Teirhava nú 10000 inni oghava verið heima við26000.

Eg ætlaði mær ikki íland í kvøld heldur, menfór kortini tá kl. var 9. Egvar uppi einsamallur tilkl. 12 í dag. Eg spulaðidúrkini. Tey trongdu sosanniliga til tað. Í morginfara vit út. Elektrikarinkom ikki umborð í kvøld,so vit fáa ikki radioið íordan. Ættin er eystan.Altvæl.

Mikudagur,6. august 1930Vit fóru frá ankarið kl. 7 ímorgun.Veðrið sá út til atvera heldur frægari. Hiniføroysku skipini lótust

ikki um vón.Vit gjørdu altklárt áðrenn vit komu útum Siglunes.

Veðrið uttanfyri er tolu-ligt, men aldan er stór.Summir spýðu. Nú eru vitá Skagibankanum,tað bleivavhálað kl. 3 seinnapart-in.Fiskurin er kanska nak-að lítil og veðrið er held-ur sjaskut, men nú eru vitaftur komnir til havs.

Ættin er vist tann sama– eystan. Einki skip sæstog alt er væl.

Hósdagur,7. august 1930Í dag hevur verið heldurilsligt veður. Tað var ikkinógvur vindur,men óslætt,regn og toka.

Vit hava o.u. 6-700 fisk-ar. Eg havi aftur í dag bak-að breyð. Snørið havi egikki rørt, tað fellur mær so

sjáldan inn at gera tað.Vit hava í kvøld tosað

nakað um barnadagarnar.Fyri mær sær tað út, táiðeg hugsi meg um, sum egikki eri á beinari leið.Taðvar hetta sum eg droymdium tá. Nei, nei, fyri mærsær alt grátt út. Eg havionga interessu fyri hesumarbeiðinum. Eg eri, sumeg ofta havi sagt, á einiskeivari hill, og eg haviskyldina sjálvur, haldi eg.Gud hjálpi tú mær, at egkann fylla mítt pláss ísamfundinum.

Ættin er landnyrðingur.Alt væl.

Fríggjadagur,8. august 1930Í dag hevur verið gottveður, men nakað myrktog stór alda.Vit hava í dagfingið 750 fiskar.Trý skiphava vit sæð, "Neptun" ogeitt hildu teir seg kennafyri "Milly". Fólkið er mestsum illa tilpassar. Tað erman altíð, fyrst man kem-ur út úr havn.

"Nabb" hevur ikki hugtat snørinum enn, eg veitikki hvat teir hugsa. Teirhava ikki meira enn knapt400 fiskar enn. Hevði egsloppið frá breyðinum, sohevði eg kunna drigiðmær nakrar,men tað verð-ur leingi enn.

Nú fer lanternutíðin atkoma.Tá fer tíðin at halla.Gud latið hana enda ígóðum.

Ættin er sikkurt tannsama. Regn seinnapartin.Alt væl.

Leygardagur,9. august 1930Tað hevur verið gott veð-ur í dag, men dimmligt.Tað hevur verið dimmligtí veðrinum allar dagarnar,síðani vit komu út avSiglufirði, og eisini meðanvit lógu inni har.

Fiskiskapurin hevur ver-ið meira smáligur.Vit havanokk o.u. 5-600 fiskar. Kl.7 í kvøld bleiv innhálað,mest tí, at tað var einginfiskur. Eg havi havt míttstríð til at pussa upp íbáðum endum til í morg-in.Eg var ikki liðugur fyrr-enn á midnátt.

Tað er eitt lot í kvøld,men eg veit ikki hvat ætt-in er.

Vit hava í dag sæð "Ruth"og "Neptun".Alt væl.

Sunnudagur,10. august 1930Í morgun var veðrið gott,burtursæð frá, at tað varkolasvart í mjørka. Taðhevur tað verið allanfyrrapartin.Nú er mjørkinlættur í, men nú er vindurkomin ístaðin. Enn er ikkinakað idylliskt veður, tísólin goymir seg. Menveðrið er tó gott nú.

Vit hava havt lestur ídag, sum vanligt, og and-

Síða 10 Nr. 339 - 31. mars 2005

Framhald á síðu 15

1. Udhalergrej til klyver2. Bovspryd3. Stængestag4. Klyver5. Klyverskøde6. Klyverfald7. Fok8. Fokskøde9. Stag

10. Fokfald

11. Stængebarduner12. Jackstag13. Storsejl14. Klåde til rebning15. Bomdirk16. Storbom17. Bomstoppertalje18. Storskøde19. Storgaffel20. Storpikfald

21. Storklofald22. Topsejl23. Topsejlsskøde24. Topsejlshals25. Topsejlsfald26. Stormast27. Topstang28. Krydstræ29. Mesanmast30. Mesanbom

31. Mesangaffel32. Bomstoppertalje33. Mesanskøde34. Mesanbomdirk35. Klåde til rebning36. Mesan37. Mesanpikfald38. Mesanklofald39. Storvant40. Mesanvant

At taka vatn var ikki bert sum at siga tað. Hetta verður eisini lýst av BárðJákupsson.Vatnið verður ført umborð við árabáti, har segldúkur verðurlagdur í hvønn sín enda av bátinum. So ræður um at finna ein foss á landiog oysa uppí. Og so umborð at fylla uppí tangarnar.

Hetta var reiðskapurin, sum varð nýttur, teinur oghúkar.Hann varð bundin í eitt snøri sum gekk upptil fiskimannin, sum stóð og "fílaði".Hann dró snøriðupp og loraði niður til fiskur beit. So at draga upp, oghetta kundi vera 100 metur ella enntá fleiri hundr-að metur. Snøri varð brúkt til mitt í 50-unum, ogvarð tá avloyst av snellu, sum seinni varð avloyst avteldustýrdari snellu, sum sjálv fílar og sjálv dregurupp, tá fiskur er á.Høvdu teir gomlu vitað!

"Suðuroy", sum Bernhard var við, var deyðsiglari.T.v.s. hon hevði bert segl. Men segl er ikki bert

segl. Sum Jóan Pauli Joensen lýsir í FærøskeSluppfiskere eru ikki færri enn 40 nøvn

fyri lutir í seglføringini.

Page 11: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 11Nr. 339 - 31. mars 2005

Mortensens menn, sumáttu "Slanguna", høvduhana í sigling m.a. til út-handlarnar, sum teir høv-du í mongum bygdum.Og fyri teir var missurindyggur, tí hvørki skip ellafarmur vóru tryggjað, táteir mistu skipið.

Frammanundan hevðireiðaríið eina aðrar skonn-art, sum bar sama navnið.Báðar hesar skonnartirgjørdust í mangar mátarsøguligar, serliga í sam-bandi við fleiri brøgd,sum vóru framt við hes-um báðum skipum.

Mortensens menn keyp-tu seinnu "Slanguna" íLiverpool 9. februar 1897,tá tann fyrra varð seld tilÍslands.

Seinna "Slangan" varbygd í West Cowes áoynni Wight í 1862. Honvar fore-and-aft skonnartog merkt til 67.08 br.tons.

Hans Pauli Kjærbæk,vanliga nevndur NelliePalli var skipari á seinnu"Slanguni", tá hon fór áland í Hvalba, og hann vareisini skipari mestu tíðinaárini frammanundan.

Nellie Palli var føddur íPorkeri 8. mai 1871, –sonur Jóan Jákup Kjær-

bæk, ættaður úr Billhúsi íSunnba, men giftist tilPorkeris og búði í Búðini.

Nellie Palli vandist tilskips hjá kenda skipara-num, sum vanliga verðurnevndur Kvívíks Jógvan.Kvíkvíks Jógvan var ímong ár skipari á gomlu"Slangu", og er tiltikin fyrifleiri brøgd, sum hannframdi við hesum skipi.

Nelli Palli kom so statt ígóðar hendur umborð ágomlu "Slangu", og tað,hann har lærdi merktihann allar dagar. Sagtverður um hann, at hannvar sjáldsama røkin og til-tikin skilamaður á sjó-num.

Nellie Palli er kendurfyri fleiri brøgd, sumhann framdi á sjónum, ogí hesum sambandi fara vither at greiða frá bragdi-num, sum hann við góðumanning síni framdi, bertfáar mánaðir undan at"Slangan" rak á land íHvalba og gjørdist vrak.

Fyrst í november mán-að í 1899 vóru fleiri bátarúr Hvalba á útróðri fyrieystan.

Veðrið var gott um morg-unin, teir fóru frá landi,men um eitt tíðina fórhann at vaksa vindin av

útsynningi suðri, og fórutí bátarnir at leita tillands. Vindurin vaks íhvørjum og var skjótt sonógvur, at allir bátarnirróðu ikki Hvalba upp.

Fýra av teimum vunnuikki longur enn inn áHvannhaga og settu upphar,meðan ein bátur slappikki longur enn upp undirMúlatanga,har teir roynduat halda sær lívd av landi.

Á hesum báti vóru HansHolm, og synir hansaraDánjal Jákup og TummasPauli. Fjórði maðurin varTummas Pauli Jensen. Tábáturin kom ikki aftur tillands, fór maður úr Hval-ba upp á Tvøroyri at fáaskip at fara at leita.

"Slangan" lá á fjørðinum,og Nellie Palli varð biðinat fara av stað við henni.

Tað gekk ein løta áðr-enn teir vóru klárir.Tí honlá fyri báðum akkerum oghevði nógva ketu úti, ogseglini repaðu teir,áðrenntey vóru sett.

Manningin á "Slanguni"var umframt Nellie Palla,Jens Michael Jensen,Dánj-al Jóhan Kjærbæk, og Pallií Mýruni, og Jóhan Villum-sen úr Hvalba, men av tíat teir vóru heldur fáir, fórDánjal Jóhan á Gaddi í

Froðba eisini við.Tað var um 5-tíðina,

teir hildu av stað,men komnir út umBoðarnar var stormur-in so nógvur, at teirmáttu taka fleiri repniður.Teir hildu nú leiðina

móti Múlatanga, har teirhøvdu fingið at vita, at

báturin mundi verastaddur, men fyri atkoma skjótari fram,helt "Slangan" særúti á fyri at hava

streymin við ogjavnari vind, tí hann

kastaði øðiliga av landi.Tá ið teir vóru komnir á

Múlatanga, var bølaniðaog tjúkt í regni.

Eitt sindur norðan fyritangan vendi "Slangan"

suður yvir so tætt í landisum gjørligt, og samstund-is blussaðu teir og brúktumjørkalúðurin. Hetta varhættislig sigling, tí glaður-nar vóru frekar og komuúr øllum ættum, og upp ímillum var blika logn.

Sum teir sigla, hoyrduteir róp frá bátinum tættinni undir landi, men teirsóu hann ikki og kunduikki fara nærri.

So varð siglt norður viðaftur og uppaftur nærri,meðan teir blussaðu, ogsoleiðis hildu teir "Slang-una" gangandi einar 15 -20 ferðir aftur og fram,har teir hildu bátin vera.

Um 11-tíðina, tá ið teirkomu norður við landi-num, sóu teir knappligabátin einar 20 favnar fráteimum, men tá var ovseint, tí "Slangan" var tá sonær landi, at teir finguikki lagt upp í, men máttuhalda av, og tá ið teir

høvdu fingið vent, varbáturin ikki at síggja.

Næstu ferð teir sóu bát-in aftur, vildi so illa til, atbæði stórsegl og klyvarifóru í lepar, men teirfingu rópt til bátsmann-ingina at halda seg nærlandi til "Slangan" komaftur.

Meðan teir slógu onnursegl undir, rak "Slangan"út millum ogggjarnar,men so varð hildið afturinn undir land. Har sigltvar aftur og fram til útmóti 1-tíðina um náttina.Teir hoyrdu mennirnarrópa,men "Slangan" kundiikki fara nærri, og ikkitordu mennirnir at rógvaút móti henni, tí hav oghimmal stóð í einum roki.

Siglt varð nú norðuryvir og út frá landi, harmeira javnur vindur var,men ikki fóru teir longrifrá, enn at teir kundu veraskjótir við bátinum, um

løgir vóru at koma hon-um til hjálpar.

Í lýsingini var veðriðbatnað eitt sindur. Sigltvar nú móti landi harbáturin átti at liggja, ogkomir so nær, sum teirtordu, róði báturin útmóti "Slanguni", og menn-irnir vórðu tiknir umborð. Teir vóru illa fyri-komnir, vátir sum teirhøvdu sitið alla náttinavið ringum vónum um atverða bjargaðir. Og ikkihøvdu teir kunnað settupp, har teir vóru staddir,tí meitilberg var fyri.

Fyri hetta sjómansbragd-ið, teir høvdu útint við"Slanguni", fekk NelliePalli bjargingarmedalju,og manning hansara einasamsýning í peningi.

Nellie Pallie starvaðistseinni hjá Mortensen inniá Hvítanesi, – hann doyði15. februar 1953.

Hesin málningurin hjáWilliami Smith hongur

í fiskimálaráðnum.Hann lýsir eina

bjargingarferð í 1890hjá fyrru "Slanguni"

vestanfyri Suðuroynna.

"Slangan" � eitt søguríkt skipÍ seinasta blaði høvdu vit eina frásøgn um hendingina, táskonnartin "Slangan" rak á land í Hvalba og gjørdist vrak16. februar 1900. Í hesum sambandi varð eisini greitt frábragdinum, sum hvalbingar framdu, tá teir í evstu løtubjargaðu allari manningini í ótespiligum ódnarveðri.

Mortensens menn áttu tvær skonnartir, sum bóru navnið "Slangan". Hendanfrásøgnin er um ta seinnu, sum teir keyptu í Liverpool 9. februar 1897.Tannfyrra "Slangan" varð um somu tíð seld til Íslands.

Hetta er Nellie Palli, sum fekk bjargingarmedaljunahøgrumegin fyri sjómansbragdið, sum hann hevðiútint við "Slanguni".

Page 12: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 12 Nr. 339 - 31. mars 2005

Sum vit hava greitt frá íundanfarnum bløðum,hev-ur nevndin í nýstovnaðafiskamarknaðinum havtfundir kring landið fyri atkunna um virksemið hjáfiskamarknaðinum og fyriat fáa íblástur frá við-skiftafólkunum, tað veriseg fiskimenn ella fiska-keyparar. Gongin á fund-unum hevur verið, atstjórin á Faroe Fish Mark-et, Jens Olsen, hevur havteina power point fram-løgu. Her hevur hannfyrst greitt frá stovnaniniog gongdini hjá tí upp-runaliga Fiskamarknað-inum frá stovnanini í1992, og síðan hevurhann greitt frá gongdini,sum hevur ført til, at fiska-marknaður og landingar-miðstøð eru býtt upp ítvey sjálvstøðug feløg.Hetta eru viðurskifti sumgreitt er frá áður her íblaðnum.

Síðan hevur orðið veriðfrítt, og menn, og enntáonkur kvinna, eru komnirbæði við hugskotum ogspurningum. Summir avspurninginum hava eisinisnúð seg um landingar-miðstøðina. Hon hevureisini verið umboðað áfundunum og hevur tískilkunnað svarað fyri seg.Men dentur hevur veriðlagdur á,at nú er talan umtvey ymisk feløg. Annaðhevur til uppgávu at seljafisk, meðan hitt er einlandingarmiðstøð av mong-um. Men her er tó eisinineyðugt við samskipan

og samstarvi.Tað hevur fitt av fólki

verið á fundunum ogspurningarnir hava verið

nógvir og góðir.Teir havasnúð seg um øll møguligviðurskifti. Millum annaðhava hugskot verið um

sølutíðir.Aðrir spurningarhava verið um kassar ogum gjøld. Aftur aðrir umnær fiskurin er seldur,

t.v.s. um í hvønn mun søl-ur kunnu takast aftur.Uppaftur aðrir um møgu-leikarnar fyri at fáa út-

lendskar keyparar hend-anvegin o.s.fr. Tað kannverða nevnt, at onkurhevur víst áhuga, menbert tíðin fer at vísa,hvussu hetta fer at royn-ast.

Allir hesir spurningarverða tiknir upp av nevnd-ini, og alt verður gjørt fyriat eftirlíka settu uppskot-ini um ábøtur, so tænast-an kann gerast so góðsum gjørligt.Tað sama ferLandingarmiðstøðin atgera.

Fiskamarknaðurin hev-ur eisini verið á fundi ífiskimálaráðnum, har samaframløgan varð gjørd, oghar tosað varð við lands-stýrismann og umsitingum, hvussu viðurskiftinimillum partarnar skulugerast so lagalig sum gjør-ligt. Hesum hava báðirpartar ein upplagdanáhuga fyri.

Tað er eisini greitt, atseinasta orðið ikki er sagtvið hesum fundunum.Neyðugt er at hava eittstøðugt samskifti millumpartarnar, sum skulu nýtafiskamarknaðinum. Ogtað er eisini upplagt, atFF-blaðið fer framyvir athava støðug tíðindini fráfiskamarknaðinum. Menonnur stig verða eisinitikin gjøgnum heimasíðuog møguleika fyri telefon-svarara, har tað skalkunna bera til at kunnaseg prísirnar á fiski.

Vit hava nakrar myndirfrá almennu fundunum íKlaksvík og Havn.

Fiskamarknaðurin í Klaksvík og Havn

Frá fundinum í Havn: Harry Benjaminsen, Auðunn Konradsson, hesir báðir eru nevndarlimir, MortanJohannesen hjá Andreas, Julius Sørensen og Jósup Henriksen. Hesir tríggir hava drúgvar royndir viðfiskivinnu bæði á sjógvi og landi.

Ikki vóru nógv konufólk á fundunum, men kortini.

Fundarfólk.

Elsebeth Poulsen og Julius Johannesen roynd fiskavirkisfólk. Olaf Sivertsen úr Norðdepli. Frá vinstru: Hans Silvian Jacobsen og Absalon í Buð.

Martin er kendur sum tænandi andin á Hafnia,nú fer hann til skips við Norðborg.

Myndir frá fundinum í Klaksvík:

Myndir frá fundinum í Havn:

Page 13: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 13Nr. 339 - 31. mars 2005

Fundarfólk.

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum og Auðunn Konradsson, formaður í felagnum fyriútróðrarmenn vóru eisini ímillum fundarfólkið.

Høgni Hansen, uppboðshaldari.

Kristian Fríðrik er stjóri áLandingarmiðstøðini.

Hans J. Justesen er elsti maðursum hevur verið á fundunum.

Hann er 92 ár, og í 2004 varhann tann fyrsti sum avreidditil fiskamarknaðin í Klaksvík.

Her sæst hann saman við Jens,stjóranum á Fiskamarknaðinum.

Johannus Olsen, nevndarlimur íFiskamarknaðinum og formaðurí Ráfiskaseljarafelagnum.

Óli Karl Olsen, útróðrarmaður.

Sum vit fyrr hava greittfrá, verður 8. mai minn-ingarhald í Newcastle ísambandi við, at 60 áreru liðin, síðan 2.heims-bardagi endaði. Í hesumsambandi verða uttaniva nógv minningarhaldí londunum, sum vórðurakt av hesum ragna-roki, og her vóru Føroy-ar jú eitt av teimum.

Fyrireikararnir avdanska hátíðarhaldinumbjóða eisini føroyingumat vera við.

Skráin er henda:Sjálvt hátíðarhaldið verð-ur sunnudagin 8. mai,men roknað verður við,at gestirnir koma 6. ella7. Tann 7. verður fyri-skipað ein samkoma fyriluttakarunum.

Minningargudstænastan verður í St. NicholasCathedral 8. mai kl. 12,

har Københavns Drenge-kor fer at syngja. Krans-ar verða lagdir við bretskog donsk minnismerki.Tað verður eisini donskflotavitjan. Millum lut-takararnar verður danskisendimaðurin í Londonog borgmeistarin í New-castle. Uttan iva verðurokkurt føroyskt íkast,men hetta er tó ikkifastlagt enn.

Aftaná gudstænastunaverður móttøka, og umkvøldið verður døgurði.

Skipað verður fyripakkaferð til Newcastle,har farið verður úr Før-oyum umvegis Aberdeentil Newcastle fríggjadag-in 6.mai og komið verð-ur aftur mánadagin 9.maium Keypmannahavn.Áhugað eiga skjótast gjør-ligt at venda sær tilFaroe Travel, tlf.312600.

Minningarhaldiðí Newcastle

Tað má sigast, at tannsokallaða globalisering-in ger meira og meiraum seg. Nú hava vit jústvant okkum við at hoyraum kapping og hóttanúr Kina. Men í danskablaðnum Jydske Vest-kysten skriva teir núum eina aðra kapping,og hetta er innflutning-ur av bíligum fiskasløg-um frá fjarskotnum støð-um. Hesi eru so bílig, attey framvegis eru bíligat keypa, eftir at tey eruflutt triðing av knøtt-inum til Danmarkar.Herer talan um fisk úr Tei-landi og Vietnam,og enn-tá fiskur veiddur í Viktor-iavatninum í Tansania.Hetta vatn sum annarsmest er kent í sambandvið rannsóknarferðirnarhjá Livingstone. Sjálvt ífiskivinnuhavnini Esbjerger stórur innflutningurav fiski frá hesum støð-um, og tað er alt, sumbendir á, at hetta er eingongd, sum bert fer atøkjast.

Ein fiskainnflytari í Es-bjerg kallast KS fisk,sum innflytir sokallaðareksotiskar fiskavørur.Og stóra partin av fisk-inum fáa teir frá alibrúk-um í Vietnam og fráVictoriavatninum. Út-reiðslurnar her eru solágar, at fiskurin kannseljast í Danmark fyrihálvan prís í mun tilkend fiskasløg sum tosk

og reyðsprøku.Í Esbjerg er ein annar

fiskainnflytari, sum keyp-ir fisk úr Teilandi. Ífyrsta umfari er tað tilteilendingar, sum búgvií Vesturheiminum, mensum frálíður væntar hannat t.d. eisini danir fara atvenja seg við smakkinav nýggju fiskasløgunum,og fara teir tá hann takatey framum tey dýraruog meira kendu sløgini.

Esbjergfiskimaðurin,Bjørn Bjerre, er stúrinum gongdina. Hann ótt-ast fyri,at slík bílig fiska-sløg fara at streyma inná marknaðin í Europaog fara at enda at kvaladanska matfiskaveiðu.Longu nú sæst, hvussuprísirnir verða trýstir íHollandi, og ein parturav tí italienska markn-aðinum er eisini misturhjá dønum.

Daglønin hjá einumfiskimanni á Viktoria-vatninum er kanska ein-ar 15 kr., so her havadanskir fiskimenn ong-an møguleika í kapping-ini. Sjálvur heldur hannikki t.d. Nilaborrina hig-ani vera nakað serligaleskiliga, men hannvæntar,at tað er bert einspurningur um tíð. Bí-ligan fisk fara fólk at etasum frá líður. So erspurningurin, hvussuhetta fer at ávirka okk-um.Helst er best at verafyrivarin.

Danskir fiskimenn ótt-ast kapping úr Viktoria-vatninum í Afrika

Page 14: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 14 Nr. 339 - 31. mars 2005

Signhild er ættað av Skála.Hon er dóttir Palla Rasmus-sen, sum seinni varðkendur í Havn sum Skála-Palli. Mamman var Rakul,sum var ættað av Skæl-ingi. 16 ára gomul komSignhild til Havnar, harhon passaði konu MagnusSkæling, mammubeiggjasín, sum var blivin lamm-að. Hon tók sær av hús-inum við teimum tveim-um børnunum.

Í Havn hitti SignhildPetur, sonur Ingu og Dánj-al av Hvítanesi,og tey gift-ust, tá tey vóru 22 og 23ára gomul.Tískil hava teyverið gift í úti við 70 ár oghava havt eitt longri sam-lív enn tey flestu.

Við giftarmálinum byrj-ar eisini lívið hjá Signhildsum fiskimannakona. Pet-ur hevur nevniliga havteitt langt lív á sjónum.Sum dreingir tá í tíðini fórhann blaðungur til skips.Og hann er ein av teim-um fáu, sum liva eftir, sumhava verið við deyðsigl-ara, t.v.s. skipi uttan mot-or. Hansara fyrsta skip var"Slatrið" hjá Karl á Lag í1928. Hann gjørdist soringur av sjóverki, at hannlovaði ikki at fara avstaðaftur. Men sum hjá somongum so javnaði hettaseg, og hann gjørdist avfremstu fiskimonnum. Pet-ur var í 1931 við "Suður-oy" hjá Müller reiðarí-num. Hetta var árið eftir,at Bernhard úr Sandavági,hvørs dagbók vit havaher í blaðnum, var viðsama skipi. So tað lívið,sum Bernhard lýsir sovæl, hevur Petur eisiniupplivað. Petur kendi eis-ini skiparan á "Suðuroy"Hans David Hansen, sumtá við síni manning var

farin yvir á "Nólsoy", sumgekk burtur við allarimanningini í 1934.

Sum blaðungur tók Pet-ur setiskiparaprógv og fórsum skipari við "Isabellu",men hann var so ungur, athann mátti hava flagg-skipara. Síðan kom athann sigla fast sum yvir-maður.

Petur fór seinni í 30-unum við trolara. Fyrstvið fyrsta "Skálaberg" ogsíðan m.a. við "Norðbúgv-anum", sum hann sigldivið undir krígnum.Aftanákríggið sigldi hann í fleiriár við "Vesturskin", harSvenning Johannesen varskipari. Svenning gevurPetur tað ummæli, athann var ein úrmælingur,og tað sigur ikki so lítið.

Eiga part írækjusøguniTá frystilínuskipið "Bak-ur" kom fyrst í 60-unum,fór Petur við, og komhann at sigla saman við

slóðaranum John Dam.Sonurin, Dánjal Pauli, vareisini við, og teir gjørdusteisini gripnir av hesumslóðaraandanum hjá John.Saman við beiggja Petur,Sigurdi, lótu teir Hvítanesbyggja á TórshavnarSkipasmiðju í 1969. Hannvar upprunaliga frysti-línuskip, men teir vóruteir fyrstu eftir "Vestur-varða" at fara at roynaeftir rækjum til havs íGrønlandi. Væl bar til, ognøkur ár seinni bygduDánjal Pauli og Peturseinna "Hvítanes", sumeisini gekk væl so leingi,sum tað bar til hjá føroy-ingum at fiska rækjur løn-andi.Teir eiga tískil eisinisín part av rækjusøguniog eru eisini væl umboð-aðir í bókini um JohnDam.

Tíverri fekk Petur skaðaí eyguni og mátti gevastat sigla, tá hann var 60 áragamal, men tá hevði hanneisini havt eitt langt lív á

sjónum. Sum nevnt byrj-aði hann við deyðsiglara,sum ikki var stórt meiraútgjørd enn Nóa ørk, oghann endaði sítt sjólív áteimum framkomnu skip-unum. Tískil hevur hannsjálvur upplivað stórt sæðalla ta menning, sum hev-ur verið við fiskiskipum.

Dyggur stuðul áheimafrontinumTað er óneyðugt at siga,atavrikið hjá Petur á sjón-um hevði ikki kunnað lat-ið seg gera uttan dygganstuðul á heimafrontinum.Og her hevur Signhild,sum fjøldin av fiskimanna-konum annars, vart borg.Tað hevur ofta verið sagt,at fiskimannakonurnar erutær veruligu hetjurnar íføroyska samfelagnum,og tað er nakað nógv umtað. Tað er ikki fyrr ennseinnu árini, at fiskimennhava havt nøkulundaskipaða frítíð við frítúr-um.Undan tí var tað so, at

var maður við einumskipi, so var hann viðhvønn túr, og merktihetta veruliga, at maðurinvar burtur alt árið viðbert nøkrum fáum døg-um heima millum túrar-nar. Petur sigur seg berthava havt tveir frítúrar tatíð, hann hevur verið tilskips. Og hetta setti sínikrøv til konurnar, sumkomu at hava alla ta dag-ligu ábyrgdina av húsi ogheimi, og hetta kláraðutær eisini fyrimyndarliga.

Tey fyrstu árini, Peturog Signhild vóru gift,búðu tey á Abbatrøð.Seinni bygdu tey úti íGrønlandi, har tey búðuinntil fyri fáum árum síð-ani, tá tey fluttu í Eldra-sambýlið í Hoyvík.

Signhild hevur veriðein framúr stuðul hjá Pet-ur. Hetta er ikki minstkomið til sjóndar, nú Pet-ur gjørdist blindur. Sign-hild er hansara eygu oghansara samband úteftir.Tey eru nú rættiliga ym-isk sum ofta hjá hjúnum.Petur er tann meira friðar-ligi, meðan Signhild ertann útatvenda. Hettamerkir eisini, at honkennir ein hóp av fólki,og her er hennara fremstaeyðkenni trúfesti. Hongloymir ikki sínar vinir.Hetta havi eg eisini merkt,har vinskapurin byrjaðivið ommu og abba, sumbúðu í grannalagnum, harSignhild kom at tæna sumung.Síðan við mammu oghennara systkin, sumSignhild var sera góð við.Tað er altíð líka stuttligt athitta hana. Altíð er Sign-hild við tí góða orðinumog er so lívsjáttandi, at einer altíð betri hýrdur eftirat hava hitt hana.

Og so fylgir hon soótrúliga væl við. Hon veitum alt, sum gongur fyriseg í samfelagnum, oghon hevur eisini sína av-gjørdu meining um "skil-ið" á teimum ymisku økj-unum. Umstøðurnar hjáfiskimonnum og fiski-vinnu er hon framvegisnógv upptikin av, og hereru vit bæði, óneyðugt atsiga, fullkomiliga samd.Her kann verða nevnt, atumframt mann og son ásjónum, so hevur verson-urin, Dánjal Petur, eisiniverið av fremstu fiski-monnum alla sína tíð.

Trúfestið hjá Signhildhevur eisini komið tilsjóndar í Ebenezer, sumhevur verið teirra anda-liga heim.Trúfestið umfat-aði eisini vaskiholdið, harhon var við, inntil hon varlangt uppi í 70-unum. Táfór gongulagið rættiliga atbila, men hon helt áfram ífleiri ár at senda køkuroman, so hennara gomluvaskifelagar kundu fáa einbita afturvið einum drekka-munni eftir lokið verk.

Signhild og Petur fingubørnini Dánjal Pauli, Reg-in, Jana og Petur. DánjalPauli og Petur eru farnir íbesta aldri. Barnabørninieru 11 í tali, og lang-ommu- og langabbabørn-ini eru 30, so tað er barakomið heilt væl burtur úrá hesum økinum eisini.

Góðu Signhild og Pet-ur! Tað hevur verið stutt-ligt og gevandi at kennatykkum. Hjartaliga til-lukku við teimum 90 ár-unum bæði tvey.

óóllii

Signhild Danielsen 90 ár:

Ein heilsan til eini megnar hjúnKomandi týsdag 5. apríl fyllir Signhild Danielsen í Havn 90 ár. Fyri góðum ári síðani fylti maðurin Petur eisini 90 ár. Tað ber núilla til at umrøða bert annað av teimum, slík merkisfólk, sum tey bæði eru. Tí skal hetta vera ein heilsan til tey bæði.

Her er Petur við "Baki". Frá vinstru síggja vit: Páll Heinesen, Júst Rubeksen,Petur Danielsen og Joen Petur Joensen.

Signhild og Petur avmyndað í seinastu viku.

Tveir slóðbrótarar: John Dam og Dánjal Pauli Danielsen.

Page 15: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 15Nr. 339 - 31. mars 2005

akt í kvøld. Radioið saknavit mest um sunnudagar-nar, tá var tað so stuttligtat hoyra songin frá kirkj-unum.

Eg sovni ikki í kvøld. Egeri farin at leingjast, og sosleppi eg ikki frá framtíð-ardreymunum, eg hevðisum barn.Alt væl.

Mánadagur,11. august 1930Veðrið er gott. Ein lítilond eystan av. Fiskiskap-urin er ikki grovur,men tóer tað o.u. 600 fiskar. Vithava sæð trý skip í dag ogtveir motorar.

Eg havi verið í lastini íkvøld. Ája, nú eru vit kom-nir so langt, at nú telji egdagarnar. Hevði eg barafingið eitt bræv. Tað ereinki víðari hugnaligt athoyra teir tosa um, at túert gift. Eg veit, at tað baraer narraríð, men um taðhevði verið, so veit eg ikkihvat skuldi blivið av mær.Eg leingist eftir brævi, egmá fáa eitt.

Enn er meira enn einmánaði eftir til, vit faraheim. Ja, hálvur annar.Heim, heim, kæra heim.Alt væl.

Týsdagur,12. august 1930Tað hevur verið fínt veðurí dag. Men myrkligt hevur

tað verið kortini. Viðhvørt hava vit brúkt toku-hornið. Seinnapartin hev-ur verið klárt,vit hava enn-tá sæð land.Tað er sjáldanhent síðani vit komu útaftur.Skip hava fleiri veriðat sæð seinnapartin. Vithava nokk fingið o.u. 500fiskar. Eitt lítið lot hevurverið av suðri ella land-synningi suðri.

Eg havi aftur bakað ídag, og annars hevur dag-urin verið sum vanligt.Avtí at fiskiskapurin hevur ver-ið lítil, hevur fólkið mestbara beistast. Kaffikrúss,toskalýsi og tílíkt, tað erso almindiligt.Alt væl.

Mikudagur,13. august 1930Veðrið hevur verið av tíallar fínasta í dag. Ein lítilgrái av og á. Fyrrapartinvar klárt og sólskin, ogseinnapartin hevur veriðtoka. Fisk hava vit lítlan ídag, o.u. 2-300.

Nú er tað út av skriðunivið teimum í dag. Eg komundir tað óhapp, at teirfingu hol á einar buksur,og so álaðu teir tær uttan

av mær. Eg tók so og álaðieinar uttan av Sandali ogeisini blusuna. Hann fór ádekkið í berum undir-klæðum og bleiv so spul-aður oman á alt. Nú gong-ur tað skjótt for vítt.Pípanhjá mær brotnaði eisini.Alt væl.

Hósdagur,14. august 1930Veðrið hevur eisini veriðgott í dag.Tað hevur veriðtoka fyrrapartin, og tolu-liga klárt seinnapartin. Núí kvøld er vindur komineystan av.Tað sær út til athann fer at ruska hendanvegin. Vit hava o.u. 5-600fiskar. Eitt skip hevur ligiðokkum nakað nær.

Í dag hevur kærleikiverið undir "diskussión"her umborð. Tað kannpassa seg fyri okkum. Hereru jú einki uttan pipar-sveinar umborð. Ójavnareru meiningarnar um tað"evnið". Tað hevði veriðstuttligt at kunna hoyrt íradio,hvussu fullir av kær-leika allir piparsveinarnirumborð á "Suðuroynni"eru.Alt væl.

Fríggjadagur,15. august 1930Í dag hevur veðrið veriðmeira ruskut.Tað er vind-ur eystan av. Myrkligt vareisini fyrrapartin, menseinnapartin hevur veriðklárt. Vit hava sæð land.Eitt skip hava vit eisinisæð í dag, teir siga, at taðer "Milly".Fiskiskapurin ernokk um 6-700 á dekk.Núfer at síggja meira heyst-ligt út í veðrinum. Lan-ternurnar hava veriðtendraðar við hvørt síðanivit komu útaftur.

Herluf kom nú niðanundir við einum fingri atbinda til.Hann hevði skor-ið seg í tummilin, so harmátti eg verða doktari.

Nú noyðast vit skjóttinn eftir salti á Siglufjørð-inum.Alt væl.

Leygardagur,16. august 1930Tað hevur verið illveður ídag, men tó hava vit o.u.600 fiskar. Tað er ikki ativast í, at tað er vindur fyrieitt rep. Men "Suðuroy" erstormkassi, vit liggja viðongum repi.

Vit fara nú aftur inn áSiglufjørðin eftir salti.Taðer stormur av høgumeystri, haldi eg, og myrk-ligt men ikki regn. "Milly"hevur aftur í dag ligiðnakað nær okkum, menellers hevur einki skipverið at sæð.

Man eg fara at fáa brævhesaferð? Hevði tað verið!Eg leingist eftir at fáa nak-að at vita.Alt væl.

Sunnudagur,17. august 1930Tað hevur í dag verið eittónossligt sunnudagsveð-ur.Vit eru nú komnir inn áSiglufjørðin.Vit komu innum 3 tíðina seinnapartin.Veðrið var ringt uttanfyri.Vit komu so seint inn avtí, at vit komu skeivir.Taðvar tjúkt, so vit sóu ikkiland fyrrenn vit vóru innivið landi. Vit komu inn íHaganesvíkina.

Tað er ikki hugsingurum at fara í land í kvøld.Tað er so grovt regn, sumeg næstan ikki havi sæðfyrr.Stormskriðan stendureftir sjónum. Í dag erfyrsta ferð, at vit hava rep-

að. Her eru nógv fartøjinni. Vit síggja eini seksføroyskar sluppir.Ættin ereystan.Alt væl.

Mánadagur,18. august 1930Í morgun var stilli, ja,logn, men sama regnið.Tað helt tó skjótt uppatog veðrið bleiv av tí fín-asta.

Eg fór í land um 2 tíðinaseinnapartin.Ørindini vóruat hitta elektrikaran, mentað var tann sama vísan.Hann var ikki heima ogvar upptikin til seint íkvøld. Eg slapp ikki um-borð aftur fyrr enn kl. 6.

Fór síðani í land afturkl. 8-9. Var á sjómansstov-uni eina tíð og gekk so ogtravaði nakað við Vilhelm.Eg hitti nakrar kendarmenn, m.a. Niels ogJóhan. Síðani var einki atsíggja uttan druknir menn.

Einki bræv fekk eg. Egskrivi einki hesaferð.

Týsdagur,19. august 1930Fóru út kl. 6 seinnapartin.Ætlanin var at fara ummiddagin. "Grace" skuldisleipa okkum, men ikkibleiv farið fyrr enn kl. 6.Vit tóku eitt gott tons avsalti og eitt av ísi. Ferdigtvar kl. 12. Síðani var altfólkið umborð.

Vit sóu brúnna hjá "Gud-mundi á Bakka" brotna ogallar sildatunnurnar fórubóltandi. Nógvar fóru tilsjós. Tað var eitt ræðuligtbuldur. Eingin fólkaskaðivar, tí tað var for friðarligtaftaná.

Eg tørnaði inn kl. 2seinnapartin og kom ikkiuppaftur í dag. Eg eri sosloyur av forkølilsi.

Mikudagur,20. august 1930Havi ligið sjúkur í allandag. Eg havi nokk forkøl-

að meg, tá eg var í landifyrrakvøldið. Eg føldi megso illa tilpassar, tá ið vitfóru umborð. Eg skalvsum ein hundur. Í dag erieg frægari, men eg haviflotið í sveitta.Eg var uppieina løtu í kvøld, mendugdi næstan ikki atganga. Eg var so undarlig-ur í høvdinum.

Veðrið hevur veriðvánaligt í dag.Vit hava lig-ið bakk. Eitt rep er niðri.Ættin er landnyrðingur,siga teir.

Eg havi mest lisið í dag.Eg vænti mær aftur at veraarbeiðsføran í morgin.

Hósdagur,21. august 1930Fór upp sum vanligt ímorgun kl. 6. Eg var tó illafyrireikaður at byrja ar-beiðið. Illa rullaði og egvar so ússaligur, at eg ork-aði næstan einki.Te-vatniðvar ikki liðugt fyrr enn kl.7½. Tað hevur veriðstríggið at kokkast í dag,og helst fyri ein sjúkanmann.

Tað var ikki lukkuligt,sum alt sá út. Tað loysirseg ikki at klaga yvir skitt-førar kokkar hjá sovorð-num monnum. Eingingrísastallur sær verri útenn lugarið, tá eg komfram. Seinnapartin var egso frægur, at eg fekk eittsindur av skili á upphalds-rúmini. Nú eri eg móður.Ættin er eystan.

Fríggjadagur,22. august 1930Fyrst í morgun lógu vit av-hálaðir. Tað bleiv sett ásegl um 10 tíðina, og taðbleiv ikki hálað av aftur.Eg bakaði breyð fyrrapart-in. Tað var heldur ónoss-ligt at arbeiða í dag.Seinnapartin bleiv repaðog í kvøld er veðrið bararingt. Ein sjógv fingu vit íáðni. Hann breyt tann lítla

Framhald á næstu síðu

Her verður lippan skorin umborð á Verdandi í 1939. Myndatakari er HansDjurhuus.

Hetta er vaðbein, sumer fremsta ímyndin avsnørisveiðu. Her rannsnørið ígjøgnum.

Flekiknívurin var eisini ein sera týdningarmikilreiðskapur

Hetta er ein lippukassi, sum eisini er ein ímynd avhesi tíð. Í lippukassanum vóru tvey rúm. Hvørjaferð maður fekk ein fisk skar hann lippuna av ogkoyrdi hana í minna rúmið.Tá drigið varð innfyri dagin taldi hann upp, og koyrdi lippurnar ístóra rúmið.Tá vikan var av, varð "fíntalt", og távar tað onkur annar sum taldi fyri at tryggja attalið varð rætt.Tann endaliga avrokningin var sogrundað á samlaða lipputalið fyri túrin hjáhvørjum einstøkum manni.

Page 16: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 16 Nr. 339 - 31. mars 2005

bátin, og hin størri mistitað aftaru surringina. Taðer ringt at sova í kvøld.Ættin er eystan.Alt væl.

Leygardagur,23. august 1930Í dag hevur verið ein ordi-ligur rokarins dagur. Fyrstbrotnaði mesanbummur-in. Har kundi gott verðimannskaði, tí tað hendimeðan teir vendu. Harbleiv so biksað og pjøssaein forlorin bummur avspílibumminum. Tá hannvar liðugur, slitnaði stopp-artaljan á stórbumminum.Hann breyt so aftur hinforlorna mesanbummin.So aftur at pjøssa.Tað varstilli fyrrapartin,men ring-ur sjógvur.

Ikki bleiv avhálað fyrrenn kl. 2-3 seinnapartin.Vit hava o.u. 400 fiskar.Ættin er eystan.Alt væl.

Sunnudagur,24. august 1930Í dag hevur verið ilsligtveður.Tað mesta av fyrra-partinum var toka og slav.Vindur var eisini.

Tað hevur verið eittjavnt berjaríð í allan dag.Hon hevur velt sær so illa,at man næstan hevur noyð-st bara at hildið sær. Honliggur tó bara við stór-seglinum og fokku.Mesan-urin hevur ikki verið uppi,síðani bummurin brotn-aði. Nú eru vit komnir ámánað, vænti eg.

Ættin er o.u. landnyrð-ingur, haldi eg. Vit havahavt lestur og andakt. Altvæl.

Mánadagur,25. august 1930Tað hevur verið gott veð-ur í dag. Tað er hugnaligtat fáa ein góðan dag av ogá.Tað hevur verið eitt lítiðlot eystan av.Tað er slætt ísjónum og klárt. Eini 3-4skip síggjast. Fiskiskapur-in er heldur smáligur. Vithava so gott sum einkifingið, bert o.u. 100-150fiskar. Her sýnist at fara atgerast lítið. Nú vildi eg, atvit skuldu farið eystur-yvir, so at man fekk eittsindur at frætt.

Eg havi bakað breyðaftur í dag. Nú fer tíðin athalla. August er drúgvur.Alt væl.

Týsdagur,26. august 1930Tað hevur eisini í dag ver-ið gott veður, men fiskur-in var eingin. Vit høvdunokk um 150 fiskar.

Tað bleiv sett á seglinium 3 tíðina seinnapartin.Nú bleiv tað til tað, at vitfóru eysturyvir. Ættin erlandnyrðingur, so tað errúmt at sigla. Størstu segl-ini eru sett, so hon gong-ur nokkso fitt. Vit eru núút fyri Siglunesið. Vitinsæst. Hann vísur seg at

fara at loya av. Nú gongurtað móti brøvunum, menenn má havast tol. Egvænti tó ikki,at tað verðurlangur steðgur fyrr enn áNesgrunninum, um vit sokasta eystureftir av og á.Alt væl.

Mikudagur,27. august 1930Nú eru vit komnir til Mán-aroyggjarnar. Tær síggjastvæl. Vit hava havt eitt loteystan av í allan dag, mennú liggja vit í stilli. Vithava gørnini úti í kvøld.Eitt fartoy er at síggja her.Tað vísur seg at vera eindeyðsiglari. Vit halda, attað er ein norðmaður.

Í kvøld hevur kærleikinaftur verið undir "diskus-sión".Tað var heilt hugna-ligt at hoyra hesar gomlupiparsveinarnar práta solívliga um tað. Tað hevðinokk verið forvitnisligt athoyrt hjá onkrum harheima. Eg kann ikki ætla,hvussu damurnar høvduflent, høvdu tær hoyrttað.Alt væl.

Hósdagur,28. august 1930Vit hava í dag ligið ogslongst har vestanfyri Mán-aroyggjarnar. Tað hevurverið stilli í allan dag. Vithava ikki sloppið á grunn-in, so vit hava ikki kastað.

Ein norðmaður hevurligið her. Ein driftari. Teirhøvdu 1000 tunnir. Einannar fór nú framvið okk-um. Hitt var deyðsiglari.Vit vóru komnir so nærsaman,at teir máttu vendaokkara frá hinum við bát-inum.

Í dag hevur verið eindagur, hvar tað hevur ver-ið "diskuterað" í heilum.Evnið er kærleiki fyri taðmesta.Tað varar nokk fyritúrin.

Nú er eitt lot av eystri.Alt væl.

Fríggjadagur,29. august 1930Tað hevur verið av allarfínasta veðrið. Í dag hevurverið eitt gul, so vitsluppu á grunnin. Vitfingu o.u. 400 fiskar. Teir

eru nú farnir við silda-gørnum í bátin, skiparinog Herluf.

Veðrið er sjáldsama gottnú hesa vikuna. Vit havahavt fáar so fínar dagarhendan túrin. Tað hevurverið óheldugt fyri okk-um nú vit júst skulu skiftagrunn. Her verða vit nokkliggjandi hesa vikuna.Nú lotar hann høgt, so taðverður vónandi, at vit nak-að skjótt sleppa undir(Langa)nesið. Men ikkiverður tað meðan veðriðer so gott.Alt væl.

Leygardagur,30. august 1930Veðrið er líka gott. Fyrst ímorgun var stilli, men sokom eitt fleyr vestureftir,so vit sluppu á grunnin.

Vit vóru riknir av grunn-inum, av tí, at vit høvdupassað uppá sildagarns-bátin. Men alt til ónyttu,teir fingu ikki meira enn12 ella 14 sildir. Av bleivikki hálað fyrrenn kl. 12.

Nú er aftur so gott sumstilli. Nú høvdu vit nokk

farið undir nesið, um lík-indini høvdu verið. Hettagóðveðrið kom heldur illavið fyri mangar. Vit havanokk eini 400 fiskar eisinií dag. Eru á Mánaroyggja-grunninum.Alt væl.

Sunnudagur,31. august 1930Í dag hevur verið av fín-asta veðrið.Sjógvurin hev-ur staðið sum ein sveiti.Nakrir sildabátar hava lig-ið her tætt hjá okkum ogsnerpað. Ein fínur sunnu-dagur í heila tikið. Vithøvdu lestur og andakt. Íkvøld hevur verið eittordiligt rok. Ein fínur film-ur at sæð. Eg og Geytinvóru farnir í bátin til stutt-leika. Eg oysti hann undirvið eini ár,men hann tordiikki at gera mær nakað.Atenda vórðu vit komnir sonær skipinum, at Nielsrendi eina pøs yvir herð-arnar á mær. So eg atspula allar. Tað var jústsum at síggja ein rituflokktá skúgvurin kemur.Summ-ir steðgaðu ikki fyrr ennuppi á gosinum.

Mánadagur,1. september 1930Veðrið hevur verið av tífínasta. Í morgun var stilli.Seinnapartin hevur veriðein ond av eystri.

Fyrrapartin var heldursmáligt við fiskarínum, soteir róðu bara eftir hav-hestum.Tað endaði við, atteir sleptu bátinum. Taðvar nokkso kunstigt atsíggja. Teir vendu hennivið árum, og so róðu einirátta mans skipið, men taðhevði nokk verið leingi,um gamla ikki hevðiskriðið eitt sindur sjálv.

Ellers hevur einki ser-ligt verið uttan tað al-mindiliga. Eini 2000 sildirfingu teir fyri stima í dag.

Nabb hevur 20 fiskar ídag, men teir hava báðirhildið. Eg var í lastini íkvøld.Vit hava 700 fiskar.Alt væl.

Týsdagur,2. september 1930Tað hevur verið gott veð-ur í dag. Eitt lot hevur ver-ið av eystri.Vit hava nokkeini 2-300 fiskar. Í dag veiteg einki serligt. Tað varsólskin í dag.

Eg havi havt ein heldurlættligan dag. Havi barakókað.

Nú eru teir í kríggj afturí kvøld, um motorar, Dáni-al og Niels.Tað er ikki sosjáldan.Tað hava teir træt-ast um síðani kl. 7 í kvøld,og nú kl. 10 góvust teir.Tað bleiv givið upp fyrijavnt. Eg royndi at komauppí við sprittkókara,men lítið bar til. Tó fekkeg teir til at trætast umventilar til slutt. Vit siglanú eysturyvir.

Eg havi skorið meg aveinum borðknívi í kvøld,so nú má eg aftur steðgavið bakingini.

Mikudagur,3. september 1930Av fínasta veðrið. Vitsluppu ikki á Rauðarhuk-grunnin fyrrenn o.u.kl.12í dag.

Her er lítið at fáa fyriokkum.Tað hevur rikið sohart í dag, at tað nærumikki var fiskirák. Ættin ervist eystan ella landsynn-ingur.Vit liggja nú eystur-yvir.

Enn líður einki fyri, atvit fara undir nesið. Hagarleingist eg nú. Tað hevðiverið stuttligt at frættheimanífrá.Vit hava næst-an ongan ís eftir og veðriðer av tí allar besta.Barometrið gongur upp,so tað sær ikki út til at faraat vera líkindir at fara und-ir land. Men nú nærkastvit tó brøvunum.Vit havanokk eini 100 fiskar í dag.Alt væl.

Hósdagur,4. september 1930Tað hevur verið samaveðrið í dag. Eitt lítið lotav og á, og so stilli uppímillum. Í kvøld er eittlítið lot av landnyrðingi.Vit rýma nú av grunn-inum og leggja eysturyvir.Nú verður tað helst Hegli-bankin, sum roynast skal.Nú skríða dagarnir sospakuliga. Eg vildi sloppiðundir nesið, men ikkiynski eg eftir vindi. Núbelja teir so javnan eftirbrøvum. Her sæst ikki eittskip. Eg havi í kvøld veriðí lastini. Har líður lítið.Saltið er drúgt.Nú er tíðinikki long eftir, men longvísir hon seg fyri mær - ogvist fleiri við mær.Alt væl.

Ofta hevur verið buldrasligt!

Her verður farið í land. Hetta man helst vera sandavágsmenn í Grønlandi.

Page 17: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 17Nr. 339 - 31. mars 2005

Á sumri 1945 avgjørdi ís-lendska stjórnin at smíða30 oljukyndar trolarar, 6-700 tons, við 1.000 hestamaskinum. Hesir komu tilÍslands seinast í 40-unum.Teir vóru væl útgjørdir viðradara og ekkoloddi. Hes-ir trolarar gjørdust grund-arlagið undir íslendskatrolaraflotanum tey kom-andi árini. So nógv skip,har hvør trolari kravdieina manning uppá uml.35 mans, skaptu eisini einstóran manningartørv.Taðfingust ikki nóg nógvir ís-lendingar, og tí var neyð-ugt at fara út um landodd-arnar at fáa fólk. Føroyartann mest nærliggjandimøguleikin, og í Føroyumhøvdu fiskimenn tá stór-an tørv á arbeiðsmøgu-leikum vegna ein niður-slitnan flota her heima.Soher kundu føroyingar ogíslendingar hjálpa hvørøðrum.Tilsamans fóru ein-ir 1400 føroyingar til Ís-lands hesi árini, og nógvirav teimum vóru við trol-arum, og er hetta ein ser-ligur partur av føroyskufiskimannasøguni.

Ein av hesum trolarumvar "Egill Rauði",sum hoyr-di heiman á Neskaupstaðiá Eysturlandinum. Mann-ingin taldi 34 mans, og avteimum vóru 19 føroying-ar, sum jú var meiri ennhelvtin av manningini.Teir byrjaðu ein nýggjantúr nýggjársdag í 1955.Tann 26. januar var avringasta veðri uppi á Vest-fjarðunum, sum er nærm-asta land til fiskileiðina áHalanum, sum er tiltikiðsum eitt illveðursøki, sumføroysk fiskiskip eisinihava royndir av. Hetta erikki minst galdandi umveturin, tá ísingin av skip-unum ger tey til einadeyðsfellu. Her eru eisinimong skip burturgingin.Júst hendan dagin frysti14 stig. Hvussu harbaliðtað kundi vera kom jústtil sjóndar hendan dagin.Tað fyrsta, sum hendi ádegnum var, at tveir bret-skir trolarar fórust viðikki færri enn 50 monnum.

Neyðarkall av"Egill Rauða"Mikudagin tann 26. janu-ar kl. 18.45 hoyrdu teir átrolaranum "Austfirðing-ur" neyðarkall frá "EgillRauða",sum segði seg verastrandaðan innarlaga viðGrønulíð. Tað var longublivið myrkt. Tað var avringasta veðri, og "EgillRauði" hevði – eins ogonnur skip – leitað særinn undir Grønulíð. Trol-arin var farin á land, með-an skiparin var í messuniog skaffaði, og tað stoyttií somu løtu, sum hann varkomin upp á brúnnaaftur. Tí visti hann ikkiheilt nágreiniliga, hvarskipið var strandað.

Sum sagt hoyrdist neyð-arkallið kl. 18.45, mensambandið við skipiðhvarv longu kl. 19.30, tísjógvur var komin at tele-fonini, so hon gjørdistóvirkin. Nógvir trolararfóru at leita eftir "EgillRauða", men illa gekk atfinna hann vegna myrkur,kavarok og illveður.Mann-ingin hevði roynt atskjóta rakettir og at blussa,men hetta hevði ikki rigg-að vegna tað vánaligaveðrið og kavaroki. Menkl.21 funnu hinir trolarar-nir "Egill Rauða". Tað varsera óreint í sjónum, og tíkundu trolararnir ikkikoma nóg nær til at skjóta

bjargingarlínu til "EgillRauða". Bjargingarbátar-nir hjá trolarunum vórðusettir út og royndu atkoma tað nærri at strand-aða trolaranum, menhetta riggaði heldur ikki.

Kl. 21 fór eitt bjarging-arlið við 10 monnum avÍsafirði við einum báti, ogkomu teir fram kl. 23.30.Tá var staðið, har trolarinvar strandaður, upplýst avljóskastarum frá trolar-um, sum vóru komnirhagar. Men bjarging frásjónum tyktist ikki at veramøgulig.Tá fóru menn athugsa um møguleikan atbjarga monnunum frálandi, hóast vegurin higartyktist at vera ófarbarur.Hóast hetta varð eitt liðav bjargingarmonnum sentavstað frá Ísafirði. 10mans av "Austfirðingi"skuldu vera teimum tilhjálpar saman við stýri-manninum á vaktarskip-inum "Ægir".

Bjargingarliðfara avstaðHar, sum trolarin stóð, barals ikki til at seta fólkið áland. Tað sæst eisini ámyndini av strandingar-staðnum,hvussu bratt harvar. Tað nærmasta staðið,bjargingarmennir kunduverða settir á land, var áHesteyri, sum er so langtburturi, at tað tók 9 tímar

at ganga. Tað var eisinisera illgongt, eins og taðeisini mátti gangast umfjøll, og hetta var í ring-astu veðurlíkindum. Leið-beinari teirra var ein ung-ur drongur, Gisli Jónsson,sum var bóndasonur hará leiðini, og sum var tanneinasti, sum var staðkend-ur. Bóndagarðurin varniðurlagdur, og familjanvar flutt til Ísafjørðin. Ogtað var so heppið, atbjargingarliðið hitti hanntilvildarliga í býnum á vegí biograf, tá tað skuldi faraavstað. So hann hevðibert at skunda sær at lataseg í til ferðina, og so atfara við. Gisli sigur ann-ars, at "Egill Rauði" varheppin at vera farin áland júst har. Høvdu teirverið bert eitt sindur ytri,hevði bjargingin veriðmunandi truplari. Teirfóru til gongu við útgerðkl.5 um morgunin,og teirkomu ikki fram fyrr ennkl. 1 seinnapartin.

Men nakað samstundisfóru tveir bátar avstað fráÍsafirði, og vóru hesir"Andvari" og "Páll Páls-son". Hetta vóru 15-16tons bátar. Hildið var, athesir bátar vóru so passa-ligir í stødd, at teir kundukoma so nær "Egill Rauða",at teir kundu skjóta línuumborð. Ein av teimumtrolarunum, sum vóru

komnir til hjálpar, var"Góðanes", og skiparin áhonum fór umborð á"Andvari" fyri at hjálpateimum at skjóta línunayvir á "Egill Rauða". Sigltvarð so nær boðunumsum gjørligt, og síðanivarð roynt at skjóta bjarg-ingarlínu yvir til "EgillRauða". Kl. 9.10 var fariðat lýsa fyri degi, og núskuldi hetta roynast. Tásást eisini, at skipið varbrotnað av um miðjuna,og brimið skolaði yvirbáðar partarnar av skip-inum.Roynt varð at skjótafleiri ferðir,og fjórða skot-ið eydnaðist. Kl. 10.15 varfyrsti maðurin hálaðuryvir á "Andvari". Tá vórulidnir 15½ tími síðanstrandingina. 13 mansvórðu bjargaðir umborð á"Andvari". Hesir vóru allirsera illa fyri, sum teir vóru– illa klæddir, oljudálkaðirog drignir gjøgnum sjógv-in ein langan tein.

Bjargingarmenninir álandi komu fram kl. 13.Annars verður sagt, athetta er fyrstu ferð atwalkie-talkie hevur veriðbrúkt í eini slíkari støðu.Teir nýttu tað einaferð áferðini og royndu at fáasamband við bjargingar-fólkið á sjónum, men teirfingu ikki samband. Hettavar heppið, tí høvdu teirtá fingið at vita, at bjarg-ingini var byrjað frá sjó-num, høvdu teir helstvent aftur. Og tað er alsikki vist, at tað so hevðigingist so frægt, sum taðgjørdi at bjarga fólkinum.

At fáa fólkið í land varnógv skjótari, tí vrakið varheilt nær landi, og hettavar eisini nógv lagaligarifyri fólkið. Bjargingin frásjónum var meira ogmeira tarnað av slíkum,sum rakst á sjónum, ogskjótt gjørdist aftur myrkt,sum so aftur vildi tarnaðarbeiðinum.

Tá bjargingarliðið á landikom fram, góvust teir atbjarga fólkinum yvir á"Andvari". Tá var fremriendin á skipinum kominnærri landi, meðan aftur-

endin var skoraður mill-um tveir klettar og hevðium 50 stig slagsíðu. Taðeydnaðist við fyrsta skotiat fáa bjargingarlínu um-borð frá landi av,og longukl. 14.40 vóru 16 manskomnir í land, og tá vareingin á lívi eftir umborð.

Teir av manningini, sumkomu á land, vóru eisiniilla fyri eins og hinir, ikkiminst av kulda. Men herhøvdu bjargingarmennin-ir verið so framskygdir athava við sær eina fløskuav konjakk, sum fløvaðivæl í hesi støðuni.

Tað varð havt á orðimillum manna og í bløð-unum, hvussu óttaleysirmenninir á "Egill Rauða"høvdu verið, og mennundraðust eisini á, at teirtoldu kuldan so væl, soilla teir vóru klæddir. Hes-ir menn máttu so eisini tilgongu, men nú var fjøra,og teir kundu ganga eftirmølini, og hetta var mun-andi styttri og lagaligari.Teir gingu kortini bert tilbóndagarðin á Sletti, hag-ani Gisli var ættaður, ogher gistu teir. Hesinbóndagarður hevði staðiðtómur í fleiri ár, og tí varkalt, men har var komfýr-ur, og teir brutu av við-inum í húsinum fyri atkyka, so tað var skjótt attað gjørdist heitt. Men távóru teir eisini allir heiltfokkaðir.

Sagt varð um skiparan,at hann hevði verið teim-um ein góð fyrimynd í atskipa fyri bjargingini.Allatíðina meðan hon fórfram, hevði hann staðiðupp á brúgvartakinum,har hann skipaði fyribjargingini og hjálptimonnunum í bjargingar-stólin. Sjálvur var hannsum ein rættur skipari far-in frá skipinum sum tannseinasti.

Egil Reyði:

Eitt 50 ára minniTann 26. januar í 1955 hendi ein skipsvanlukka íÍslandi við íslendskum skipi, sum eins væl kundiverðið ein tann størsta vanlukkan í Føroyum. Hettavar tá "Egill Rauði" sigldi á land við 34 monnumuppi á Vestfjarðum. Av teimum vóru 19 føroyingar.Tað eydnaðist at bjarga 29 av manningini og 18 avføroyingunum, og var hetta eitt bragd, sum var nógvumtalað tá. Í Íslandi er fitt gjørt burtur úr, at tað núeru 50 ár liðin, síðan henda vanlukku hendi. M.a.

hevði blaðið á Vestfjarðum, Bæjarins Besta, 6 síðurum hendingina. Tað er úr hesi grein, vit hava tikiðfleiri av myndunum til hesa frásøgn. Vit halda nevni-liga, at hetta er ein hending, sum eisini eigur atverða minst her í Føroyum, ikki minst tí størstiparturin av manningini vóru føroyingar. Vit fara atendurgeva nakað av tí, sum er skrivað um hesahending. Høvuðskeldan er Sjómannadagsblaðið fyri1987.

Framhald á næstu síðu

Tórálvur Mohr Olsenvar við Egill Rauða.Hann kundi eins vælikki komið aftur.

Her sæst "Egill Rauði" liggjandi í sjóvarmálanum.

Page 18: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 18 Nr. 339 - 31. mars 2005

Tórálvur sigursoleiðis frá:Eg var her á Íslandi í1946-47, tá eg var 19 áragamal, og eg var fyrst ívinnu hjá Karvel Øg-mundarsyni í Ytri Njarð-vík. Um ársskiftið fór egtil Innaru Njarðvík og ar-beiddi á fiskavirkinumhar fram á summarið. Síð-an fór eg til Neskaupstað-in, har eg var við "Sleip-nir", sum seinni fórst mill-um Føroyar og Ísland. Sofór eg aftur til Føroyar ogvar við føroyskum trolar-um komandi árini. Ínovember 1954 kom egaftur til Íslands, og fór távið "Egill Reyða".Vit vórufimm føroyingar við. Vitfóru tveir túrar, men taðvar ikki nógvur fiskur. Vitkomu inn seinna túrin ídesember við hálvari last."Góðanes" kom inn umsama mundið. Vit koyrduokkara fisk umborð á"Góðanes", sum fór tilTýsklands at selja fiskin.Føroyingarnir vórðu sett-ir á land í Føroyum,so teirkundu halda jól heima.Tann 1. januar í 1955kemur "Góðanes" aftur áFøroyar, og tá fóru vit 19føroyingar á "Egill Reyða"yvir aftur til Íslands.Umborð vóru tilsamans34 mans. Vit fóru fyrst tilReykjavíkar, og síðan varfarið til fiskiskap. Veðriðvar ringt og fiskaríið vána-ligt. Ljósmotorurin rigg-aði ikki, og tí varð farið tilReykjavíkar at gera hannaftur. Síðani fóru vit útaftur og vestur á Halan.Veðrið var vánaligt, frostog nógvur vindur, so vitfóru undir Grønulíð atkroka. Ættin var norðan

við vindi og ringum sjógvi.Tann 25. januar roynduvit aftur at sigla út á fiski-mið, men her var nógvísing av skipinum.

Á veg framí lugarið...So vit vendu aftur og sigl-du aftur undir Grønulíð,men tá fóru vit á land.Skipið tók land beint áðr-enn klokkan seks, og távóru teir flestu í messuni.Eg hevði verið millumteir fyrstu at skaffa og ætl-aði mær fram í lugarið, ogtá eg kom fram undirbakkan – tá høgdi. Eg heltfyrst, at vit høvdu siglt áeitt annað skip. Eg fóraftur á dekkið. Tað varmyrkt, og eg sá lítið ann-að enn brimið. So eg fóraftur á bátadekkið, harmanningin var savnaðsaman. Skipið hevði bakk-að, tá tað brast,men tá tókí av nýggjum, og tá brotn-aði skipið beint við spæl-

ið. Eg minnist eldneistar-nar, beint sum tað brotn-aði.Tað var sum at síggjaeitt bál.

Bjargingarbáturinbrotnaði til allalukku…Bjargingarbáturin brotn-aði til alla lukku, tí varðhann settur út í heilumlíki, hevði hann brotnaðbeinanvegin, og hevðifólkið verið farið í hann,hevði lagnan hjá teimumverið hareftir.Tað var ikkimøguligt at vera á báta-dekkinum, so vit fóru allirinn á brúnna. Á veg upp ábrúnna fóru fýra mansfyri borð, tí sjógvuringekk so nógv yvir aftur-skipið. Hesir vóru allir ís-lendingar, og so syrgiligtvar tað, at tríggir av teim-um vóru úr sama húsi íNeskaupstaði, faðir, sonurog versonur.

Eg fór inn í bakborðs-gangin, men sjógvurin

náddu meg eisini her, soeg skolaði aftur og fram,men at enda fekk eg fast íspælið. Tá vóru brotnaðupartarnir av skipinumfarnir at førka seg fráhvørjum øðrum.Hevði egtá farið niður ímillum,hevði eg onga søgu havtat fortelja. Men eg fekkhildið fast í spælið, sumvar aftanfyri brotið,og taðeydnaðist mær at sleppaupp á brúnna.Tá hevði egmist stivlar og hosur, sumvóru skolaðir av mær. Soeg var skóleysur, inntil egvarð bjargaður. Tað frystiso illa, at eg føldi ikkibeinini uppi á mær. Egfekk kortini ongan skaðaav fótafrostinum, menhúðin varð frostbrend oghekk í lepum, og tað tóklanga tíð, áðrenn hongróði aftur.

Vit vóru 29 mans ábrúnni og í leytaranumniður til skiparakamarið,sum var fult av sjógvi.Herstóðu vit í 18 tímar ogfingu ikki rørt okkum.

Vit vóru allir illa klædd-ir. Nógvir vóru í berariskjúrtu. Men eg var ítroyggju. Men tað vareydnast øllum at sleppa íbjargingarbelti, og tað vareitt sindur av lívd í tí.Menafturat tí vóru vit allirdálkaðir av oljuni, sumvar likin úrtangunum. Tá skipiðklovnaði, rann svart-oljan úr tangunum,og vit vóru allirsvartir sum nek-arar. Tað sástbara tað hvíta íe y g u n u m !Men oljanhevur uttaniva lívgað

okkum eitt sindur eisini.Og so høvdu vit hitan avhvørjum øðrum, tí vitstóðu so tættir saman.

Afturparturin á skip-unum lá soleiðis, at stýri-borðssíðan lá niðri í brim-inum, og hallið var sonógv, at tað breyt ábrúnni, men eydnan hjáokkum var, at afturpartur-in lá á einum skeri, annarsvar tað koppað. Damp-ketilin var farin niðurgjøgnum skipið, og aftur-parturin rillaði á sker-inum.

Skipið var strandað áflóð. Vit tosaðu um, hvatið var at gera. Nógvirhildu, at møguleiki var atkoma upp á land bein-leiðis av vrakinum.Orsøk-in til hetta prát var, at vitóttaðust fyri, at afturpart-urin á skipinum fór atkoppa, tá tað aftur fór atfløða. Vit vóru tríggir ellafýra, eg var ein teirra, sumvóru valdir at fara yvir íbakborðsgangin at hyggjaniðan í fjøruna eftir hes-

um møguleikanum.Tað var svarta myrkur

og kavarok, og brimiðbreyt í fjøruni.Tað er iva-samt, um tað í heila tikiðhevði eydnast at komið áland.So semja gjørdist umat vera verandi umborð.Og hetta var eisini einrøtt avgerð. Vit høvdufryst í hel, um vit vórufarnir í land.

Fram á náttina var kava-ódnin so tjúkk, at vit sóuikki ljósinum frá skip-unum, sum lógu útfyri,men sum frá leið fór atrivast í kavarokinum, atvit fóru at síggja ljósið fráljóskastarum.Tástani vistuvit, at vit vóru funnir.

Mær er sagt, at tað varGrimsbytrolarin "Anda-nes", sum fann okkumfyrst. Hann hevði eisinigóðan radara og hevðisterkan ljóskastara. Eghaldi eisini, at skipið varnýtt.

Fyrsta hjálpin kemurSíðani kom ein lítil báturtil okkara. Hann var 15-20tons og kallaðist "And-vari". Hann kundi komanærri til okkara enn teystørru skipini,og vóru taðikki meira enn 100 metr-ar millum teir og okkum.Tað var ikki ráðiligt hjáhonum at koma nærri, tíher vóru bæði boðar og

sker.

Tórálvur greiðir frá:

Bjargaður skóleysurEin av føroyingunum, sum var við, var Tórálvur Mohr Olsen av Sandi. Í íslendska Sjó-mannadagsblaðnum fyri 1987 hevur Tórálvur eina frásøgn um, hvussu hann upplivdihetta. Hesum hevur hann eisini greitt frá í útvarpinum fyri nøkrum árum síðani.

Hetta vóru fyrstu tíðindini um vanlukkuna íMorgunblaðnum.

"Egill Rauði".

Her sæst staðið, har trolarin fór á land. Her er eins illa atkomiligt, sum taðsær út.

Guðmundur Ara-son er annar

av íslending-unum, sumlivir eftir.

Hann hevurgreitt frá

hendingini tilíslendskt blað.

Page 19: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Teir á "Andvari" royndubeinanvegin at skjóta línuyvir til okkara, men taðvar so nógvur vindur, atlínan feyk burtur frá okk-um.Teir skutu fleiri ferðir,og tað eydnaðist at endaat fáa samband við sein-asta skotinum, sum teiráttu. Soleiðis er sagt mærfrá. Hetta skotið mundieisini miseydnast. Eg varein av teimum fýra-fimmmonnunum, sum vóruuppi á brúgvartakinum attaka ímótu bjargingarlín-uni. Og her skuldi siktastvæl, tí tað einasta, sumkundi bjarga okkum, var,at línan rakti sjálva brúnna.Um hon rakti aðra staðniá skipinum høvdu vit ikkisloppið framat henni, tíalt var undir í sjógvi.Fjórðu ferð kom línan eis-ini á brúnna, men glappútav, áðrenn vit finguhendur á henni. Men távar tað so heppið, at línanhekk føst í eini lykt ellaonkrum tílíkum framman-fyri á brúnni, og tá finguvit fatur á henni. Fyrstiparturin av eini bjarging-arlínu er tunn og løtt, oghon verður nýtt til atdraga sjálva bjargingarlín-una, sum er tjúkkari ogtyngri. Tað gekk væl atdraga ta tunnu línuna,men tá tað kom til ta sver-aru gjørdist tað tyngri, ogtað gekk ongan veg.Línanvar hál – innsmurd í olju –og gjørdist eisini føst íbotn. Men so koyrdu vitendan á línuni inn ábrúnna, og tá fóru allir atdraga, sum vóru har, ognú gekst betri, og línanvarð fest í radaran. PeturHafsteinn Sigurðsson, 2.stýrimaður, var fyrstur ístólin. Hann druknaðiannars fyrst í 1957 við"Góðanes", tá hann sumskipari sigldi á Flesjarnarút fyri Nes/Toftir.

So var at fara at stjóramenninar umborð á "And-vara". Vit fóru í stólin frábrúgvartakinum. Høgt varfyri, so vit komu í fyrstaumfari niður í oljudálkaðasjógvin.Tá stóð á okkum.Tað ráddi um at halda særfast, tá ein var komin ístólin. Maðurin, sum fórundan mær, Sofus Skora-líð, sum var úr Dali, mistitakið, og datt úr stólinumá sjógv, og vit sóu hannikki aftur. Annars var taðskiparin, sum skipaði fyrií hvørji røð, vit fóru í stól-in.

Eg gjørdist nærum íørðviti, tá eg fór í stólin,og hetta mundi kostamær lívið.Eg fór øvugtur ístólin, og eg mundidruknað.Tað stóð so mik-ið á mær, tá eg var driginmóti sjónum, at stólurinmundi koppað, og egmundi farið. Men tá vareg komin so nær "And-vara", at teir fingu hálað

meg upp aftur, og eg fekkandan aftur.

Eg kom so umborð á"Andvara", og her fekk eggóða móttøku. Fekk kaffiog turr klæði, og so kombátur frá sjóverjuskip-inum "Ægir" og flutti okk-um umborð á trolaran"Jørund". Har bíðaðu viteftir teimum, sum vórðubjargaðir í land, men teirkomu so at gista á bónda-garði um náttina. Morguneftir vórðu teir førdir um-borð á "Ægir".Tá var gottveður, og tá komu vit allirtil Ísafjarðar. Summir okk-ara fóru á sjúkrahúsið atfáa viðgerð fyri snuddir-nar, sum vit høvdu fingið.Síðan fóru vit allir um-borð á "Ægir", sum fluttiokkum til Reykjavíkar.Áðrenn vit løgdu frá, fórLeivur Clementsen upp ákeysina og helt eina røðu,har hann takkaði íslend-ingum fyri bjargingina ogfyri ta einastandandi mót-tøku, teir høvdu fingið áÍsafjørðinum. So legðihann fyri at syngja sangin"Harra Gud, títt dýra navnog æra", og allir føroying-arnir tóku undir við hon-um.Tá vóru tvey samdøg-ur liðin frá tí, "Egill Rauði"hevði rent á land. Íslend-sku bløðini gjørdu nógvburtur úr fráferðini.

Stórfingin móttøkaí ReykjavíkÍ Reykjavík fingu vit einastórfingna móttøku m.a.við danska sendiharra-num í Íslandi. Dagin eftirfekk íslendska bjargingar-tænastan takkarfjarrit fráføroyingum, har sagtvarð: "Føroyskir sjómennog húski teirra takkainniliga bjargingartæn-astuni, øllum bjarging-armonnunum og øðr-um, sum hjálptu til atbjarga sjómonnunum á"Egill Rauða".

Teir munnu hava tøkk-ina uppiborna, tí á íslend-ska sjómannadegnum hettaárið varð samtykt,at bjarg-ingartiltakið undir Grønu-líð var størsta og vanda-mesta á árinum, og teirfingu eisini heiðursmerkifyri avrikið.

Í Reykjavík máttu vitbíða ein heilan mánað,áðrenn vit sluppu heimvið "Drotningini".Tá kom-ið varð á Havnina, var far-ið beinleiðis til minning-arhald í Havnar kirkju,harKristian Osvald Viderø,

prestur, prædikaði.Eg varð skjótt frískur

aftur í fótunum, og tá fóreg við týskum trolara,sumfiskaði undir Grønlandi.

Tann druknaði føroy-ingurin, Sofus, varð funn-in nakað seinni, og líkiðav honum kom eisiniheim við "Drotningini".Hann gjørdist seinastidalbingur, sum varð jarð-aður í kirkjugarðinum íHúsavík. Tá fekk Daluregna kirkju. Sofus gjørdistbert 30 ára gamal. Eftirhann sat einkja við árs-gamlari dóttir.

"Góðanes" og "EgillRauði" vóru kompaníbát-ar. Fyritøkan, sum átti teir,er tann sama sum Silda-vinnslan í dag, og sum vithøvdu eina frásøgn um í2002. Bæði skipini fóruteirra lagnutúr avstaðnýggjársdag. Síðan tá ereinki av skipunum hjáfyritøkuni farið av avstaðnýggjársdag.

Hetta var so frásøgninum "Egill Rauða". Honkundi verið ein av teim-um stóru sorgarleikunumí bæði føroyskari og ís-lendskari fiskimannasøgu.Men hetta er so aftur eittdømi um, hvussu nógvmenniskjað kann standaímóti,og eisini um hvussunógv menn kunnu leggjafyri, tá tað veruliga ræðurum at hjálpa.

Tí eiga vit eisini atminnast eina slíka hend-ing, og hvør er nærri tiltess enn blaðið hjá fiski-monnum?

Síða 19Nr. 339 - 31. mars 2005

Tann 30 ára gamli Sofus Skoralíð varføroyingurin, sum ikki bjargaðist.Eftirhann sat kona við ársgamlari dóttir.

Sofus saman við dóttrini Jónu, sum ídag býr í Leirvík.

Gisli Jónsson, sum var vegvísari hjá bjargingarliðnum.

AAffttaassttaa rraaðð::1. Símun Elias Christiansen,

Havn.2. Sigurd Hentze, Skopun.3. Jallgrim Nielsen, Havn.4. Adrian Hentze, Skopun,

pápi nr. 2.5. Karl Tausen, Runavík.6. Hildibjart Olsen, Skálavík.7. Berg Nielsen, Havn.8. Símun Joensen, Gjógv.9. Hilmar Larsen, Dalur.

MMiiððrraaððiiðð1. Íslendingurin Axel Óskarsson.

Hann er annar av íslending-unum sum livir eftir.

2 Vittus Zachariassen, Sand.3. Ólavur Joensen, Skopun.4. Íslendingur av føroyskari ætt.5. Johannes Jacobsen, Runavík.6. Leivur Clementsen, Skopun.7. Johan Peter Petersen, Skálavík.8. Tórálvur Mohr Olsen, Sandur.9. Íslendingur.

FFrreemmssttaa rraaðð::1. Evald Viderø, Sandur.2. Íslendingur.3. Íslendingur.4. Skiparin á Egill Rauða.5. Íslendingur, var skipari á

Góðanes og doyði, tá hannsigldi á Flesjarnar.

6. Sofus Gjoveraa. Íslendingur avføroyskari ætt.

7. Egin Ørvarodd, Sandur.8. Olrik Christiansen, Havn.9. Íslendingur.

Her eru teir flestu av monnunum avmyndaðir inni á skrivstovuni hjá Bjargingarfelagnum í Reykjavík.Tórálvur hevur staðfest hvør ið er hvør.

Summir av monnunumhava bind um hondina.

Hetta er av skaða teirfingu, tá teir hildu neyð-

rakettunum, tá tær vórðusendar avstað.Av føroy-ingunum liva fýra eftir,og teir eru Leivur Clem-entsen, Hilmar Larsen,Egin Ørvarodd og Tór-

álvur Mohr Olsen.

Page 20: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 20 Nr. 339 - 31. mars 2005Síða 20

Frágreiðingin roynir atsvara spurninginum, hvíso nógvur rundur feskurfiskur fer av landinum, ogniðurstøðan er, at føroy-ingar ikki hava tikið neyð-uga stigið, sum er atintegrera seg fram í virðis-ketuna fyri á tann hátt atfáa atgongd til distribu-tiónskanalir og vitan umbæði framleiðslu og markn-að. Vinnuhúsið metir, athetta ikki er einasta or-søk, men er ikki ósamtvið sendistovuna. Megintrupulleikarnir kunnubýtast í tvey. Annar er, atføroyingar í ov lítlan muntaka marknaðaratlit, oghin er, at fiskivinnan hev-ur bygnaðarligar trupul-leikar.

Her skal tó fyrst nevn-ast, at proformasølurnarseinastu tíðina hava gjørt,at nógvur fiskur fer óvirk-aður av landinum, uttanat føroysk virkir havamøguleika at bjóða.

Hetta merkir, at eisinifiskur, sum lønandi kundiverði virkaður í Føroyum,fer óvirkaður av land-inum.

4.1 MarknaðaratlitFøroyingar hava ikki settbrúkaran sum miðdepil,men hava flutt seg frá atvera ein týðandi viðspæl-ari á bretska marknað-inum til at vera ein rá-vøruútflytari.

Frágreiðingin nevnirTjaldur, sum Faroe Sea-food hevði í Grimsby,sum dømi. Tá høvdu før-oyingar beinleiðis at-gongd til stóru handils-keturnar í Bretlandi, ogføroyingar sendu tí stóranpart av toskinum og hýs-uni til hetta virkið.

Gulleggið, sum taðverður kallað, glapp før-oyingum av hondum und-ir kreppuni, og íslending-ar umsita tað í dag. Síðanikreppuna hava føroying-ar farið beinleiðis øvugtavegin enn eitt nú íslend-ingar. Íslendingar havaintegrerað skip og virkir íÍslandi og hava síðanikeypt virkir á marknað-inum fyri at klára seg íkappingini.

Hetta gevur teimumgóða stýring av útvegan-arketuni av grunni atmunni.

Menningin í Føroyumhevur verið beint tannøvugta.Vinnan og politik-arar hava sæð tað sumskilagott at hava eitt skottímillum sølu og framleið-

slu og framleiðslu ogveiðu. Frágreiðingin met-ir, at hetta er ein beinleið-is skeiv gongd, og hettaskyldast, at føroyingarhava skeivan hugburð.

Fyri nøkrum fáum ár-um síðani var hetta sæðsum ein styrki hjá føroy-ingum, tí hendan skipan-in skapti kapping í hvørj-um liði, og øll lið vórunoydd at tillaga seg fyri atfáa sum mest burturúr.Avtí at partarnir í virðisket-uni eru soleiðis sundur-skildir,og ongar avtalur erímillum hesar partar, menat meginparturin av søl-uni er á tí sokallaða "spott-marknaðinum", megnarhvør partur í virðisketuniikki at sæta sær á markn-aðinum og hevur ikkiorku til at koma inn ogpositionera seg á bretskamarknaðinum.

Vinnuhúsið skilir boð-skapin hjá sendistovunisoleiðis, at stundin erkomin til at vertikal-integrera fiskivinnuna aft-ur (t.v.s. sambinda skip ogvirki) ella í øðrum lagi atgera strategiskar avtalur.

Frágreiðingin kemur tilta niðurstøðu at framleiðanýggjar vørur til nýggjarmarknaðir. Í hesum til-mæli er ein sera stórurvági, tí bæði at framleiðaein vøru, sum vit ikkiduga, sum er, og at farainn á marknaðir, sum vitikki kenna, kann lætt mis-eydnast. Bretar hava før-leika bæði til at framleiðahesar vørur og hava ordr-ar til vøruna.Tá ið teir sostanda undir liðini á før-oyingum á bryggjukant-inum og skulu keypa rá-vøru, vilja bretar sjálvsagtvinna kappingina um rá-vøruna.

Tí er kanska skilabestog sum John Rajani legðiupp til í framløguni áHotel Hafnia, antin atveiðuliðið og framleiðslu-liðið og liðugtvøruliðiðkeypa seg inn í hvørt ann-að ella at strategiskar av-talur verða gjørdar ímill-um hesi liðini. At bjóðabretum at koma til Føroyavið sínari vitan og fram-leiða fiskin í Føroyum ellaí Bretlandi kann vera eingongd leið.

Frágreiðingin leggurupp til, at føroyingar flytaseg longur fram í virðis-ketuni fyri at kunna verðakappingarførir aftur. Tóverður ikki nevnt, at einpartur av virðisketunikann vera í eitt nú Kina.

At føroyingar veiða fiskinher, framleiða hann í Kinaog flyta hann inn aftur tilBretlands fyri síðani atselja hann sum føroyskaliðugtvøru úr toski.

4.1.1 Marknaðar-samskipanFrágreiðingin leggur dentá, at føroyingar manglamarknaðarvitan, sølu ogdistributiónskanalir.

Vinnuhúsið vil tó við-merkja, at óansæð umvøran verður framleidd tilvanligt flak ella verðurframleidd til liðugtvørur,verður tað altíð meiri løn-andi at framleiða ein partella alla framleiðsluna íláglønarlondum.

Einasta framleiðsla, sumkann gerast í Føroyum ogikki í láglønarlondum erfesk framleiðsla. Føroy-ingar kunnu røkka bret-ska marknaðinum sjóveg-is innanfyri eitt døgn. So-statt er hetta einasta fram-leiðslan sum enn ikki erávirkað av alheimsgerð-ini, um sæð verður burt-urfrá upptinaðum fiski.

Føroyingar hava taptkappingina um landfrystuframleiðsluna við lágløn-arlond og hava ikki megn-að at flutt framleiðslunaav hesum vørum til lág-lønarlondini. Hetta er or-søkin til, hví so nógvurrundur fiskur fer av land-inum.

Men rundi fiskurin ferikki til láglønarlond, mentil Bretlands. Hvat megnabretar, sum føroyingarikki megna?

Frágreiðingin sigur, atbretar eru longri frammi ívirðisketuni,har selt verð-ur í smáum til bretskarkeyparar. Her eru tveyviðurskiftir, sum gera seggaldandi:

Annað er, at keyparareru longri frammi í virðis-ketuni, og tí er neyðugtkanska at hava einadistributión í Bretlandifyri at røkka hesum kund-um. Eisini er neyðugt atútvega hesum kundumvørur, sum ikki koma úrFøroyum, men úr øðrumlondum. Føroysk virkirmegna ikki at røkka hes-um keyparum beinleiðisúr Føroyum og hava ikkinóg breitt vøruúrval.

Hitt er, at keypsatburð-urin hjá hesum keyparumer, at teir vilja hava smáarleveringar fleiri ferðir umvikuna, sum merkir, atflutningurin úr Føroyumikki er nøktandi. Hetta

merkir, at útveganin verð-ur gjørd í Bretlandi.

Bretar hava sostattmegnað at hava eina øðr-vísi framleiðslu enn lág-lønarlondini hava. Bret-sku kappingarneytarnir:

- hava lagt seg eftirfeskum úrdráttum

- hava flutt seg longurfram í útveganarketuna,har neyðugt er at havaeina útveganartrygdhvønn dag í árinum

- kunnu bjóða eina viftuav vørum úr ymsumlondum.

Viðmerkjast skal, at Bret-land kann kanska roknastsum eitt láglønarland ímun til Føroyar. Lønar-spjaðingin í Bretlandi erso mikið stór, at tey ófak-lærdu, sum virðisøkja fisk-in í Bretlandi, fáa lægritímaløn enn ófaklærd íFøroyum. Var lønarlagið íBretlandi á sama støði,sum í Føroyum fór allar-helst minni av rundumfiski av landinum.

4.1.2UndirstøðukerviFyri at føroyingar skuluhava møguleika at røkkahesum partinum av markn-aðinum, sum bretskukappingarneytarnir virkaá, er neyðugt, at føroying-ar antin framleiða fiskin íBretlandi og breiða hannút, sum bretar gera í dag.

Ella at føroyingar virkafiskin í Føroyum fyri síð-ani at senda hann niður ámarknaðin.

Hendan seinna ætlaninsetur sera stór krøv tilundirstøðukervi. Neyðugter at hava samband ímill-um Bretland og Føroyar,sum hevur høgan títt-leika. Hetta er ikki bú-skaparliga møguligt í løt-uni, og tí er torført at fáaeyga á hann. Hin er, atfløkini vera send niðurvið skipið einaferð umvikuna fyri síðani at verabreidd út á marknaðin ísmáum hvønn dag í vik-uni. Trupulleikin við hes-ari ætlan er, at haldbariverður ein forðing, tí flakheldur sær væl styttri ennrundur fiskur.

Frágreiðingin leggurdent á, at føroyingar ikkikunnu kappast við íslend-ingar við feskum fløkumuttan so, at fiskurin verð-ur flogin inn. Í dag er tor-ført at fáa eyga á, at hend-an rutan skal koma atbera seg, og Atlantsflog

gjørdi eina roynd í heyst,men legði frá sær, tí ítøki-ligi áhugin úr vinnuni vartorførur at fáa eyga á.

Føroyar liggja hinveginbert 24 tímar frá Bret-landi við einum skjótt-gangandi skipi, sum kundiverið ein bíligari loysnenn ein flogbrúgv.

Ein annar møguleiki erat granska í pakningi, sumkann leingja haldbari avfeskum flaki. Eitt nú kannávís viðgerð geva flak-inum nakrar dagar longrihaldbari, sum kann loysatrupulleikan við sjóvegis-flutningi.

4.1.3 Marknaðarførslaav føroyskum fiskiFøroysk fiskivinnan mátaka í egnan barm ogásanna, at lítið og einki ergjørt við at marknaðar-føra føroyskan fisk fyri atpositionera hann í fatan-ina hjá bretum sum nakaðserligt. Føroyingar havasjálvsagt eitt umdømi avtí fiski, sum altíð hevurverið og verður sendur tilBretlands, og frágreiðing-in sigur, at bretar fata før-oyskan fisk sum góð góð-ska. Føroyingar hava hin-vegin megnað at position-era sjófrysta toskin úrBarentshavinum í fatan-ina hjá bretum, har hend-an vøran hevur ein ser-tokka og heystar harviðein góðan prís.

Men toskurin og hýsanundan Føroyum hevurikki nakran sertokka. Før-oyingar eiga í nógv størrimun at leggja dent á atmarknaðarføra góða før-oyska fiskin.

Fyri at vera við er neyð-ugt, at heilsueginleikarnirá vøruni er so góðir sumgjørligt. Eisini er ein for-treyt fyri at vera við, atsporføri verður gjøgnum-ført av grunni at munni.

Burðardygg fiskiveiðakann vera lykilin hjá før-oyingum at lyfta seg úrfjøldini á bretska markn-aðinum. Verður føroyskafiskidagaskipanin góðkendog fær eina MSC-góð-kenning kann tað veraeitt serligt høvi at takafram í marknaðarføringiniav føroyskum fiski ogkann geva føroyskumfiskivinnu ein kappingar-fyrimun.

Hendan uppgávan erhjá tí almenna, og eináheitan til landsins mynd-ugleikar er at marknaðar-føra fiskidagaskipanina ábesta hátt og fáa hana

góðkenda av umheim-inum. Einki nyttar umbara føroyingar meta, athon er góð, tí keypararseta størri og størri krøvtil burðardygga veiðu ogteir gjalda jú fyri vøruna.

4.2 Bygnaðartrupul-leikar í fiskivinnuniSpurningurin, sum Vinnu-húsið setir sær,er,hví hev-ur veiðuliðið og fram-leiðsluliðið ikki lagt sam-an, um tað er rætti vegur-in fram?

Møguliga tí, at føroying-ar enn minnast kreppunaog vilja tí ikki taka nakaðav tí, sum var. Kreppanvar kanska ikki orsakaðav, at liðini vóru integrer-að, og at meginparturinvar selt ígjøgnum einafyritøku, men orsøkin varkanska meira allur studn-ingurin, sum var inni ívinnuni, sum gjørdi, atvinnan ikki tillagaði seg.

Føroyingar hava kanskalatið seg blinda av, atvertikala integreringin,sum var í 80-unum, varein av orsøkunum tilkreppuna og skal tí ikkihenda aftur.

Eisini hevur vinnan havtnøkur framúr góð ár íseinastuni vegna góðanfiskiskap og góðar prísir,og tí hevur leiðslan í fiski-vinnuni kanska ikki veriðtilskundað til at leggjastrategiskar ætlanir fyriframtíðina.

Høvuðsorsøkin er kanskahon, at meginparturin avfiskivinnuni á landi er áalmennum hondum oggevur tí ikki møguleikarfyri samanleggingum ellastrategiskum samstarvi.

Avgerðin liggur hjávinnuni og hon skal til attaka rættar strategiskaravgerðir fyri framtíðina.Men neyðugt er, at leiðsl-urnar í ymsu fyritøkunumkunnu taka tílíkar avgerð-ir.

Fiskavirking, Fiskasølanog JFK eru tær stóru fiski-vinnufyritøkurnar í Før-oyum.

Hesar tríggjar fyritøkur-nar samanvið teimumstóru reiðaríunum í Før-oyum eru kanska tær fyri-tøkurnar,sum kundu tikiðtey stóru tøkini inn á bret-ska marknaðin og endur-vunnið ta positión, sumføroyingar einaferð høvdu.

Ein stór forðing fyri tí,er, at hesar fyritøkur erualmennar og tí ikki havamøguleikan til at takaeina tílíka avgerð. Tær

Trupulleikin við rundum fiskiVinnuhúsið hevur gjørt sínar viðmerkingar til ta lýsing, sum okkara umboðsstova í London hevur gjørt avokkara marknaðarstøðu í Bretlandi. Vit endurgeva tann partin sum snýr seg um tann runda fiskin. Viteru kanska ikki púra samd í øllum, men hetta er eitt gott íkast til kjakið um hendan spurningin:

Page 21: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 21Nr. 339 - 31. mars 2005

hava ikki atgongd tilstørri kapital,sum er neyð-ugur í einari tílíkari stra-tegiskari ætlan.Eisini skulutær taka samfelagslig atlit,tí tær eru almennar ogstórar í føroyskum høpi.Hetta bindur leiðslurnarfrá at taka skilagóðar av-gerðir fyri raksturin – eittnú at flyta framleiðslunatil láglønarlond.

Í føroyskum høpi erunøkur stór reiðaríir í Før-oyum. Spurningurin er,hví hesi ikki hava keyptseg inn í framleiðslu ogsøluliðið í Bretlandi fyriharvið at røkka einumhægri og støðugari prísi.Trupulleikin í veiðulið-num er tann sami sum hjáalmennu fyritøkunum.Reiðaríini hava bert at-gongd til føroyskan kapi-tal, tí lógarfestar avmark-ingar eru fyri íløgur ífiskivinnu á sjógvi. Reið-aríini kunnu ikki leitaeftir vágafúsum kapitaliuttanlands, sum skal tilfyri at keypa seg inn ívirðisketuna í Bretlandi.

Skipanin við einum fjøl-broyttum flota í Føroyumog lítlari og ongari um-setiligheit ímillum skipa-bólkar viðførir, at veiðu-flotin ikki í stóran munkann tillaga seg og fáafiskin úr sjónum á bílig-asta hátt.Við hesum skip-anum er flotin ikki einskappingarførur sum flot-in í grannalondunum.

Eitt nú hevði fremm-and arbeiðsmegi bæði á

sjógvi og landi bøtt mun-andi um raksturin av før-oysku fiskivinnuni.

5. Niðurstøðan hjáVinnuhúsinumVinnuhúsið metir, at lýs-ingin og niðurstøðan sumfrágreiðingin kemur til ersera áhugaverd og er eittskot bæði til vinnuna ogtann politiska myndug-leikan.

Avgerðin liggur hjávinnuni, og hon skal til attaka rættar strategiskaravgerðir fyri framtíðina.Men neyðugt er, at leiðsl-urnar í ymsu fyritøk-unum kunnu taka tílíkaravgerðir.

Vinnuhúsið metir tí, atbroytingin, sum politiskimyndugleikin skal gjøgn-umføra, er at einskiljaallar fiskivinnufyritøkur-nar.

5.1 Boðskapurin fráVinnuhúsinumBoðskapurin frá Vinnu-húsinum, sum er bygdurá frágreiðingina frá sendi-stovuni, er hann, at ongarpolitiskar bindingar skuluvera av bygnaðinum ífiskivinnuni.

Fiskivinnan skal sjálvtillaga seg kappingina, tíso verður hon tilskundaðav altjóðagerðini til attaka rættu avgerð, sum íhesum førinum kann verasamanlegging av veiðu-,framleiðslu- og sølulið-num.

Fíggjarmálaráðið hevurjúst lýst eina hækking avsamdøgursfrádráttinumhjá teimum, sum arbeiðauttanlands, antin tað er álandi ella við skipum.

Vit endurprenta kunn-gerðina, so teir, sum havaáhuga, hava møguleikafyri at kunna seg um inni-haldið í henni.

Talan er um ta upp-hædd, sum menn kunnutrekkja av fyri allar tærútreiðslur, sum eru av atarbeiða uttanlands, sumt.d. ferðing, proviantur ogalt annað.

Upphæddin er hækkaðúr kr.100 í kr.300 pr. sam-døgur. Hetta er sjálvsagtútmerkað, og er eitt stórt

framstig hjá teimum, sumhetta viðvíkir.

Hetta er eitt mál, sumvit hava arbeitt nógv viðsaman við fiskimonnumuttanlands. Men tannspurningur, sum vit fyrstog fremst hava sett fing-urin á,er,hvussu inntøkurhjá fiskimonnum uttan-lands verða skattaðar. Hjáfiskimonnum, sum rindaproviantin sjálvir, hevur íártíggir verið tann reglagaldandi, grundað áskattalógina, at mennverða skattaðir av inntøk-uni, sum er eftir, tá provi-antur er goldin. Hettahevur umsitingarliga ver-ið broytt til, at skatturinskal gjaldast av upphædd-

ini áðrenn proviantin.Hetta hevur merkt, at taðeru fiskimenn, sum í veru-leikanum ikki hava fingiðeitt oyra í samdøgursfrá-drátt, tí tær 100 kr. havaverið mótroknaðar somuupphædd í provianti pr.dag. Vit meta hetta heiltgreitt at vera í stríð viðlógina, men tað er nærumógjørligt at fáa tað stað-fest við teirri viðgerðar-tíð, sum er av einum slík-um máli. Sigast kann, athenda hækking loysir aavv--lleeiiððiinnggiinnaa av hesi umsit-ing, men loysir ikki taðprinsipiella í málinum,sum vit meta vera seraumráðandi at fáa staðfest.

Men tað skal eisini sig-

ast, at hetta vísir aftur,hvussu lítið skipað hettasamfelagið er. Samdøgurs-frádrátturin jonglerar uppog niður við fleiri hundr-að krónum um dagin, hó-ast hann er ætlaður atgjalda útreiðslur, sum altannað líka eru konstantar.Eitt annað er so tað, at frá-drátturin er tann samiuttan mun til, um tað erufiskimenn ella handverk-arar, sum eru undir seraymiskum umstøðum, oghann er eisini tann samiuttan mun til útreiðslur-nar hjá viðkomandi. Taðer møguligt, at hetta ereinfalt, men tað er als ikkivist, at hetta er rættvíst.

Samdøgursfrádrátturin hækkaður

Tað hevur víst seg, at taðber næstan ikki til at rekavinnupolitikk í Føroyum.Í hvussu er ikki vinnu-politikk, sum kostar nak-að. Tað vísir seg, at uttanmun til uppskot á tí øki-num, so liggur alt tvørtfyri.Tað er í lagi, at summ-ir eru ímóti at stuðlanøkrum sum helst, og atteir vilja taka avleiðingar-nar av hesum.

Tað verra er, at almennaumsitingin tykist at rennaørindi hjá teimum, sumhava hesi sjónarmið, sumt.d. í WTO málinum. Herfór umsitingin enntá so

langt sum at tileinkisgerasjónarmið, sum stuðlaðuføroyskum avgerðarrættiá hesum økinum.

Samstundis verðurstuðul latin alla aðrastaðni til fiskivinnuenda-mál. Hetlendska heima-síðan The Shetland Newshevði tann 22. mars einagrein um júst tann stuðul,sum verður latinfiskivinnuni í Skotlandigjøgnum ES. Her eru jústbýttar út einar 60 mill. kr.í studningi.

Av hesum eru einar 10mill. býttar út í Hetlandi,og hesar er farnar til 9

fyritøkur av ymiskum slag.Sum dømi kann nevnast,at eitt flakavirki hevurfingið eina millión atkeypa eina Baader trimm-ing maskinu,og hetta gev-ur sjálvsagt hesum virkimunandi betri møguleik-ar at kappast um fiskin.Eisini við føroysk virki,sum koma í eina verrikappingarstøðu, tí taðskal vera ólógligt at lataenntá studning, sum kem-ur aftur til samfelagið.

Men hetta er eisinimeira bekvemmiligt fyriføroyskar myndugleikar.Hetta er jú ein "góð"

undanførsla fyri einki atgera.

Men hetlendingar fegn-ast um, at tað á hendanhátt er gjørt møguligt atmenna fiski- og alivinn-una í Hetlandi, soleiðis athon kann útvega ogtryggja arbeiðspláss ogharvið stuðla nýggjumvinnumøguleikum.

Hetta er tað sama, sumvit ttoossaa um í Føroyum,men sum vit einki geravið. Mótsett t.d. hetlend-ingum.

Víst lata aðrir stuðul til fiskivinnuna

Page 22: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Manningarmyndin í seinasta blað er av "Queen", tikin í1927/28.Hans Pauli Poulsen við Ljósá átti hetta skipið.Hann hevði keypa hana frá Olaf á Stongunum í 1921,og hon fórst undir Íslandi,har hon varð ásigld uttanfyrihavnina í Vestmannaoyggjunum í 1933.

Menninir eru hesir:1. Dánjal Joensen, Dallin hjá Mouritsi,Vágur.2. Andreas Mortensen,vanliga nevndur Dia av Argjum.3. Dia, úr Havn.4. Andreas Poulsen, Ljósá.5. Hans Jakku hjá Dánjali, Eiði.6. Petur Otto Ellingsgaard, Eiði.7. Jógvan á Lofti, Eiði, seinni Ljósá.8. Emil uppi í Stovuni, Eiði.9. Jens Mikal Jensen,Tjørnuvík.

10. Sofus Poulsen, Ljósá.

11. Óla Jákup í Mirmansstovu, Eiði.12. Jógvan Poulsen, Ljósá, fórst við "Tór 2" undir

krígnum.13. Jóhannes hjá Poul uppi í Stovu, Eiði.14. Jákup av Norðskála.

Síða 22 Nr. 339 - 31. mars 2005

TToorrlleeiiff JJoohhaannnneesseenn

GGUUÐÐSSOORRÐÐ

Og sí, tá var landskjálti mikil,tí at ein eingil Harrans kom niður avhimli og steig fram og velti steinin

frá og setti seg á hann.Matt.28,2

Tað er páskamorgum, tann fyrsti í heimssøguni. Ílýsingini eru tvær kvinnur ávegis til Jesu grøv.Størsti trupuleiki teirra var ikki, at Jesus var deyð-ur,men tann stóri steinurin, sum skilti frelsaran fráteimum.Tær megnaðu ikki at rulla hann frá grav-armunnanum, kejsarin "heimsmaktin" hevði settsítt innsigli á steinin og sett vápnaðar vaktar-menn.

Kvinnurnar høvdu neyvan gjøgnumhugsað allarforðingarnar, tí so vóru tær ikki farnar. Kærleikintil Jesus dreiv tær avstað við vælangandi urtum.

Kortini koma tær til opna grøv. Stúran teirra bleivgjørd til skammar. Eingilin frá himli hevði veltsteinin frá og sett seg á hann. Jesus hevði ikki tørvá opnari grøv fyri at rísa upp. Hann, sum gekkgjøgnum læstar dyr, kann ganga gjøgnum klettar,um tað er neyðugt.Við himmalkraft var steinurinveltur frá, meðan vaktarmennirnir lógu sum deyð-ir. Í síni "almakt" hevði keisarin og alvápnaðu her-menn hansara gloymt at rokna við himmalkraftini.Tí kundu Jesu óttafullu og veiku vinir síggja tatómu grøvina, síggja Guds undur, mátt og frelsu-ætlan.

Kvinnurnar undraðust. Vit undrast við og kunnuikki annað.

Hetta var dagurin, tá deyðin, tann síðsti fíggindin,doyði. Lívið sigrað á deyðanum.

Steinurin var stórur, sum eingilin setti seg á.

Skulu vit veruliga"skilja" nakað av hesum, muguvit seta okkum við síðuna av honum at undrast, til-biðja og lovsyngja Gudi.

Tað, sum tá gongur upp fyri okkum, hevur einnevnt soleiðis: "Steinurin tú situr á, skilur trúnnafrá vantrúnni og lívið frá deyðanum. Ørðumeginsteinin liggja keisarans alvápnaðu vaktarmennræðsluslidnir, og hinumegin standa tvær veikarkvinnur, sum brádliga gerast sterkar. Steinuringerst snávingarsteinur fyri teimum vantrúgvandiog hornasteinurin hjá teimum trúgvandi".

Syngið um lív, sum deyðan vann,syngið um frelsarans veldi,grøvin er brotnað, upp stóð hann,Jesus, sum deyðan feldi.

Ms.169

Jesus livir

QQuueeeenn3350F03123

Nýggj manningarmyndVit hava aftur fingið eina manningarmynd frá Fornminnissavninum. Um nakarkennist við hesar menninar, so hevði tað verðið áhugavert at hoyrt frá tykkum.

3350F03127

"Queen"

Page 23: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 23Nr. 339 - 31. mars 2005

step

hans

sons

hús

P/F Tórshavnar SkipasmiðjaTlf. +298 31 11 55Fax +298 31 11 25e-mail: [email protected]

P/F Skipasmiðjan á SkálaTlf. +298 44 11 55Fax +298 31 44 25e-mail: [email protected]

Vestmanna SkipasmiðjaTlf. +298 42 40 10Fax +298 42 40 05

Runavíkar Mekaniski VerkstaðurTlf. +298 44 70 36Fax +298 44 78 34 www.faroeyard.fo

Við okkurt um 25.000 ymiskum vørum áhyllunum, stendur landsins størsta goymslaav eykalutum til taks hjá føroyska flotanum.Aftanfyri stendur eitt samtak av trimumføroyskum skipasmiðjum og einum mekaniskumverkstaði, ið hevur meir enn seksti ára royndirinnan veitingar til skipaflotan � alt frá smærriumvælingum og viðlíkahaldi til um- og nýbyggingav skipum.

Góðkendir tænastuveitarar av:WärtsiläDeutz-MWMScania & ValmetCallesenUlstein BrattvaagABB-TurbochargersDesmi pumpum

Page 24: Fłroyingar íí norskari ooljuvinnu · 2015. 3. 4. · Rakul Jacobina Thom-sen,í Blásastovu, 1882-1971,ógift. 5. Magdalena Greger- ... ist, tá manningin var so stór.Vit fingu

Síða 24 Nr. 339 - 31. mars 2005

Blaðmaðurin við milli-óningin:

"Hvussu byrjaði tyg-ara karriera, harramillióningur?"

"Jú,eg minnist, at eg,sum smádrongur,hevði1 krónu í lummanum.Fyri hesa krónunakeypti eg 10 súrepli,sum eg seldi aftur fyri2 krónur. Fyri hesarkrónurnar keypti egein kassa av súreplum,sum eg so aftur seldi.

– Men so ein daginhendi tað, at gubbimín doyði, og lat mær8 milliónir í arvið".

*****

Seint eitt kvøldi ringirtelefonin hjá Mortani.Tað var læknin:

Læknin: "Eg havi einigóð og eini ring tíð-indi til tín. Hvørji vilttú hoyra fyrst?"

Mortan: "Tey góðu!"Læknin: "Tú hevur

bert eina viku eftir atliva."

Mortan: "Og hvørjieru so tey ringu tíð-indini?"

Læknin: "Eg skuldihavt ringt til tín fyrieinari viku síðani..."

*****

Ein ríkmaður kemurtil eitt slott og spyreigaran:

"Hvat selja tygumslottið fyri?"

Svarið er ein millión."Tað ljóðar gott,men

eg havi hoyrt at taðspøkir her á slott-inum."

Eigarin: "Nú havi egbúð her í 250 ár, og eghavi ikki sæð eitteinasta spøkilsi..."

*****

Tveir dreingir standaog reypa:Hans: "Hvat hevði túgjørt,um lærarin hevðisligið teg?"

Per: "Eg hevði vitjaðhann á sjúkrahúsinum!"

Norska góðkenningin erein sonevnd EBS góð-kenning, og lýkur sostatttey fakligu krøv sum ESog EFTA londini seta fyrislíkar útbúgvingar.

Fleiri føroyingar havadanska løggilding sumgrannskoðarar, men onkr-ir hava enska góðkenningog hetta er helst tannfyrsta norska ímillum før-oyingar.

Serliga skatta- og av-gjaldsøkið í Noreg er øðr-vísi enn í Danmark ogFøroyum. Danmark er al-oftast fyrimyndin tá talaner um lógarsmíð her álandi.

Danmark hevur hartskattatrýst og av tí samaverður ofta roynt at røkkamillimeturrættvísi tá talaner um skattareglur.Avleið-ingin er tann, at Danmarkav mongum verður mettat hava fløktastu skatta-skipan í heiminum.

Í Noreg er inntøkuskatta-trýstið lægri og royntverður eisini at einfaldarifyrisitingarreglur. Hinveg-in eru mong avgjøld høg íNoreg.

Noreg hevur ásannað,at tað almenna ikki skalfíggja pensjónir í ov stór-an mun, og tí hevur land-

ið kravda fólkatrygd sumpartarnir á arbeiðsmarkn-aðinum og sjálvstøðugvinnurekandi skulu rindatil.

Skipanin er bæði per-sónlig og samhaldsføsteftir semju millum vinstraog høgraveingin í Stór-

tinginum.Símun er sonur Stefan

og Brynhild Absalonsen,og hann er giftur viðRandi f. Gunnarsson. Hanarbeiðir í egnari fyritøku.

Vit ynskja Símuni til-lukku við próvnum.

Nýggjur statsgóðkendurgrannskoðari13. januar 2005 fekk Símun Absalonsen norska góðkenningsum "statsautorisert revisor" frá "Kredittilsynet" í Oslo.

Nú um dagarnar vóru vitinni í kaffistovuni hjáFiskavirkinum í Gøtu, ogher hittu vit varaborgar-stjóran í Gøtu,Poulu Greg-ersen, sum arbeiðir á virk-inum. Sum øllum kunn-ugt hendir nógv í Gøtu,men hendan dagin tókPoula sær av løttum einaløtu í kaffisteðginum.

Poula er júst fylt 23 ár,og kortini er hon komin áovastu rók í kommununi.

Poula er fjórða ættarliðí formansskapinum í Gøtukommunu. Undan hennihava sitið sum formennpápin Páll, abbin Odd-

fríður og langabbin JóanPauli. Pápin er sum sagtPáll. Mamman er Simona,sum er dóttir Poulu ogJonhard Jacobsen á Skansa

í Syðrugøtu. Poula er dótt-ir Petru og Hans PeturPetersen í Norðragøtu.Hans Petur var beiggiHans J. Havstreym, sum

varð valdur til formann íFF 1932, men sum gekkburtur við "Immanuel" í1932.

Bygdaráðið í Gøtu er

mannað við ungum kreft-um, formaðurin Páll Is-holm er gott 30 ár. So herfer helst okkurt at komaburtur úr.

Ungar kreftirí Gøtu

Símun Absalonsen, nýggjur statsgóðkendurgrannskoðari.

[email protected]