atlantic airways kemur heim

13
Okkara nýggja kós Atlantic Airways kemur heim...

Upload: atlantic-airways

Post on 31-Mar-2016

399 views

Category:

Documents


2 download

DESCRIPTION

Kunning um okkara nýggja strategi

TRANSCRIPT

Page 1: Atlantic Airways kemur heim

Okkara nýggja kós

Atlantic Airways kemur heim...

Atlantic Airways Vágar Airport 380 Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo

Page 2: Atlantic Airways kemur heim

Eg eri errin av okkara nýggju kós. Nýggja strategiin prógvar, at tað var rætt at fara undir hesa tilgongd. Frameftir leggja vit enn størri dent á Føroyar og tørvin hjá føroyingum og føroyska vinnulívinum.

Vit vilja gera tað bíligari, einfaldari og lættari at ferðast til Danmarkar, til arbeiðis uttan-lands og at njóta frítíðina. Samstundis fáa vit eitt trygt og álítandi rutunet, sum dregur heimin nærri at Føroyum. Nógv av hesum verður gjørligt, tí vit nú fara burtur frá altjóða leiguflúgving við eyka flogførum.

Niels MortensenNevndarformaður

Frá altjóða ætlanum til nærøkis marknaðarmenningVælkomin til nýggja Atlantic Airways - serliga ætlað føroyingum

Arbeiðsgongdin við nýggju ætlanini hevur verið ein lærurík uppliving. Ikki bara fyri meg, men fyri okkum øll, sum hava arbeitt við henni. Eg eri sannførdur um, at úrslitini og tey mongu átøkini, ið liggja fyri framman, fara at skapa eina ímynd av einum nýggjum og opnari Atlantic Airways - eitt felag, sum lurtar meira, og áhaldandi lagar seg eftir tørvinum í samfelagnum.

Ætlaða tillagingin av ferðaseðlum, flota og virkisbygnaði - og menningin av NORÐrutunum - fer at økja okkara møguleikar at tæna øllum føroyingum.

Við ”Strategi 2018” er støðið lagt til, at Atlantic Airways tekur næsta stigið sum loftbrúgv føroyinga og verður ein enn meira týðandi partur av føroyska samfelagnum.

Jørgen HolmeForstjóri

Atlantic Airways- leiðin frameftir

Okkara nýggja ætlan er tann rætta fyri Atlantic Airways. Ikki bara styrkja vit støðu okkara í Føroyum og í grannalondunum, men vit vilja eisini leggja stóran dent á, at vit hava royndar og dugnaligar flogskiparar og føroysk flogtænastufólk umborð. Tá vit í 2015 byrja at flúgva við einum øðrum slagi av flogfari, sum skal flúgva á NORÐrutunum, koma allar okkara royndir og førleikar okkara kundum til góðar. Vit verða framhaldandi fremst við nýggjari tøkni, sum kann økja reglusemið og effektivitetin.

Sámal P. DanielsenFlogovasti

”Strategi-2018” er rætta leiðin fyri Atlantic Airways. Uttan mun til tær broytingar henda ætlan hevur við sær, so hevur tað alla tíðina verið okkara fleksibilitetur, vilji og evni at tæna okkara kundum, sum hava lagt lunnar undir eitt føroyskt flogfelag. Hetta halda vit fast um.

Talan er um grundvirði okkara , sum ikki bara endurspeglast í tænastunum, men eisini í øllum arbeiðinum á teknisku deild og øllum tí, sum endar á mínum borði.

William SmithTekniskur leiðari

Góða kundaupplivingin verður miðdepilin í okkara menning. Hjá okkum skalt tú altíð kenna teg vælkomnan umborð. Men vit vilja eisini gera upplivingina betri, við tað at øll avgreiðsla verður lættari, einfaldari og smidligari. Nýggju ferðaseðlarnir merkja ikki, at vit fara at gera okkum minni ómak - tvørturímóti!

Annika JespersenFlogtænastuovasti

Page 3: Atlantic Airways kemur heim

Nýggja ætlanin fram móti 2018

Eyðgerð Flogterna

Atlantic Airways kemur heim...

NORD vi hoskandi flogfari

01

02

03

04

05

06

VIT SIGA ALTJÓÐA LEIGUFLÚGVINGINI

FARVÆL SUM VAKSTRARØKI

VIT GERA TAÐ BÍLIGARI, LÆTTARI

OG EINFALDARI

VIT STYRKJA KUNDAUPPLIVINGINA

Í ØLLUM LIÐUM

VIT GEVA TÆR EINA BETRI FERÐAÆTLAN,

TÚ KANST LÍTA Á

VIT BJÓÐA VINNULÍVINUM "NORÐ" SUM EIN

VAKSTRARMØGULEIKA

NÝGGJ LIÐSKIPAN OG EINFALDARI BYGNAÐUR

Vit verða eitt føroyskt rutufelag og eitt alment partafelag.

Vit steðga altjóða leiguflúgving við eyka flogførum.

Vit ynskja at bjóða føroyskum vinnulívi og felagsskapum leiguflúgving.

Vit gera tað bíligari at ferðast - fleiri bíligar ferðaseðlar á Danmarkar-rutunum.

Vit gera ferðaseðlarnar einfaldari og treytirnar lættari at skilja.

Vit bjóða trý nýggj sløg av ferðaseðlum: 799, TÍÐLIGA og ALTÍÐ.

Vit vilja betra upplivingina, bæði undan fráferð, umborð og eftir flúgving.

Vit koma nærri - við tær sum kunda í miðdeplinum.

Vit vilja framhaldandi skapa loysnir fyri bólkar við heilt serligum tørvi.

Frá altjóða ætlanum til nærøkis marknaðarmenning

Vit fara í 2015 at bjóða eina nýggja ferðaætlan, sum tú kanst líta á.

Vit gera alla fyritøkuna til eitt virkið rutufelag.

Vit byggja framtíðar rutunetið upp í trimum: Danmark, NORÐ og SÓL.

Vit bjóða føroyskum vinnulívi vakstrarmøguleikar við NORÐrutunum.

Vit seta í verk títt og regluligt samband millum Føroyar, Noreg, Ísland og UK.

Vit fáa eitt betri hóskandi flogfar til hesar uppgávur.

Vit broyta virkisbygnaðin, soleiðis at føstu flogruturnar altíð verða raðfestar fremst.

Vit fara at gera bygnaðin einfaldari, virknari og veita betri dygd.

Page 4: Atlantic Airways kemur heim

Tætt at tær og tínum tørviNýggja Atlantic Airways

• Vit tryggja títt og regluligt samband við okkara grannalond.• Vit geva vinnulívinum betri vakstrarkor.• Vit bjóða føroyskum vinnulívi og felagsskapum leiguflúgving.

VINNULÍVIÐ- tá tú skalt til arbeiðis uttanlands

• Vit fara framhaldandi at menna loysnir til bólkar við heilt serligum tørvi.• Vit menna nýggj tilboð til frálandavinnuna kring okkum.• Vit vilja framhaldandi samstarva við Visit Faroe Islands um menningina av føroysku ferðavinnuni.

SAMFELAGIÐ- tá tú skalt loysa eina samfelagsuppgávu

• Vit byrja tilgongdina við einum opnari og meira samskiftisvinaligum Atlantic Airways.• Vit gera eina nýggja leiðsluskipan, har styttri er millum leiðslu og starvsfólk. • Vit leggja dent á at styrkja støðuna hjá Atlantic Airways sum eitt gott og mennandi arbeiðspláss.

STARVSFÓLKIÐ - tá tú starvast hjá Atlantic Airways

• Vit gera tað einfaldari og bíligari at ferðast.• Vit økja talið á fráferðum.• Vit geva tær fleiri frítíðarmøguleikar.

FÓLKIÐ- tá tú skalt út í heim

Page 5: Atlantic Airways kemur heim

Atlantic Airways kemur heim...Vit siga altjóða leiguflúgving farvæl sum vakstrarøki

01

Leiguflúgvingin hjá Atlantic Airways verður munandi broytt. Frá at miða eftir altjóða charterflúgving við eyka flogførum verða nú ístaðin avlopstímar seldir. Tað merkir, at rutuflúgvingin altíð verður raðfest fremst.

Tað merkir samstundis, at vit nú veruliga fara eftir at gerast eitt føroyskt rutufelag við einum støðugum rutuneti, tú altíð kanst líta á. Føstu ruturnar koma altíð í fyrstu røð - tó megna vit samstundis at bjóða vinnu- og felagslívinum leiguferðir úr Føroyum.

VIT BJÓÐA EINUM ÁLÍTANDI RUTUNETI Á HEIMAVØLLI VÆLKOMNUM

Oddbjørg Sølu- og tænastufólk

Page 6: Atlantic Airways kemur heim

Bíligari, lættari og einfaldariÍ framtíðini verða trý sløg av ferðaseðlum: 799, TÍÐLIGA og ALTÍÐ.

02

Tað skal vera lætt at keypa, og tað skal vera lætt at finna okkara mongu nýggju ferða-seðlar. Tí hava vit gjørt LÁGPRÍSKALENDARANá atlantic.fo.

Her sært tú alla tíðina bíligastu ferða-seðlarnar á rutunum til Danmarkar, og tú kanst keypa bíligu ferðina beinleiðis áLÁGPRÍSKALENDARANUM.

Tað skal gerast bíligari at ferðast við okkum. Tí bjóða vit øllum,sum keypa í góðari tíð 799-ferðaseðilin á rutunum millum Danmark og Føroyar.

Við hesum ferðaseðlinum kanst tú ferðast til Danmarkar ella koma heim fyri 799 krónur hvønn vegin - íroknað øll avgjøld.

TAÐ SKAL VERA BÍLIGARI

TAÐ SKAL VERA EINFALT

TÚ SKALT LØNAST

799,-

TÍÐLIGA

ALTÍÐ

TAÐ SKAL VERA LÆTT

Vit hækka talið á allarbíligastu

plássunum til

20á flestøllum flogferðum

á Danmarkar-rutunum.

Tað skal vera einfalt at skilja ferðaseðlarnar. Tí koma vit longu í heyst við nýggjum einføldum ferðaseðlum við treytum, sum eru lættari at skilja.

Keypir tú TÍÐLIGA, kanst tú ferðast bíligari, tí tú keypir í góðari tíð. ALTÍÐ kostar meira, tí tú hevur tørv á eini smidligari skipan, har broytingar altíð kunnu gerast.

Tað skal loysa seg at flúgva ofta við okkum. Vit skulu brúka allar fyrimunir, sum eru í eini størri bonusskipan. Tí arbeiða vit við at menna og víðka samstarvið við EuroBonus fyri at kunna veita tær enn størri fyrimunir.

Bonusskipanin "Súlan" verður sum frá líður niðurløgd, men fyribils er hon galdandi sum vanligt.

Page 7: Atlantic Airways kemur heim

Framtíðar ferðaseðilinFrá klassum og køssum til tríggjar ferðaseðlar, ið eru lættir at skilja.

02

Galdandi á beinleiðis rutunum millum Føroyar og Danmark

Skal keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð.Kann ikki broytast ella endurgjaldast.

Prísurin er galdandi hvønn vegin, tá tú keypir á atlantic.fo.

Við persónligari avgreiðslu um telefonina, við telduposti o.ø., verður eitt avgreiðslugjald

á 165 kr. lagt oman á prísin.

LOW SEMI FLEX

799,-

Keyp bíligu ferðina á atlantic.fo longu nú. Tú kanst eisini keypa ferðaseðilin frá ferðaskrivstovunum móti møguligum avgreiðslugjaldi.

KLÁRT NÚ !

Komandi ferðaseðlaskipan

Núverandi ferðaseðlaskipan

FINN 799 Í NÝGGJA LÁGPRÍSKALENDARANUMVið nýggja lágprískalendaranum er tað bæði lætt at finna og keypa bíligu ferðaseðlarnar. Teir skulu keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð, so ver í góðari tíð. Hinvegin er útboðið stórt, og til ber at keypa eitt heilt ár fram. Prísurin er fyri hvønn vegin, og ferðaseðilin kann ikki broytast ella endurgjaldast.

Galdandi á øllum rutumKann ikki endurgjaldast

Broytingargjald

Galdandi á øllum rutumKann endurgjaldastEinki broytingargjald

TÍÐLIGA ALTÍÐ

KLÁRT TIL HEYSTAR Gleð teg til heystar, tá hesir ferðaseðlarnir kunnu bíleggjast.

Page 8: Atlantic Airways kemur heim

Vit koma nærri at tærVit styrkja kundaupplivingina í øllum liðum

03

UMBORÐ EFTIR FLOGFERДHjá okkum skalt tú kenna teg væl og heima"

”Vit vilja gera tína næstu ferð enn betri"

Okkara skipan:

• Lati tit okkum hoyra um tykkara upplivingar.• Bílegg næstu ferðina frá okkum.• Vinn tær stig - ella bílegg eina bonusferð.

Okkara skipan:

• Føroyskt huglag og gestablídni.• Matur og drekka er íroknað prísin.• Øll sita væl.

Okkara skipan:

• Trygdin er í hásæti.• Lætt, einfalt og atkomiligt hjá øllum.• Støðug upplýsing í øllum miðlum.

UNDAN FRÁFERДHjá okkum byrjar ferðin, áðrenn vit fara á flog"Ert tú ávegis at vitja familju, at halda frí ella á arbeiðsferð, so avgreiða vit ferðina skjótt

og lætt.

Vit varðveita okkara góðu føroysku tænastu umborð, og vit víðarimenna hana til eisini at fevna um tíðina undan ferðini og eftir ferðina.

Fyri okkum er henda tænasta ein partur av okkara samleika. Tað snýr seg um blíð og smílandi starvsfólk, smidleika í truplum støðum og ikki at gera mun á fólki, hvørki undan fráferð, umborð ella eftir ferðina.

Í EYGNAHÆDD VIÐ OKKARA KUNDAR

Petra Charter-

starvsfólk

Birita, Sølu- og tænastufólk

Sulamith, Flogterna

RúniFlogskipari

Page 9: Atlantic Airways kemur heim

Nýggj ferðaætlan, tú kanst líta áÍ 2015 bjóða vit eina nýggja og enn betri ferðaætlan

04

KOMANDI RUTUNETIÐBÝUR FLOGFAR SUMMAR VETUR

KEYPMANNAHAVN Airbus A319 3x dagliga 2x dagliga

BILLUND Airbus A319 5x um vikuna um CPH*

AALBORG Airbus A319 2x um vikuna um CPH*

NORÐ SMALL 5x um vikuna 5x um vikuna

BARCELONA Airbus A319 1x um vikuna

MALLORCA Airbus A319 1x um vikuna

*) Um veturin kanst tú flúgva um Keypmannahavn og við SAS til Billund, Århus og Aalborg fyri sama prís.

JAN JULI

JULI

DES

JAN JULI DES

JAN DES

KEYPMANNAHAVNBILLUND AALBORG

NORÐ

SÓL

Gongdin gjøgnum árið vísir, at vit hava úr at gera í summarmánaðunum, men minni um veturin, undantikið skúlafrítíðirnar og jólafrítíðina, tá mong ferðast til Føroya og úr Føroyum.

Tað kostar sera nógv at hava eitt flogfar standandi, og tí velja vit at selja avlopstímarnar til leiguflúgving um veturin, tá vit hava minni at gera.

Á hendan hátt kunnu vit bjóða eitt rutunet, tú kanst líta á, fleiri bíligar ferðaseðlar, men eisini eitt rutunet, sum er fíggjarliga burðardygt.

ÁRSINS GONGD Í ATLANTIC AIRWAYS

SMALL

Airbus A319

Airbus A319

JákupFlogskipari

Page 10: Atlantic Airways kemur heim

NORÐ við hóskandi flogfariVit bjóða vinnulívinum NORÐ sum ein vakstrarmøguleika.

05

TÍTT OG REGLULIGT SAMBAND VIÐ OKKARA GRANNALOND - NÆRØKISMENNINGSum ein týðandi part av okkara rutuneti og eina berandi eind í okkara nýggju strategi, byrja vit at flúgva NORÐ longu í heyst.

NORÐ er ein menning av nærøkisrutum, ið fyrst og fremst skulu tæna føroyska vinnulívinum, men eisini vanligum ferðafólki - føroyingum og útlendingum. Talan verður um regluligar fráferðir til grannalondini Ísland, Noreg og UK.

NORÐruturnar verða stig fyri stig settar í verk næstu árini. Ætlanin krevur, at vit fáa eitt hóskandi flogfar í flotan. Vit vænta, at hetta flogfarið flýgur fyrsta túrin úr Vágum í mars 2015. Flúgvingin byrjar tó longu í heyst, tá flogið verður regluliga til bæði Noregs og Íslands við einum av okkara Airbus 319.

Tá allar NORÐruturnar eru settar í verk, verður talan um eitt títt og regluligt samband við grannalondini, sum vit meta verður kveikandi fyri frálandavinnuna og vinnulívi í Føroyum sum heild.

Page 11: Atlantic Airways kemur heim

Nýggj liðskipan... í eini einfaldari og tænastusinnaðari fyritøku

06

- ein atkomulig tænastueind, ið arbeiðir fyri at loysa flutningstørvin hjá bæði vinnu og ferðafólki so einfalt og bíligt sum gjørligt.

KUNDATÆNASTA- ein virkin eind, ið kann samanberast við tær bestu - bæði í góðum og ringum veðri

FERÐSLU-SAMSKIPAN

ONNUR VINNUØKI- stuðlar upp undir eina dragandi og mennandi fyritøku í Føroyum.

HR-MENNING

ThoraSølu- og tænastufólk

PalmaLeiðari

GeorgStarvsfólkaleiðari

JónleygCharter- starvsfólk

- ein trygg, dygdargrundað eind við royndum og vælútbúnum fólki.

FLOGTØKNI

HansFlogtøkningur

Leigutúrar, farmur og tyrlur

- ein tænastusinnaður hugburður við føroyska tørvinum fyri eyga.

Page 12: Atlantic Airways kemur heim

TíðarætlanHer er okkara ætlan komandi árini...

januar mars mai juni juli september

2015

NORÐ byrjar

EftirmetingAvrikini verða eftirmett í

mun til kundar, rutur, charter, farm og

tyrluflúgving

Støðumeting og ætlan fyri okkara arbeiði at menna ferðavinnuna í Føroyum.

Ferðavinnumenning í Føroyum

SÓL og várVit flúgva teg til SÓLríka

ferðamálið, ið fekk flestar atkvøður.

SÓL og heystVit flúgva teg til SÓLríka

ferðamálið, ið fekk flestar atkvøður.

august

Ársins týdningarmesta meting um, hvussu

strategiin higartil hevur eydnast, og nøgdsemið

hjá kundunum.

Heildarmeting 2015

Vit byrja NORÐ við títtum og regluligum fráferðum til Noregs, Íslands og UK sum eitt menningarátak fyri vinnulívið í Føroyum

og kring Føroyar.

BonusskipanTænastan frá EuroBonus verður betrað, og Súlan fellur so líðandi burtur.

Summarferðaætlanin í nýggja Atlantic Airways

Avgerð verður tikin um, hvussu okkara floti skal síggja út komandi árini

Okkara framtíðar floti

”TÚ”

”VIT”

Upp í tríggjar ferðir dagliga til Keypmannahavnar.Beinleiðis fráferðir til Billund og Aalborg.

Hvørja viku beinleiðis til Barcelona og Mallorca.Um Ísland til USA.

Um Bergen til alt Noreg.Um UK til Evropa.

juni september novemberoktober

2014

799,-Keyp 799,- hvønn vegin

í okkara lágprískalendara longu nú!

Lágprís-kalendarin!

Finn allar 799-ferðaseðlarnar

lætt og skjótt.20 pláss eru á flestu øllum

fráferðunum á Danmarkar-rutunum.

Nýggj liðskipan

... í eini einfaldari og meira kundavinaligari fyritøku.

Leiguflúgving á ein annan hátt

Stigvís avtøku av altjóða leiguflúgving við eyka flogførum.Tilboð um

leiguflúgving úr Føroyum.

Nýtt slag av flogfari til NORÐHóskandi flogfar verður valt.

Vit siga einum Airbus farvæl.

Ferðaætlanin2015 verður kunngjørdNýtt um ruturnar til

Danmarkar, Barcelona og Mallorca.

Hvar skulu vit fara í 2015?Tit kunnu atkvøða um,

hvørji SÓLrík ferðamál vit skulu flúgva tykkum til nakrar ferðir um várið

og um heystið.

TÍÐLIGA & ALTÍÐAfturat 799-ferðaseðlunum koma tvey nýggj sløg av ferðaseðlum. Við TÍÐLIGA

kanst tú ferðast bíligari, tí tú bíleggur í góðari tíð. ALTÍÐ

kostar meira, tí tú hevur tørv á eini smidligari skipan.

Fastar fráferðir til Noregs og Íslands

Okkara stóra NORÐ-ætlan byrjar longu nú við føstum rutum til Noregs og Íslands,

sum tú kanst líta á.

FeraætlaninNORÐ verður

kunngjørdNýtt um ruturnar,

sum byrja á vári 2015.

Page 13: Atlantic Airways kemur heim

Okkara nýggja kós

Atlantic Airways kemur heim...

Atlantic Airways Vágar Airport 380 Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo