lukka - rætturin at vera tann eg eri

28

Upload: faroe-media

Post on 30-Jul-2016

251 views

Category:

Documents


9 download

DESCRIPTION

Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum

TRANSCRIPT

Page 1: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Lukka er ætlað børnum og vaksnumat lesa í felag, og vón okkara er,

at hon kveikir áhugan hjá føroyingumsum heild fyri rættindum teirra,

ið bera brek.

www.mbf.fo

Page 2: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri
Page 3: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri
Page 4: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

LUKKA

© 1. útgáva 2016: Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum© Týddur og tillagaður tekstur: Ása Olsen og Tóra við Keldu© Tekningar: Edward Fuglø 2016

Umbróting: GrafiaPrentumsiting: Estra/Vasti

Keldur:ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. www.mbf.foFN´s Konvention om rettigheder for mennesker med handicap – på let dansk. www.sm.dkHandikapsáttmálin lættlisin tekstur. Ráðið fyri brekað november 2011. www.radidfyribrekad.foMBF, Skuggafrágreiðing til ST. www.mbf.fo

ISBN 978-99918-3-484-9

www.mbf.fo

- Rætturin at vera tann eg eri

Page 5: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

“Ert tú kominat vitja ommu, lukka?”

Soleiðis sigur omma altíð við einum brosi,so ein muss og eitt klemm, og ein drekkamunn á borðið.

Her merkir lukka tað sama sum vælsignaður.Lukka merkir eisini eydna.

Og Lukka eitur okkara fína bamsa.Lukka er hvørki genta ella drongur.

Samansett av ymiskum litríkum mynstrum,og við tveimum oyrum, ið ikki eru eins.Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein

hevur Lukka eisini, og sanniliga,um annað eygað ikki er ein knappur.

Lukka gleðir seg at hitta teg.

Page 6: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Sáttmáli

sameindu tjóða

um rættindi hjá

einstaklingum,

ið bera brek

Styttur sáttmáliÍ hesi bók er sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, stytt-ur. Hetta ger hann lættari at lesa og skilja. Vert er at minnast til, at ein sáttmáli er ikki tað sama sum lógir. Sáttmálin er ein avtala, sum Føroya Landsstýri hevur skrivað undir og bundið seg at fylgja.

Um tað er ósamsvar millum tekstin í hesi bók og ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, er tað sáttmálin, ið er galdandi.

Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir,sum virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri tey, ið bera brek.

Ein sáttmáli er ein skrivlig avtala millum tveir ella fleiri partar. Sáttmáliner prógv um og vísir á, hvat partarnir eru samdir um at arbeiða fyri.

Sameindu Tjóðir varð sett á stovn í 1945, beint eftir seinna heimskríggj,fyri at forða fyri fleiri kríggjum í heiminum. Tá varð ein sáttmáli um mannarættindi skrivaður. Seinni komu fleiri sáttmálar, eisini sáttmálinum rættindi teirra, ið bera brek.

Við at skriva undir sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, vísir Føroya Landsstýri, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, sum bera brek.

Sáttmálin viðurkennir, at øll menniskju hava virðing og tign íborna, ogat øll eiga somu ómissandi rættindi, og at tey eru grundarlagið undirfrælsi, rættvísi og friði í heiminum.

Ein og hvør hevur rætt til øll tey rættindi og alt tað frælsi, ið lýst eruí sáttmálanum, við ongum mismuni av nøkrum slagi.

Page 7: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 1Endamálið við sáttmálanumEndamálið við sáttmálanum er at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu rættindi sum øll onnur, og at tey verða vird sum menniskju á líka fót við onnur.

Sáttmálin umfatar øll, ið bera brek, og sum kenna tað sum eina avbjóðing at vera partur av samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitbor-in og/ella kenslulig brek, ið kunnu forða teimum í at vera virkin í samfelag- num á jøvnum føti við onnur.

Javnrættindi - at hava somu rættindi sumonnur

Kenslulig brek

- brek í sansunum

Page 8: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 2Hvat merkja orðini

SamskiftiSamskifti er alt tað, sum ger okkum før fyri at fáa samband við onnur. Tað eru mál og øll sløg av skrift, t.d. punktskrift, upplestur, lættlisnir tekstir ella tøknilig hjálp við teldu.

MálMál er her talað mál, men eisini teknmál, myndir, tekningar og annað, sum ger tað møguligt at samskifta.

Mismunur Mismunur merkir tað sama sum manna-munur.

Um tú ert fyri mismuni orsakað av breki tínum, so verður tú hildin uttanfyri, ella hevur bara avmarkaða atgongd at vera virkin í samfelagnum, tí tú bert brek.

Mismunur verður gjørdur, um fólk, ið bera brek, ikki hava somu rættindi sum onnur á øllum økjum, t.d. politiskt, búskaparliga, sosialt ella mentanarliga.

Mismunur verður gjørdur, um samfelagið ikki ger nakað fyri at tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Rímiligar tillagingarRímiligar tillagingar eru at skilja sum neyðugar og hóskandi broytingar, har tað í ávísum føri er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at fáa og brúka allar teir møguleikar, samfelagið annars gevur øðrum borgarum.

Rímilig tillaging kann t.d. vera at gera vesið nóg stórt, so pláss er fyri einum koyristóli, ella geva deyvum møguleika at hava teknmálstulk við, so tey kunnu fáa eina útbúgving. At gera ein tekst lættlis-nan er eisini tillaging.

Tá ið tillaging skal vera rímilig, merkir tað, at hugsast skal eisini um fíggjarligar útreiðslur.

Rættindi

- tað, ið ein hevur

rætt til ella kann

krevja

Grein 3Grundleggjandi sjónarmið Sáttmálin byggir á nøkur høvuðssjónarmið.

Hesi eru:

• øll menniskju hava sama virði, eisini børn• øll hava rætt at taka egnar avgerðir• øll hava rætt at vera so sjálvbjargin sum gjørligt• eingin skal vera fyri mismuni• øll skulu hava møguleika at luttaka og vera við í

samfelagslívi• øll skulu hava javnrættindi• samfelagið skal vera atkomuligt fyri øll• menn og kvinnur skulu hava javnrættindi

Page 9: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 4Hetta hevur Føroya Landsstýri skyldu at geraFøroya Landsstýri skal skipa soleiðis fyri, at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyri fólk, ið bera brek, uttan nakran mismun.

Hetta merkir, at:

• alt lógarsmíð og broytingar í lógum skal vera í samsvar við sáttmálan• Føroya Landsstýri skal arbeiða miðvíst fyri at geva fólki, ið bera brek, enn

betur rættindi• til ber at gera meira enn stendur í sáttmálanum• Føroya Landsstýri kann ikki nýta sáttmálan at skerja tey rættindi, sum fólk,

ið bera brek, longu hava

Føroya Landsstýri- stýri, ið løgtingið

velur at stjórna Føroyum, at fremja løgtingslógir í verki

og at havafyrisitingina

um hendi

Øll skulu hava sama rætt Lógirnar í Føroyum skulu geva øllum, eisini fólkum, ið bera brek, somu rættindi og somu verju.Allur mismunur orsakað av breki skal bannast. Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu liva uttan mismun.

Grein 5

Mismunurmerkir tað samasum mannamunur

Page 10: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Børn, ið bera brekFøroya Landsstýri skal tryggja, at børn, ið bera brek, hava somu rættindi sum onnur børn.

Størst týdning hevur altíð tað, ið tænir barninum best. Hetta serliga, tá ið avgerðir verðatiknar um eitt barn, ið ber brek.

Børn, ið bera brek, hava rætt til, eins og onnur børn, at verða hoyrd um viðurskifti, sumviðkoma lívi teirra. Børn, ið bera brek, skulu hava hjálp, so tey kunnu siga, hvussu tey viljahava tað.

Grein 7

Grein 6Kvinnur, ið bera brekKvinnur og gentur, ið bera brek, eru fyri mismuniá ymiskan hátt. Tí skal Føroya Landsstýri tryggja,at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyrikvinnur og gentur, ið bera brek.

Føroya Landsstýri skal tryggja, at kvinnur,ið bera brek, hava møguleika at liva eittfrælst og sjálvbjargið lív við somurættindum, sum øll onnur.

Sjálvbjargni- at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum

Page 11: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 8

Fordómur- hugsan, ið ein hevur um eitthvørt frammanundan og ikki sonn vitan

Upplýsing um at bera brekFólk, ið bera brek, eru nógv meir enn brekið, og tí er neyðugt, at Føroya Landsstýri tryggjar, at øll fáa størri vitan um tað at bera brek. Somuleiðis skal Føroya Landsstýri eisini berja niður fordómar grundaðar á brek.

Hetta merkir, at:

• Føroya Landsstýri skal vísa, at fólk, ið bera brek, eru nógv meir enn brekið, og at tey hava ymiskar førleikar og arbeiði, har tey geva sítt íkast til samfelagið

• fólk, ið bera brek, hava ikki serrættindi ella onnur rættindi, men somu rættindi og onnur, og tí er neyðugt, at allir skúlar og føroyingar annars kenna rættindi teirra, og at hesi rætt- indi verða vird

• Føroya Landsstýri skal eggja miðlunum – út-varpi, sjónvarpi og bløðum – at varpa ljós á tey, ið bera brek, á ein jaligan hátt og á tann hátt vísa, at tey eru partur av samfelagnum eins og øll onnur

AtkomaFøroya Landsstýri skal arbeiða fyri, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika fyri at vera við á øllum økjum í samfelagnum. Føroya Landsstýri skal arbeiða fyri at gera samfelagið atkomuligt fyri øll.

At nakað er atkomuligt merkir, at øll lættliga fáa atgongdtil tað, eisini tey, ið bera brek.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at vegir, friðað øki, bussar, arbeiðspláss, sjúkrahús, læknamiðstøðir, skúlar og aðrir bygn- ingar, sum eru opnir fyri øllum, skulu vera atkomuligir• at upplýsing, samskifti, neyðtænastur og tøkniligar tænastur skulu vera atkomuligar • at bygningar, sum eru opnir fyri øllum, skulu hava skelti, sum eru lættlesilig, og hava skelti

við punktskrift• at hjálparfólk eru til taks, so tað gerst lættari at vitja støð, sum eru opin fyri øllum• at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fáa neyðugu hjálpina fyri at fáa upplýsing• at leiðreglur skulu gerast fyri, hvussu atkoma til tænastur gerast betri fyri tey, ið bera brek• at privat virki, sum gistingarhús, matstovur og handlar, skulu hugsa um, hvussu tey kunnu

gera tænastu teirra atkomuliga fyri fólk, ið bera brek• at tilboð skulu vera til at læra ábygdarpersónar um atkomu• at nýggj tøkni gerst atkomulig fyri øll, og at hon kann útvegast so skjótt og bíliga sum gjørligt

Grein 9

Atkoma

- at hava atgongd til

Page 12: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 10Rættur til lívØll hava rætt til lív.

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt til lívið, og at liva lívið sum onnur.

Sjálvbjargni- at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum

Hjálp í kríggi og vanlukkumFøroya Landsstýri skal tryggja fólki, ið bera brek, at øll neyðug stig verða tikin, so at tey verða vard, tá ið kríggj, vanlukkur ella líknandi umstøður gerast veruleiki.

Grein 11

Page 13: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Misnýtsla- at nýta á

skeivan hátt

Grein 12Eins fyri lóginiFólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at taka bindandi avgerðir. Tey hava eisini rætt til at stýra egnum fíggjarviðurskiftum.

Hetta merkir, at:

• fólk, ið bera brek, hava rætt til at eiga ella arva ognir eins og onnur• fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt at stýra sínum egnu pengum • fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt at taka lán til hús ella aðrar lutir• eingin hevur rætt til at taka hús, pening ella aðrar ognir frá teimum, ið bera brek, tí tey bera brek

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk,ið bera brek, fáa tann stuðul, teimumtørvar, fyri at taka egnar avgerðirt.d. um fíggjarviðurskifti teirra.

Ein, ið ber brek, kann hava tørvá, at onkur annar tekur avgerðirt.d. um fíggjarlig viðurskifti.Tá skal Føroya Landsstýritryggja, at hetta verður gjørtvið virðing fyri rættindumog ynskjum hjá viðkomandi.Føroya Landsstýri skal verjafólk, ið bera brek, fyri mis-nýtslu. Ein óheftur myndugleikiskal hava umsjónina.

Atgongd til rættarskipaninaFólk, ið bera brek, hava rætt til á jøvnum føti við onnur at nýta rættarskipanina.

Fólk, ið bera brek, hava rætt til at fáa neyðuga hjálp, um tey t.d. skulu vitna í einum sakarmáli. Eisini um tey verða beinleiðis og/ella óbeinleiðis partar í rættarmálum, tá rættarmál verðakannaði ella fyrireikaði.

Starvsfólk hjá løgregluni, rættarskipanini og fangahúsi skulu verða undirvíst soleiðis, at teykunnu tryggja javnbjóðis atkomu til rættarskipanina fyri fólk, ið bera brek.

Grein 13

Page 14: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 14

Verja móti píningog niðrandi viðferðEingin skal verða píndur ella revsaður á ein miskunnarleysan, ómenniskjaligan ella niðrandi hátt.

Eingin skal vera brúktur í læknaligum ella vísindaligum royndum, um viðkomandi ikki sjálvur hevur játtað at vera við.

Lógir og aðrar reglur skulu tryggja, at fólk,ið bera brek, verða vard frá hesum.

Grein 15

Frælsi og persónlig trygd Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, eins og øll onnur hava rætt til frælsi og persónliga trygd.

Ein, ið ber brek, kann ikki missa sítt frælsi, tí hann ber brek. Loyviligt er ikki at skerja frælsið hjá einum, ið ber brek, tí hann ber brek.

Ein, ið ber brek, kann verða sendur í fanga- hús, men bara um viðkomandi hevur brotið lógina.

Um ein, ið ber brek, verður sendur í fanga-hús ella verður afturhildin av løgregluni,skal hann ella hon verða viðfarin sambært mannarættindum og ásetingum, hesin sátt-málin vísir á.

Page 15: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 16Verja frá harðskapi og misbrúki

Føroya Landsstýri skal tryggja:

• at lógir og reglur verja fólk, ið bera brek, frá harðskapi og misnýtslu. Hetta er galdandi bæði heima og í sam-felagnum

Føroya Landsstýri skal fyribyrgja:

• at fólk, ið bera brek, verða mis-nýtt. Familja og starvsfólk skulu t.d. hava neyðuga hjálp og út- búgving, so tey duga at síggja, hvat misnýtsla er. Tey skulu

eisini vita, hvussu hetta verður meldað til myndugleikarnar

Ein óheftur myndugleiki skal hava eftir- lit við stovnum og tilboðum til fólk, ið bera brek. Myndugleikin skal m.a. hava eftirlit við, at fólk, ið bera brek, ikki verða misnýtt.

Um fólk, ið bera brek, tó eru fyri harðskapiella verða misnýtt, skal Føroya Landsstýritryggja, at tey fáa neyðugu hjálpina at fótasær aftur.

Offrini skulu hava alla hjálp og allan stuðul,so tey aftur kunnu liva sum fræls menniskju.Tey skulu eisini hava møguleika fyri at fara tildómstólarnar, um tað er neyðugt.

Føroya Landsstýri skal serliga hava vakið eyga við, at kvinnur og børn, ið bera brek, ikki eru fyri harðskapi og misnýtslu.

Rætturin at vera tann eg eriFólk, ið bera brek, hava, eins og øll onnur, likamligan og sálarligan avgerðarrætt yvir egnumkroppi og egnari sál.

Grein 17

Page 16: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 18Rættur at ferðast frítt og til tjóðskapFólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt til sjálvi at avgera, hvar tey vilja vera.

Hetta merkir, at:

• fólk, ið bera brek, hava sjálvi rætt til at avgera, hvar tey vilja búgva

• fólk, ið bera brek, hava rætt til at gerast ríkisborgari í øðrum londum

• myndugleikarnir kunnu ikki nokta einum hendan rætt, tí at ein ber brek

• fólk, ið bera brek, hava, eins og onnur, rætt til at fáa pass og onnur persónlig pappír

• fólk, ið bera brek, kunnu frítt ferðast úr einum og hvørjum landi, eisini heimlandi sínum

• fólk, ið bera brek, kunnu ikki verða noktað at ferðast inn í sítt egna land, tí tey bera

brek• børn, ið bera brek, hava rætt til at fáa eitt

navn, tá ið tey eru fødd. Tey hava eisini rætt til at gerast ríkisborgari í einum landi• børn, ið bera brek, hava rætt til at kenna

og vaksa upp hjá foreldrunum, um tað er møguligt

At liva sjálvstøðugt og at vera við í samfelagnumFøroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur til at liva og vera við í samfelagnum.

Hetta skal Føroya Landsstýri tryggja:

• at fólk, ið bera brek, eins og onnur, hava møguleika til at velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva• at fólk, ið bera brek, ikki kunnu verða tvungin at liva í einum ávísum búfelags-

skapi ella búgva á einum ávísum bústaði• at fólk, ið bera brek, hava rætt til at fáa hjálp og stuðul heima• at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at fáa hjálp, so tey kunnu vera partur av samfelagnum• at fólk, ið bera brek, eisini hava rætt og møguleika fyri at nýta tær tænastur og veitingar, sum onnur í samfelagnum fáa, og at hesar tænastur eru tillagaðar

tørv teirra

Grein 19

Page 17: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 20Persónligt flytiføriFólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri persónligum flytiføri.

Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at lætta um flytiføri hjá fólki, ið bera brek, so at tey hava møguleika fyri sjálvi at avgera nær, hvar og hvussu

• at tryggja, at fólk, ið bera brek, hava møgu- leika at fáa fylgjarar og góð hjálpartól. Hjálpin skal vera so rímilig, at fólk, ið bera brek, kunnu gjalda fyri hana

• at útvega fólki, ið bera brek, og fakfólki, sum arbeiða við fólki, ið bera brek, kunnleika og venjing í persónligum flytiføri

• at eggja teimum, ið menna og framleiða nýggj tól og hjálpartól til fólk, ið bera brek, at taka atlit til ymisku tørvirnar fólk, ið bera brek, hava

Persónligt flytiføri- persónlig ferðatænasta við bili, bussi o.ø.

Grein 21

Lættlesiligt- skrivað við orðum,

sum eru løtt at lesa og skilja

Punktskrift

- prikkar í

pappír, sum ger

tað møguligt hjá

blindum at lesa

Talifrælsi, meiningarfrælsi ogatkomu til upplýsingarFólk, ið bera brek, hava rætt at meina og siga tað, tey vilja. Tey hava eisini rætt til at fáa upp-lýsingar eins og øll onnur.

Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at fólk, ið bera brek, fáa somu upplýsing og onnur. Tey skulu hava upplýsingarnar soleiðis, at tað verður tikið hædd fyri breki teirra. Hetta í góðari tíð og uttan meirkostnað. Tað kann t.d. vera við at nýta punktskrift ella útgávur, sum eru

lættlisnar• í samskifti við almennu myndugleikarnar

eiga fólk, ið bera brek, at hava møguleika fyri at nýta teknmál ella aðrar hættir at samskifta, ið tey ynskja

• at eggja privatum fyritøkum, at upplýsing-ar um tænastur teirra eru atkomuligar hjá fólki, ið bera brek

• at eggja miðlunum – útvarpi, sjónvarpi, bløðunum og á netinum – at gera upp- lýsingar teirra atkomuligar fyri tey, ið

bera brek

Teknmál- málið, sum deyv sam-skifta við

Fylgjari

- ein, ið hevur ábyrgd

at hjálpa tí, sum ber

brek

Page 18: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 22Virðing fyri privatlíviFólk, ið bera brek, hava sama rætt sumonnur til privatlív.

Hetta merkir, at eingin hevur rætt tilat blanda seg í privatlív ella familjulív teirra. Eingin skal lesa persónlig brøvella líknandi, uttan at persónurin sjálv- ur hevur sagt ja.

Myndugleikarnir kunnu blanda seg, um tað er lógligt ella orsøk er fyri tí, t.d.um harðskapur ella annar ágangur er í familjuni, ella um foreldur ikki á nøkt-andi hátt eru før fyri at ansa børnum sínum.

Føroya Landsstýri skal tryggja, at persón-ligir upplýsingar bara verða sæddir av teimum, sum hava rætt til at síggja teir. Persónligir upplýsingar kunnu t.d. vera persónnummar ella upplýsingar um heilsu.

Virðing

- at góðtaka onnur,

sum tey eru

Grein 23Virðing fyri heimi og familjuFólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at verða gift, at fáa børn og hava ein maka.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at fólk, ið bera brek, sjálvi kunnu gera av, hvussu nógv børn tey vilja hava, og nær tey skulu hava tey

• at fólk, ið bera brek, fáa ráðgeving um familjulív og ráðgeving um fyribyrging

• at fólk, ið bera brek, ikki verða tvungin at verða steriliserað

• at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til at vera foreldur. Hugsast skal altíð um, hvat er best fyri barnið

• at børn, ið bera brek, hava sama rætt og onnur til eitt familjulív. Familjan skal fáa stuðul og upplýsingar, soleiðis at børn, ið bera brek, ikki verða goymd burtur, svikin, vanrøkt, avbyrgd ella givin øðrum

• at eitt barn ikki kann verða tikið frá foreldrunum, um tey ikki ynskja tað. Hetta er ikki galdandi í umstøðum, har lógin sigur, at tað er best fyri barnið

• at eitt barn ongantíð kann verða tikið frá foreldrunum, av tí orsøk, at barnið ella foreldrini bera brek

Page 19: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

ÚtbúgvingFólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til útbúgving.

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at taka lut í eini innkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum alt lívið.

Hesum skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at fólk, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at menna tað, tey duga og at finna sítt pláss í samfelagnum

• at fólk, ið bera brek, eins og onnur kunnu liva í einum frælsum samfelagi og vera virk-in í samfelagnum

• at børn, ið bera brek, eins og onnur hava atgongd til ókeypis dygdargóða undirvísing

í rímiligum umstøðum• at fólk, ið bera brek, hava atgongd til dygd-

argóð stuðulstiltøk, lagað eftir einstaka næminginum, so tey fáa sum mest burtur úr undirvísingini fakliga og sosialt

• at undirvísing skal vera í punktskrift og øðrum samskiftishættum

• at undirvísing skal vera í teknmáli• at tryggjast skal, at lærarar hava røttu

førleikarnar• at fólk, ið bera brek, kunnu eins og øll onn-

ur taka lut í undirvísing á fróðskaparsetri, vaksnamannaútbúgving ella handaligari útbúgving

Grein 24

HeilsaFólk, ið bera brek, hava rætt til at havaso góða heilsustøðu sum gjørligt. Teyskulu ikki vera fyri mismuni, tí tey berabrek.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur, at fáa so góða tænastu sum gjørligt frá heilsuverki og øðrum. Heilsuverkið er millum annað læknar, sjúkrahús og heima-røkt

• at fólk, ið bera brek, skulu hava tær heilsu- tænastur, ið teimum tørva orsakað av breki teirra. T.d. kann tað vera kanningar, røkt og viðgerð. Tey skulu eisini hava tilboð um heilsutænastur, sum kunnu fyribyrgja, at tey fáa størri ella fleiri brek

• at heilsutænastur skulu vera tøkar so tætt heiminum sum gjørligt

• at starvsfólk í heilsuverkinum skulu viðgera eitt menniskja, ið ber brek, eins væl og onnur. Tí skulu starvsfólk hava vitan um, hvørji rættindi og hvønn tørv fólk, ið bera brek, hava

• at fólk, ið bera brek, avgera sjálvi, um tey taka ímóti heilsutænastum

• at fólk, ið bera brek, ikki vera fyri mismuni í sjúkratrygging ella lívstrygging• at tryggja at heilsutænastur ikki verða nokt-

aðar, tí fólk bera brek

Grein 25

Page 20: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Hjálp at verða sjálvbjarginFólk, ið bera brek, skulu hava stuðul, so tey kunnu verða so sjálvbjargin sum gjørligt. Tey skulu kunnu liva so óbundin av øðrum sum gjørligt, og tey skulu kunnu vera við til so nógv sum gjørligt í samfelagnum.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at fólk, ið bera brek, so tíðliga sum gjørligt fáa greiðu á, hvat tey eru før fyri og tørv teirra

• at fólk, ið bera brek, hava ta hjálp, sum er neyðug fyri at vera virkin í samfelagnum

• at tilboð skulu vera so nær heiminum sum gjørligt. Hvør einstakur skal sjálvur gera av, um tey vilja vera við ella ikki

• at tryggja útbúgving og eftirútbúgving fyri teir fakbólkar, sum arbeiða við fólki, ið bera brek

• at styrkja um møguleikan at fáa hjálpartól og tøkni, sum kann stuðla einum, ið ber brek, at gerast sjálvbjargin

Grein 26

Page 21: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Arbeiði og starvssetanFólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur til arbeiði og at vinna til lívsins uppi-hald við arbeiði.

Arbeiðsmarknaðurin skal vera opin fyri øllum, og arbeiðsumhvørvið skal vera at-komuligt fyri fólk, ið bera brek.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at allur mismunur orsakað av breki skal vera bannaður. Hetta skal vera galdandi fyri øll sløg av arbeiði, og tað skal vera galdandi bæði fyri starvssetan og tilboð um betri starv

• at fólk, ið bera brek, skulu hava somu sømdir sum onnur starvsfólk. Tey skulu hava somu løn fyri sama arbeiði, og sama rætt til tryggar og heilsugóðar arbeiðs- umstøður. Tey skulu eisini vera vard ímóti happing. Tey skulu hava møguleika at klaga, um tey ikki hava somu arbeiðsumstøður sum onnur starvsfólk

• at fólk, ið bera brek, skulu hava sama rætt sum onnur at vera limir í fakfelagi• at fólk, ið bera brek, skulu hava sama rætt sum onnur til vegleiðing um útbúgv-

ing og arbeiði, og at fáa útbúgving og eftirútbúgving og at fáa upplýsing um størv• at fólk, ið bera brek, skulu hava sama møguleika sum starvsfelagarnir at fáa eitt

betri arbeiði• at fólk, ið bera brek, skulu hava sama møguleika sum onnur at byrja eitt

sjálvstøðugt virki• at tað almenna skal seta fólk, ið bera brek, í starv• at tað eru skipanir, sum gera tað møguligt hjá privatum virkjum at seta fólk, ið

bera brek, í starv. Privat virkir kunnu t.d. fáa stuðul ella serligan framíhjárætt, um tey seta fólk, ið bera brek í starv

• at ein rímilig tillaging skal vera á arbeiðsplássunum, so fólk, ið bera brek, kunnu arbeiða har

• at fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fáa arbeiðsroyndir á vanligum arbeiðsplássum

• at tað skulu vera skipanir, sum kunnu hjálpa fólki, ið bera brek, at varðveita eitt arbeiði ella seinni at koma aftur til sama arbeiði. T.d. við endurvenjing ella um-skúling

• at fólk, ið bera brek, skulu ikki tvingast at arbeiða ókeypis

Grein 27

Page 22: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Hjálpartól- tól, ið kann gera lívið lættari

Eitt trygt lívog nøktandi lívskorFólk, ið bera brek, hava rætt til mat, klæðir og eitt stað at búgva.

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum øll onnur at royna at betra um lívskor teirra. Hetta skulu tey hava rætt til uttan nakran mismun.

Fólk, ið bera brek, og familjur teirra skulu hava rætt til sosialan trygg- leika. Um tey eru fátæk, hava tey rætt til hjálp, t.d. at gjalda fyri hjálpartól og fyri ta røkt, sum teim-um tørvar.

Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur hava atgongd til bústaðir, sum eru bygdir við stuðli frá tí almenna.

Fólk, ið bera brek, hava sama rætt til pensjón sum øll onnur.

Grein 28At vera við í politiskum og almennum líviFøroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, kunnu vera við í politiskum lívi. Tey skulu, eins og onnur, hava møguleika fyri at nýta politisku rættindi teirra.

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at atkvøða til øll almenn val.

Hetta skal Føroya Landsstýri arbeiða fyri:

• at valstøð skulu vera atkomulig• at upplýsingar um valið skulu vera lættar at skilja og lesa• at fólk, ið bera brek, sjálvi kunnu velja ein fylgjara,

sum kann hjálpa teimum við tí praktiska, tá ið tey skulu atkvøða

• at fólk, ið bera brek, skulu eins og øll onnur hava møguleika at atkvøða frítt eftir egnari sannføring. T.v.s., at valið skal vera loyniligt og uttan nakað

trýst frá nøkrum

Fólk, ið bera brek, skulu eisini hava møguleika fyri sjálviat stilla upp til val. Um tey verða vald, skulu tey havasomu møguleikar sum aðrir politikarar at vera við ípolitiska arbeiðinum. T.d. skulu tey hava tøknilighjálpitól, um tað er neyðugt.

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyriat vera við í felagsskapum og áhugafeløgumt.d. politiskum flokkum.

Tey skulu eisini hava møguleika fyri at veravið í limafeløgum fyri tey, ið bera brek, ogfyri at samstarva við onnur limafeløgaðrastaðni í landinum og í øðrum londum.

Grein 29

Page 23: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Grein 30At vera uppi í mentanarlívi, frítíðarlívi og ítróttiFólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur at vera við í mentanarlívi.

Hetta merkir, at:

• Føroya Landsstýri skal tryggja, at mentanartilfar er til taks, sum er í atkomuligum sniði• Føroya Landsstýri skal tryggja, at sjónvarpssendingar, filmir, sjónleikir og annað mentanarligt virki er atkomuligt• fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika fyri at fara til sjónleik, søvn, biograf, bókasøvn og tilboð til ferðafólk. So vítt gjørligt skulu fólk, ið bera brek, vitja tey støð, sum hava serligan mentanarligan týdning fyri Føroyar

Ongar lógir ella reglur skulu vera í vegin fyri at fólk, ið bera brek, fáa atgongdtil mentanarlívið.

Fólk, ið bera brek, skulu sjálvi hava møguleika fyri at nýta evni teirra innanlist og mentan. Ikki bara fyri teirra egnu skuld, men til gleði fyri alt samfelagið.

Føroya Landsstýri skal viðurkenna og stuðla, at fólk, ið bera brek, hava rætttil at røkja mentan og mál teirra, t.d. mentanina hjá deyvum og teknmál.

Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleika at íðka ítrótt og at vera við í øðrum frítíðarvirksemi.

Hetta skal Føroya Landsstýri tryggja:

• at fólk, ið bera brek, so vítt gjørligt vera við í vanligum ítróttarvirksemi á øllum stigum• at serlig ítróttartilboð skulu vera til tey, ið bera brek. Tey skulu hava somu hentleikar og somu møguleikar fyri venjing og útbúgving sum onnur ítróttarfólk• at fólk, ið bera brek, hava atkomu til náttúruna og onnur frítíðarstøð, t.d. ítróttarøki og støð fyri ferðafólk• at børn, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur børn fyri at spæla og vera við í frítíðarvirksemi og ítrótti, millum annað í skúlanum

Viðurkenna- at góðtaka

Page 24: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Eftirlit við, at sáttmálin verður virdurog íverksetan av sáttmálanumFøroya landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Tí er neyðugt at skipa fyri, at eftirlit er við, at sáttmálin verður virdur.

Samfelagið sum heild, serliga fólk, ið bera brek, og tey feløg, ið umboða tey, skulu verða knýtt at eftir-litsgongdini.

Grein 31-50

Page 25: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Limalondini

- Føroyar eru eitt av

limalondunum, tí vit

hava undirskrivað

sáttmálan, so

hann kann virka

her

ST nevndST setur eina nevnd at røkja rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Í nevndini eru serfrøðingar frá fleiri londum, og umboða teir ymiskamentan og ymiskar rættarskipanir. Javnt er býtt millum kynini, ogserfrøðingar, ið bera brek, eru við.

Øll limalond skulu lata nevndini frágreiðing um tað, ið gjørt er til at setaí verk sáttmálan, og um tey framstig, gjørd eru í tí sambandi.

Frágreiðingar kunnu siga frá viðurskiftum og avbjóðingum, sum gera sítt til, at ikki er komið nóg langt við at halda tær skyldur, sum hesin sáttmáli áleggur.

Nevndin skal meta um frágreiðingina og skal koma við uppskotum oggeva tilmæli, sum hon metir eru hóskandi. Limalandið kann svara nevndini aftur og senda allar tær upplýsingar, nevndin vil hava. Nevndin kann biðja um fleiri upplýsingar frá limalandinum, ið eru viðkomandi fyri at setahenda sáttmála í verk.

Føroya Landsstýri skal síggja til, at hesar frágreiðingar eru til taks hjáalmenninginum víða hvar í heimlandi teirra, og at tað lættliga slepstfram at uppskotunum og almennu tilmælunum í sambandi við hesar frágreiðingar.

Page 26: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

OrðalistiNøkur av orðunum, ið brúkt verða:

Kenslulig brek - brek í sansunumJavnrættindi - at hava somu rættindi sum onnur (grein 1)Rættindi - tað, ið ein hevur rætt til ella kann krevja (grein 3)Føroya Landsstýri - stýri, ið løgtingið velur at stjórna Føroyum, at fremja løgtingslógir í verki og at hava fyrisitingina um hendur (grein 4)Mismunur - merkir tað sama sum mannamunur (grein 5) Sjálvbjargni - at klára seg sjálvan uttan hjálp frá øðrum (grein 6)Fordómur - hugsan, ið ein hevur um eitthvørt frammanundan og ikki sonn vitan (grein 8)Atkoma - at hava atgongd til (grein 9)Misnýtsla - at nýta á skeivan hátt (grein 12)Javnbjóðis - at hava sama rætt og á jøvnum føti (grein 17)Fylgjari - ein, ið hevur ábyrgd at hjálpa tí, sum ber brek (grein 20)Persónligt flytiføri - persónlig ferðatænasta (grein 20) Teknmál - málið, sum deyv samskifta við (grein 21)Lættlesiligt - skrivað við orðum, sum eru løtt at lesa og skilja (grein 21)Punktskrift - prikkar í pappír, sum ger tað møguligt hjá blindum at lesa (grein 21)Virðing - at góðtaka onnur, sum tey eru (grein 22)Hjálpartól - tól, ið kann gera lívið hjá teimum, ið bera brek, lættari (grein 28)Viðurkenna - at góðtaka (grein 30)Limalondini - Føroyar eru eitt av limalondunum, tí vit hava undiskrivað sáttmálan, so hann kann virka her (ST nevnd)

Page 27: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri
Page 28: Lukka - Rætturin at vera tann eg eri

Lukka er ætlað børnum og vaksnumat lesa í felag, og vón okkara er,

at hon kveikir áhugan hjá føroyingumsum heild fyri rættindum teirra,

ið bera brek.

www.mbf.fo