summarfrí í bulgaria• 3 kømur, umframt sovisofu í stovuni. • 2 baðirúm víð baðikari og...

4
Summarfrí í Bulgaria Fyrstafloks frítíðarparadís við alskyns hentleikum Stór íbúð við 3 kømurum Íbúðin hevur aircondition í øllum rúmum Í Garden of Eden eru: 8 uttandura og 1 innandura svimjihylur 3 matstovur Barrir og náttklubbi Fitnessmiðstøð, beauty- saloon, hárfríðkan, vøddamýking Tennisvallir, billiardborð Sandstrond við liggistólum, vatnskí, vatn- skutarum, vindsurfing, vatnsúkklum o.ø. Handlar

Upload: others

Post on 27-Jan-2021

3 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Summarfrí í Bulgaria

    Fyrstafloks frítíðarparadís við alskyns hentleikum

    • Stór íbúð við 3 kømurum

    • Íbúðin hevur aircondition í øllum rúmum

    Í Garden of Eden eru:

    • 8 uttandura og 1 innandura svimjihylur

    • 3 matstovur

    • Barrir og náttklubbi

    • Fitnessmiðstøð, beauty-saloon, hárfríðkan, vøddamýking

    • Tennisvallir, billiardborð

    • Sandstrond við liggistólum, vatnskí, vatn-skutarum, vindsurfing, vatnsúkklum o.ø.

    • Handlar

  • • Internetsamband, móti eykagjaldi

    • 3 Kømur, umframt sovisofu í stovuni.

    • 2 baðirúm víð baðikari og wc.

    • Køkur við øllum hentleikum, so sum 4 kókiplátur, ovnur, stórt køliskáp við frystara, microovnur. Køksbúnýti til uml. 12 persónar

    • Altan

    • 32" flatskíggja við fleiri altjóða sjónvarpsrásum

    • Vaskimaskina

    heimasíða: summarfri.com email: [email protected] telefon: 59 04 53

    Íbúðin

    Svimjihyljar og strond beint við Svimjihylur er beint uttanfyri hurðina, umframt at tað stendur einum frítt at brúka hinar hyljarnar á økinum. Italska matstovan og svimjihylurin í rómverskum stíli er eisini beint uttan fyri hurðina. Eitt hanagleiv er oman á privatu strondina við Svarta Havið.

  • Veðurlagið Tíðarskeiðið frá mai til september er vanliga at rokna sum feriusæson í umráðnum. Tá er miðalhitin oman fyri 20 stig, og hóast hitin gott kann klúgva upp um 30 hitastig, kennist tað ikki ov heitt, tí luftin er so turr, og lotið av Svarta Havinum svalir.

    Garden of Eden hotell- og íbúðarkompleksið er eitt avgirt øki, sum liggur í Sveti Vlas, ein hugnaligur býur við uml. 4.000 fastbúgvandi. Í Sveti Vlas eru fleiri hugnaligar matstovur og caféir kring torgið í býnum, og har eru eisini fleiri handlar. Niðri við Marinaina liggja flottu bátarnir, og har eru eisini fleiri góðar matstovur. 5-10 min. til gongu. Sveti Vlas liggur 5 km frá Sunny Beach, har tað hendir nakað allan sólarringin. Har eru matstovur, barrir, diskotek, handlar og sølumiðstøðir umframt alt, sum hoyrir eini feriu til. Tvey stór og fleiri smá vatnlond við stórum rutsjubanum, Go-cart, minigolf og mangt annað.

    heimasíða: summarfri.com email: [email protected] telefon: 59 04 53

    Nessebar, sum er á World Heritage Sites hjá UNESCO, liggur beint við Sunny Beach. Har eru nógvar gamlar kirkjur og kirkjuruinir. Tað er hugnaligt at spáka í gamla býarpartinum og niðri við sjógvin liggja matstovurnar.

    Sveti Vlas - Sunny Beach - Nessebar

    Nessebar

    aquaparadise-bg.com

    Sveti Vlas centrum

    Mai Juni Juli August Sept

    21 25 28 27 24

    Kirkja í Nessebar

  • heimasíða: summarfri.com email: [email protected] telefon: 59 04 53

    Prísir Vika 19 - 25: 4.000 kr./viku Vika 26 - 33: 6.000 kr./viku Vika 34 - 42: 4.000 kr./viku Aðrar tíðir: 2.000 kr./viku Avsláttur um bílagt verður fleiri samanhangandi vikur. Reingerð við fráferð: 400 kr. Fleiri íbúðir kunnu útvegast, um fleiri ynskja at ferðast saman.

    Ferðin til Garden of Eden Tað er lættast at flúgva til Burgas. Flogvøllurin liggur uml. hálvan tíma frá Garden of Eden. Norwegian og FlyBulgarien.dk flúgva beinleiðis úr bæði Kbh og Billund. Prísirnir niður í 374 kr. Einvegis. Tað er tó umráðandi at keypt verður í góðari tíð, um ein skal fáa fatur á teimun bíligastu ferðaseðlunum. Wizzair.com flýgur úr Malmø til Burgas umvegis m.a. Katowich, Budapest og London. Eisini flúgva teir beinleiðis til Sofia.

    Shutlebussur Møguleiki er fyri at bíleggja flutning av flogvøllinum beinleiðis til Garden of Eden. Tá gongur leiðin beinleiðis til íbúðina í Garden of Eden.

    Náttklubburin

    Italska matstovan

    Garden of Eden

    Prísstøðið Bulgaria er eitt tað bíligasta landið at ferðast í í øllum Europa og sambært X-Change feriuindexinum eru tað bert 4 onnur feriustøð í heiminum, har tað er bíligari at ferðast enn í Bulgaria. Sambært indexinum er prísstøðið í Bulgaria umleið helvtina av tí danska.